Lýsing

Jóhan Christiansen

65Vælkomin 🙂

Her kanst tú stutt lesa um, hvat eg standi fyri politiskt.
Eg eri fyrst og fremst loysingarmaður, og er tað tí snúðingspunktir um mín politikk. Og Tjóðveldi umboðar hetta sera væl.
Fyri at loysa okkum úr hafti við Danmark, so mugu føroyingar vera tryggir við tað. Tað er bert føroya fólk, sum kann loysa.
Tær fríu og frælsu Føroyuar eg síggi fyri mær, eru samhaldsfastar, har allir borgara hava javnbjóðis rættindir og møguleikar. Har øll hava møguleikan at liva og virka, og hava eina “rødd”. Eisini tey ein ikki er samdur við.
Har tilfeingi og umhvørvi ganga “hond í hond” saman við borgarunum. Har stórar og sterka fyritøkur eru, og eru við til at útbyggja okkara frálíka Vælferðarsamfelag.
Um meg:
Eg eri 45 ár. Giftur við Elsebeth og vit eiga 2 døtrar. Malan sum er 18 ár, og Sólvá sum er 15 ár. Eg havi altíð verið sera áhugaður í samfelagsviðurskiftum, og hava lisið Stjórnmálafrøði. Eg havi arbeitt nógv ymiskt. Alt frá at hava engt, róð út, á fiskavirki, sum laksaalari, fíggjarleiðari, borgarstjóri og til í dag at vera skipari á einum taraalingarbáti.
Í frítíðini brúki eg nógv tíð úti í náttúruni; við seyðahaldi og seyðahundum. Í løtuni røkti eg ein haga í Kunoy, og eri fjallmaður í ymiskum høgum