Lýsing

Rættvísur skattur

Rættvísur skattur er at taka sum minst av tí, sum borgarans er, til at tryggja øllum borgarum neyðugar og hóskandi tænastur. Rættvísur skattur er at nýta skattapengarnar við skili og ikki oyðsla. Tórshavnar kommuna er fíggjarliga sterk, men tørvurin á íløgum í borgaran og betri tænastur er stórur. Skulu vit lyfta eldraøkið og dagstovnaøkið, er valla stórvegis rúm fyri skattalætta eisini.

Vit vilja tryggja teimum eldru ein góðan aldurdóm og skapa okkara yngstu borgarum bestu umstøður at vaksa upp. Samstundis má vinnulívinum tryggjast góðar umstøður at skapa arbeiðspláss. Tørvur er tí framvegis á bæði at byggja nýtt og betra verandi karmar.

Men at gera ovurstórar íløgur í tómar bygningar og turt betong í dýrastu tíð ger óneyðuga stór inntriv í kommunukassan og niðurbindur kommununa fíggjarliga. Tá kassin tømist, verður rokningin send skattgjaldaranum. Hetta er ikki at áleggja borgarunum rættvísan skatt.

Vit eiga at taka sum minst av tí, sum borgarans er. At nýta skattapengarnar við skili merkir betri planlegging av íløgum og langtíðarætlanum, betri eftirliti við kommunalum verkætlanum og fleiri íløgur, tá stígur kemur í búskapin. Á henda hátt tryggja vit, at vit bæði hava ráð til at seta fólkið fremst og samstundis gera neyðugar íløgur.

Heldur inntøkuvøksturin í Tórshavnar kommunu fram komandi árini, hyggja vit fegin nærri at skattaprosentinum. Beint nú seta vit betri tænastur og fleiri heitar hendur til ung og gomul fram um beinleiðis skattalættar.