Lýsing

Lestrarbústaðir og frítíðartilboð til ungdómin

Trivnaður millum ung og nøktandi ungdómstilboð til øll í kommununi er neyðug fyritreyt, skal ungdómurin støðast. Lestrarbústaðir skulu útvegast og tørvurin á venjingarhølum til tónleikabólkar nøktast. Spælipláss, sparkivallir og ungdómstilboð skulu vera, har fólkið býr.

Bráðtørvur er á lestrarbústøðum. Næmingatalið á hægri útbúgvingunum er vaksandi, men umstøðurnar at trívast og mennast eru ikki nøktandi. Ferð skal setast á at útvega bústaðir til lesandi í Havn, og Tórshavnar kommuna skal stuðla undir at byggja eitt setur (kampus) til Fróðskaparsetrið. Neyðugt er eisini at finna hóskandi fyribilsloysnir, til tørvurin á lestrarbústøðum er nøktaður við varandi loysnum.

Ungdómurin eigur at fáa eitt savningarmiðstað í miðbýnum, har listaspírar og íverksetarar kunnu blóma og mennast. Tjóðveldi vil tryggja góðar karmar fyri sunnari og fjølbroyttari ungdómstilveru. Tí skulu vit tryggja góðar karmar í nærøkinum og nøktandi spælipláss, sparkivallir og frítíðartilboð til tey ungu. Tørvin kenna tey best á staðnum, og tí skal hetta gerast í samstarvi við borgararnar og eigarafeløgini í bygdum og býlingum.

Seinnu árini eru fleiri spælistøð komin í býnum. Stórur tørvur er tó framvegis á hóskandi venjingarhølum til tónleikabólkar. Í komandi valskeiði vilja vit nøkta henda tørvin.

Tjóðveldi krevur somuleiðis, at Tórshavnar Ungdómsráð verður styrkt at taka sær av ungdómsmálum, sum viðkoma ungdóminum, og tikið í álvara.