Lýsing

Tingmál

Ovurstórur tørvur er á fleiri námsfrøðingum

, 02/06/2020

Ovurstórur tørvur er á fleiri námsfrøðingum

Tí er tað sera ørkymlandi at okkara uppskot um at útbúgva fleiri námsførðingar fall á tingfundinum í síðstu viku. Partur av uppskotinum var eisini at fara í eina tilgongd har vit deila útbúgvingina meira upp í barangarðspedagogik og sernámsfrøði.  Vit hava eina dagstovnalóg, sum ásetir, at í minsta lagi 2/3 av starvsfólkunum skulu vera námsfrøðingar.  Í tilfari, sum trivnaðarnevndin fekk frá Mentamálaráðnum er upplýst, at vit í verandi støðu als ikki liva upp til ásetingarnar í lógini um at 2/3 av starvsfólkunum skulu hava námsfrøðiliga útbúgving. Víst er eisini á, at júst tann støðan er versnandi. Í løtuni eru 37,8% av starvsfólkunum á dagstovnaøkinum námsfrøðingar, har lógarfesta kravið er minst 2/3. Í tølum svarar hetta til, at 335 námsfrøðingar mangla bara fyri at røkka ásetingunum í lógini á dagstovnaøkinum. Um øll starvsfólkini skuldu verið námsfrøðingar, skuldu 723 námsfrøðingar verið afturat á dagstovnaøkinum. Almannaverkið hevur upplýst nevndini, at 46% av starvslýsingunum eftir námsfrøðingum eydnast. 35% eru úrslitaleysar og 19% ónøktandi. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum uttan iva hevur ávirkan á tænasturnar vit veita.  Hesi tøl tala fyri seg og tí er tað enn meira hugstoytt at okkara uppskot fall. Tølini átti hinvegin at fingið allar ávaringarklokkur at ringt.  Upplýsingar hjá Pedagogfelagnum vísa, at talið av nýggjum námsfrøðingum, sum koma út av Setrinum, bert nøktar talið av námsfrøðingum, sum fara frá. Barnatalið er hækkandi, Almannaverkið skal byggja nýggjar stovnar og nýggj lóg um almannatrygd og tænastur er júst samtykt. Og hesi fara bara at økja um tørvin á enn fleiri námsfrøðingum, sum vit frammanundan longu hava ov fáar av. Tí snýr tað seg fyrst og fremst um at handla skjótt og tryggja, at vit kunnu taka fleiri inn í útbúgvingarskipanina. Bíða vit við hesum, kann tað gerast trupult at taka fleiri inn, tí ein partur av útbúgvingini er starvsvenjingin, sum krevur, at útbúgvin starvsfólk eru at standa fyri. Útbúgvin stavsfólk eru ein fortreyt fyri, at vit megna at útbúgva fleiri. Longri vit bíða, truplari verður neiliga ringrásin at bróta.   Vit í Tjóðveldi eru sannførd, um at tað hevði verið til fyrimuns fyri námsfrøðiliga økið, um tað útbúgvingarliga bar til at útbúgva seg annahvørt á smábarnaøkinum ella á serstovnaøkinum, møguliga við ávísum felags undirvísingartíðarskeiðum.  Vit hava fingið upplýst, at seinnu árini hevur størsti parturin av teimum lesandi valt sernámsfrøði sum sergrein. Og at smábarnaøkið ikki er serlig grein á hvørjum ári. Hetta kann vera ein stórur vansi fyri smábarnaøkið. Hinvegin er tað eisini ein vansi fyri serstovnaøkið, at útbúgvingin kann vera ov breið. Júst hvussu hetta kann skrúvast saman við atliti at tørvinum hjá bæði smábarnaog serstovnaøkinum, eiga fakfólk at vera tey røttu at meta um. Men fyri borgaran og harvið samfelagið alt er tað heilt víst ein fyrimunur, at útbúgvingarnar verða meira málrættaðar til ymisku økini. Tað kann uttan iva bøta um dygdina, sum er so grundleggjandi í teimum tænastum, vit veita.  Tað eru sjálvsagt eisini onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á pedagogstørvini. Strongd og stórt arbeiðstrýst, lágar normeringar, skiftandi vaktir, lutfalsliga lágt lønarlag og annað hevur sjálvsagt eisni týdning. Hesi viðurskifti mugu tí eisini  fáa størri rúmd í politisku skipanini.  Góðskan í teimum námsfrøðiligu tilboðunum, vit veita, er í stóran mun treytað av, hvussu væl starvsfólkini eru fakliga skikkað. Tí eiga vit altíð at stíla eftir hægstu fakligu góðsku til okkara børn og borgarar annars, sum tørva tænastu. Sirið...

Les meira

Føroyar til sølu!

, 28/05/2020

Føroyar til sølu!

Fyrst selja teir fiskiríkidømið og nú landið og bústaðirnar til útlendskar spekulantar ”Sjá hesi fjøll og tindar, er hetta landið mítt? Er hetta tað, sum fedrar várar numu?” Soleiðis yrkir Jóannes Patursson fyri meira enn 150 árum síðani. Og í løtuni eru orð hansara meira viðkomandi enn nakrantíð.   Í dag feldi samgongan uppskot okkara, um at forða fyri, at útlendingar keypa jørð, bústaðir og lendi undan okkum í Føroyum. Hetta hóast tað longu nú eru greið dømi um, at hetta er farið fram. Í onkrari bygd hevur útlendingur keypt fleiri hús. Eisini eru hús seld á útoyggj, uttan at keyparin yvirhøvur sæð ognina. Ognarmeklarar hava upplýst, at útlendski áhugin fyri fastogn í Føroyum er vaksandi og alsamt meira ítøkiligur. Og hyggja vit, at hvat hendir í londum kring okkum, so kunnu útlendskar fyritøkur og spekulantar keypa íbúðarblokkar og hús, meðan vanliga fólkið í landinum noyðist at gjalda okursprísir fyri at hava ein bústað í sínum egna landi. Tjóðveldið fekk við bit og slit samtykt við lóg, at útlendskur ognarskapur ikki varð loyvdur í at fiska av okkara felags ogn, sum er livandi fiskurin í havinum. Men samgongan hevur rullað hetta aftur og vil loyva, at fiskirættindi skulu frítt keypast og seljast millum privatar bæði føroyskar og útlendskar fyritøkur og einstaklingar. Føroyar og okkara dýrasta tjóðarogn verða ikki ogn hjá fólkinum og okkara eftirkomarum, men Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin gera Føroyar til ein bazar, har alt kann seljast og spekulerast í.  Er hetta okkara fólkaræði? Eru politikarar ikki valdir at røkja áhugamálini hjá fólkinum og tjóðini, so øll fáa somu møguleikar og rættindini at liva, virka og skapa í okkara ríka landi? Ella er okkara Løgting bara sett saman av umboðum fyri seráhugamál hjá nøkrum fáum, ið skulu fáa fyrimunir, framíhjárætt og kunnu býta landsins ognir millum sín? Samgongan sigur, at øll okkara tjóðarogn – fiskurin, jørðin og rætturin til bústað og heim, skal standa víðopin fyri føroyskum og útlendskum spekulantum at ogna sær og selja ímillum sín – og tá verður torført og nærum ógjørligt at venda við. Vit standa eftir við spurninginum: “Er alt til sølu bara fyri hægsta prísin? Er onki heilagt?.” Sum Høgni Hoydal, floksformaður,  segði herfyri: “Vit gerast skjótt gerast eygleiðarar í egnum sjógvi og húskallar í egnum landi.” Vit mugu av hesi vandakós! Vit mugu halda á at stríðast fyri, at hetta landið og dýrasta ognin er okkara alra. Vit mugu ikki lata hetta um okkum ganga, men øll, ið ynskja aðra leið, mugu gera vart við seg. Hjá Tjóðveldisflokkinum er málið greitt: Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur....

Les meira

Almenn arbeiðspláss um alt land

,

Almenn arbeiðspláss um alt land

Tjóðveldi skjýtur upp at skipa fjarstørv kring alt landið. Tað merkir, at tú skal hava møguleika at arbeiða í heimbygdini ella oynni, hóast títt arbeiðspláss ella stovnur liggur í miðstaðinum. Góð arbeiðspláss eru ein grundleggjandi fyritreyt fyri fólkavøkstri, og at familjur velja at seta búgv í einum øki – koronastøðan hevur víst í verki, at tað letur seg gera at arbeiða heimanifrá. “Í Føroyum eru tað ikki einans vegir, tunlar og brýr, ið knýta okkum saman. Øll eru væl samaknýtt gjøgnum internetið og framkomin tøkni ger, at tað í mongum størvum er lítil munur á, hvørt tú arbeiðir í Skúvoy, Sandvík, Bø – ella í Tórshavn, Runavík ella Klaksvík.” Sigur Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna.  Tjóðveldi heldur, at Fjarstørv kunnu vera við at venda gongdini í teimum pørtunum av landinum, har fólkatalið er minkandi ella stendur í stað. Og at mong almenn arbeiðspláss eru væl egnaði sum fjarstørv.  “Har sum nógv arbeiði er, er lætt at fáa fólk til. Tí veksur fólkatalið í Eysturoynni, Streymoynni, Vágum og Norðoyggjum. Men suðurøkið dragnar, saman við smærru oyggjunum. Hetta er sagt so mangan fyrr, eg veit, men møguleiki fyri góðum størvum og smidligum sambandi er altavgerandi, um vit meina nakað við orðini um at tryggja búseting og trivna kring alt landið.” sigur Bjørt Samuelsen. Fyri flestu almennu og kommunalu stovnarnar ber tað væl til at hava ávíst tal av starvsfólki sett lokalt. Hetta kundi eitt nú verið gjørt í samstarvi við kommunurnar, til dømis um at skipa felags skrivstovuhølir og útgerð, sum geva møguleikan fyri bæði almennum og privatum fjarstørvum.   Uppskotið kemur til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum í seinnapartin í dag. Samgongumeirilutin í Rættarnevndini mælir tíverri frá at samtykkja uppskotið. Hetta harmast Tjóðveldi veruliga um, tí fleiri arbeiðspláss kring landið er eitt týdningarmikið mál, sum allir flokkar eiga at standa saman um. ...

Les meira

Vit kunnu ikki venda blinda eyga til

,

Vit kunnu ikki venda blinda eyga til

Eingin myndugleiki hevur yvirskipaða ábyrgd av heimleysum í Føroyum. Sostatt eru heimleys ikki einans heimleys. Tey eru eisini heimleys í tann mund, at tey ikki veruliga hava nakran myndugleika at venda sær til. Tað mugu vit broyta. Í øllum okkara grannalondum er myndugleikaábyrgd av heimleysum sett, sum hevur við sær, at myndugleiki er at hjálpa teimum, ið enda á gøtuni.  Løgtingið fekk í gjár og í dag høvi til at taka ábyrgd av heimleysum og taka støðu um uppskotið um myndugleikaábyrgd av heimleyum. Onnur viðgerð var í gjár (27. mai), og upprunaliga skuldi atkvøðast um uppskotið tá. Men tá á stóð, so var tingið ikki viðtøkuført, tí einans 16 tingfólk vóru til staðar. Tí hava vit atkvøtt í dag, og tíverri feldi samgongan uppskotið. Vit hava ofta lyndi til at skapa eina glæstrimynd av Føroyum. Her hava øll tað gott, og eingin líður neyð.  Men soleiðis er støðan altso ikki. Vit hoyrdu í tíðindunum herfyri, at á B6 á Landssjúkrahúsinum merkja tey javnan avleiðingarnar av, at ongin hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum. Tey hava havt sjúklingar liggjandi í upp til eitt ár, tí annars verða sjúklingarnir útskrivaðir í heimloysi. Sjúklingarnir eru “strandaðir” á sjúkrahúsinum og hava onki privatlív. Teirra “heim” verður ein sjúkrahússong og eitt borð – enntá onkuntíð úti á eini gong. Álvaratos, tað er ikki í lagi. Vit mugu hava varandi loysnir til okkara viðbreknastu borgarar. Vit kunnu ikki venda blinda eyga til heimloysi í Føroyum Vit mugu eisini taka bústaðarneyðina í álvara. Vit hava nógvar borgarar, ið ikki finna bústað, ið tey hava ráð at gjalda. Mong mugu flyta av landinum, tí tey í ov langa tíð hava búð í fyribils bústøðum. Fleiri búgva av náði hjá familju, vinum og kenningum. Tað vinnur eingin av. Uppskotið um at áseta myndugleikaábyrgd av heimleysum snýr seg um meira enn bara at byggja bústaðir. Tað snýr seg um ótolandi støðuna hjá mongum borgarum og um ein bústaðarmarknað, ið ikki er nóg fjøltáttaður og atkomiligur. At vera heimleys ella uttan støðugan bústað hevur eisini ringa ávirkan á børn. Tey hava ikki eitt trygt stað at vaksa upp í. Tey kunnu fáa keðiligt samband við síni foreldur. Og sannlíkindini fyri, at teirra lívsleið verður darvað, eru stór, serliga um fíggjarliga trupul kor eru partur av trupulleikanum. Vit eiga at bjóða øllum okkara børnum góðar sømdir og gera alt, vit eru ment, at tey ikki vaksa upp í heimloysi. Tað er ein av okkara týdningarmestu uppgávum.  Føroyar eru ov ríkar, til at vit ikki kunnu veita heimleysum nøktandi hjálp. Føroyar eru eitt ríkt land, og ongin eigur at vera heimleysur. Vit mugu viðurkenna, at tryggur og góður bústaður er mannarættur. Tað hevur stóran týdning fyri børn, at tey hava eitt trygt og gott heim at vaksa upp í. Til tað krevst ein góður bústaður, og tað skylda vit okkara borgarum at taka í álvara. – Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri...

Les meira

The Land of Maybe

, 26/05/2020

The Land of Maybe

Eingilsmennirnir nevndu Føroyar “The Land of Maybe.” Orsøkin var, at í Føroyum er veðrið tað, ið avger, hvat ber til at gera. Soleiðis er tað enn í stóran mun í dag – bæði á landi, sjógvi og fyri flogferðsluna. Tí hava álítandi veðurtíðindi avgerandi týdning fyri fólk, vinnu og alt samfelagið hjá okkum.  Føroyska veðurtænastan hevur verið føroyskt málsøkið í 11 ár, men tíverri keypa vit enn okkara veðurtíðindi frá veðurstovnum uttanlands.  Í síðstu samgongu bleiv skjøtul settur á, at menna eina framkomna føroyska veðurtænastu. Fyrireikingararbeiðið er gjørt, og nú manglar bert játtan til arbeiðið. Niðurstøðan frá fyrireikingararbeiðinum er, at fyri at menna eina veruliga føroyska veðurtænastu við fleiri veðurfrøðingum og betri og meira álítandi veðurforsagnum, fer hetta at kosta tilsamans 8 milliónir krónur. Játtanin í dag er longu 5 milliónir, sostatt resta 3 mió. kr. í fyri at gongd veruliga kann koma á. Tí hava Beinta Løwe og Høgni Hoydal, tingfólk fyri Tjóðveldi, lagt uppskot fyri tingið, um at játta 3 milliónir krónur til Veðurstovu Føroya, og vit vilja, at Veðurstova Føroya verður løgd í Klaksvík, í samstarvi við Trygdarmiðstøðina og Klaksvíkar Sjómansskúla, og at ein veðurfrøðingur verður settur við flogvøllin í Vágum. “Føroyar munnu vera eitt tað landið í Heiminum har veðrið hevur havt og enn hevur mestan týdning fyri alt, ið vit gera sum tjóð, sum einstaklingar og sum bólkar í samfelagnum. Bæði í vinnu, í frítíð, í innløgu og í okkara sosialu samveru í gerandisdegnum.” sigur Beinta Løwe, uppskotssetari. Vit eiga útbúnar veðurfrøðingar og dugnalig fakfólk á sjógvi, landi og í luftini, sum kunnu uppbyggja eina føroyska veðurstovu. Tað eru eldsálir millum teirra, ið hava gjørt uppskotið til at menna føroyska veðurtænastu. “Veðurlagsbroytingarnar á knøttinum og her í Norðuratlantshavi og í Arktis eru stóra vandamálið og avbjóðingin hjá øllum heimsins tjóðum. Tí eiga vit nú at seta okkum málið at gerast millum fremstu tjóðir í veðurtænastu og gransking í veðurlagsbroytingum.” Sigur Høgni Hoydal, uppskotssetari. Øll tosa um veðrið – vit gera nakað við tað!...

Les meira

Mentan og list hava alla virðing uppiborna

, 25/05/2020

Mentan og list hava alla virðing uppiborna

Tónleikur er týðandi partur av okkara mentan, trivnaði og lívi. Eisini í hesi koronatíðini hevur tónleikur fylt nógv í flestu heimum, og hava tónleikurin og føroyskir tónleikarar skapt stóra gleði, samanhald og vón. Aftur og aftur hava tónleikarar framført á talgilda pallinum, uttanfyri ellis- og røktarheim v.m. – hjartaliga takk. Vit ynskja, at styrkja mentanar og listaøkið. Tí hava vit lagt uppskot fyri tingið, um at styrkja Musikkskúlaskipanina og Føroya Symfoniorkestur og vit hava heitt fleiri ferð á Landsstýrið og samgongumeirilutan á løgtingi um at gera eitt veruligt framtak fyri mentan og list – og øll okkara mentanar- og listafólk – sum eitt av átøkunum í koronatíðini. Musikkskúlarnir hava sera stóran týdning fyri okkara børn og ungu og fyri okkum øll. Tað er eitt bragd, at vit hava megnað at uppbyggja hesa skipan. Men tíverri eru tað ikki øll, ið fáa henda møguleika, tí hoast játtanin er hækkað seinastu árini, so hava musikkskúlarnir tørv á størri játtan, fyri at kunna bjóða øllum at sleppa framat. Upplýst hevur verið, at áleið 834 næmingar standa á bíðilista kring landið. Tí er neyðugt við størri játtan, fyri at minka um bíðilistan, og at bjóða fleiri av okkara børnum og ungu at mennast við at læra ljóðføri ella sang. Føroya Symfoniorkestur er eitt úrslit av okkara musikkskúlum. Tí úrslitið av musikkskúlunum er, at vit hava nógvar framúr góðar tónleikarar. Eisini eru fleiri av okkara ungu, ið velja miðnámsútbúgving við tónleiki sum sergrein, og fara eftir hetta víðari til hægri tónleikara útbúgving uttanland. Tíbetur koma fleiri av hesum heim aftur, m.a. fyri at undirvísa og at vera partur av okkara symfoniorkestri. Tó hevur symfoniorkestrið tørv á størri játtan, eitt nú fyri at kunna geva tonleikarum eina rímiliga samsýning fyri teirra arbeiði. Hetta er eisini ein fyritreyt fyri, at Føroya Symfoniorkestur skal kunna gerast meira virkið og kunna lyfta støðið enn hægri....

Les meira

Landsstýrismaður vil bróta avtalu við vinnu og fakfeløg

, 22/05/2020

Landsstýrismaður vil bróta avtalu við vinnu og fakfeløg

Tað var ein stórur dagur, tá skrivað varð undir søguliga trípartasemju í juni 2019. Altíð hevur tað verið ein avbjóðing, at talið av lærlingaplássum hevur sveiggjað í mun til gongdina í búskapinum. Tá nógv hevur verið at gera, hava nógv lærlingapláss verið, og øvugt. Hetta hevur ikki verið nøktandi. Tí neyðugt er við meira støðugum tali av tøkum lærlingaplássum. Eisini er tað kanska serliga í niðurgangstíðum, tá trupult er at fáa arbeiði, størri tørvur á, at tøk útbúgvingar- og lærlingapláss eru. Tørvur hevur eisini verið á at betra lærlingaskipanina. Semja um fleiri og meira støðug lærlingapláss Hetta hava øll verið samd um – vinnan, fakfeløgini og politiska skipanin. Tí settu vit okkum fyri, at koma á mál við eini trípartasemju, har vit í felag fremja átøk fyri, at tryggja meira javnt útboð av lærlingaplássum, samstundis sum útbúgvingin skuldi betrast. Úrslitið varð, at Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Landsstýri, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, S&K felagið og Starvsmannafelagið undirskrivaðu trípartasemju um støðugari lærlingapláss, betri útbúgvingar og konjunkturjavnandi lóg 24. juni 2019.  Gott við trípartasemjum Talan var um eina slóðbrótandi semju, tí í Føroyum hava vit ikki havt siðvenju fyri, at landsmyndugleikar, vinna og fakfeløg gera trípartasemjur. Vónin var og er, at fleiri tílíkar semjur kunnu gerast veruleiki komandi tíðina. Tí varð spurningur í vikuni settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum um, nær væntast kundi at lógaruppskot, ið vórðu tengd at trípartasemjuni fóru at vera send til hoyringar, og løgd fyri Løgtingið. Tí í samráð við vinnuna og fakfeløgini – ið vit gjørdu semjuna við – varð mett rættast at fyrireika málini, men at lata nýggja landsstýrið senda til hoyringar og fremja í verki. Hetta varð gjørt fyri ikki at gera málið til eitt ”samgongu-andstøðu-mál” áðrenn valið, men heldur eitt mál, ið vit kundu standa saman um. Landsstýrismaður ætlar ikki at virða semjuna Gjørdist tí ikki sørt bilsin, tá landsstýrismaðurin púra sannførdur staðfestið, at hann ikki fór at virða avtaluna, ið gjørd varð. Hann vildi vera við, at talan var um eina vánaliga avtalu, ið enntá var brot á stýrisskipanarlóg, og at hann longu hevði framt part av avtaluni, vísandi til ein skattalætta til lærlingar. Onki av hesum er rætt.  Skattalættin hevði onki við avtaluna at gera. Talan er um eina góða avtalu fyri samfelagið og talan er sjálvandi ikki um nakað brot á nakra lóg. Tvørturímóti, vil avtalan styrkja verandi skipanir.  Meira viðlíkahald tá arbeiðsloysið hækkar Eitt lógaruppskot, ið var partur av semjuni, og sum lá klárt at senda til hoyringar hjá nýggja landsstýrinum, var konjunkturjavnandi lóg. Ein lóg, ið fór at geva landsstýrinum sokallaða materiella heimild til, at økja játtanina til viðlíkahald av almennum bygningum, vegum, tunnlum v.m. við upp til 60 mió. kr. tá arbeiðsloysið hækkar uppum 3,5%. Hetta var ein liður í, at geva landsstýrinum amboð til, at skapa meira virksemi og fleiri lærlingapláss tá niðurgangstíðir eru.  Landsstýrið er meira enn eitt fólk Vónin er, at løgmaður og landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum vilja fremja trípartasemjuna í verki – hóast landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur seg vera ímóti hesum. Um so er, at landsstýrið ynskir at gera onkrar tillagingar í semjuni, so kann málið sjálvandi altíð takast upp við teir partar, ið semjan er gjørd við. Tað, sum ikki má henda er, at landsstýrið rennur undan gjørdum semjum við vinnuna og fakfeløgini. Um so verður, verður ómetaliga trupult at gera trípartasemjur aftur í...

Les meira

Hvør skal eiga okkara land?

, 21/05/2020

Hvør skal eiga okkara land?

Føroysk hús, jørð og lendi liggja víðopin fyri útlendingum at keypa. Tí hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri tingið, um at forða útlendingum at keypa hús og jørð undir seg í Føroyum. Ognarmeklarir hava upplýst, at útlendski áhugin fyri fastogn í Føroyum er vaksandi og alsamt meira ítøkiligur. Í onkrari bygd hevur útlendingur keypt fleiri hús. Eisini eru hús seld á útoyggj, uttan at keyparin yvirhøvur hevur sæð ognina. Hetta ger, at møguleikarnir hjá fólki her, at útvega sær bústað fyri rímiligan kostnað verður tikin burtur. Í Íslandi og aðrastaðni sæst hetta væl aftur. Útlendingar hava fríar teymar, at keypa sær hús, íbúðir og jørð og gera tað í so stóran mun, at húsaprísirnir kunnu vaksa 20% ár um ár. Tí vilja vit hava, at treytir verða settar fyri at eiga jørð og bústað í Føroyum. Tað kundi verið: – At persónur hevur búð og verið skattskyldugur í Føroyum í tvey ár – At persónur hevur búð og verið skattskyldugur í Føroyum í tilsamans 5 ár Okkara grannalond hava eisini undantaksreglur sum til dømis: – At loyvi kann gevast til fólk, ið kunnu prógva eitt serligt tilknýti til Føroyar Sum hendan samgongan arbeiðir kann mann spyrja: “er alt til sølu, bara mann fær rætta prísin? er onki heilagt?” Nú gjørligt verður, at spekulera í okkara fiskiríkidømi, hjá bæði føroyingum og útlendingum, so er skjótt at hesi ovurstóru virði, ið eru givin teimum fáu, kunnu keypa alt undir seg í Føroyum. Avleiðingarnar kunnu tá gerast sera stórar – bæði á størri sum á smærri plássum kring alt landið. Sum Høgni Hoydal, formaður, segði herfyri: “Vit kunnu skjótt gerast eygleiðarar í egnum sjógvi og húskallar í egnum landi.”...

Les meira

Hópuppsagnir í vinnuni – hvar blívur avtalaða hjálpin av?

, 20/05/2020

Hópuppsagnir í vinnuni – hvar blívur avtalaða hjálpin av?

So gjørdist enn ein hópuppsøgn í ferðavinnuni veruleiki. Nú má landsstýrið siga vinnuni og starvsfólkunum har, nær hjálparpakkin til ferðavinnuna kemur, og boða greitt frá, um nøkur ætlan er at leingja ALS-skipanina, og stuðulin til rakstur. Hesar skipanir eru púra avgerandi fyri, at vit skulu sleppa undan, at eitt stórt arbeiðsloysi tekur seg upp, orsaka av koronakreppuni. Øll meiningin við at standa saman um hjálpina til vinnuna, var at tryggja arbeiðsplássini. Í morgin verða munnligir fyrispurningar í Løgtinginum, og tá fer undirritaða at spyrja landsstýrismannin í vinnumálum, um hann kann koma við greiðum boðum um: 1. Er ætlanin at leingja serligu koronaskipanina í ALS, so hon verður galdandi longur enn til 30. juni? 2. Hvussu leingi hugsar landsstýrismaðurin, at skipanin við stuðli til rakstur skal vera galdandi? 3. Nær væntar landsstýrismaðurin, at hjálparpakki 3 verður klárur og kann setast í verk? Seinastu vikurnar hava fleiri størri uppsagnir verið í privatu vinnuni, serliga í ferðavinnuni. Nú er Atlantsflog komið afturat røðini av fyritøkum í ferðavinnuni, sum siga fólki úr starvi, og ikki færri enn 90 fólk verða uppsøgd hjá almenna flogfelagnum. Fleiri aðrar fyritøkur umhugsa tað sama. Uppsagnartíðin fyri sáttmálasett størv er oftast fleiri mánaðir, og tí er avgerandi, at vinnan so skjótt sum til ber veit, hvussu leingi stuðulskipanirnar fara virka, og hvørji átøk møguliga eru ávegis, at bjarga arbeiðsplássum á teimum stóru vinnufyrtøkunum. Serstaka COVID19-skipanin í ALS fer sambært lógini úr gildi 30. juni – tað er um fáar vikur. Stuðulsskipanina til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19 hevur landsstýrismaðurin heimild at seta úr gildi við kunngerð. Tá skipanin kom, var hon eisini ætlað at vera galdandi tríggjar mánaðir, og enn eru eingi boð komin um, hvørt ætlanin er at leingja hesa. Henda skipan er tí best egnað til smærri fyritøkur. Tað hevur alla tíðina verið arbeitt út ífrá, at neyðugt var við eini munadyggari hjálp til størri fyritøkurnar, skal tað eyndast at bjarga arbeiðsplássum í hundraðtali. Og arbeitt verður við einum hjálparpakka afturat, sambært løgmanni. Enn hava flokkarnir á tingi tó ikki havt høvi at kunna seg um innihaldið, men størstan týdning hevur tað, at vinnan veit, hvat hon kann rokna við, serliga ferðavinnan, nú boðini á seinasta tíðindafundinum vóru, at ætlanir enn ikki eru at lata upp fyri ferðing frá grannalondum, heldur ikki teimum, ið eru smittufrí. Tað merkir, at ferðavinnuárið 2020 so gott sum er farið fyri skeytið, og nú er at standa saman um, at meginparturin av arbeiðsplássunum ikki fara sama veg. Bjørt Samuelsen...

Les meira

Fer landsstýrið at virða trípartasemjuna, ið vit gjørdu við vinnu og fakfeløg

,

Fer landsstýrið at virða trípartasemjuna, ið vit gjørdu við vinnu og fakfeløg

24. juni 2019 undirskivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Landsstýri (Fíggjarmálaráðið, Mentamálaráðið, Samferðslumálaráðið og Løgmansskrivstovan), Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, S&K felagið og Starvsmannafelagið søguliga trípartasemju um fleiri lærlingar, betri útbúgvingarmøguleikar og konjunkturjavnandi lóg. Talan var um eina slóðbrótandi semju, tí í Føroyum hava vit ikki havt siðvenju fyri, at landsmyndugleikar, vinna og fakfeløg gera trípartasemjur. Eitt av fleiri lógaruppskotum, ið vórðu gjørd liðug beinanvegin, og sum vóru klár at senda til hoyringar tá nýggja landsstýrið tók við, var heimildarlóg um, at uppraðfesta viðlíkahald av landsvegum og bygningum, tá niðurgangstíðir eru og arbeiðsloysið hækkar. Tá arbeiðsloysið hækkaði, fekk landsstýrismaðurin materiella heimild at nýta 60 mió. kr. afturat tí játtan, ið varð játtað í árligu fíggjarlógini, til viðlíkahald av bygningum og vegum v.m. Men enn hevur landsstýrið ikki valt at senda lógaruppskotið til hoyringar, og heldur ikki lagt hetta fyri Løgtingið. Fyri at staðfesta, um núverandi landsstýri fer at virða og fremja trípartasemjuna, ið gjørd varð – og fyri at frætta um landsstýrismaðurin fer at gera nakað við málið – ikki minst nú arbeiðsloysið er hækkandi og tørvur er á, at tað almenna ger sítt til, at tryggja virksemi og arbeiðspláss í landinum – verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Spurningarnir skulu svarast á Løgtingi í morgin: 1. Ætlar landsstýrið at virða søguligu trípartasemjuna, ið undanfarna landsstýri gjørdi við fakfeløg og arbeiðsgevarar um lærlingar og um at trygga javnari alment virksemi? 2. Fer landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið lóg um heimild at økja nýtslu til viðlíkahald av almennum bygningum og vegum v.m. tá arbeiðsloysið hækkar og niðurgangstíðir eru? a. Um ja, verður lógin løgd fyri Løgtingið í komandi tingsetu? b. Um nei, hví? 3. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at landið økir játtan til viðlíkahald av almennum bygningum, vegum og tunlum v.m. tá niðurgangstíðir eru – eitt nú fyri at tryggja javnari virksemi og javnari útboð av lærlingaplássum? Á Løgtingi, 19. mai 2020 Kristina Háfoss...

Les meira