Lýsing

Tingmál

Samgongan hækkar leiguna hjá fólki – vinningurin skal í privatar lummar

, 18/03/2021

Samgongan hækkar leiguna hjá fólki  – vinningurin skal í privatar lummar

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja hava fleiri bíligar bústaðarmøguleikar sum skjótast – men ikki uppá hendan mátan! Við nýggjasta uppskotinum hjá samgonguni kann Bústaðir ikki sláa ein seym í, uttan at tað privata skal hava vinning burturúr.  Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eru samd um, at vit skulu hava nógv fleiri bústaðarmøguleikar kring alt landið. Men tað verður ikki við uppskotinum hjá samgonguni. Tað siga andstøðulimirnir í Trivnaðarnevndini Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir og Eyðgunn Samuelsen, sum staðiliga mæla frá at samtykkja uppskotið, soleiðis sum tað fyriliggur í løtuni. Samgongan setir nevniliga sum krav, at bústaðarverkætlanirnar skulu gerast saman við øðrum íleggjarum og hetta fer at dýrka húsaleiguna munandi. Sambært  hesum  uppskotinum  kunnu Bústaðir  ikki  sláa  ein  seym  í,  uttan  at  tað  privata  skal  hava vinning burturúr. Og grundarlagið er púra tikið undan Bústøðum, skrivar minnilutin í Trivnaðarnevndini. Soleiðis sum Trivnaðarnevndin hevur fingið upplýst, fer hetta at merkja, at leigan fer at hækka við millum 20 og 39 prosentum.  Fyri okkum sæst raðfestingin týðuliga. Samgongan hevur valt vinnuna fram um fólkini, sum eru rakt av bústaðarneyðini, sigur minnilutin og eftirlýsir, hvar  Sambandsflokkurin er í hesum uppskotinum.  Bíðað hevur verið eftir einum bústaðarpolitiskum útspæli frá samgonguni í út ímóti tveimum árum. Í bíðitíðini er støðan versnað munandi, og tey, sum ongan bústað hava, eru bara blivin fleiri. Nú kemur samgongan við einum uppskoti, ið snýr seg meira um vinnupolitikk enn bústaðarpolitikk, sum bindur almenna bústaðarfelagið niður. Og hesum tekur Sambandsflokkurin undir við.  Bústaðarneyðin førir til fátækt, strongd og stúran, rótloysi, heimloysi, mistrivnað og í fleiri førum aðra sosiala neyð. Serliga er støðan trupul hjá børnum og barnafamiljum, sum kanska skulu flyta ofta, búgva inni hjá fólki o.a. sum ikki eru nøktandi tryggar umstøður at vaksa upp í. Tí skjóta vit upp, at Bústaðir fær eina lániheimild, so gongd aftur kemur á bústaðarbyggingina og virksemi kann halda áfram, sum vit kenna tað í dag, siga tær tríggjar Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg og Hervør...

Les meira

Sera góð undirtøka fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi um at taka loftrúmið á føroyskar hendur

, 09/03/2021

Sera góð undirtøka fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi um at taka loftrúmið á føroyskar hendur

Í dag var fyrsta viðgerð av lógaruppskotinum hjá Tjóðveldi um at taka loftrúmið á føroyskar hendur. Orðaskiftið var sera jaligt, og tey flestu framsøgufólkini søgdu seg taka fult undir við uppskotinum. Í undanfarnu samgongu fingu vit yvirtikið loftferðslutænastuna – altso umsitingina av beinleiðis flogferðslu á Føroyar. Nú eigur næsta stigið at takast, heldur Tjóðveldi. “Vit kunnu seta okkum tann einfalda spurningin: Hví skulu vit ikki hava ræðið á okkara loftrúmi? Hví skal Danmark taka avgerðir um føroyskt loftrúm? Vit eru sjálvsagt fult før fyri at gera tað sjálvi og so kunnu vit avgera, hvussu føroyska loftrúmið verður brúkt – bæði í sivilum og hernaðarmálum,” segði Høgni Hoydal á tingsins røðarapalli í dag. Hvørjaferð eitt flogfar flýgur í føroyskum loftrúmi skulu tey rinda eina ávísa upphædd. Hetta gjaldið fellur í dag til danskar og íslendskar myndugleikar, sum umsita loftrúmið. Sambært uppskotinum, so eru tey gjøldini, ið Danmark og Ísland taka fyri at flúgva gjøgnum okkara loftrúm millum 70 og 270 mió. kr. árliga. Hendan risa upphædd kundi verið nýtt til at byggja okkara egnu førleikar upp og skapt tey arbeiðspláss, ið krevjast fyri at umsita loftrúmið: Eftirlit, radaramyndir, veðurtænasta, leiting og bjarging, radiosamskifti  – og ikki minst, at útbyggja teir førleikar, sum okkara egna flogvinna, flogferðsla og tyrlutænasta longu hevur prógvað virðið av. Viðgerðin í dag vísti, at framsøgufólk fyri fimm flokkar vóru jaligir og tóku undir við uppskotinum. Málið er nú farið í Uttanlandsnevndina, har fólk verða kallað inn at kasta enn meira ljós á málið.  ...

Les meira

Skattgjaldarin rindar rokningina tvær ferðir fyri negativa rentu

,

Skattgjaldarin rindar rokningina tvær ferðir fyri negativa rentu

Rokningin fyri negativa rentu av uppspardum peningi verður nú send til skattgjaldaran. Fólk verða revsaði fyri at spara upp, tí bankarnir taka negativa rentu, tvs, at fólk skulu rinda fyri at spara upp. Men nú skulu fólk einaferð afturat at rinda rokningina fyri negativu rentuna. Tí nú ætlar samgongan, at fyritøkur skulu kunna draga negativu rentuna frá. Og har er bara ein, ið kann rinda, tað er føroyski skattgjaldarin. Sostatt ætlar samgongan nú at stuðla bankunum í at hava negativa rentu. Í uppskotinum hjá samgonguni stendur: ”…at vinnulívið fær frádrátt fyri fyri negativa rentu.” Hinvegin kunnu vanlig fólk ikki draga negativa rentu frá. Hetta er ikki ein ábreiðsla á vinnulívið ella fyritøkur, tey skulu jú tjena pengar, men ein áheitan á bankar og samgonguna um at virða føroyska skattgjaldaran. Tit kunnu ikki loyva tykkum at lata føroyska skattgjaldarin rinda rokningina, enntá tvær ferðir. Beinta Løwe, tingkvinna...

Les meira

Hvør tekur sær av heimleysum í Føroyum?

, 04/03/2021

Hvør tekur sær av heimleysum í Føroyum?

Hvønn vendir mann sær til, um ein gerst heimleysur? Í Føroyum er ongin myndugleiki, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av heimleysum. Heimleys eru sostatt ikki bert heimleys, tey eru eisini heimleys í tann mun, at tey ikki veruliga hava nakran myndugleika at venda sær til um hjálp. Hetta skulu vit broyta heldur Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Vit mugu hava ein myndugleika, ið kann hjálpa teimum, ið enda á gøtuni, sigur hon, og tí hevur hon lagt uppskot fyri tingið, um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum og um at gera eina ætlan fyri at basa heimloysi í Føroyum. Fyri tveimum døgum síðani var innslag í Degi & Viku, ið greitt vísti á, hvussu óvirðilig støðan gerst, tá ongin hevur ábyrgdina av heimleysum. Innslagið vísti, at summi stranda á sjúkrahúsunum, har ein sjúkrahússong og eitt borð gerast heim teirra. – “Álvaratos, tað er ikki í lagi! Hvat er tað fyri samfelag, ið ikki tekur sær av viðbreknastu menniskjunum. Tey á sjúkrahúsinum eru als ikki tey einastu, summi búgva av náði hjá familju, vinum ella kenningum. Støðan er als ikki virðilig, og vit mugu gera nógv meir fyri at basa heimloysi í Føroyum og tryggja øllum ein góðan bústað. Hervør legði líknandi uppskot fram fyri einum ári síðani. Tað uppskotið bleiv felt av samgonguni, tí sagt var, at landsstýrið arbeiddi við bústaðarpakka. Nú er hesin sokallaði bústaðarpakkin komin, men hann ger onki við júst hendan trupuleikan.  – “Eg fari at royna mítt ítarsta, fyri at fáa hetta samtykt. Um tað fellur umaftur, ja so royni eg eisini aftur. Hendan støðan er so álvarsom og óvirðilig. Her má okkurt gerast, og eg gevist ikki.”...

Les meira

Ókeypis lønarkontu til fólk

, 01/03/2021

Ókeypis lønarkontu til fólk

Tjóðveldi fer at leggja uppskot fyri tingið um at fólk skulu kunna hava eina almenna lønarkontu, og harvið sleppa undan gjøldunum hjá bankunum. Nú peningastovnarnir eru farnir at taka gjøld fyri nærum allar tænastur og harumframt eru farnir at taka negativa rentu fyri innistandandi mugu fólk hava aðrar møgulleikar í at velja. Tí fara Sirið Stenberg og Beinta Løwe, tingkvinnur fyri Tjóðveldi, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at fólk skulu kunnu hava eina almenna lønarkontu, so tey sjálvi kunnu velja, um tey vilja hava lønina inn á kontu í peningastovnunum ella í almennari lønarkontu. ”Peningastovnar skulu tjena pengar, men fólk mugu hava valmøguleikan, at fáa lønina uttanum peningastovnarnar”, siga Sirið Stenberg og Beinta Løwe, tingkvinnur. Uppskotið verður lagt fyri tingið týsdagin...

Les meira

Veðurlagslóg fyri løgtingið nú

, 26/02/2021

Veðurlagslóg fyri løgtingið nú

Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm hava latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar um veðurlagslóg. Við eini veðurlagslóg seta vit okkum bindandi mál á umhvørvisøkinum, og vit noyða landsstýrið til at taka støðu til útlátið á hvørjum ári, siga uppskotssetararnir.   Í 2009 samtyktu allir flokkar í Løgtinginum Veðurlagspolitikk Føroya. Ætlanin var at minka útlátið við 20 % áðrenn 2020 sammett við útlátið í 2005. 31. desember 2020 gekk hesin veðurlagspolitikkurin út, og málini, ið vórðu sett í 2009, vóru ikki rokkin. Tvørturímóti er útlátið økt við 60 % í mun til ásetingarnar í Veðurlagspolitikkinum. Nú vilja Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm hava, at ein nýggjur veðurlagspolitikkur gerast, og at hann skal gerast í eini veðurlagslóg.  – Neyðugt er við einum bindandi politikki, tað vil siga eini lóg, og virkisætlanum, ið vísa leiðina. Tí vilja vit hava eina veðurlagslóg, siga uppskotssetararnir í viðmerkingunum.  Við eini veðurlagslóg verða veðurlagsmál Føroya lógarásett. Hetta hevur við sær, at eitthvørt landsstýri má fyrihalda seg til veðurlagsmálini. Endamálið við eini slíkari veðurlagslóg er, at útlátið av veðurlagsgassum skal skerjast. Í lógini verður sett eitt mál, ið løgtingið og landsstýrið setur sær fyri at røkka innan eitt ásett tíðarskeið.  – Veðurlagspolitikkur tekur tíð. Tí er umráðandi at tryggja sær, at arbeiði gongur rættan veg ár um ár. Hetta kann gerast við at seta eina grein inn í lógina, ið ásetur, at virkisætlanirnar hvørt ár verða eftirmettar og tillagaðar, um tað vísir seg at vera neyðugt, og at eftirmetingin verður løgd fram á aðalorðaskifti í løgtinginum, siga tingkvinnurnar.  Tær vísa eisini á, at ein veðurlagslóg í sjálvum sær ikki loysir trupulleikan, men at lógin setir karmarnar fyri málunum.  – Við eini veðurlagslóg verður málið um skerjing bindandi í tann mun, at tað ikki kann skúgvast til viks, eins og eitt nú undanfarna mál í Veðurlagspolitikki Føroya frá 2009. Við at áseta eitt mál fyri skerjingini av vakstrarhúsgassum í lóg krevst, at sitandi landsstýri tekur støðu til tað. Hetta kann gerast við at seta politisk átøk í verk, ið eru í tráð við málið, ella við at avtaka ella broyta lóggávuna. Tað fer ikki at bera til at lata sum onki, tí avgerðir skulu takast í mun til útlátið av vakstrarhúsgassum á hvørjum ári, siga Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinnur fyri ávikavist Tjóðveldi og Javnaðarflokkin.  Uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í næstu viku, og uppskotssetararnir vænta, at tað eru góðir møguleikar fyri at fáa allar flokkar at taka undir við tí....

Les meira

At styrkja Gigni er at menna heilsufremjan og fyribyrging

, 25/02/2021

At styrkja Gigni er at menna heilsufremjan og fyribyrging

Heilsufrøðingarnir, sum starvast hjá Gigni, røkka sambært lóg øllum børnum og ungum í Føroyum. Heilsufrøðingarnir arbeiða við heimavitjanum til allar smábarnafamiljur, við bólkavirksemi, evt. føðifyrireiking og veita tænastu til øll skúlabørn. Heilsufrøðingarnir eru sostatt gjøgnumgangandi fakpersónar gjøgnum barnaárini og ungdómslívið. Arbeiðið í Gigni er styrkt seinnu árini við, at peningur er játtaður til at menna tilboð til børn millum 2 og 5 ár. Gigni veitir nú eisini ættleiðingarráðgeving og ættleiðingarfyrireiking umframt, at lógin er broytt soleiðis, at møguleiki nú eisini er hjá heilsufrøðingum at veita heilsukanning og ráðgeving við inn-og útskúling. Heilsufrøðingar arbeiða miðvíst við fyribyrging og heilsufremjan. Somuleiðis er lagt upp til at avdúka møguligar heilsuvandar, trivnaðartrupulleikar og ymiskar avbjóðingar tíðliga, og viðvirka til, at hjálp verður sett í verk um neyðugt.  Tað hevur nú eisini verið alment frammi, at eitt styrkt samstarv millum Gigni og barnapsykiatriina eisini hevði kunnað bøtt um støðuna við langari bíðitíð til barnapsykiatriina, við at lata møguleikan upp fyri beinleiðis ávísingarrætti til Gigni soleiðis, at tað m.a. ber til at ávísa børn og ung við akuttum trupulleikum.  Tað er ongin ivi um, at tað eru nógvir menningarmøguleikar á heilsufremjandi og fyribyrgjandi økinum við at knýta aðrar fakbólkar at arbeiðinum í primeru heilsutænastuni í Heilsutrygd. Tað hevði givið rúm fyri skjótari og lættari atgongd til hjálp til barnafamiljur og børn og ung, og harvið eisini virkað meira fyribyrgjandi.  Tað svitast ikki, at fyribyrging og heilsufremjan er betri enn hjálp og viðgerð. Hóast flest øll eru samd í hesum, so skerst ikki burtur, at nógv meira kann gerast á fyribyrgjandi økinum.  Fyribyrging og heilsufremjan má snúgva seg um at fremja trivnað, lívsgleði og góða heilsu. Tað má m.a. taka støði í at meistra lívsins avbjóðingar, at styrkja felagsskapskensluna og felagsskapsandan. Tað má geva børnum og ungum bestu grundkor, førleikar og eginleikar at trína út í lívið við.  Eg síggi ein vanda í, at rákið seinnu árini í stóran mun hevur snúð seg um at finna út av, hvat børnum feilar. At screena og annað eftir, hvat børnini ikki megna, heldur enn at leita eftir, hvat børnini megna. Harvið er ikki sagt, at trupulleikar ikki skulu avdúkast tíðliga; tað skulu teir, men at meginreglan verður at taka støði í, hvussu  børn og ung trívast, meistra og mennast. Eisini um tey hava ávísar avbjóðingar.  Okkum tørvar eitt nýtt heilsufremjandi og tvørfakligt perspektiv. Tí eru hesir spurningar til landsstýrismannin: 1.Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at styrkja arbeiðið og tænastuna hjá Gigni? 2.Vil landsstýrismaðurin virka fyri at menna samstarvið millum barnapsykiatriska økið og Gigni, so at Gigni m.a. kann ávísa børn beinleiðis til barnapsykiatriina? 3.Vil landsstýrismaðurin virka fyri, at fyribyrgjandi arbeiðið í Gigni verður styrkt við t.d. sálarfrøðingum og sosialráðgevum tilknýttum, soleiðis at arbeiðið gerst meira tvørfakligt. Sirið Stenberg...

Les meira

Nýggjan strandfaraflota um fá ár

, 26/01/2021

Nýggjan strandfaraflota um fá ár

Tjóðveldi hevur skotið at fara undir at endurnýggja strandfaraflotan, og byggja fýra nýggj strandfaraskip komandi seks árini. Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotini hjá Tjóðveldi til verklagslóg og játtan til hesar nýbygningar.  Strandfaraskipini eru flestøll gomul; fleiri av ferjunum eru omanfyri 40 ár, og onkur teirra enntá 50. Skulu treytirnar at liva og virka verða eins kring landið, er eitt gott og dagført ferðasamband ein fortreyt. Borgarar í oyggjunum uttan vegasamband eiga at vita, nær tey kunnu vænta sær tíðarhóskandi skip. Tí eiga allir flokkar á tingi at ganga saman um eina greiða ætlan fyri endurnýggjan av strandfaraflotanum. Ætlanin má byggja á breiða semju, so hon verður framd, uttan mun til, hvør samgonga er. Júst sum gjørt hevur verið við undirsjóvartunlarnar. Í langtíðarætlanini hjá samgonguni verður ikki farið undir at smíða nýggja ferju fyrr enn í 2025, tað er eftir hetta samgonguskeiðið. So leingi kunnu vit ikki bíða! Leisturin hjá Tjóðveldi leggur upp til, at Løgtingið longu í ár setur 30 mió. kr. av til endurnýggjan og 60 mio. kr. av árliga komandi fimm árini. Soleiðis kunnu fýra ferjur verða bygdar innan seks ár, og harvið fyrsta stigið at endurnýggja SSL-flotan fremjast. Vit brúka hundraðtals milliónir uppá tunlar og vegir, og mugu eisini kunna semjast um íløgur í nýggj skip, so smærru oyggjarnar fáa tíðarhóskandi ferðasamband. Nýggjar ferjur fyri tær gomlu er tó bert ein partur av loysnini, tí nøktandi túratal má eisini vera til allar oyggjarnar, skulu treytirnar fyri at liva og virka á útoyggj verða nøkulunda tær somu, sum aðrastaðni í landinum, sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna.   Grønan og føroyskan flota Arbeiðið at smíða nýggju ferjurnar eigur í størst møguligan mun at verða gjørt í Føroyum. Tað vil skapa virksemi og arbeiðspláss, menna førleikar og geva oyggjabúgvum ferjur, sum eru sniðgivnar og smíðaðar júst til endamálið at sigla millum oyggjarnar her. Nýggju ferjurnar eiga allar at verða smíðaðar soleiðis, at tær siga við umhvørvisvinarligum brennievni.  ...

Les meira

Heilsustýri Føroya – nú manglar bara at samtykkja

, 08/01/2021

Heilsustýri Føroya – nú manglar bara at samtykkja

Vit mangla ein sterkan heilsumyndugleika í Føroyum, sum kann vegleiða, fyrireika okkum til heilsukreppur, fremja viðgerðartrygd, leggja til rættis, o.s.fr. Løgtingið skal í næstum taka støðu til uppskot frá Tjóðveldi, um at yvirtaka landslæknaembætið og tær tænastur, sum hoyra til. Longu fyrst í koronufarsóttini sóu vit, at vit ikki kunnu dúva uppá danskar loysnir og Sundhedsstyrelsen at ráðgeva okkum. Landslæknin bað eisini beinavegin um hjálp, og viðurkendi, at tey ikki høvdu møguleika, at røkja sínar uppgávur innan smittufyribyrging. Men dugnaligu føroysku heilsufakfólkini traðkaðu til beinavegin, at ráðgeva og upplýsa, og okkara dugnaligu granskarar tóku stig til kanningar. Hesir einstaklingar, ið tóku ábyrgd á seg, tí ongin annar gjørdi tað, hava verið altavgerandi fyri, at vit eru millum tey, ið hava handfarið koronufarsóttina best.  Sostatt hava vit longu tikið ábyrgdina í praksis, nú manglar bara at politiska skipanin stendur saman, um at virða okkara egnu fakfólk og myndugleikar til at geva teimum møguleika sjálvi, at standa fyri okkara heilsuverki og samstarva á jøvnum føti við onnur lond. Vit eru fult før fyri at átaka okkum ábyrgdina og skyldurnar, tað hava vit longu prógvað. Hesin myndugleiki hevði havt til uppgávu, at vegleiða, hvønn veg vit skulu fara á heilsuøkinum, hvussu vit fáa styrkt viðgerartrygdina, hvussu vit best fáa stytt um bíðilistarnar, hvørjar viðgerðir vit skulu bjóða í Føroyum og hvørjar vit skulu keypa úr útlondum, o.s.fr. Yvirskipað skuldi hesin stovnur hugt longur fram í tíðina, enn politikarar ofta hava lyndi til, og sett eina strategi, so vit fáa meira heilsu fyri pengarnar. Vit kunnu ikki liva við, at vit bert fáa hesa tænastu x-tal dagar um mánaðin úr Danmark, sum vit gera í dag. Vit mugu hava dagliga nærtænastu....

Les meira

Undrast á koppsetingarætlanina

, 06/01/2021

Undrast á koppsetingarætlanina

Tað eru nøkur ting við koppingarætlanini í Føroyum, sum hava undrað meg. Til dømis; hví eldri, og fólk við kroniskum sjúkum ikki verða koppsett parallelt við heilsustarvsfólkini ? Tí havi eg sett nakrar spurningar hesum viðvíkjandi. 1. Nær er ætlanin, at fólk við kroniskum sjúkum, fólk á røktarheimum, sambýlum og bústovnum fáa í boði at verða koppsett fyrikoronu? 2. Hava kommunurnar og fakfólk í kommununum, sum varðandi av eldrarøktini, verið við í arbeiðinumat gera koppingarætlanina? 3. Hvat verður gjørt fyri at tryggja Føroyum nokk av koppingarevni,og hava føroyskir myndugleikar verið í samskifti við onnur lond enn Danmark um hetta? 4. Nær kann roknast við at hava nokk av koppingarevnitøkt til tørvin í Føroyum? Í tilmælinum um koppingarætlan er víst á,hvussu tilgongdin at koppsetast raðfestir ymisku bólkarnar av fólki, sum fáa koppsetingina í boði. Víst er eisini á, at tilmælið byggir á tað, sum WHO tilmælir.  Tó síggja vit í grannalondunum, at fólk við kroniskum sjúkum og eldri fólk á røktarheimum og fólk, sum krevja røkt, verða koppsett parallelt við heilsustarvsfólkini, men hetta hendir ikki í Føroyum.  Tí hesir uppklárandi spurningar til landsstýrismannin.  Tað sær út til, at tað gongur skjótari enn væntað at koppseta í grannalondunum, tó so at tað eisini verður víst á, at koppingarætlanirnar eru treytaðar av, hvussu nógv koppingarevni tað ber til at fáa.  Nøkur av grannalondunum eru í ES, onnur eru ikki, og ymiskt er, hvussu skjótt og hvørjar mongdir av koppingarevni londini fáa fatur á.  Tí er eisini áhugavert at frætta, hvat føroyskir myndugleikar hava gjørt fyri at útvega nokk av koppingarevni. Og at fáa greiðu á nær roknast kann við, at øll, sum ynskja tað, kunnu verða koppsett.  Sirið Stenberg,...

Les meira