Lýsing

Framsøknan ítróttarpolitikk

Ítróttur og rørsla hava stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi. Møguleikarnir fyri ítrótti verða áhaldandi útbygdir bæði fyri breiddina og úrvalsítrótt. Játtan skal á fíggjarætlanina til langhylin í Gundadali. Innandurahøll til frælsan ítrótt og fótbólt verður sett út í kortið. Golfvøllurin verður settur aftur á skrá og øðrum ítróttargreinunum verða veittar góðar hølis- og vallarumstøður.

Útbyggingin av svimjihøllini við 50 metra langhyli í Gundadali er sett á skrá. Nú er hugskotskapping og síðani verður verkætlanin prosjekterað og sett í verk. Tjóðveldi streingir á, at neyðugu pengarnir verða settir av, so dagførda svimjihøllin kann standa klár sum skjótast.

Tjóðveldi virkar fyri tíðarhóskandi møguleikum fyri uttandura- og innanduraítrótt sum heild. Her ræður um at fáa grundleggjandi karmarnar upp á pláss, so ítróttin kann virka alt árið og mennast til fulnar.

Kappróður er tjóðarítrótt okkara, og má tryggjast nøktandi karmar og venjingarviðurskifti. Dráttir og hølisviðurskifti mugu tryggjast kappróðrarfeløgunum í høvuðsstaðnum. Kommunan skal stuðla undir og geva rúm fyri stevnum og róðrartiltøkum annars.