Forsídubreddi

Bjørt Samuelsen

Møguleikar og menning fyri alt landið!

Vinna: Íverksetan, skapanarhugur, førleikar – føroysk framleiðsla og loysnir.

Heilsa: Eitt savnað dygt heilsuverk – tænasta til borgaran setast fremst.

Orka: Miðvís útbygging av varandi orku – grøn orka í hvørt hús og heim.

Vitan: Úbúgving, gransking og lestrarumhvørvi – framtíðartrygging.

Mentan: List, móðurmál, skapanarhugur – grund undir menning okkara.

Náttúra: Verja fjølbroytnið og margfeldið – framtíðarumhugsni.

Rættindi: At virka, liva, verða vard og ávirka – øll javnsettan møguleika.

Sjálvræði: Fáa somu møguleikar sum onnur lond – virka frítt í heiminum.

Hesi eru politisku mál míni

Undir øllum mínum politiska virksemi liggur ein grundleggjandi hugsjón um álit á egnari megi og mátti, sum eg meti vera eina fyritreyt fyri framburði, bæði hjá tí einstaka, hjá vinnuni og hjá tjóðini. Samhaldsfesti – tað at vit taka okkum hvør av øðrum, og tolsemi – tað at vit rúma ymiskleikanum, er ein sterk grund undir einum væl virkandi og trivnaðarríkum samfelag. Tað byrgir fyri, at gjáir millum samfelagbólkar laða samfelagið sundur. Og tað fremur eitt samfelag, har øll kenna seg hoyra til, fáa møguleikan at nýta givin evni og geva sítt íkast til samfelagið. Tí er samhaldsfesti eisini góður búskaparpolitikkur.

Vinnpuolitikkur, grøn orka og heilsupolitikkur hava fylt nógv í politiska arbeiði mínum, umframt umhvørvi, list og mentan, sum fáa alt ov lítla rúmd í politiska rúminum. At vera við til at skapa eitt lestrarumhvørvi við fjølbroyttum útbúgvingum og góðum bústaðarmøguleikum, liggur mær eisini á sinni. Og so haldi eg tað vera serstakliga umráðandi, at vit venda kikaranum og síggja møguleikarnar fyri vøkstri og trivnaði, eisini í útjaðaranum og á útoyggj, heldur enn bert at síggja avbjóðingarnar. Tí tess størri part av landinum, vit útbyggja og fáa at spretta, tess meira veksur land okkara.

Føroyar eru okkara land og okkara ábyrgd! Fá lond hava fingið so stórt ríkidømi borið í lógvarnar, sum vit. Men, tað skulu ikki bert vera tey heilt fáu, sum fáa lut í ríkidøminum. Nógv kann gerast betri, enn tað, sum gjørt hevur verið politisk seinnu árini. Og eg havi stórt álit á framtíðini. Tí, megin at lyfta land okkara framá og skipa eitt sjálvstøðugt land, sum kann virka á jøvnum føti við øll onnur heimsins lond – hon býr í Føroya fólki!

Tá fólkið tekur fulla ábyrgd og setir fokus á møguleikarnar – er framtíðin bjørt!

Bakgrund mín

Eri uppvaksin í Havn og flutti 19 ára gomul eitt skifti til París og síðani til Keypmannahavnar at lesa á Den kgl Veterinær- og Landbohøjskole, har eg tók prógv sum kandidatur í bromatologi – matvøruverkfrøði.

Seinni gekk leiðin til Oslo at lesa til journalist á Norsk Journalisthøgskole. Í Norra fingu vit børn okkara, og fekk eg starvsroyndir á Aftenposten, Forbrukerrapporten og á NRK1. Aftaná nærum 16 ár í útlegd, fluttu vit heim við ársenda í 2000. Her havi eg starvast í útvarpinum, sjónvarpinum, sum kunningarráðgevi í Tinganesi, undirvíst á Fróðskaparsetrinum, umframt rikið mína egnu fyritøku.

Í november 2007 stillaði eg fyri fyrstu ferð upp til Fólkatingsval, og í januar 2008 til Løgtingsval, har eg varð vald við dyggum stuðli. Mítt fyrsta álitisstarv í politikki, var sum landsstýriskvinna í vinnumálum í 2008, undir CHE-samgonguni. Hetta var ein óvanliga spennandi og avbjóðandi tíð, har vit fingu nógv av skafti, hóast stjórnartíðin gjørdis alt ov stutt.

Í Løgtinginum var eg fyrra valskeiðið umboð í Vinnunevndini og Rættarnevndini, og hetta seinna skeiðið havi eg sitið sum næstforkvinna í Vinnunevndini, limur í Trivnaðarnevndini, umframt varalimur í Uttanlandsnevndini. Eisini eri eg virkin varalimur í Norðurlandaráðum. Havi í Norðurlandaráðnum verið við til at lagt fram fleiri uppskot, og javnan havt høvið at luttikið í kjaki – eitt nú í USA um javnstøðu og í Norra um tættari heilsupolitiskt samstarv millum Norðurlond.

Míni frítíðarítriv eru at renna, sjósvimja, lesa ella bara hugna við familjuni.

Eg eri gift Peter S. Østergård, djóralækna, og eiga vit børnini Ragnhild Petursdóttir Østergård (1994) og Torstein Bjartarson Østergård (1999), umframt hundin Storm.

Limur í

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag
Reyði Krossur Føroya
Krabbameinsfelagið
Felagið føroysk seglskip
Havnar Svimjifelag
Bragdið
Tøkum Lætt
Cøliakifelag Føroya
Kvinnufelagið í Havn
Fólkakirkjuni