Lýsing

Betri karmar til vinnulívið

Fjølbroytt vinnulív er fortreyt fyri framburði. Fortreytin fyri fjølbroyttum vinnulívi eru góðir karmar at virka undir og at vinnurekandi kunnu menna og vaksa um sítt virksemi. Tjóðveldi vil tryggja hesar karmar. Ítøkiliga merkir tað góðar atkomumøguleikar og parkeringspláss, skjótari viðgerð av loyvum og at stuðla undir íverksetan og nýggjar vinnuvegir.

Havnin er miðdepil fyri føroyska sjóvinnu. Tjóðveldi vil, at Vestara bryggja framvegis skal rúma virksemi, ið er knýtt at sjónum.

Í miðbýnum í Havn er neyðugt at gera tað liviligari hjá handilsvinnuni og skapa lív. Kommunan eigur at krevja útvent virksemi, soleiðis at bygningar og handilshøli ikki standa tóm ella verða nýtt til innvent virksemi. Tað er áleikandi neyðugt at kommunan beinanvegin útvegar fleiri parkeringspláss í býnum, til frama fyri einum lívligum býi.

Kreativar vinnur eru millum skjótast vaksandi framtíðar vinnur, og kommunan eigur at skapa bestu karmar til íverksetan og kreativar vinnur. Tí skal Nýskapanarhúsið Hugskotið styrkjast og mennast.

Filmsvinnan kann við rætta stuðlinum og góðum kørmum mennast til eina týðandi vinnu í Føroyum. Tí skal Tórshavnar kommuna framhaldandi stuðla filmsvinnu. Áhugafelagið Klippfisk fær fastar og góðar karmar at virka undir. Landsstýrið setur Filmshús á stovn í 2017. Vit eru til reiðar at útvega neyðugu fortreytirnar fyri, at húsið verður í Havn.

Ferðavinna er hornasteinur undir nógvari handils- og tænastuvinnu kommununi. Vit eiga at syrgja fyri, at Havnin enn sum áður verður ein miðdepil, har ferðafólk trívast og hava hug at vera. Ferðavinnan skal skapa vøkstur uttan at órógva tey, ið her búgva, og uttan at oyða náttúruna.

Visit Tórshavn skal framvegis hava umstøður menna og skipa ferðavinnutilboð, ið geva ferðafólki góðar upplivingar. Vit eiga at gagnnýta oyggjar og bygdir í kommununi, ið eru serliga áhugaverdar hjá ferðavinnuni. Saman við bygdarfólkunum og øðrum áhugaðum verður ferðavinnan løgd til rættis og tilboð ment.

Tórshavnar kommuna er størsta landbúnaðarkommuna í Føroyum. Atlit mugu takast til landbúnað í allari útbygging, eitt nú at skunda undir viðgerð av loyvum til virksemi og út- og umbyggingar. Kommunan eigur at stuðla undir møguleikarnar hjá landbúnaðinum at spjaða sítt virksemi, so landbúnaðurin fær ískoytismøguleikar við eitt nú ferðavinnu. Lendis- og varðagøtur ganga ofta gjøgnum hagarnar hjá bóndunum. Við gøtum eigur atlit at verða tikið til umhvørvið og virksemi bóndans.

Havnirnar í kommununi eru okkara portur til útheimin og eiga tí áhaldandi at verða nýtíðargjørdar. Í tí viðfangi skulu gerast nágreiniligar kanningar av øllum møguleikum við virðing fyri umhvørvi, fólki og søguni.