Lýsing

Høgni í Stórustovu

Vælkomin á mína síðu.

Navn: Høgni í Stórustovu f. 19. mars 1965

m.a. maður, pápi, abbi, sonur, bróður, vinur, løgfrøðingur og deildarleiðari

Eg eri giftur við Jónu og eru vælsignaði við børnunum Trónd, Brand og Báru og teim 4 abba- og ommudøtrunum Tinnu, Fípu, Rosu og Minnu. Tey eru øll partur av mínum eydnusama lívi og ítøkiliga ein av høvuðsorsøkunum fyri at eg valdi at stilla upp fyri Tjóðveldi.

 

Politiskt eri eg síðan 2019 sera provokeraður av polittisku vanstyringini og forfordeilingini av Føroya fólks ríkidømi, og tískil stendur eitt tilsvarandi stórt stríð fyri durum, sum eg av øllum kasti meg inn í sum valevni hjá Tjóðveldi.

 

Millum míni politisku hjartamál er at ríkidømi frá náttúruognum Føroya fólks kemur út í øll heim í Føroyum, at vit fáa tjóðarsjálvsálitið upp so vit órædd skipa okkum sum eitt frælst fólkaræði við einum sjálvstøðugum og sterkum búskapi.

 

Eisini vil eg arbeiað fyri at fáa ein arbeiðsmarknaðarpolitikk á polittiska breddan, sum er skipaður út frá sterku dygdunum hjá samlaða arbeiðsgevaralandslagnum og samlaðu arbeiðsmegini í Føroyum.

 

Millum dygdir mínar er at duga at fáa hugsjónir og tankar at gerast veruleiki og dugi væl við fólki. Standi treytaleyst upp fyri tí eg trúgvi uppá og geri vart við órættvísi og fjandanskap, har eg møti hesum. Somu uppgávu vil eg spenna meg fyri í politiska arbeiðnum fyri tjóð og Tjóðveldi.

 

Um meg sjálvan.

Annars eri eg føddur og uppvaksin í Havn, ongantíð verið til skips, men frá barnsbeini verið í dagrøkt, vøggustovu, barnagarði og tað gevur harða húð á knøini, men eitt bleytt hjarta.

 

Síðan 2009 havi eg verið deildarleiðari á Arbeiðsloysiskipanini og kenni sera væl føroyska og norðurlendska arbeiðsmarknaðin. Ikki minst kenni eg hvat arbeiðsloysi kann gera við fólk, og tí týdningin av at fólk sleppa at virka í samfelagnum við sínum dygdum og førleikum til gangs fyri seg sjálvi, síni og samfelagið alt.

 

Starvsleið fram til 2009.

Fram til eg fór á HF í 1986 var almikið av arbeiði og eg royndi m.a sum gartnara,, ørindadrong, vaski-, arbeiðs- og skrivstovufólk og í 1988 til juli 1989 eitt ár á avskipingardeildini á Føroya Fiskasølu.

 

August 1989 til februar 1995 las løgfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn

 

Mars 1995 til juni 1997løgfrøðingur á ALS.

 

August 1997 til november 1999  fulltrúi í Vinnumálaráðnum við málsøkjunum arbeiðsmarknað,ferðslu, umhvørvi, rúsdrekkalóg og trygging – málsøkiri sum eitt skifti hoyrdu undir fýra ymsar landsstýrismenn.

 

November 1999 -2005 Tryggingarfelagið Føroyar -løgfrøðingur á skaðadeildini og seinni í 2000 deildarstjóri fyri skaðadeildina. Skaðadeildin fevndi bæði um privat- og vinnuskaðapartin við ábyrgd av starvsfólkahópi, sum arbeiddi innan økini bilsýn, bygningssýn, skaðarenovering, skaðaviðgerð av bil-, privat- & vinnuskaðum og vanlukku/arbeiðsskaðum. Í í 2003 varð økið sum deildarstjóri víðkað til Privatdeildina, herundir sølu, móttøku og tær fimm deildirnar kring landið.

 

2001 – 2007 umboðaði eg Tryggingarfelagið Føroyar í Ráðnum fyri Ferðslutrygd – 2006-2007 sum formaður.

 

2005 til juni 2006 løgfrøðingur í Føroya Banka.

 

Juni 2006 til 2008 deildarleiðari hjá íslendska Vátryggingarfelagið VÍS, sum ætlaði sær inn á føroyska tryggingarmarknaðin. Íslendska buskaparskrædlið steðgaði hesi ætlan.

 

2008 til oktober 2009   sjálvstøðugur tryggingarmeklari hjá sp/f Íti

Í 2006 varð valdur inn í FSF 2006 og á aðalfundi 2008 valdur sum forseti. Fekk fantastiskar royndir og kunnleika um egna mátt, megi og veikleikar og fekk meg  royndan á nógvum frontum heima og altjóða – ikki minst lærdóm um integritet. Avdúking av mutri og klassisk læra um at skjóta boðberan endaði mína tíð í FSF í 2010.