Lýsing

Tingmál

Áseting av fiskidøgum framsøgurøða hjá Ingolf S. Olsen

, August 4, 2016

Áseting av fiskidøgum framsøgurøða hjá Ingolf S. Olsen

Harra formaður Til viðgerð er ásetingin av fiskidøgunum fyri næsta fiskiár, sum byrjar 1. september. Eftir uppskotinum skal bólkur 2, tað er trolarar, sleppa at fiska sama dagatal næsta fiskiár sum verandi fiskiár, meðan dagatalið hjá hinum bólkunum í meðal verður skorið 15 prosent. Tað er tann størsti einstaki niðurskurðurin, ið nakrantíð er framdur, men hann er eisini alneyðugur. Og tó at 15 prosent kann tykjast ógvusligt, so er tað kortini fyri øll uttan nøkur av línuskipinunum bara talan um luft, sum verður tikin úr skipanini. Flestu skip og bátar kunnu næsta fiskiár fiska í eins nógvar ella fleiri dagar, enn tey í veruleikanum hava gjørt hetta fiskiárið, tí tillutaða talið hevur verið væl størri, enn tey hava megnað at brúka sjálvi. Men fyri línuskipini, sum verða harðast rakt – tað eru tey, sum veruliga hava brúkt sínar fiskidagar – kann tað kortini tykjast órættvíst, at júst tey eru pilkað úr rúgvuni sum tey, ið mugu skerjast mest fyri at vit í politisku skipani kanska kunnu pynta eitt sindur upp á samvitskuna. Eg sigi pynta upp á samvitskuna, tí í mun til syndarligu støðuna, sum gýtingarstovnarnir av toski og hýsu eru í, er 15 prosent niðurskurðurin lítil, ja nærum súmbolskur, samanborið við tað, sum serfrøðin, tað er Havstovan, mælir til. Havstovan mælir til at taka allar teir óbrúktu dagarnar hjá bólkunum 3, 4 og 5 úr skipinani umframt helvtina av teimum brúktu døgunum. Gýtingarstovnarnir hjá bæði toski og hýsu eru nevniliga niðanfyri minstamarkið fyri, hvussu smáir teir kunnu verða. Tað er serliga húkaflotin, sum troytir hesar stovnarnar, og tí er tað, at línuskipini eru tey, ið merkja niðurskurðin í fiskidagatalinum. Missurin hjá teimum fáu línuskipunum, ið missa, er eisini sera lítil í mun til tað, tey høvdu av døgum í fjør, og tey eru eisini priviligerað við rættindum aðrastaðni, til dømis á Flemish Cap, sum hevur verið eitt gott ískoyti seinastu árini. “Bara” at skerja dagatalið hjá teimum, sum primert fiska tosk og hýsu við netto 15 prosentum kann tó verjast við, at tað verður gjørt sum fyrsti liður í einari umsitingarætlan fyri tosk, hýsu og upsa, sum landsstýrismaðurin eisini leggur lunnar undir við uppskotinum um fiskidagar í ár. Sostatt tekur hann fram aftur umsitingarætlanina, sum var á borðinum hjá sonevndu makrelsamgonguni í 2011, stutta tíðarskeiðið, ið Sambandsflokkurin tá umsat fiskivinnumál. Síðani bleiv tó ikki meira gjørt við hesa ætlan. Við umsitingarætlanini er málið at fáa ásett eina sonevnda veiðireglu fyri hvørt fiskaslagið, sum tryggjar, at vit við tíðini hvørt ár fara at fiska júst ta nøgd úr hvørjum stovni, ið gevur bestu, varandi úrtøkuna. Eftir uppskotinum hjá landsstýrismanninum skulu vit røkka málinum um langtíðar-veiðireglur fyri tosk, hýsu og upsa í seinasta lagi um trý ár, í 2019. Tað er greitt, at tess linari átøkini eru einastaðni í tilgongdini, tess ógvusligari mugu tey gerast aðrastaðni. Tí er uppskotni nettoniðurskurðurin á 15 prosent bleytasta lendingin, vit kunnu gera nú. Og hesin niðurskurður fer heldur ikki at taka grundarlagið undan línuflotan, sum tær mest dapurskygdu røddirnar hava spátt, tí hann fer eisini fram eftir at hava atgongd at fiska á eitt nú Flemish Cap, sum áður nevnt, og við góðari planlegging av fiskiskapinum á ávikavist innaru og ytru leið eigur at bera til at tillaga raksturin soleiðis, at árinini av niðurskurðinum verða minimal. Á ytru leið svarar ein fiskidagur jú til...

Les meira

Børnini eru okkara dýrasta tilfeingi

, October 8, 2015

Børnini eru okkara dýrasta tilfeingi

Harra formaður Tað, at eg standi her í dag, kemur ikki av ongum… Sjálvandi… Eg valdi at stilla upp til løgtingsvalið og var so heppin av verða vald, kundi onkur sagt, og rætt er tað… Men fyri at eg, einsamøll mamma (einkja) við  børnum og aðrar kvinnur við mær hava henda møguleika, hava nógvar aðrar kvinnur stríðst ein harðan kamp í áravís… Enn í dag stríðast (og doyggja) kvinnur fyri hesum rættindum kring heimin. Tað er alneyðugt, at vit ikki taka hesi fyri okkum sjálvsøgdu mannarættindi fyri givið, men hvønn dag minna okkum á at hesi rættindi eru verd at verja.  Demokratiið er vert at hjúkla um. Eisini er vert at hugsa um, at rættindi, vit taka sum eina sjálvfylgju, ikki altíð hava verið tað, og at enn á døgum eru minnilutabólkar – eisini her í Føroyum, sum eru við skerdan lut.   At tosa um eina framskrivaða fíggjarlóg kenst eitt sindur løgið… Anstøðan (Bjørn Kalsø) førdi fram í gjár, at helst hevði nógv umtalaði samgongufundurin í gjár snúð seg um útveksling av ynskilistum… Nú er hetta sum sagt mín fyrsta røða og mítt fyrsta møti við eina fíggjarlógarviðgerð í tinginum. Eg loyvi mær tí at koma við einstøkum tonkum her – væl vitandi – at hetta kann tulkast sum enn ein ynskilisti J Fyri meg er fíggjarlógin tað skjalið, har vit vísa Føroya fólki, hvørjar Føroyar vit vilja hava.   Og fyri mítt viðkomandi kann eg beinanvegin avdúka eina av orsøkunum til, at eg yvirhøvur valdi at stilla upp: míni børn! Eg vil, sum onnur foreldur, at míni børn og onnur við teimum fáa ein tryggan og góðan uppvøkstur. Um eg skuldi fallið frá ella ikki kunnað tikið mær av teimum, eru onnur har at hjálpa.. Tá ið tey gerast størri, vóni eg, tey fáa møguleika at arbeiða og vónandi eisini útbúgva seg her. Um tey flyta í onnur lond, vóni eg, at Føroyar vera eitt nátúrligt val at flyta heimaftur til. Í undanfarnu løgtingssetu varð eitt sera áhugavert og gott arbeiði gjørt at greina avbjóðingarnar við fráflytingini. Heildarætlanin um fólkaflyting og fólkavøkstur gevur nógv góð boð um, hvussu vit kunnu venda gongdini. Eitt av átøkunum, tilmælt verður, er betri og longri barsil við øktari pápakvotu. Flest okkara munnu vera samd um, at børnini eru okkara dýrasta tilfeingi. Sum land hava vit í Føroyum bundið okkum til at halda ST barnarættindasáttmálan, sum ásetur  (við formansins loyvi?) ’at øll børn hava rætt til eitt virðiligt lív’. So sjálvandi er tað ikki í lagi, at børn vaksa upp í fátækraváða! Samgonguskjalið leggur dent á samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi, og væntandi síggjast hesi virði aftur í fíggjarlógini í 2. viðgerð Nógv tos var í gjár um at fáa javnvág á fíggjarlógina. Sum nýbyrjari í hesum høga tingi sat eg í gjár og undraði meg stórliga á, hví núverandi andstøða (fyrrverandi samgonga) ikki longu hevur samtykt tær lógarbroytingar sum skulu til fyri at røkka javnvágini, um tað er so einfalt…. Hendan samgongan er júst um at fara til verka, og andstøðan lastar okkum fyri manglandi tiltøk… Man Jenis av Rana hava grein í sínum máli, tá ið hann hugleiddi um ov nógv tos og ov lítla handling í gjár? Ikki veit eg, men vónandi og væntandi verður eisini handlað. Mín vón og ætlan er, at vit í Trivnaðarnevndini – har Jenis av...

Les meira

Løgtingið og Fíggjarnevndin tikið undir við uppskoti frá Tjóðveldi

, April 30, 2015

Løgtingið og Fíggjarnevndin tikið undir við uppskoti frá Tjóðveldi

Í dag hevur Løgtingið – eftir tilmæli frá samdari fíggjarnevnd – samtykt uppskoti frá Tjóðveldi. Talan er um eitt uppskot til samtyktar um, at fáa aðalorðaskifti um, hvussu vit best tryggja Føroyum ein fíggjarliga haldføran búskap og fíggjarpolitikk. Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur lagt málið fyri Løgtingið vegna Tjóðveldi. Orsøkin er, at verandi fíggjarpolitikkur ikki er fíggjarliga haldførur. Hvørki í dag og als ikki um vit hyggja nøkur ár fram í tíðina. Verður fíggjarpolitikkurin ikki broyttur, fara almennu Føroyar á húsagang yvir tíð. Tað er tí alneyðugt, at Løgtingið viðgerð hetta álvarsmál, og fær gjølla frágreiðing um støðuna, ið Løgtingið síðan eigur at hava aðalorðaskifti um.  Hetta skal síggjast sum eitt fyrsta stig at broyta verandi fíggjarpolitikk, so hesin verður fíggjarliga haldførur, og harvið leggur trygt grundarlag undir føroyska samfelagnum og vælferðarsamfelagnum fyri okkum øll og komandi ættarlið. Fyri fyrstu ferð nakrantið, kom Búskaparráðið við neyvum útrokningum og metingum um fíggjarligar haldførið í førda fíggjarpolitikkinum, í undanfarnu búskaparfrágreiðingini. Niðurstøðan var greið. Verandi fíggjarpolitikkur má broytast,  um landið ikki skal koma í stórar fíggjarligar trupulleikar yvir tíð. Og nú hevur Løgtingið so avgjørt, at Løgtingið skal hava eitt aðalorðaskifti um frágreiðingina hjá Búskaparráðnum, saman við uppskotum til átøk, ið kunnu gera búskapin og fíggjarpolitikkin haldføran nú og framyvir. “Fegnist um, at tað umsíðir er eydnast at fáa semju um eitt mál frá andstøðuflokki – í hesum føri Tjóðveldi – í fíggjarnevndini og á Løgtingi. Vit mugu venda halli til yvirskot, og vit mugu fáa javnvág í landshúsarhaldið bæði nú og yvir tíð. Skal hetta eydnast er neyðugt, at framd verða fleiri átøk, og at broyta verandi fíggjarpolitikk. Vóni og vænti at komandi aðalorðaskiftið um, hvussu vit fáa vent gongdini og skapt ein haldføran fíggjarpolitikk, kann skunda undir, at vit fáa sett kós móti einum haldførum og sjálvbjargnum føroyskum búskapi og landi – til gagns fyri alt fólkið í Føroyum”,sigur Kristina Háfoss. Uppskotið kann lesast her: http://www.logting.fo/files/casestate/15301/137.14%20U.t.s.%20um%20at%20tryggja%20Foroyum%20ein%20figgjarliga%20haldforan%20buskap.pdf Álitið frá samdari fíggjarnevnd kann lesast her:  http://www.logting.fo/files/casestate/15305/137.14%20Alit%20figgajarligt%20haldfori.pdf...

Les meira

Tjóðveldi fegnast um barsilsgrunn

, April 24, 2015

Tjóðveldi fegnast um barsilsgrunn

Løgtingið fer í dag at samtykkja uppskot um at seta á stovn ein barsilsgrunn, soleiðis, at barsilsgjaldið, sum allir lønmóttakarar og arbeiðsgevarar gjalda, ikki longur kann verða nýtt til onnur endamál.   Ferð eftir ferð at hava vit víst á tað órímiliga og óakseptabla í, at pengar verða tiknir frá borgarunum og vinnuni til ávíst endamál, fyri síðani at verða brúktur til heilt onnur endamál!   Stórt yvirskot brúkt til annað Í tingsetuni 2013 legði Tjóðveldi fyri Løgtingið uppskot um, at yvirskotið í barsilsskipanini skuldi oyramerkjast og ikki kunna nýtast til annað enn barsilsskipanina. Støðan var tá, at landið yvir 8 ár hevði tikið oman fyri 64 milliónir krónur ov nógv inn í barsilsgjaldi, ella í miðal góðar 8 milliónir krónur árliga. Hesin peningur kom ikki skipanini til góðar, men fór í “stórapot”, og varð sostatt nýttur til ymisk onnur endamál (Løgtingsmál 90/2013).   Eisini Løgtingsgrannskoðararnir høvdu átalað, at bara fyri árini 2010-2012 var yvirskotið í skipanini nærum 30 milliónir krónur, sum ikki vórðu nýttar til endamálið.   Tað er tí gleðiligt, at Jóhan Dahl, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, nú loksins er komin við hesum uppskoti um barsilsgrunn, ið hevur neyvt sama endamál sum uppskotið hjá Tjóðveldi – at tryggja, at yvirskot í barsilsskipanini kann flytast fram til komandi ár, so pengarnir eru tøkir til at fíggja broytingar í barsilsskipanini. Eisini ber til at nýta yvirskot okkurt árið til at fíggja møgulig undirskot onnur ár.   Skipanin stigvíst bøtast Júst tí, at stórt yvirskot var í skipanini, valdi CHE-samgongan í 2008 alt fyri eitt at leingja barsils-skipanina við 8 vikum, umframt at styrkja rættindini hjá pápanum til barsilskvotu, og gera skipanina eitt vet meira smidliga. Tjóðveldi hevur tvær reisur roynt at fingið undirtøku fyri at leingja barnsburðarfarloyvið við 8 vikum afturat, og gera skipanina munandi meira smidliga, so foreldur í størri mun kunnu tillaga farloyvið til tørvin hjá tí einstøku familjuni (Løgtingsmál 49/2012 og 20/2013). Undirtøka hevur ikki verið fyri hesum, men farnu tingsetu fekk landsstýrismaðurin samtykt eitt uppskot um at leingja barsilssfarloyvistíðina við 4 vikum, og sostatt verður størri partur av pengunum brúktur til ásetta endamálið. Stórur tørvur er á at gera skipanina munandi meira fleksibla, so foreldur í størri mun kunnu laga farloyvistíðina til tørvin hjá tí einstøku familjuni.   Tjóðveldi heilsar barsilsgrunninum væl komnum, og tekur av fullum huga undir við málinum. Vegna Tjóðveldi Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í arbeiðsmarknaðarmálum tlf...

Les meira

Sjey uppskot hjá Tjóðveldi til 1. viðgerð í tinginum í dag

, March 19, 2015

Sjey uppskot hjá Tjóðveldi til 1. viðgerð í tinginum í dag

Á tingfundinum í dag, eru sjey uppskot hjá Tjóðveldi til 1. viðgerð, tað eru uppskot  ið fara í Mentanarnevndina, Rættarnevndina og Uttanlandsnevndina til víðari viðgerð Málini ið fara í Mentanarnevndina kunnu takast niður her Uppskot til samtyktar um eftirútbúgving á Fróðskaparsetrinum Uppskot til samtyktar um at fyrireika bygging av fótbólthallum í Føroyum Uppskot til samtyktar um at skipa eina bjargingarætlan fyri føroyskum bátasmíði og fyri føroyska bátinum Uppskot til samtyktar um at byggja lestraríbúðir Uppskotið ið fer í Rættarnevndina kann takast niður her: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum uppskotið ið fer í Uttanlandsnevndina kann takast niður her: Uppskot til samtyktar um at søkja limaskap í EFTA og at samráðast um...

Les meira

Aðalorðaskifti um gjaldoyrapolitikk

, March 10, 2015

Aðalorðaskifti um gjaldoyrapolitikk

Í dag skal Løgtingið hava 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar, ið Kristina Háfoss, løgtingskvinna, hevur lagt fram vegna Tjóðveldi Hvør gjaldoyrapolitikkur er tann besti fyri fólkið, vinnulívið og landið? Hetta er eitt mál, ið Løgtingið skal hava aðalorðaskifti um, stendur tað til Tjóðveldi. Í dag skal Løgtingið hava 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar, ið Kristina Háfoss, løgtingskvinna, hevur lagt fram vegna Tjóðveldi. Stórar rembingar eru á gjaldoyramarknaðnum í hesum døgum. Í januar mánaða mátti Sveis sleppa sínum fastkurspolitikki mótvegis evruni, og sjáldan hevur krónan verið undir so hørðum trýsti sum seinastu tíðina. Bara í januar mánaða valdi danski tjóðbankin at styrkja gjaldoyragoymsluna við yvir 106 milliardum krónum, og er gjaldoyragoymslan nú søguliga stór. Eisini steðgaði danski tjóðbankin søluni av donskum statslánsbrøvum herfyri. Hetta var søguligt. Og alt í eini roynd at verja fastkurspolitikkin hjá krónuni mótvegis evruni. Um eisini danski tjóðbankin má sleppa fastkurspolitikkinum, og letur krónuna flóta frítt, verður væntað, at krónan kemur at hækka umleið 15% í virði í mun til evruna. Hetta kann fáa ovurstórar avleiðingar, eisini her í Føroyum. Tí hetta merkir eitt nú, at: – virðið av útlendskum virðisbrøvum og ognum minkar – pensjónsuppsparing, ið m.a. er sett í útlendsk virðisbrøv, minkar í virði – kappingarførið mótvegis útlondum versnar – útflutningurin minkar og løntakaratalið minkar Talan kann sostatt gerast um umfatandi avleiðingar. Mælt verður til, at Landsstýrið leggur frágreiðing fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis, við tí endamáli at fyrireika Føroyar til møguligar broytingar fyri framman á gjaldoyramarknaðinum, og fyri at fáa eina veruliga viðgerð og støðutakan á Løgtingi og í Landsstýri til gjaldoyrapolitikk Føroya. Tí tað er ov seint at byrja at viðgera málið, tá broytingarnar eru hendar. Landsstýrið og Løgtingið eiga at viðgera og taka støðu til, hvør gjaldoyraloysn og hvør gjaldoyrapolitikkur er tann besti fyri Føroyar bæði í verandi støðu, og um stórar broytingar henda á altjóða gjaldoyramarknaðinum í nærmastu framtíð. Uppskotið til samtyktar og eitt komandi aðalorðaskifti kunnu leggja lunnar undir hesa støðutakan. Uppskotið kann lesast á logting.fo Á Løgtingi, 10. mars 2015 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri...

Les meira

Ikki eggja fólki at taka lán til virðisbrøv

, November 18, 2014

Ikki eggja fólki at taka lán til virðisbrøv

Tjóðveldi hevur lagt fram tvey lógaruppskot á Løgtingi um at steðga eggjan til lántøku til keyp av virðisbrøvum, og um at avmarka fíggjarliga váðan av útlendskum bankavirksemi. Lóggáva skal ikki eggja fólkum til at taka lán til at keypa virðisbrøv
. Eitt lógaruppskot, ið tekur burtur ta lógarbroyting í kapitalvinningslógini, sum samgongan í 2006 valdi at fremja, tá umræður, at loyva fólkum, at rentuútreiðslur, sum stava frá lántøku í sambandi við keyp av virðisbrøvum, skuldu kunna mótroknast í kapitalvinningi. Henda lógaráseting gjørdi tað meira fíggjarligt áhugavert fyri fólk at taka lán fyri at gera íløgur í virðisbrøv, tí við hesum kundu fólk mótrokna rentuútreiðslur til lán, ið tey tóku fyri at keypa virðisbrøv, í møguligum vinningi í sambandi við virðisbrøvini. Harvið skuldi minni skattur rindast av vinninginum. Við hesi lógarbroyting sendið táverandi samgonga og Løgtingið samstundis eisini fráboðan til fólk um, at ynskt varð at skunda undir lántøku í samband við keyp av virðisbrøvum. Hetta var eisini nakað, ið fleiri fólk valdu at gera, og eru fleiri eisini komin fíggjarligar trupulleikar av hesum eftir at partabrøvini eru fallin í virði, ella heilt hava mist teirra virði. Eftir standa fólk við láninum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at bara í 2006 og 2007 læntu privatfólk uml. 200 milliónir krónur til at keypa virðisbrøv fyri eftir nýggju regluni um mótrokning av rentum av lánum í kapitalvinningi. Hetta bendir á, at skattafyrimunurin hevur verið við til at skunda undir lántøku til keyp av partabrøvum. Fyri at at tryggja, at lóggávan ikki framhaldandi óneyðugt eggjar fólkum til, at taka lán fyri at gera íløgur í virðisbrøv, verður lógaruppskot lagt fram, ið tekur burtur ásetingina, ið heimilar mótrokning av rentum, sum stava frá lántøku hjá persónum í sambandi við keyp av partabrøvum. Hetta verður galdandi fyri lán framyvir, og er sostatt ikki galdandi fyri tey, ið longu hava sett seg í skuld. Avmarka samfelagsliga váðan av útlenskum bankavirksemi Eisini leggur Tjóðveldi fram uppskot til samtyktar um, at fáa tikið ítøkilig stig at avmarka váðan hjá føroyska samfelagnum við atliti til útlendskt virksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum, herundir tryggja, at útlendskt bankavirksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum, verður skipað í felagi fyri seg. Tað er gleðiligt at føroyskar fyritøkur menna seg bæði í og uttanfyri Føroyar – tá hetta er ein fyrimunur fyri fólkið í Føroyum – men samstundis vísir søgan greitt, at uttan mun til, hvørjar trygdir annars tykjast at vera, so kemur eitt stórt trýst á landsstýrið, landskassan og skattgjaldaran, tá bankar eru komnir í fíggjarligar trupulleikar. Virksemið í Føroyum er ein partur av váðanum, meðan virksemið uttanlands kann gerast ein so ómetaliga nógv størri fíggjarligur váði. Ein váði, ið kann gerast fleirfaldaður í mun til føroyska búskapin og framleiðsluna. Meðan samlaða føroyska framleiðslan – bruttotjóðarúrtøkan – í 2014 er um 15 mia. kr. (meting hjá Búskaparráðnum ), so hevur størsti føroyski peningastovnurin ein javna á nærum 17 mia. kr. Ein máti at tryggja neyvari innlit og at avmarka samfelagsliga váðan í framtíðini er, at framt verður eitt uppbýti av virkseminum innanlands og uttanlands. Hetta soleiðis, at útlendskt bankavirksemi verður skipað í felagi fyri seg, og virksemið í Føroyum verður skipað í felagi fyri seg. Hetta vil eisini tryggja størri gjøgnumskygni í mun til virksemið í og uttanfyri Føroyar, hjá føroyska fíggjargeiranum. Mælt verður tí til, at Landsstýrið ger neyðugar metingar og greiningar, fyri síðan at leggja...

Les meira

Uppskot um broyting í løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn

, March 28, 2012

Løgtingsmál nr. 181/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn § 1. Í løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn verður í § 8 aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: ”Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru eisini galdandi, tá ið landsstýrismaðurin velur ella útnevnir limir til aðrar nevndir, ráð, umboð ella líknandi.” Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3. § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kap. 1. Almennar viðmerkingar § 8 í javnstøðulógini sigur soleiðis um nevndir og ráð: Allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, skulu verða sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir. Sama er galdandi fyri tær nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum Løgtingið og bý- og bygdaráðini útnevna, tá ið tey, ið útnevnast skulu, ikki nýtast at vera løgtings- ella bý/bygdaráðslimir. Stk. 2. Tá ið serligar grundir eru fyri tí, kann Javnstøðunevndin geva undantaksloyvi í hvørjum einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær. Ásetingin um javnstøðu røkkur sostatt ikki inn í partafeløg, sum tað almenna eigur, ella eigur í. Við broytingini verður tað eitt krav, at tá tað almenna – til dømis landsstýrisfólk – velur nevndarlimir til partafeløg, skulu umleið eins nógvir limir av hvørjum kyni veljast. CEDAW-nevndin (Convention on the Elimination of Discrimination against Women) hjá ST vísir í síni seinastu frágreiðing á, at myndugleikarnir kunnu gera meira fyri at fremja javnstøðu í Føroyum. Nevndin mælir beinleiðis til at fremja kynsrættan (gender mainstreaming) í fyrisitingarligum og løgfrøðiligum arbeiði og seta fyribils kvotuskipanir í verk fyri at stimbra tilgongdini móti fullari javnstøðu. Og her vísir nevndin serliga á manglandi javnstøðuna á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Uppskotið fylgir sostatt hesum tilmæli við at víðka kvotuskipanina, sum longu er í grein 8, til eisini at fevna um vinnuligt virksemi hjá tí almenna. Hyggja vit eftir okkara samfelag sum heild, so er eyðsýnt, at lutfallið av kvinnum í mun til menn í eitt nú nevndum, leiðarastørvum, í politikki og sum meiningsmyndarar er lágt í mun til kynjabýtið annars. Hetta merkir, at nógv færri kvinnur enn menn eru við til at taka tær avgerðir, sum ávirka gongdina í samfelagnum. Hetta merkir eisini, at tey, ið taka avgerðir og velja fólkini til ymiskar sessir, ikki hava ein nóg breiðan skara at velja ímillum, tá fólk skal veljast til vinnuligar nevndir og stjórnir. Uppskotsstillararnir halda, tá landið gongur á odda og vísir, at javnstøða eisini er galdandi fyri vinnuligt virksemi, so fer tað privata at fylgja eftir. Uppskotið er tí eisini ætlað at eggja bæði landsstýrisfólkum og vinnuni at gera ein javnstøðupolitikk í mun til kynsjavnvág í nevndum og stjórnum hjá vinnuligum fyritøkum. Lógarbroytingin leggur upp til, at í teimum førum, har fleiri partaeigarar eru, átekur landið sær at samskifta við hinar partaeigararnar um nevndarval soleiðis, at javnstøða verður tryggjað í nevndunum. Uppskotssetararnir leggja dent á, at tað altíð eru royndir og førleikar, sum eiga at verða sett fremst, tá nevndarlimir verða valdir. Tað ber væl til, at finna væl skikkaðar persónar av báðum kynum til allar nevndarsessir í almennum partafeløgum, og halda uppskotssetararnir tí ikki nakra orsøk vera til, at almenn partafeløg eru undantikin ásetingini um javna umboðan eftir § 8. Kap. 3. Serligar viðmerkingar Til § 1 Við broytingini...

Les meira

Uppskot um at samskipa tilboð til fólk við serligum tørvi

,

Løgtingsmál nr. 185/2011: Uppskot til samtyktar um samskipan av tænastum til føroyingar við serligum avbjóðingum Løgtingið heitir við hesum á landsstýriskvinnuna í almannamálum um – saman við landsstýrismonnunum í heilsumálum, mentamálum og vinnumálum – í 2012 at gera og leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvussu vit til fulnar samskipa tænastur til føroyingar við serligum avbjóðingum, fyri at veita eina so góða tænastu sum møguligt, herundir m.a. tryggja at føroyingar við serligum avbjóðingum frameftir bara skulu venda sær til eitt stað fyri at fáa neyðugu tænastuna. Viðmerkingar Vit hava seinastu árini ment sernámsfrøðiliga økið. Enn er tó langt eftir á mál, áðrenn vit veita tað samskipaða tilboðið, ið brúkarin hevur tørv á. Settar eru á stovn nógvar ymsar tænastur tvørtur um aðalráð, tvørtur um stovnar og tvørtur um land og kommunur. Sera trupult er at fáa neyðuga yvirlitið hjá einstaka brúkaranum, og skal viðkomandi og/ella familja og avvarðandi venda sær til ótalligar dyr, áðrenn komið er á mál við einum heildartilboði. Tí verða somu upplýsingar ofta givnar og viðgjørdar fleiri staðni, og óneyðugt dupultarbeiði í stóran mun framt. Hartil verður eingin persónlig menningarætlan ella uppfylging gjørd. Neyðugt er, at brúkarar frameftir kunnu venda sær til eitt stað, ið samskipar øll viðurskifti vegna brúkaran. Á henda hátt verður tryggjað ein skjót og góð tænasta. Samstundis kann størri samskipan tryggja størri samstarv tvørturum ymsu eindirnar. Hetta fer aftur at bera við sær størri vitanardeiling, betri gagnnýtslu av førleikum, og at fleiri og betri tænastur kunnu veitast. Dømi um nakrar stovnar og tænastur, sum brúkarar í dag skulu venda sær til fyri at fáa heildartænastu: • Ráðgeving (Sernám íroknað fyrrverandi NSR-tænastur) • Umlætting og ymsar stuðulsskipanir (Almannastovan/Nærverkið) • Hjálpartól og ráðgeving (HTM – partur av Almannastovuni) • Uppfylging, kanningar, greining v.m. (Landssjúkrahúsið, kommunulækni, Sernám) • Stuðulsfólkatænasta til børn og vaksin (Nærverkið/Almannastovan) • Dagrøkt/vøggustova/barnagarður (Kommunan) • Fólkaskúlar kring landið, ið hava serstovur (t.d. autismu ella fjølbrek) (Kommunan) • Skúlin á Trøðni og Rásin (Mentamálaráðið) • Bústovnar og vardar bústaðir • Verkstaðir (Nærverkið/Almannastovan) • Vard størv (Ymiskt) Nógv fíggjarlig orka verður løgd í ymsu økini, tó uttan at henda kemur brúkaranum so nógv til góðar, sum hon hevði, um tænasturnar í størri mun vórðu samskipaðar. Heimtøka av tænastum Eisini verða í dag nógvir føroyingar sendir av landinum á hvørjum ári, tí neyðuga tænastan ikki verður veitt í Føroyum. Í alt verða 43 mió. kr. nýttar í 2012 til hetta endamál. Hóast tað altíð fer at vera tørvur hjá nøkrum at fara uttanlands, so fer við røttu samskipan av tænastum at verða møguligt at kunna bjóða somu ella betri tænastur fyri somu játtan í Føroyum, tá umræður tey flestu. Neyðugt verður tó, at stig verða tikin til at skapa hesi tilboð í verki, og skal hetta tí eisini vera eitt mál hjá sernámstænastuni. Arbeiðsbólk at gera uppskot Fyri at røkka hesum málum verður mett rætt, at settur verður ein arbeiðsbólkur við umboðum frá Almannamálaráðnum, Mentamálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Vinnumálaráðnum, kommununum og Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, ið umboðar 24 limafeløg, ið skal gera ítøkiliga frágreiðing um og uppskot til, hvussu vit frameftir umskipa og samskipa tær eindir, sum í dag virka á økinum. • Sameinda sernámstænastan skal ikki vera ein nýggjur stovnur afturat verandi, men skal fevna um ein ella fleiri av verandi stovnum, umframt samskipa tvørtur um eindir, sum virka í dag. Sum mest synergi skal fáast...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um barnaumboð

,

Løgtingsmál nr. 173/2011: Uppskot til løgtingslóg um barnaumboð § 1. Eitt umboð undir Løgtingsins Umboðsmanni, ið tænir børnum, bøtir um barnakor og tekur sær av teimum rættindum og tí tørvi, ið børn hava sambært hesari lóggávu, verður sett. Stk. 2. Børn eru í hesum føri einstaklingar yngri enn 18 ár. § 2. Landsstýrismaðurin setir barnaumboðið í eitt 5 ára skeið. Barnaumboðið kann bara loysast úr starvi eftir reglunum í kap. 5 í løgtingslóg um tænastumenn. Stk. 2. Um serligar umstøður gera seg galdandi, ber tó til at seta umboðið av nýggjum í mesta lagi í 5 ár aftrat, uttan at starvið verður lýst leyst. Stk. 3. Barnaumboðið skal hava lokið prógv við viðkomandi útbúgving. Er barnaumboðið ikki løgfrøðingur, skal løgfrøðingur knýtast at arbeiðnum hjá barnaumboðnum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir løn og onnur setanarviðurskifti barnaumboðsins. Barnaumboðið kann ikki vera í øðrum løntum starvi og kann ikki átaka sær uppgávur, sum órógva barnaumboðsstarvið. § 3. Barnaumboðið skal virka fyri, at landsstýrið, kommunur og stovnar, skipaðir undir hesum, einstaklingar, feløg og einstaklingasamtøk virða rættindi, tørv og lógarætt barna. Umboðið skal haraftrat seta fram uppskot og koma við ábendingum um, hvussu børn kunnu fáa betri samfelagsligar sømdir. Stk. 2. Barnaumboðið skal serliga leggja dent á: a) at viðgera innkomin mál og taka mál upp av sínum eintingum, b) at elva til samfelagskjak um barnaumstøður og barnakor, og koma fram við og vísa á uppskot, ið betra um rættartrygdina hjá børnum og ávirkan teirra á samfelagið, c) at arbeiða fyri, at altjóðareglugerðir um barnarættindi og barnavælferð, sum samtyktar eru at seta í verk í landinum, verða virdar, og minna á, at hesar reglugerðir eru galdandi, d) at taka stig til hóskandi tiltøk, um mett verður, at landsstýrið, kommunur ella stovnar, skipaðir undir hesum, einstaklingar, feløg ella einstaklingasamtøk, hava gjørt seg inn á børn viðvíkjandi rættindum teirra, tørvi og samfelagskorum, annaðhvørt við sínum dagliga atburði ella við líkasælu og misrøkt, e) at kunna fólk um lógir og rættarreglur, ið eru galdandi í sambandi við børn og ung, og birta upp undir gransking á hesum øki. Stk. 3. Um barnaumboðið metir, at brot er framt á § 3, stk. 2, litra d, skal umboðið koma við hóskandi, próvgrundaðari frágreiðing til tey, sum varða av, og koma við uppskotum, ið kunnu bøta um hesi viðurskifti. Stk. 4. Í sambandi við byggimál, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hýsa børnum og barnavirksemi, skal barnaumboðið kunnast um byggingina, áðrenn bygt verður. § 4. Barnaumboðið kann seta eitt barnaráð við 5 limum. Stk. 2. Limirnir skulu hava í minsta lagi miðallanga viðkomandi útbúgving á barna-, heilsu-, familju- ella sálarfrøðiliga økinum. Limirnir verða valdir í eitt 5 ára skeið. Stk. 3. Barnaumboðið ger nærri reglugerð viðvíkjandi virksemi barnaráðsins. § 5. Øll kunnu koma við eini áheitan til barnaumboðið. Stk. 2. Barnaumboðið kann sjálvt taka mál upp til viðgerðar og kann viðgera mál, tá ið umboðið fær próvgrundaðar ábendingar. Barnaumboðið ger sjálvt av, um ein ábending er verd at verða viðgjørd. Stk. 3. Barnaumboðið viðger ikki ósemjur millum einstakar persónar, men tey, sum koma til barnaumboðið vegna ósemjur, fáa kunning um fyrisitingarlig og løgfrøðilig rættindi og loysnir. § 6. Tagnarskylda er galdandi, men kortini skal fyrisitingin veita barnaumboðnum allar upplýsingar, ið hildnar vera neyðugar. Á sama hátt skulu einstaklingar, feløg og einstaklingasamtøk geva barnaumboðnum allar upplýsingar, ið mettar vera neyðugar, arbeiði barnaumboðnum til frama,...

Les meira