Lýsing

Aðalstjórn

  • Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, aðalstjórnarforkvinna
  •  Høgni Hoydal, floksformaður
  •  Hervør Pálsdóttir, næstforkvinna
  •  Eirikur í Jákupsstovu, umboð fyri tingmanningina
  •  Bergdís Ester Gisladóttir, peningarøkil
  •  Bárður Gunnarstein Nielsen, Suðuroyar Tjóðveldisfelag
  •  Jenus í Trøðini, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag
  •  Gudny Vang, Eysturoyar Tjóðveldisfelag
  •  Anfinn í Toft, Norðya Tjóðveldisfelag
  •  Eir Pálsdóttir, Sandoyar Tjóðveldisfealg
  •  Heini Hátun, Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag
  •  Sølvi Simonarson, Vága Tjóðveldisfelag
  • Jógvan Jón Henriksen , Unga Tjóðveldið

_____________________________________________________________________

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, aðalstjórnarforkvinna
Telefon: +298 270115
@: Sigrid.dalsgaard@gmail.com

Skrivarar:
Áki Andreasen, floksskrivari
Telefon: 229946
@: loysing@olivant.fo

Heidi Lava Elgeirsdóttir
Telefon: 711946
@: heidie@logting.fo

Í skipan floksins stendur m.a. um aðalstjórn:

Kapittul 8
Val av aðalstjórn

  • 22.Aðalstjórnin hevur 13 limir og 9 tiltakslimir, sum verða valdir fyri 1 ár í senn.
    Stk. 2. Økisfeløgini velja 7 limir og 7 tiltakslimir, Unga Tjóðveldið kann velja 1 lim og 1 tiltakslim. Tá ið flokstingið verður sett fær tingforfólkið fráboðan um, hvørji eru vald.

Stk. 3. Flokstingið velur 4 limir, og tingbólkurin velur 1 lim og 1 tiltakslim.

1) Flokstingið velur floksforfólkið. Í uppskoti kunnu bara vera teir limir floksins, sum eru valdir í løgtingið.
2) Flokstingið velur eitt næstforfólk, sum eisini verður aðalstjórnarforfólk. Í uppskoti kunnu ikki vera løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins.
3) Flokstingið velur eitt næstforfólk við ábyrgd fyri samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin. Í uppskoti kunnu bara vera teir limir floksins, sum eru valdir í løgtingið.
4) Flokstingið velur kassameistara. Í uppskoti kunnu ikki vera løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins.
5) Tingbólkurin velur sínámillum eitt umboð og ein tiltakslim í aðalstjórnina. Hetta umboð virkar eisini í staði næstforfólksins við ábyrgd fyri samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin, um hesin hevur forfall.

Stk. 4. Umboðið fyri tingbólkin virkar í staði næstforfólksins við ábyrgd fyri samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin, um hesin hevur forfall. Fara bæði floksforfólkið og næstforfólkið í landsstýrið, tekur umboðið fyri tingbólkin næstforfólksins stað, so leingi hetta er í landsstýrinum, meðan tiltakslimurin tekur sæti í aðalstjórnini fyri valda umboðið hjá tingbólkinum.

Kapittul 9
Aðalstjórnin

  • 24.Aðalstjórnin skal serstakliga virka fyri neyvum samstarvi millum øll liðini í bygnaði Tjóðveldis.
    § 25.Forfólkið í aðalstjórnini kallar stjórnina saman regluliga og í minsta lagi 10 ferðir árliga.
    Stk. 2. Aðalstjórnin skal kallast saman, tá ið í minsta lagi tveir aðalstjórnarlimir ella floksforfólkið krevja tað.
  • 26. Aðalstjórnin hevur ábyrgdina fyri rakstrinum av floksskrivstovuni.

Stk. 2. Aðalstjórnin ger eina ársætlan fyri politiska virksemi floksins uttan fyri parlamentariska arbeiðið.

Stk. 3. Ársætlanin verður framd í samstarvi við økisfeløgini og tingmanningina