Lýsing

Betri heimatænasta og eldrarøkt

Tjóðveldi raðfestir eldraøkið høgt. Fleiri átøk skulu tryggja ein góðan aldurdóm við betri loysnum. Vit vilja styrkja og víðka Heimatænastuna. Vit vilja seta fleiri flógvar hendur á ellis- og røktarheimini. Vit vilja  teimum, ið eru rakt av demens ella aðrari sjúku og vorðin óhjálpin, heim og tilboð. Saman við landinum vilja vit skunda undir eitt hospice.

Livialdurin hækkar. Vit verða fleiri eldri og trýstið økist á kommunurnar at veita borgarunum munagóðar tænastur. Aðalmálið hjá okkum er, at tey gomlu kunnu vera heima sum longst. Tí vilja vit útbyggja Heimatænastuna. Tilboðini skulu verða fleiri, so tey gomlu kunnu velja sær tær tænastur, tey halda seg hava brúk fyri, og við røttu hjálpini klára seg heima nøkur ár afturat.

Okkara eldru borgarar hava tørv á ymiskum bústaðarloysnum. Valmøguleikin eigur ikki at vera millum eini stór sethús ella eitt pláss á røktarheimi. Tí er eisini neyðugt beinanvegin at kanna tørvin á íbúðum, vardum bústøðum, umlættingarplássum og røktarheimsplássum.

Tað er bráðneyðugt at útvega teimum, ið verða rakt av demensi ella aðrari sjúku, sum ger tey óhjálpin, heim og tilboð. Tørvur er á heimi, dagtilboði og fleiri møguleikum til umlætting í styttri og longri tíð Aðalmálið er at eisini fólk við demens kunnu vera heima sum longst og fáa neyðugu hjálpina har.

Tørvur er á fleiri starvsfólkum, bæði á røktarheimum og í heimatænastuni. Í miðal er eitt starvsfólk fyri hvørjar fýra brúkarar á eldraøkinum. Hetta er mangan alt ov lítið. Vit vilja tryggja at eitt starvsfólk verður fyri hvørjar tríggjar brúkarar. Tjóðveldi vil tí seta 10 milliónir krónur eyka av til at styrkja Heimatænastuna og økja normeringina á ellis- og røktarheimunum.

Neyðugt er eisini at útvega fleiri umlættingarpláss til sjúklingar, ið eru liðugt viðgjørdir á sjúkrahúsi, eins og til at avlasta avvarðandi hjá røktarkrevjandi eldri, ið búgva heima. Tey vælumtóktu tilboðini um fyribyrgjandi venjingar, eiga at verða ment meir. Eisini verður strongt á at fáa fleiri námsfrøðingar inn á eldraøkið, til at skapa innihald í gerandisdagin og stuðla okkara eldru.

Tá lívið lækkar móti endanum, er alneyðugt at tryggja øllum borgarum, eldri sum yngri, virðiligar umstøður. Tí eiga stig at verða tikin til at útvega eitt hospice til doyggjandi.