Lýsing

Loysa ferðsluruðuleikan

Havnin er høvuðsstaður, havnarbýur, keypsstaður, lestrarbýur, ferðavinnuknútur og livandi frítíðarstaður hvørt um annað. Stundum er ov stórt trýst á ferðslukervinum. Loysnin byggir á tríggjar tættir: parkeringshús, býbussar og bleyta ferðslu. Vit ynskja ein grønari og tryggari bý, har fólk og ferðsla kunnu samskipast á ein hátt, ið tekur hædd fyri handilslívi, veðri og nógvari ferðslu til Havnar við bili.

Alneyðugt er at útvega fleiri parkeringspláss í býnum. Tí verður beinanvegin farið undir at fyrireika tvey parkeringshús. Gjaldsfría bussleiðin í Tórshavnar kommunu er ein sólskinssøga. Skal bussleiðin verða varandi valmøguleiki til bilarnar, má tænastan víðkast soleiðis, at býbussarnir eisini koyra regluliga leygar- og sunnudagar.

Allir borgarar eiga at fáa lættari atkomu til býin, handlar og almennar bygningar. Hesir atkomumøguleikar fevna um rørslutarnað eins og hoyri- og sjónveik. Kommunan eigur at seta í verk ein politikk fyri atkomumøguleikar og skipa soleiðis fyri at øll, uttan mun til førleikar, ótarnað kunnu fáa somu tænastur og somu møguleikar. Hetta er eisini galdandi, tá kommunan skipar ferðslu, parkeringsviðurskifti, busssamband, súkkluleiðir og lendisgøtur.

Tjóðveldi vil gera tað lættari og tryggari at ferðast við súkklu. Arbeiðið at gera súkklubreytir heldur fram. Neyðugt er at skipa eitt samanhangandi súkklukervi, ið ikki nýtist at liggja upp at vegum, men heldur gjøgnum náttúruna, skot og geilir. Hetta fremur bæði trygd og uppliving hjá teimum ferðandi gjøgnum býin.

Til tess at tryggja, at allar gongubreytir í kommununi eru góðar og tryggar til gangandi, barnavognar og koyristólar verða tær skoðaðar og dagførdar.

Arbeiði við at gera lendisgøtur heldur fram, eisini í bygdunum, so høgligari verður hjá bygdarfólki, avbygdarfólki og ferðafólki at njóta vøkru náttúruna uttan at gera seg inn á hana.

Viðlíkahald og røkt av vegum í kommununi raðfestast fremri, og størri játtan eigur at verða sett av til at halda vegirnar við líka, bæði við asfaltering, kavarudding og salting. Nýgerð av vegum eigur at verða skipað skynsamt, so vit ikki fáa óneyðug skar í náttúruna.

Ein ferðslutrygdarætlan fyri kommununa liggur klár og eigur at verða tikin fram aftur. Tjóðveldi vil seta pengar av til at fremja ætlaðu átøkini í ferðslutrygdarætlanini.