Lýsing

Meira tíð til barnið

Øll børn hava rætt til ein tryggan og mennandi gerandisdag. Meginparturin av unga lívi barnsins er á stovni, og tí raðfesta vit barnsins trivnað og menning hægri. Vit vilja gera íløgur í børnini og geva dagstovnunum betri rúm til námsfrøðiligt innihald og menning. Vit seta í verk námsfrøðiligu stevnumiðini fyri allar dagstovnar og hækka normeringina. Í 2017 seta vit 10 milliónir krónur av til at lyfta økið.

Innihaldið í dagstovnunum skal byggja á eina heildarfatan av barninum, har umsorgan, spæl og læra eru týdningarmiklir tættir. Børnini skulu fáa avbjóðingar og verða stuðlað í fjølbroyttu menningini og læruni. Námsfrøðiligu stevnumiðini byggja á myndina av einum barni við nógvum førleikum, sum skal hava møguleikar at ávirka egið lív. Hetta er neyðug fortreyt fyri, at børn kunnu vera virknir luttakarar í at mynda egið lív og gerast virknir luttakarar í einum demokratiskum samfelag.

Við hægri krøvum til námsfrøðiliga innihaldið er neyðugt at vit sum samfelag raðfesta og virða arbeiðið við børnum hægri. Tjóðveldi vil hækka normeringina á dagstovnunum við einum hálvum tíma fyri hvørt barnið í vøggustovu og barnagarði, og við einum triðingstíma fyri hvørt barnið í frítíðarskúla. Í 2017 seta vit 10 milliónir krónur av til at lyfta dagstovnaøkið. Langsiktaða málið er at nærkast normeringini, sum Føroya Pedagogfelag mælir til í áliti um normeringar frá Novembur 2014.

Tjóðveldi vil tryggja, at børn við serligum avbjóðingum hava somu sømdir og sama rætt sum øll onnur børn í øllum viðurskiftum.

Rættindi og tørvur hjá barninum koma í fremstu røð, og øll hava rætt til ein tryggan og mennandi uppvøkstur. Tryggleiki er hornasteinur í familjulívi, og Tjóðveldi vil tryggja at familjuráðgeving verður veitt, har tað er tørvur á tí. Neyðugt er eisini at tryggja tíðarhóskandi og sterka barnavernd í Tórshavnar kommunu aftrat sterkum SSP-samstarvi millum skúla, sosialmyndugleikar og løgreglu.