Lýsing

Tingmál

Nýggj nólsoyarferja í 2021 og avtalu um nýggjan strandfaraflota

, 16/12/2020

Nýggj nólsoyarferja í 2021 og avtalu um nýggjan strandfaraflota

Tjóðveldi heitir á allar flokkar á tingi um at standa saman um at seta pening av til nýggja nólsoyarferju, og gera semju um endurnýggjan av strandfaraflotanum, so smærru oyggjarnar allar fáa tíðarhóskandi ferðasamband innan fá ár. Ein ætlan eigur at vera gjørd fyri at projektera og byggja nólsoyarskip beinanvegin og samstundis seta pening av til endurnýggjan av oyggjaferjunum hjá SSL komandi árini. Til fíggjarlógina fyri 2021 hava vit tí mælt til, at Løgtingið játtar 30 mió. kr. til at projektera og fara undir at byggja nýtt skip í 2021 fyri at byrja uppá endunýggjanina av strandfaraflotanum. Vit mæla eisini til, at ein árlig játtan uppá á 75 mió. kr. til bygging av skipunum verður sett á fíggjarlógina árini 2022-2025. Tíðarhóskandi ferðasamband til oyggjarnar uttan vegasamband er bráðneyðugt, og tí eiga flokkarnir á tingi at ganga saman um eina greiða ætlan fyri stigvísa endurnýggjan av strandfaraflotanum. Fyri 300-350 milliónir kr., býtt yvir nøkur ár, ber til at endurnýggja SSL-flotan, sum røkir dagliga sambandið við smærru oyggjarnar. Tørvur er á at byggja nýggja nólsoyarferju sum skjótast, eins og tørvur er á einari ætlan fyri at byggja nýggjar ferjur til allar tær smærru leysu oyggjarnar. Í fíggjarætlanini hjá samgonguni eru pengar ikki settir av til endamálið fyrr enn í 2025. Henda íløga kann ikki bíða til næsta valskeið. Vit heita tí á allar flokkar um at finna semju um fígging til nýggj strandfaraskip....

Les meira

Ikki eiti á jólagáva !

, 08/12/2020

Ikki eiti á jólagáva !

Tað er púra óskiljandi, at øll spariuppskotini hjá samgonguni raka tey veikastu í samfelagnum. Tær høgu inntøkurnar eru púra friðaðar. Størstu virðini verða latin teimum fáu, meðan sparingarnar raka tey veiku. Hetta sigur ikki so lítið um virðispolitikkin hjá sitandi samgongu. Ella mangulin uppá sama, freistast man at siga.  Nú skerjir mann í  einum høggi upp til 2100 krónur um mánaðin av inntøkuni hjá fólki við skerdum førleika. Umframt at øll tey, sum koma í skipanina fáa fleiri túsund krónur minni inntøku enn í dag. Tað hevur verið soleiðis, at fólk í tillagaðum starvi fáa løn eftir sáttmála fyri tann partin, sum arbeiðsgevarin lønar, alt eftir, hvussu arbeiðsførleikin er mettur. Restina hava tey fingið frá landinum alt eftir lønarbrøki og slag av arbeiði.  Og páhaldið, um at ongin kemur at forvinna minni enn eina arbeiðaraløn, er afturvíst. Fleiri koma at liggja undir arbeiðaralønini. Lívskorini hjá fólki við skerdum førleika verða við hesum munandi verri. Frameftir verður lønarískoytið frá landinum at rokna sum ein veiting. Hetta merkir í veruleikanum, at inntøkan hjá fólki í tillagaðum starvi kann broytast við løgtingslóg á hvørjum ári. Tað er als ikki nøktandi. Vit í Tjóðveldi eru sannførd um, at hetta lógaruppskot ikki er í samsvar við ST-sáttmálan um rættindi hjá fólki, sum bera brek, sum Føroya Løgting samtykti í 2009. Breksáttmálin byggir á eina menniskjafatan, har virðingin fyri tí einstaka menniskjanum og møguleikarnir hjá hvørjum einstøkum skulu geva treytaleyst somu javnbjóðis rættindi til øll. At forða fyri mismuni vegna brek av øllum slag, og at samfelagið tryggjar øllum borgarum, sum bera brek, javnbjóðis rættindi at liva og virka í samfelagnum á jøvnum føti við øll onnur. Eg eri stúrin um avleiðingarnar av uppskotinum. Eitt er tað fíggjarliga, sum als ikki er nøktandi. Annað er hugburðurin til fólk við skerdum førleika á arbeiðsmarknaðinum. Tað menniskjaliga virðið í at kenna seg til nyttu í samfelagnum, at hava nakað at fara upp til og skapa sær ein meiningsfullan gerandisdag, er fyri flest fólk besta bót til eitt eydnusamt og meiningsfult lív. Tað er ongin ivi um, at lógarbroytingin økir um vandan fyri, at fleiri fólk fara at blíva fyritíðarpensjónistar heldur enn at fara í tillagað starv. Vit hava hoyrt so nógv um, at tað skal loysa seg at arbeiða. Tað er bara ikki galdandi fyri fólk við skerdum førleika. Tey skulu hava minni.  Ikki eiti á jólagáva… Sirið Stenberg,...

Les meira

Føroyskur sjógvur er ikki danskt øki

, 03/12/2020

Føroyskur sjógvur er ikki danskt øki

Nú Brexit er á gáttini, stúra nógv ES lond fyri at missa fiskivinnurættindi í bretskum sjógvi. Summi teirra fara kanska at hyggja hendaveg og royna at sleppa at fáa part av føroysku kvotunum.  Tí er umráðandi, at vit verja føroysku fiskivinnuna. Millum teirra, ið kanska fara at missa fiskirættindi í samband við Brexit, eru donsk reiðarí. Hetta er sjálvandi spell, men vit mugu kortini halda fast um at føroyskur sjógvur er ikki danskt øki. Tí havi eg sett løgmanni fyrispurning um, hvat samskifti er millum landsstýrið og donsku stjórnina, um at loyva donskum skipum í føroyskan sjógv at fiska, og um donsk reiðarí eiga í skipum, sum í seinastuni eru komin inn í føroysku fiskivinnuna. Vit mugu ongantíð gloyma, at ES og Danmark boytottaðu føroysku fiskivinnuna. Tí mugu vit staðfesta, at bara Føroyar verja føroysk áhugamál. Beinta...

Les meira

Bústaðarneyðin kann ikki blíva við at bíða

,

Bústaðarneyðin kann ikki blíva við at bíða

Tað er ikki langt síðan, at tosað varð um EXIT Føroyar, men tíbetur er gongdin vend seinastu árini til ENTER Føroyar, har fleiri og fleiri velja Føroyar til. Men fremsta fortreyt fyri, at fólk skulu kunna støðast og trívast er, at ein hevur okkurt at búgva í. Í dag er tað ov trupult, at finna eitt heim at búgva í, fyri ein rímuligan kostnað. Vit hava leingi ótolnast eftir Bústaðarpakkanum hjá samgonguni og sakna ítøkilig átøk, fyri at loysa bústaðarneyðina.  Tí spurdi Sirið Stenberg landsstýriskvinnuna í almannamálum, nær væntast kann, at Bústaðarpakkin kemur. Enn vita vit ikki nær hann kemur, annað enn at hann kemur fyrsta dagin, men tað er nógv sum bendir á, at Bústaðarpakkin fer at taka størri hædd fyri, at tað liggur ein profittur eftir, til nøkur sum skulu tjena, enn atlitið til tey, sum onki hava at búgva í. “Alt gott um, at mann hevur privat virksemi, men tað sum landið stendur fyri, má hava sum fremstu raðfesting, at tryggja fólki tak yvir høvdið, fyri ein rímuligan penga – serliga fyri tey, sum av einhvørjari orsøk ikki megna sjálvi.” segði Sirið Stenberg í tinginum í dag. Tíverri bleiv eisini greitt í tinginum í dag, at einki átak verður í bústaðarpakkanum, sum fer at betra um lánimøguleikarnar hjá fólki, at búsetast kring landið. Heldur ikki fer bústaðarpakkin at forða útlendingum, at keypa upp ogn og jørð í Føroyum.  Hetta harmar okkum almikið, men vit fara áhaldandi at stríðast fyri og krevja at hetta verður broytt, so vit fáa ein bústaðarpolitikk, har føroyingurin er í miðdeplinum, og sum ger tað lættari fyri fólk, at fáa sær tak yvir høvdið fyri ein rímuligan penga, kring alt landið....

Les meira

Vilja vita hvør ætlanin er, at betra um heilsuna hjá ungum

, 01/12/2020

Vilja vita hvør ætlanin er, at betra um heilsuna hjá ungum

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísur nøkur álvarstekin um mistrivnað og heilsutrupuleikar hjá ungum, serliga innan sálarheilsu. Hetta verður nú reist politiskt. Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir hava sett løgmanni skrivligan fyrispurning um heilsustøðuna hjá ungum og hvørji átøk ætlan er um at seta í verk, fyri at betra um støðuna. Kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum avdúkar at ung, í størri mun enn aðrir aldursbólkar, stríðast við ringari sálarheilsu, strongd, sálarsjúku, tunglyndi og einsemi. Fíggjarstøðan, bústaðarstøðan og tað at megna at rinda rokningar eru eisini tyngjandi faktorar. “Menniskja er ein samansett vera og tað finst ikki eitt svar uppá, hvat er best at gera, tá ið tað kemur til at fremja sálarheilsu. Tí er okkara endamál við hesum spurningum eisini at fáa lýst málið frá ymsum sjónarhornum, so vit kunnu fáa nøkur skikkað boð um, hvussu vit eiga at fara fram.” siga tær báðar tingkvinnurnar. Fyribyrgingin má styrkjast nógv meir At hjálpa teimum, ið stríðast við sálarsjúku er ein felags samfelagsuppgáva, sum fevnir um alt frá viðgerð til fyribyrgjandi tiltøk í arbeiðslívi, útbúgving, fíggjarligum stuðuli, námsfrøði, bústaðarmøguleikum, o.s.fr. Tað svitast ikki, at fyribyrging er betri enn viðgerð og vit kundu gjørt nógv meira á fyrbyrgjandi økinum. Sjálvsagt skulu vit raðfesta viðgerð og hjálp, men fyribyrgingin má fáa nógv hægri raðfestin enn nú. Hyggja vit eftir fíggjarlógini brúka vit sera nógva orku og pengar uppá viðgerð í mun til fyribyrging. “Fyribyrging má snúgva seg um at fremja trivnað, lívsgleði og góða heilsu. Tað má taka støðu í at ung læra at meistra lívsins avbjóðingar, at styrkja felagsskapskensluna og felagsskapsandan. Tað má geva børnum og ungum bestu kor at trína út í lívið við.” sigur Hervør Pálsdóttir. “Vit síggja ein vanda í, at rákið seinastu árini hevur verið nógv at finna feilir hjá børnum. At screena og annað eftir hvat børnini ikki megna, heldur enn at leita eftir hvat børnini megna. Harvið ikki sagt, at trupuleikarnir ikki skulu avdúkast tíðliga, tað skulu teir avgjørt, men at meginreglan má vera at taka støði í hvussu børn og ung trívast, meistra og mennast.” leggur Sirið Stenberg avtrat....

Les meira

Bjørt spyr, um landsstýrið ætlar at gera nakað fyri at hjálpa hart sperdu ferðavinnuni.

, 15/11/2020

Bjørt spyr, um landsstýrið ætlar at gera nakað fyri at hjálpa hart sperdu ferðavinnuni.

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um álvarsomu støðuna í ferðavinnuni, settur landsstýrismanninum við umhvørvis- og vinnumálum Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)   1.      Hevur landsstýrismaðurin lagt eina ætlan fyri at hjálpa ferðavinnuni, so hon skjótt kann koma á beinini aftur, tá støðan við koronu er avhæsað? 2.      Umhugsar landsstýrismaðurin heilt ella lutvíst at endurnýggja hjálparpakkarnar, sum eru farnir úr gildi, til dømis leingja teir til næsta vár, ella annað? 3.      Hvussu metir landsstýrismaðurin støðuna vera hjá ferðavinnuni, serliga tí parti av vinnuni, sum hevur mist bróðurpartin av inntøkugrundarlagnum orsakað av koronu? 4.      Hvussu væl metir landsstýrismaðurin, at hjálparpakkarnir hava hjálpt mest útsettu ferðavinnuni, og hava teir hjálpt vinnuni eins væl og ætlað?   Viðmerkingar: Ferðavinnan er meint rakt av koronu, og partar av vinnuni hava mist bróðurpartin av inntøkugrundarlagnum. “Støðan er álvarslig hjá flestu veitarum í ferðavinnuni. Meðan tað eru fyritøkur, sum hava mist upp í 90 prosent ella meira av sínum umsetningi, so hevur vinnan undir einum helst mist upp móti 75 prosentum av samlaðu inntøkunum”, verður stjórin Visit Faroe Islands endugivin fyri at siga í blaðnum VIKUSKIFTI. Í vár tóku flokkarnir á tingi allir undir við at gera átøk fyri at hjálpa vinnuni, so vinnan hevði møguleika at hóra undan koronu, og fyri at bjarga arbeiðsplássum í ferðavinnuni. Fleiri í vinnuni hava víst á, at hjálparpakkarnir hava verið ov avmarkaðir og virkaðu í alt ov stutt tíðarskeið. Løgtingið viðger í løtuni hjálparpakka til flogvinnuna fyri oman fyri 100 mió. kr. Somuleiðis viðger Løgtingið uppskot um heimild at avmarka og/ella steingja matstovur og skeinkingarstøð, ið, um heimildin verður brúkt, fáa endurgjald fyri fastar útreiðslur samsvarandi hjálparpakka. Eingi onnur boð ella signal um hjálp til restina av útsettu ferðavinnuni eru komin úr landsstýrinum. Stórir partar av ferðavinnuni kenna seg tí tala fyri deyvum oyrum, sum fleiri úr vinnuni hava víst á í miðlunum. Arbeiðsloysið er lágt, so fólk, sum missa størv í ferðavinnuni, fáa í flestu førum annað arbeiði. Ferðavinnan bløðir, ikki bert fíggjarliga, men eisini tí hon missir fakliga væl skikkað fólk, marknaðir og hjá fleiri stendur húsagongd í durinum. Vinnan kann læna pening, men nógvar av fyritøkunum hava ikki møguleika at skuldarbinda seg enn meira. Útsett mvg fyri 1. ársfjórðing fellur til gjaldingar 16. november, sum er eyka byrða hjá fleiri, eisini hóast tey fáa avdráttaravalu við TAKS. Verður bakkastið ov stórt fyri ferðavinnuna, fer hetta at síggjast sera væl aftur í føroyska búskapinum.     Á Løgtingi, 5. november 2020   Bjørt Samuelsen  ...

Les meira

Samgongan vrakaði uppskotið, um at byggja bústaðir á bygd

, 14/11/2020

Samgongan vrakaði uppskotið, um at byggja bústaðir á bygd

Tað skulu vera javnbjóðis treytir, at byggja sær egnan bústað, óansæð hvar í landinum ein býr. Hetta er ikki støðan í dag, tí lánitreytirnar eru so ymiskar í størru býunum, í mun til uttanfyri størru býirnar. Bankarnir eru ikki sinnaðir at fíggja somu upphædd á bygd, sum í høvuðsstaðnum. Dømi hava verið um, at persónar, ið hava fingið noktað fígging til at byggja hús á bygd, hava fingið játtað eitt uppaftur hægri lán til ein bústað í Tórshavn. Sostatt eru tað ikki gjaldevnini hjá teimum, sum ynskja at byggja, ið eru forðingin. Hetta vilja vit loysa. Við okkara uppskoti fáa Bústaðir heimild til at bjóða eitt lán, ið fevnir um tann partin av láninum, ið bankin ikki kann bjóða, tó ongantíð meira enn upp til 100% av metingarvirðinum. Fyri áleið 56 árum síðani stovnaði Tjóðveldisflokkurin Húsalánsgrunnin, ið hevur hjálpt óteljandi familjum kring landið, at ogna sær eitt heim. Nú er tíðin aftur komin til, at vit sum land seta okkum fyri, at hava eitt fjølbroytt samfelag, har tað er hugurin og gjaldevnini hjá fólkinum sjálvum at velja, hvar tey vilja búgva, og ikki bankarnir, sum avgerða hetta fyri fólkið. Tí er tað harmiligt, at samgongan ikki tók undir við málinum og feldi tað. Vónandi er líknandi uppskot partur av bústaðarpakkanum hjá landsstýrinum....

Les meira

Yvirtøka av landslæknaembætinum, epidemilógini og aðrari heilsulóggávu

, 12/11/2020

Yvirtøka av landslæknaembætinum, epidemilógini og aðrari heilsulóggávu

Á heilsuøkinum kunnu broytingar henda frá degi til dags. Tá er alneyðugt at hava øll amboð, so tað kann handlast skjótt. Tann møguleikan hava vit ikki í dag, tí stórur partur av okkara heilsulóggávu er ikki á føroyskum hondum. Tá skulu okkara avgerðir gjøgnum danskar myndugleikar, og tá kunnu vit bert samtykkja tað, sum danskir myndugleikar longu hava samtykt. Hetta er á ongan hátt nøktandi. Og vit hava serliga nú, meðan koronukrímið hevur herjað, víst, at tað ikki ber til at viðgera viðurskiftini í Føroyum eins og tey í Danmark. Vit eru tvey ymisk lond, og tørvurin á átøkum er als ikki tann sami. Heilsuøkið er at meta sum reinur innlendispolitikkur og má sjálvsagt stýrast úr Føroyum. Og vit hava so dyggiliga prógvað, at tað eru vit fult før fyri. Okkara heilsustarvsfólk eru væl skikkað at loysa allar tær avbjoðingar, sum nútíðin krevur. Tí vilja vit yvirtaka landslæknaembætið og aðra heilsulóggávu. Og eisini tí at vit síggja, at tað er stórur tørvur á tí fyri at styrka um góðskuna í heilsutilboðunum. At hava fult lóggávuræði á heilsulóggávuni hoyrir einum framkomnum samfelagi til. Tað kemur altíð at vera neyðugt við nógvum og tøttum samstarvi við onnur lond um heilsuøkið, og sjálvsagt skulu vit fylgja altjóða tilmælum og vera á høgum fakligum norðurlendskum støði. Tað, sum vit hava lagt fyri løgtingið, er uppskot um at yvirtaka landslæknaembætið og tær tænastur, sum hoyra til embætið. Tað veri seg eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum og epidemilóggávuna. Ein yvirtøka, sum er alneyðug. Somuleiðis er í yvirtøkupakkanum m.a. psykiatrilóggáva, lóg um rúsandi evni, lóg um eftirgjørdan gitnað, sjúklingarættindi o.a. Alt nakað vit sjálvi hava tørv á at fáa ræði á. Eg kann taka eitt dømi við rúsandi evnum, sum vit hoyra nógv um. Í dag er tað soleiðis, at tað finnast listar yvir, hvørji evni tað ber til at leggja hald á við innkomu til landið. Er eitt evni ikki á, so kann tað koma inn í landið. Kreativiterurin er stórur á rúsevnisøkinum, og rúsevnini broyta navn og samanseting alla tíðina, tí mugu listarnar dagførast javnan. Í míni tíð í landsstýrinum tók tað áravís at fáa broytt kunngerðina fyri Føroyar, um hvørji evni kundu koma til Føroyar. Og tað var, hóast vit frá føroyskari síðu høvdu biðið um tað. Tað kann als ikki góðtakast. Vit síggja eisini í sambandi við koronufarsóttina, at vit hava stóran tørv á at hava okkara egnu epidemilóggávu. Tað er serliga sjónligt í sambandi við kjakið um okkara landamørk, um heimild at taka gjøld fyri koronukanningar og um heimild at avmarkað upplatingartíðinar hjá matstovum og annað. Eg sigi ikki, at hetta alt eru átøk, vit skulu fremja, men at hetta eru átøk, vit ikki sjálvi kunnu fremja í dag, tí vit hava ikki lóggávuheimild. Sjálvsagt skulu vit hava ræðið á okkara egnu epidemilóg, so løgtingið kann samtykkja tað, sum hóskar til føroysk viðurskifti. Onki annað er nøktandi. Og sjálvsagt skulu vit í Føroyum avgera, hvussu vit seta farsóttarnevndina saman. Alt hetta snýr seg í roynd og veru um, at vit í Føroyum taka størri ræði á lóggávuvaldinum á heilsuøkinum, og harvið størri ábyrgd. Tað snýr seg ikki um persónar, men um at skipanin í dag ikki er nøktandi fyri heilsupolitikkin í okkara samfelagi. Sjálvsagt skulu vit hava eitt framsøkið landslæknaembæti, sum er á staðnum, og sum hevur sítt dagliga...

Les meira

Javnseting av samkyndum foreldrum í Barsilslógini

, 20/10/2020

Javnseting av samkyndum foreldrum í Barsilslógini

Umboð fyri Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn hava í dag lagt fyri Løgtingið uppskot um at broyta Barsilslógina, so lógin javnsetur samkynd foreldur við hinskynd. Uppskotið hevur til endamáls at javnseta rættin hjá samkyndum foreldrum til barsilsfarloyvi og barsilspening, og harvið at javnseta rættin hjá øllum børnum at hava møguleika fyri, at hava bæði foreldrini um seg í barsilstíðini.  Støðan er soleiðis í dag, at eitt samkynd par, sum fær eitt barn, ikki hevur javnsettan rætt til barsilsfarloyvi og -útgjald. Hetta hóast tey eru felags um barnið. Sum dømi kann nevnast, at hóast tvær kvinnur eru giftar, og fáa eitt barn, so verður tann, sum ber barnið, viðfarin eftir reglunum í barsilsskipanini fyri støk. Onnur mamman fær alt barsilsfarloyvið ímeðan hin fær einki. Fleiri samkynd foreldur og børn teirra eru fyri hesum mismuni í Føroyum.  Tíðin saman við pinkubarninum er ein hin dýrmætasta yvirhøvur. Fyri barnið og fyri foreldrini. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at barnið, fyrstu árini av lívi sínum, fær møguleika at vera nógv saman við foreldrum sínum. Tí tað er hesa tíðina, tryggleikin og tøttu bondini fyri restina av lívinum verða knýtt.   Í 2016 fingu samkynd rætt til at giftast borgarliga í Føroyum. Tað er sjálvsagt neyðugt, at lóggáva, sum framvegis ger mun á samkyndum og hinskyndum hjúnum, og børnum teirra, verður dagførd. Her verður eitt nú hugsað um lóggávu kring foreldrarætt og rættindi hjá børnum til bæði foreldur. Broytingin í Barsilslógini fevnir einans um rættin til barsil við løn og til útgjald av barsilspeningi.  Løgtingsmál 40/2020 er her:...

Les meira

Børnini eru fyri mismuni

, 23/09/2020

Børnini eru fyri mismuni

Øll børn eiga at verða viðfarin líka í Føroyum, men so er ikki í dag. Børn hjá samkyndum hava ikki rætt til tvey foreldur, hóast foreldrini eru gift. Tað er ikki í lagi. Børn hjá samkyndum hava ikki rætt at hava bæði foreldrini heima í barnsburðarfarloyvi, sum onnur børn hava rætt til. Tað er ikki í lagi. Hetta er ein trupulleiki, sum er lættur at loysa. So ístaðin fyri at brúka tíð og orku uppá eitt høpisleyst kjak, er bara eitt at gera. Loys trupulleikan, so øll børn í Føroyum hava somu rættindi. Vit í Tjóðveldi fara at gera okkara til, at hetta málið verður loyst. Beinta Løwe tingkvinna,...

Les meira