Lýsing

Fleiri bústaðir nú

Fólkið er grundarlagið í Tórshavnar kommunu. Vit eiga at fevna allar borgarar og hjúkla um teir. Men fremsta treyt fyri verandi og komandi borgarum í Tórshavnar Kommunu er, tey hava møguleika at seta føtur undir egið borð. Tað merkir fleiri og bíligari grundstykki, og at skundað verður undir fjøltáttaða íbúðarbygging. Snøgt sagt øllum samfelagsbólkum vantar góðar, ódýrar bústaðir, bæði til leigu og til keyps.

Fólkatalið í Tórshavnar kommunu er vaksandi. 1. august 2016 stóðu 1335 fólk á bíðilista hjá Bústøðum í Tórshavnar kommunu, teirra millum fleiri 100 útisetar. Eftirspurningurin er munandi størri enn Bústaðir megnar at fylgja við. Tjóðveldi fer at útstykkja grundstykki til sethús, raðhús, íbúðarhús, vardar íbúðir v.m.

Ódýrir bústaðir krevja miðvísa planlegging. Ítøkiligi íbúðartørvurin skal tí kannast og eftir hesum skulu greið mál setast fyri, hvussu nógv skal bjóðast út tey komandi 10 árini.

Tjóðveldi fer at bjóða landsstýrinum, Bústøðum, fakfeløgum, pensjónsgrunnum og øðrum áhugaðum íleggjarum til samstarv um at loysa bústaðarmálið. Møguleikarnir fyri at seta á stovn lutafeløg og finna almennar og privatar íleggjarar er liður í hesum. Kommunan skal vera virkin viðleikari og skapa neyðugu fyritreytirnar fyri at loysa málið.

Endamálið er greitt. Bústaðartrupulleikin skal loysast og Tórshavnar kommuna kann ikki bíða eftir at onnur loysa trupulleikan fyri okkum. Hetta mugu vit loysa saman.

At fevna øllum borgarum merkir eisini at taka væl ímóti útlendingum, sum velja kommununa sum teirra tilverustað. Tjóðveldi arbeiðir fyri at tilmælini um integratiónspolitikk fyri Tórshavnar kommunu verða fylgd, og at tilboð fyri tilflytarar í kommununi verða raðfest og løgd í fasta legu. Kvøldskúlin skal styrkjast, so hann kann bjóða fleiri skeið á ymsum stigum til tilflytarar, og kommunan skal ganga á odda við at bjóða starvsvenjing á kommunalum arbeiðsplássum, sum lopfjøl til at tey kunnu nýta teirra egnu førleikar.