Lýsing

Tingmál

Uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

, March 8, 2011

Løgtingsmál nr. 185/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap § 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 18. august 2010, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 4 verður sum nýtt stk. 7 sett: "Stk. 7. Tríggja fjórðingar mark er sjógvurin innan fyri beinar linjur drignar gjøgnum hesi tilskilaðu støð í hesi raðfylgju: 1. 61º27,8595N – 006º58,2438W 2. 62º05,7875N – 007º48,0090W 3. 62º06,4506N – 007º47,7902W 4. 62º06,9408N – 007º47,4636W 5. 62º08,1731N – 007º45,5685W 6. 62º20,6580N – 007º16,9394W 7. 62°21,0616N – 007°15,4387W 8. 62°22,3353N – 007°07,4563W 9. 62°22,4984N – 007°06,1736W 10. 62°23,5266N – 006°59,5059W 11. 62°25,4007N – 006°48,9673W 12. 62°25,4810N – 006°48,3336W 13. 62°26,6064N – 006°32,1756W 14. 62°23,8467N – 006°15,0103W 15. 62°22,2312N – 066°10,2151W 16. 62°19,7101N – 006°08,9531W 17. 61°18,6760N – 006°34,6193W 18. 61°17,3757N – 006º39,4047W 0. 61º12,6532N – 006º44,1870W " 2) Aftaná § 9b verður sett: /3 2 "§ 9c. Eingin vinnuligur fiskiskapur við húki og troli eigur at verða loyvdur innan fyri tríggjar fjórðingar úr landi, sbrt. § 4, stk. 7." § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar: Fiskiárið byrjar sambært lógini um vinnuligan fiskiskap hin 1. september. Væl undan tí skulu Havstovan og Fiskidaganevndin gera síni tilmæli, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal gera sítt uppskot um fiskidagatal o.a. eftir. Løgtingið tekur til endans avgerðina um, hvussu fiskiárið skal skipast viðvíkjandi døgum, friðingum og á annan hátt. Í stóran mun hevur tingið higartil ikki viðgjørt annað enn at áseta dagatalið í ávísu veiðibólkunum, friðingin av Føroya Banka tó undantikin. Fleiri onnur tilmæli hava verið, eisini tilmæli sum Havstovan og Fiskidaganevndin stórt sæð hava verið samd um. Eitt av hesum er friðingin fyri allari húkaveiði inni við land. Myndugleikin hevur tó ikki givið hesum gætur. Tey flestu hava helst lagt til merkis, at tað higartil í hesum fiskiárinum hava verið óvanliga nógvar lýsingar/kunngerðir frá Fiskiveiðieftirlitinum í miðlunum um bráðfeingis veiðibann á ávísum økjum. Orsøkin er sjálvandi, at ov nógv hevur verið veitt av smáttfallandi gráum fiski. Í tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni 12. juni 2007 stendur: ”Eingin vinnuligur fiskiskapur við húki eigur at verða loyvdur innan fyri 3 fjórðingar úr landi. Hetta fyri at verja smáfiskin.” Í tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni 15. juni 2008 stendur: ”Eingin vinnuligur fiskisakpur við húki eigur at verða loyvdur innan fyri 3 fjórðingar úr landi, og til toska- og hýsustovnurin eru komnir fyri seg aftur, eigur heldur eingin vinnuligur fiskiskapur at verða loyvdur á leiðunum vístar í skjali 1.” 15. juni 2009 tilmælir Havstovan tað sama sum omanfyri, og í seinasta tilmælinum, sum var latið landsstýrismanninum 15. juni 2010, verður sagt: ”Fyri at verja árgangirnar av serliga toski og upsa eigur eingin vinnuligur fiskiskapur við húki (troli) at verða loyvdur nær landi, og harumframt eigur heldur eingin vinnuligur fiskiskapur at verða loyvdur á leiðunum vístar í skjali 1.” Tað tykist vera semja ímillum allar avvarðandi partar, lívfrøðingar og fiski- og útróðrarmenn, at veiðan eftir smáfiski hevur verið alt ov umfatandi í seinastuni. Fiskimálaráðið man vera komið til somu niðurstøðu, nú bráðfeingis veiðibann í tíð og ótíð verða lýst fyri ávís øki á landgrunninum, serliga nær landi. Fyri allar partar er tað búskaparliga betra loysnin, at góðu árgangirnir, sum nú eru komnir inn í...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu

,

Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu   § 1. Øll skip, sum eru yvir 50 BRT/GT, skulu nýta loðs, tá siglt verður inn og út av havnum í Føroyum.   § 2. Skip, sum hava skipara ella stýrimann umborð, ið hevur siglt í somu havn 3 ella fleiri ferðir seinastu 5 árini, nýtast ikki loðs, tá ið siglt verður inn í og út úr hesi havn.   § 3. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur fyri, hvussu skipanin við loðsskyldu skal virka, ásetir kostnað fyri leigu av loðsi og ger reglur fyri, hvørjar treytir skulu setast einum loðsi.   § 4. Brot á hesa lógina verða revsað eftir reglunum í kapittul 11 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum.   § 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.   Viðmerkingar Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu verður løgd fram samstundis sum, at uppskot til løgtingslóg um at yvirtaka loðslógarøkið verður lagt fram. Javnan verður málið viðvíkjandi kravdum loðsi tikið upp á løgtingið og í miðlunum. Semja tykist verða um, at her er regluverkið ikki nóg gott, og at her má gerast nakað. Tað skal tó sigast, at nógv tey flestu fremmandu skipini, sum koma á okkara firðir og sund ynskja loðs umborð tá hesi vitja ein av firðum okkara. Men so eru tað skipini við fremmandari manning umborð sum ikki gera tað, og tá kann vandi verða á ferð. Orsøkirnar til at loðsurin verður valdur frá kunnu verða t.d. fíggjarligir ella tí at tey á brúnni ikki síggja nakran vanda í at fara inn uttan loðs. Nógv vinnuligt virksemi er við havnaløgini kring landið alt, samstundis sum virðismiklir aliringar mynda firðir okkara. Talan er sostatt um vrksemið, sum myndar vinnu okkara á landi og á sjógvi og sum er krumtampurin í føroyska vinnulívinum og búskapinum, og stendur hetta virksemi fyri so at siga øllum tí føroyska útflutninginum. Harumframt er hetta virksemi staðsett á leiðum, sum livir av reinum umhvørvi. Tí kann skaðin verða øgiligur um vit síggja stórt uppá skip við alskyns vandamikulum góðsi umborð, sum ferðast ókend inn og út frá landi okkara. Hetta fær lond aðrastaðni at seta strong trygdarkrøv um loðs og depositum og annað, sum ger, at virðingin fyri umhvørvinum og djóralívinum har um leiðir, er í hásæti. Men so tykist ikki vera í Føroyum. Tað er ógvuliga naivt at trúgva, at hendingin við Olshanu ikki endurtekur seg. Hví skal hon ikki tað? Her sigla skip regluliga inn og út eftir firðum okkara, og tey hava frítt at fara við vandamiklum góðsi og við skiparum, sum als onki kenna til firðirnar. Hevði ein loðsur verið umborð á russiska trolaranum Olshanu, tá ið skipið sigldi útaftur, hevði skipið neyvan siglt á flesjarnar. Tað vóru øll samd um, tá ið skaðin var hendur. Og beinanvegin var almannakunngjørt frá útinnandi valdinum, at nú fór skipanin við kravdum loðsi at verða sett í verk. Síðani eru gingin fleiri ár, uttan at nakað alment er komið fram um, at nakað er broytt á hesum øki. Tað undrar stórliga, at slík tøgn valdar um hetta málið, serliga tá ið hugsað verður um tann skaða, sum skip við ókunnufólki á brúnni kunnu verða atvoldin til. Ætlanin við hesum lógaruppskoti er ikki at gera broytingar í ásetingum og heimildum, ið givnar eru við løgtingslóg um trygd á...

Les meira

Uppskot um at seta nevnd at gera fíggingarleist til útbygging av samferðslukervinum

,

Løgtingsmál nr. 187/2010: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at gera fíggingarleist til útbygging av samferðslukervinum   Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið at seta faknevnd at gera eitt uppskot til fígging av framhaldandi útbygging og viðlíkahaldi av samferðslukervinum við atliti at samfelagsbúskapi, ferðslustýring, økismenning, umhvørvi og samhaldsfesti. Viðmerkingar Eitt væl útbygdt samferðslukervi er ein fyritreyt fyri vøkstri og trivnaði í landinum. Stórar íløgur hava síðani miðskeiðis í fimtiárunum verið gjørdar, fyri at røkka politiska málsetninginum um vegasamband til hvørja bygd, og at fáa oyggjasamfelagið so væl knýtt saman sum yvirhøvur til ber, við vegum, brúm, tunlum og ferjum. Neyvan nakar man ivast í, at tað, at ferð kom á samferðsluútbyggingina, ikki minst tá farið varð undir tunnilsboringar í sekstiárunum, hevur verið grundarlag undir stórum parti av tí framburði føroyska samfelagnum hevur verið fyri. Í dag hava 85% av landsins íbúgvum fast vegasamaband sínamillum, og sostatt má sigast, at komið er rættuliga langt, í mun til ein dreym um at gera 18 oyggjar til eitt samanknýtt øki. Nøkur heilt stór fet vórðu tikin, tá brúgvin við Streymin alment varð tikin í nýtslu í 1973, og tá undirsjóvartunlarnir til Vágarnar og Norðuroyggjar lótu upp í ávíkavíst 2002 og 2006. Sitandi Løgting hevur fleiri reisir viðgjørt tunnilsverkætlanir. Bæði nýgerð av tunnilsleiðum á landi, og bygging av undirsjóvartunli til Sandoynna og millum Eysturoynna og Streymoynna. Tunlar eru munandi tyngri at lyfta fíggjarliga, samaborið við vegagerð. Bæði í byggikostnaði, men ikki minst eisini í viðlíkahaldi. Eitt nú kostar tað á leið 11 milliónir árliga at viðlíkahalda teir báðar verandi undirsjóvartunlarnar, og hesin prísur hækkar væntandi munandi, tá tunlarnir eldast og tørva størri ábøtur. Tá fleiri undirsjóvartunlar vera, skal eisini rúm fígging vera til dagføringar av hesum. Landsverk metir, at skal vega og tunnilskervið vera í besta standi, skulu á leið 775 – 1050 kr pr metur tunnil og 250 kr pr metur landsveg setast av til viðlíkahald. Bert kravið til viðlíkahald og dagføringar, liggur sostatt langt omanfyri 100 mio krónur, vilja vit hava eitt samferðslukervi í fullgóðum standi. Umframt vegir, tunnlar og brýr, hoyra eisini havnagerð, tyrlupallar og flogvøllur/-vallir til eitt nútímans infrakervi, sum landið hevur ábyrgdina av. Landsverk gjørdi fyri nøkum árum síðani eina samferðsluútbyggingarætlan fyri 2008-2020. Í henni sæst bæði yvirlit yvir møguligar framtíðar útbyggingar, og ætlanir fyri nýgerð og dagføringum av verandi samferðslukervi. Hetta vala arbeiði, er gott grundarlag undir arbeiðinum hjá samferðslunevndini. Samlaðu útbyggingarætlanirnar í Samferðsluætlanini krevja minst 5 milliardir krónur. Skal tað bera til, at fáa gjørt ynsktu útbyggingarnar – um ikki allar, so stóran part av teimun – og skal fíggjarorka vera til neyðuga dagføring og viðlíkahald, er neyðugt at tryggja, at landið fær inntøkur til hetta. Í flestu førum fíggjar landsskassin útbyggingina av samferðslukervinum. Tá fyrstu tunlarnir vórðu gjørdir á landi, vóru eisini kommunurnar við til at bera partar av útreiðslunum. Hesum varð gingið burtur frá. Tá farið varð at byggja undirsjóvartunlar, varð fyrstu lutvís brúkarafígging gjørd til part av fíggingarleistinum fyri tunlarnar. Størsta partin av íløguni, hevur landskassin tó goldið við árligari játtan. Tunlarnir bera seg so mikið væl fíggjarliga, at teir kundu burturav verið fíggjaðir av brúkaragjøldum. Fyri ein komandi Skálafjarðatunnil er hetta galdandi í enn størri mun, men fyri Sandoyartunnilin er eingin møguleiki fyri, at hesin verður sjálvfíggjandi. Útrokningar vísa, at inntøkurnar frá Sandoyartunlinum neyvan fara at røkka longri enn til...

Les meira

Uppskot um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum

,

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki)   § 1. Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 7 frá 17. februar 2010, verður § 1, stk. 2, nr. 18 strikað. § 2. Løgtingslógin kemur í gildi 1. august 2011. Serligar viðmerkingar Vísandi til lógina um ræði á málum og málsøkjum, sokallaða ræðislógin, verður skotið upp, at loðslógarøkið verður yvirtikið, og at hetta verður staðfest við løgtingslóg. Fíggjarligar avleiðingar Viðvíkjandi fíggjarligu avleiðingunum av at yvirtaka málsøkið, verður hetta viðgjørt undir nevndarviðgerðini. Almennar viðmerkingar Javnan verður málið viðvíkjandi kravdum loðsi tikið upp á løgtingið og í miðlunum. Semja tykist verða um, at her er regluverkið ikki nóg gott, og at her má gerast nakað. Tað skal tó sigast, at nógv tey flestu fremmandu skipini, sum koma á okkara firðir og sund ynskja loðs umborð tá hesi vitja ein av firðum okkara. Men so eru tað skipini við fremmandari manning umborð sum ikki gera tað, og tá kann vandi verða á ferð. Orsøkirnar til at loðsurin verður valdur frá kunnu verða t.d. fíggjarligir ella tí at tey á brúnni ikki síggja nakran vanda í at fara inn uttan loðs. Nógv vinnuligt virksemi er við havnaløgini kring landið alt, samstundis sum virðismiklir aliringar mynda firðir okkara. Talan er sostatt um virksemið, sum myndar vinnu okkara á landi og á sjógvi og sum er krumtampurin í føroyska vinnulívinum og búskapinum, og stendur hetta virksemi fyri so at siga øllum tí føroyska útflutninginum. Harumframt er hetta virksemi staðsett á leiðum, sum livir av reinum umhvørvi. Tí kann skaðin verða øgiligur um vit síggja stórt uppá skip við alskyns vandamikulum góðsi umborð, sum ferðast ókend inn og út frá landi okkara. Hetta fær lond aðrastaðni at seta strong trygdarkrøv um loðs og depositum og annað, sum ger, at virðingin fyri umhvørvinum og djóralívinum har um leiðir, er í hásæti. Men so tykist ikki vera í Føroyum. Tað er ógvuliga naivt at trúgva, at hendingin við Olshanu ikki endurtekur seg. Hví skal hon ikki tað? Her sigla skip regluliga inn og út eftir firðum okkara, og tey hava frítt at fara við vandamiklum góðsi og við skiparum, sum als onki kenna til firðirnar. Hevði ein loðsur verið umborð á russiska trolaranum Olshanu, tá ið skipið sigldi útaftur, hevði skipið neyvan siglt á flesjarnar. Tað vóru øll samd um, tá ið skaðin var hendur. Og beinanvegin var almannakunngjørt frá útinnandi valdinum, at nú fór skipanin við kravdum loðsi at verða sett í verk. Síðani eru gingin fleiri ár, uttan at nakað alment er komið fram um, at nakað er broytt á hesum øki. Tað undrar stórliga, at slík tøgn valdar um hetta málið, serliga tá ið hugsað verður um tann skaða, sum skip við ókunnufólki á brúnni kunnu verða atvoldin til. Á Løgtingi, 1. mars 2011 Høgni Hoydal   Annita á Fríðriksmørk   Sjúrður Skaale Bergtóra H. Joensen   Hergeir Nielsen   Bjørt Samuelsen Tórbjørn Jacobsen og  Heini O....

Les meira

Uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

, July 29, 2010

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap § 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 26. februar 2010, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 9 a, stk. 1, litra a verður orðað soleiðis: “a) Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, á Føroya Banka innan fyri linjur, drignar millum hesi 8 støð og í hesi raðfylgju: 1. 61°19’00"N 08°14’00"V 2. 60°58’00"N 07°43’00"V 3. 60°50’00"N 07°57’00"V 4. 60°24’00"N 09°07’00"V 5. 60°50’00"N 09°34’00"V 6. 60°54’00"N 09°34’00"V 7. 61°14’00"N 08°52’00"V 8. 61°19’00"N 08°14’00"V Hetta veiðibann fevnir um veiðu við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti umframt allar aðrar veiðihættir, tó ikki beinleiðis veiðu eftir sild og makreli við kraftblokki.” 2) Í § 9 a, stk. 1, litra e verður “Í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar, báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:” broytt til: “Alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:” 3) Í § 27 verður “frá 1. september 2009 til 31. august 2010” broytt til: “frá 1. september 2010 til 31. august 2011 .” 4) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin. § 2 Henda løgtingslóg fær gildi tann 1. september 2010. Kap. 1. Almennar viðmerkingar Tað er eftir avgerð Løgtingsins, at fiskidagarnir verða ásettir og harvið rásarúmið hjá størsta partinum av føroyska heimafiskiflotanum. Tann eini høvuðsbólkurin er undantikin fiskidøgum, men er skipaður á annan hátt. Tað er skyldan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum umsitur málsøkið, at leggja uppskot fyri Løgtingið, so avgerð tingsins kann verða tikin fyri 18. august. Meginreglan er tí, at landsstýrismaðurin, sum situr, fær tilmælini frá Havstovuni og Fiskidaganevndini, soleiðis sum lógliga er fyriskrivað. Hesi hava verið almenn í eina tíð, og royndirnar av rikna fiskivinnupolitikkinum, síðani fiskidagaskipanin varð sett í gildi, geva greiðar ábendingar um, at sitandi landsstýri ongar ætlanir hevur um at broyta hugburðin soleiðis, at farið verður undir at áseta fiskidagatalið samsvarandi lívfrøðiligu tilráðingunum. Fyri at bøta um hendan vantandi fiskivinnupolitikkin leggur Tjóðveldi fram hetta uppskotið, sum miðar eftir at gera føroyska fiskiveiðu á heimaleiðum burðardygga, og harvið til tryggasta møguliga grundarlagið undir landsins búskapi. Tað er ikki serliga hugaligur lesnaður, ið landsstýrismaðurin hevur fingið frá ráðgevandi stovni sínum í havlívfrøðiligum viðuskiftum, hóast onkran minni glotta, sum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap saman við Fiskidaganevndini skal ráðgeva landsstýrismanninum um, hvat skilabest er at gera, so gagnnýtslan av okkara týdningarmesta havtilfeingi fer fram á einum burðardyggum grundarlagi. Í rúma tíð hevur verið alment kent, at mælt verður til munandi skerjingar í fiskidagatalinum, tí serliga toska- og hýsustovnarnir hava havt tørv á vernd at koma fyri seg aftur. Upsastovnurin verður nú eisini hildin at vera undir ov stórum trýsti sambært teimum tilráðandi. Tjóðveldi er á einum máli við teimum, ið hava latið hesi tilmæli. Vit mugu gera alt tað, sum...

Les meira

Uppskot um at nýta altjóða próvtalsstiga í føroyskum útbúgvingum

, March 6, 2010

Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at fyrireika og leggja fyri Løgtingið neyðug lógaruppskot til tess, at altjóða próvtalsstigin (ECTS) verður nýttur beinleiðis í føroyska útbúgvingarverkinum soleiðis, at føroyskir skúlar og útbúgvingar lúka fremstu altjóða krøv og føroyskar útbúgvingar verða viðurkendar og geva atgongd til víðari nám um allan heim. Viðmerkingar Útbúgvingarverkið alt stendur fyri stórum avbjóðingum og umleggingum. Frá barnaskúla til miðnám, hægri útbúgvingar og endurútbúgvingar verða útbúgving og nám ein partur av lívinum hjá hvørjum einstøkum alla lívsleiðina. Og samskipanin og tilboðini í útbúgvingarskipanini skulu tryggja, at førleikar verða váttaðir og prógvaðir, so altíð ber til at fáa atgongd til vinnu ella at útbúgva seg víðari – um allan heim. Í flestu londum er langt síðani staðfest, at útbúgvingar og førleikakrøv fara fram tvørtur um ølllandamørk, og at myndugleikar í einstøku londunum mugu tryggja, at dygdin á útbúgvingum lýkur altjóða krøv, og at prógv og førleikar verða viðurkend av øðrum, hóast skúlaskipanir, námsfrøði og undirvísingarhættir kunnu vera ymisk og fjølbroytt. Í Evropa er løggildur ein próvtalsstigi, ið skal skal gera tað møguligt at samanbera prógv og førleikar millum lond: Tann sonevndi ECTS-stigin (European Credit Transfer and Accumulation System). Hesin próvtalsstigin verður somuleiðis viðurkendur í USA og í flestu londum í heiminum. Talan er um fimm metingarstig, fyri roynd, ið er staðin: A B C D E Og tvey metingarstig stig fyri roynd, ið ikki er staðin: Fx F Summi lond hava aðrar próvtalsstigar, sum síðani verða umroknaðir til ECTS-stigan. Í Føroyum hava vit altíð fylgt danska próvtalsstiganum, og hava nýtt bóksstavastigan við UG, MG+ og síðani 13-talstiganum. Og Danmark hevur júst lagt um til ein nýggjan sonevndan 7-talstiga, ið hevur 7 ymisk tøl: 12 10 07 04 02 00 03 Hesi tøl eru ein roynd hjá Danmark at hava tøl, ið skulu samsvara við teir sjey stavirnar í ECTSstiganum. Landsstýrið hevur boðað frá, at ætlanin er at fremja danska 7-talstigan í Føroyum eisini, og enn er ongin grundgeving komin á borðið fyri hesum. Danmark er einasta landið, ið nýtir hendan løgna talstiga við minustølum og plusstølum, og hetta er bygt á, at danska útbúgvingarskipanin, sum helst einasta land í heiminum, leggur allan dentin á at rokna eitt miðaltal út fyri hvønn næming upp á desimalin, tá fólk skulu metast til upptøku í víðari lesnaði. Tað merkir, at tú so at siga í eini teldu kann sálda fólk frá og til útbúgvingar, orsakað av einum desimaltali, ið leggur øll próvtøl saman frá tildømis eini miðnámsútbúgving. Hetta er ein skipan, ið neyvan tryggjar, at fólk við góðum førleikum kunnu nema sær útbúgving, ið tey ynskja, tí teirra lagna verður gjørd av onkrum tilvildarligum desimaltali, ið oftast onki hevur við veruligar dygdir og lestrarhug at gera. Tað er eisini serstakliga ivasamt námsfrøðiliga, sálarfrøðiliga og í tileggjanarhøpi at fara undir eina próvtalsskipan, har næmingar fáa minus-tøl og óskiljandi glopp í tølum sum spjaldur fyri teirra førleikar. Hetta vístu eisini nógvir serfrøðingar á, tá Danmark framdi sína nýggju próvtalsskipan. Hjá føroyska útbúgvingarverkinum er ongin orsøk at fara undir at fremja eina skipan, ið bara verður nýtt í einum lítlum landi í heiminum, sum ongin onnur skipan skilir – og sum kortini skal roknast um til ECTS-stigan, tá farið verður út í heim. Tað er heldur ongin forðing fyri atgongd til danskar útbúgvingarstovnar, at føroyingar ikki nýta danska próvtalsstigan. Tað...

Les meira

Uppskot um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi

,

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi § 1 Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 173 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, nr. 7 verður strikað. 2) § 10, stk. 3 verður strikað, og stk. 4 verður hereftir stk. 3. 3) § 14, stk. 4 verður strikað. § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri skatt av kapitalvinningi, sum verður álíknaður fyri skattaár, sum byrja 1. januar 2011 ella seinni. Stk. 2. Lógin er ikki galdandi fyri rentuskuld, sum er íkomin áðrenn 1. januar 2012, og sum stavar frá lántøku, ið er tikin áðrenn framløgudagin í Løgtinginum av hesum lógaruppskoti. Kap. 1. Almennar viðmerkingar Í 2006 gjørdi ein meiriluti í Fíggjarnevndini (Anfinn kallsberg, Vilhelm Johannesen og Kaj Leo Johannesen) eitt broytingaruppskot til lógina um kapitalvinningsskatt, sum gevur ein serligan skattafyrimun til privatfólk, um tey lána sær pening at keypa partabrøv fyri. Tey fingu nú møguleika at draga renturnar av lánum frá. Hóast andstøðan og onkur einstakur samgongulimur ávaraðu staðiliga ímóti hesi óviðgjørdu broyting, varð hon samtykt við atkvøðunum hjá samgonguflokkunum. Grundgevingarnar fyri lógarbroytingini vóru ongar, men grundgevingarnar ímóti eru greiðar: 1. Talan er um eina almenna tileggjan til lánsfíggjaða spekulasjón. Heldur enn at nýta av eginpeningi og uppsparing, ið kann gagna fíggingarmøguleikum og elva til váðaspjaðing í búskapinum, verða privatfólk og fíggingarstovnar eggjaðir til at taka og geva lán til partapening. Hetta minnir ikki sørt um skipanirnar í 80’unum, tá reiðarí og feløg tóku lán til eginpening, ið síðani skuldu útloysa studning og veðhald frá landinum. 2. Talan er um greiðan sosialan ójavna. Somu skattafyrimunir verða ikki givnir til privatfólk og familjur, ið skulu lána pening til annað neyðugt virksemi ella nýtslu. Og tey, ið fáa fyrimun av hesum skattafrádrátti, fáa óbeinleiðis stuðul til aðra privatnýtslu. Fyri tey, ið hava fleiri lán og fleiri kapitalpostar, er møguleikin at draga rentur frá í kapitalvinningi størri, tí flytast kann ímillum ymsu postarnar. 3. Skattafyrimunurin hevur onga búskaparliga og fíggjarpolitiska grundgeving. Hugurin at seta pening í partabrøv krevur onga aðra tileggjan enn hana, at roknað verður við, at talan er um skilagóða íløgu. Og at eggja til lánsfíggjaða spekulasjón er ábyrgdarleysur búskapar- og fíggjarpolitikkur. Og hetta minnir heldur ikki sørt um spekulasjónina í 80’unum, har tað orsakað av rentuskattalógini loysti seg at lána pengar uttanlands, seta teir í føroyskar peningastovnar, og síðani tjena upp á ein nærum óskattaðan rentuvinning í Føroyum. 4. Búskaparliga hevur hendan broytingin saman við ógrundgivnu skattalættunum í árunum 2004-2008 og teimum nýggju lánsmøguleikunum frá peningastovnunum við avdráttarskáa v.m. verið drívmegi í at yvirhita búskapin, hækka kostnaðarstøðið og máa støðið undan haldførum vøkstri. 5. Nú fíggjarkreppan um allan heim hevur avdúkað, at íløgur og lán til at keypa partabrøv, sum ikki hava reelt virði, eru høvuðsatvold til kreppu og niðurgongd, stendur avgerð undanfarnu ABCsamgongunnar í sera ábyrgdandi ljósi. Ikki bert hevur landsstýrið forsømt at broyta skipanir og hava eftirlit við fíggjarmarknaðinum, men tað hevur harafturímóti eggjað til og spælt við í óhaldføru fíggjargongdini. 6. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at bara í 2006 og 2007 læntu privatfólk uml. 200 milliónir krónur til at keypa virðisbrøv fyri eftir hesi nýggju reglu. Samanumtikið: – Hetta hevur verið ringt fyri fíggjarmarknaðin og...

Les meira

Uppskot viðvíkjandi alternativum orkuskipanum

,

Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri tingið lóggávu viðvíkjandi sølu, uppseting og tænastuveiting av alternativum orkuskipanum til sethús v.m. og harumframt greiða Løgtinginum frá, hvussu skipast kann fyri neyðugari kunning til borgaran. Viðmerkingar Nógv fokus er á orkusparing og at minka um útlátið av CO2. Alsamt fleiri húsarhald fáa sær ymiskar alternativar orkuskipanir fyri at minka um oljunýtsluna og hita húsini umhvørvisvinarligt. Hetta merkir eisini, at marknaðurin fyri ymiskar orkuskipanir til sethús, stovnar og aðrar bygningar veksur. Her verður hugað um hitapumpur, jarðhita, húsvindmyllur, sólhitaskipanir v.m. Marknaðurin veksur skjótt og neyðugt er at fáa skipað henda marknað við lógarkrøvum og reglugerðum, eitt nú krøvum um loyvisprógv til tey, sum fáast við sølu, uppseting og tænastuveiting innan alternativar orkuskipanir. Ein sonn søga Ein ung føroysk familja hevur júst keypt sær hús og ynskir at spara olju og minka um teirra útlát av CO2. Tey fáa sær eina hitapumpu, sum við øllum kostar 100.000 kr., men hitapumpan gevur ongantíð tað, sum teimum varð lovað. Hóast streymrokningin er 3.500 kr. um mánaðin, so eru húsini køld meginpartin av tíðini. Tað vísir seg, at húsini eru ov illa isolerað, og at hitapumpan als ikki megnar at geva tann hita, teimum varð lovað. Tekniskt er einki galið við sjálvari pumpuni, men tey, sum seldu unga parinum pumpuna, høvdu lovað ov nógv. Harumframt var hitapumpan ikki rætt sett upp. Unga familja kennir seg svikna og hevur mist álitið á hitapumpum. Onnur verulig dømi finnast eisini um sólskipanir, sum eru settar upp, men als ikki rigga, sum tær skulu tí tær eru skeivt settar upp. Ella um húsvindmyllur, sum larma illa og als ikki tola oyggjavindmegi. Hóast tey keðiligu dømini vónandi eru undantakið heldur enn reglan, so taka fólk lættliga slíkar neiligar søgur til sín og missa hugin at royna alternativar orkuskipanir. Tað kann skjótt undirgrava álitið á marknaðin fyri varandi orkukeldur. Skulu Føroyar røkka málinum, sum Løgtingið hevur sett sær – at minka útlátið av CO2 við í minsta lagi 20% komandi 10 árini, og skulu vit gerast meira leys av oljuni. Tí hevur at tað stóran týdning, at sethús og aðrir bygningar eru so orkueffektivir sum til ber og kunnu hitast við ymiskum orkuskipanum, sum spara olju, og at fólk hava hug og hegni at taka hesa tøkni til sín. Tað er skjótt hjá brúkaranum at villast ella verða villleiddur á hesum marknaði. Bara fyri hitapumpur finnast óteljandi sløg, og tað er sera trupult hjá leikfólki at taka dagar í millum góðsku og um hald er í teimum lyftunum, sum givin verða av seljara. Kunning og upplýsing er eitt átaksøki í uppskotinum um at minka útlátið av CO2, sum Løgtingið samtykti fyrr í ár, og hesum er stórur tørvur á. Krøv aðrastaðni Í nógvum londum verður í løtuni stór orka løgd í at fáa lógir og loyvisprógv upp á pláss fyri at tryggja dygd og fyribyrgja óprofessionellum ella kritlaramarknaði. Enn eru marknaðirnir partvíst skipaðir við sjálvbodnum fyriskipanum, sum ymisk vinnugreinafeløg semjast um. ES kom í 2009 við fyriskipan 2009/28/EF um at skunda undir nýtsluna av orku frá varandi orkukeldum. Limalondini skulu í seinasta lagi við ársenda í 2012 hava fingið til vega fullfíggjaðar váttanarskipanir (sertifisering) ella líknandi førleikaskipanir fyri tey, sum leggja inn hitapumpum, sólkyknu- og sólhitaskipanir, jarðhita og biogassketlum og –ovnum. Øll, sum seta upp slíkar...

Les meira

Uppskot um gerð av nýggjari forsorgarlóg

,

Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta niður eina skikkaða serfrøðinganevnd til at eftirmeta øll viðurskifti, sum eru tengd at galdandi forsorgarlóg, og grundað á hesa eftirmeting smíða uppskot til nýggja føroyska forsorgarlóg at leggja fyri Løgtingið, sum tekur støðið í dagsins samfelag og tí veruliga tørvi, ið borgarin hevur í einum framkomnum vælferðarsamfelag.   Viðmerkingar: Verandi forsorgarlóg er fleiri enn fýrati ára gomul. Broytingar eru gjørdar hesi árini, tó er hugsandi, at umsitingarlig siðvenja kann hava skeiklað ætlanini við upprunalógini so nógv, sum ein so týðandi vælferðarlóg verður brúkt dag og dagliga. Vit liva í einum heilt øðrum samfelagi ídag enn fyri góðum fýrati árum síðani, og tí má nýggj lóg smíðast við ásetingum, sum standa í mun til dagsins samfelag. Ymiskar fatanir eru um, hvussu fram skal farast hesum viðvíkjandi. Onkur, eitt nú verandi landsstýrismaður í almannamálum, hevur ta áskoðan, at frægast er at broyta seg burtur úr trupulleikunum við støði í verandi lóggávu, meðan onnur halda, at frægast hevði verið, at smíða eina heilt nýggja forsorgarlóg. Uppskotsstillarin hellur til seinnu áskoðanina. Í viðmerkingunum til ein skrivligan fyrispurning, sum Finnur Helmsdal, sáli, setti Hans Paula Strøm,táverandi landsstýrismanni í almannamálum, sigur hann, sum annars mundi vera ein av teimum, ið hevði frægast innlit í føroyska almannalóggávu: Eitt tað fyrsta, ið Helena Dam á Neystabø kunngjørdi sum landsstýrismaður í 1998, var, at hon ætlaði at gera eina nýggja forsorgarlóg. Síðani eru allir landsstýrismenn í almannamálum komnir við somu fráboðan. Nú skjótt níggju ár eru liðin, heldur spyrjarin, at tað kundi verið áhugavert at frætt nakað um, hvussu langt áleiðis er komið við nýggju forsorgarlógini……………………. ………..Spyrjarin heldur, at tað helst er rættari fyrst at biðja viðkomandi fakbólkar/brúkarabólkar og onnur um at vera við til at orða eitt grundarlag undir lógini. At fáa nevndu bólkar at vera við til at orða endamálið við lógini í mun til avbjóðingar, allar potentiellar brúkarar og kanska ikki minst, hvussu lógin á besta hátt og í mesta mun kann tillagast gongdini í samfelagnum. Tað er helst lítið at ivast í, at júst fakbólkar og brúkarabólkar eru fremstu serfrøðingarnir í so máta. Tá bæði grundarlag, endamál, alt viðvíkjandi málbólkunum, er orðað, tá er løtan hjá løgfrøðingunum at fara undir at orða sjálva lógina. Sjálvandi við atliti at tí tilfari, sum er komið burtur úr fyrireikandi arbeiðnum. Nú hoyra vit umboð fyri ein brúkarabólk siga alment, at verandi forsorgarlóg ikki hóskar til dagsins samfelag. At hon langt frá nøktar tann tørv, sum verandi brúkarar hava, og er hetta væl í tráð við tað, sum aðrir brúkabólkar hava ført fram. Tí er forsorgarlógin hvørki eitt gott ella viðkomandi tilboð í nógvum førum. Spyrjarin hevur spurt seg fyri ymsastaðni, um Almanna- og heilsumálaráðið hevur vent sær til fak- ella brúkarabólkar við nýggjari 2 forsorgarlóg fyri eyga, og sigur ongin seg hava fingið nakra áheitan, og tey siga seg heldur ikki kenna til slíkt virksemi. Vit vita, at onkur persónur hevur verið settur í ávís tíðarskeið at arbeiða burturav við eini nýggjari forsorgarlóg, og at tað tá fór fram nakað, sum minnir um tann arbeiðsháttin, sum er lýstur omanfyri, men er nú langt síðan, at hetta arbeiðið helt uppat. Tí kundi verið áhugavert at vita, hvussu Almanna- og heilsumálaráðið arbeiðir við lógini, og hvussu nógv fólk og hvussu nógv tíð verður nýtt í hesum sambandi.” Sum tað...

Les meira

Uppskot um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika

,

Uppskot til samtyktar   Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot um studningslán til bústaðir til fólk, sum vegna skerdan førleikan av ymsum orsøkum ikki megna at búgva í egnum bústaði uttan ávísan sosialpedagogiskan stuðul. Viðmerkingar: Uppskotið var fyri á Løgtingi í 2007, men fall við teirri grundgeving, ”at landsstýrismaðurin hevur lagt fyri tingið fleiri lógaruppskot, sonevnda bústaðarpakkan. Við hesum verður møguleiki at útvega fólki við skerdum førleika íbúðir” (endurgivið úr álitinum). Nú eru skjótt trý ár liðin síðani hesa niðurstøðu, sum var grundgevingin fyri at fella uppskotið tá. Uppskotssetararnir halda, at nú er tíðin komin hartil, at Løgtingið má gera nakað við hetta álvarsmál og ikki balla tað inn í partapolitiskar undanførslur. Tørvskanningar seinastu árini, sum t.d. Javni og Sinnisbati hava staðið fyri, og nýggjar staðfestingar vísa, at tørvur er á íbúðum ella bústøðum til fólk, sum eru í tí støðu, at tey eru ov vælvirkandi til at búgva á stovni ella í sambýlum, men hóast hetta ikki megna at búgva einsamøll uttan stuðul av ymiskum slagi. Her verður m.a. hugsað um fólk við likamligum breki, menningartarnað og fólk við sálarligum trupulleikum. Nærri lýst kunnu vit siga, at útboðið av bústaðarmøguleikum til fólk við serligum tørvi ikki er nóg stórt. Serliga er tørvur á tilboðum til fólk yvir 18 ár, sum hava menningartarn ella trupulleikar av líknandi slagi, og sum kunnu búgva í egnari íbúð við stuðli. Tað kann vera torført neyvt at allýsa, hvørjum bólki uppskotið er ætlað, men í høvuðsheitum snýr tað seg um at býta upp millum tey, sum kunnu búgva einsamøll við stuðli, og so tey, sum mugu hava fólk um seg alt ella meginpartin av døgninum. Útboðið og kostnaðurin Nógv av hesum fólkum búgva á stovni, í sambýlum, heima hjá foreldrum ella aðrari familju, tí lítil ella eingin møguleiki er at leiga ella ogna sær íbúð ella bústað, sum tey kunnu búgva í, samstundis sum tey fáa neyðuga stuðulin frá tí almenna. Hetta kemst m.a. av, at útboðið av slíkum íbúðum ella bústøðum er so avmarkað, og at hesi fólkini standa rættiliga aftarlaga í røðini, tá tað snýr seg um at fáa fatur á og kanska ogna sær slíkar bústaðir. Ein onnur orsøk til, at tað mest sum er ómøguligt hjá hesum fólkunum at seta búgv í egnari íbúð, er kostnaðurin. Húsaprísirnir hava havt beina kós upp eftir í nøkur ár, og hóast vøksturin kanska er støðgaður nakað á, so er príslegan so mikið høg, at tað heilt einfalt ikki ber til hjá hesum fólkunum at kappast við tey, sum hava betri fíggjarumstøður og tí eisini betri fíggingarmøguleikar. Neyðugt at stuðla Ynskja vit at hjálpa hesum fólkunum til møguleikan at liva eitt meira vanligt ella normalt lív, og vilja vit geva teimum møguleikan fyri sjálvsøgdum privatlívi og tí, sum har við fylgir, so er neyðugt, at tað almenna stuðlar teimum og hjálpir teimum ávegis. Við hesum verður roynt at taka týdningarmikið stig til at hjálpa hesum fólkum til at ogna sær egnan bústað. Skotið verður upp, at tað almenna stuðlar allari bygging til hesi fólk soleiðis, at stuðul upp til hálva millión verður latin fyri hvørja búeind. Hetta skal skiljast soleiðis, at hús við fýra, seks ella átta búeindum kunnu verða bygd, og at tað almenna stuðlar slíkari bygging við upp til somu upphædd fyri hvørja búeind, sum veitt verður...

Les meira