Lýsing

Ingolf S. Olsen

Navn: Ingolf Sólheim Olsen
Føddur: 8. juni 1963
Ættaður av Glyvrum
Foreldur: Marna Olsen, f. 1924, ættað av Glyvrum, Svenning Olsen, f. 1921, ættaður úr Rituvík.

Eftir realskúlaprógv í Runavíkar Skúla í 1980 var eg eitt ár til skips, meginpartin av tíðini við línu- og garnaskipinum Jógvani Norði av Toftum.

1981-1983 gekk eg á HF við Gøtugjógv.

1983 flutti eg til Århus, har eg eina tíð læs fysikk og matematikk, men hálsaði seinni um og fór at lesa til journalist.

Umframt løgtingsaarbeiðið arbeiði eg enn eitt sindur sum fríyrkisjournalistur, eitt nú reki eg saman við journalistunum Grækarisi Djurhuus Magnussen og Øssuri Winthereig fríyrkisskrivstovuna PRESS.
Eg havi øll míni vaksnu ár við jøvnum millumbilum verið til skips. Starvaðist sum journalistur á ávikavist Herning Folkeblad og JydskeVestkysten, áðrenn eg flutti heim aftur í 2001. Arbeiddi á Dimmalætting til 1. februar 2004, tá eg fór í starv í táverandi Sjónvarpi Føroya. Arbeiddi sum journalistur, redaktørur og varðatíðindaleiðari á tíðindadeildini í sjónvarpinum til á vári 2010, tá eg fór í farloyvi. Arbeiddi síðani sum fiskimaður og fríyrkisjournalistur. Segði upp í Kringvarpi Føroya í 2012.

Í februar 2014 fór eg í parttíðarstarv sum skrivari í Føroya Fiskimannafelag. Fór úr tí starvinum í oktober 2017.

Stillaði fyrstu ferð upp til Løgtingið á valinum í 2011. Stillaði aftur upp í 2015 og bleiv tá varamaður fyri Magna Arge, sum røkir sín sess í Fólkatinginum.

Lestrarárini í 1980’unum vóru javnan avbrotin av farloyvistíðarskeiðum, tá eg var heima í Føroyum og annaðhvørt var til skips, arbeiddi í alivinnuni ella gjørdi annað arbeiði á landi.

Nú eru tó fimm ár síðani, eg seinast var til skips.

Privat:

Eg eigi tvær døtur, sum báðar búgva á Frederiksberg í Danmark saman við mammuni: Silja Sólheim Nordbäck, f. 1996, og Andrea Sólheim Nordbäck, f. 1998.

Eg búgvi í Sørvági saman við unnustu míni Elsu Margith Davidsen, sum er námsfrøðingur á Eirargarði. Hon eigur trý vaksin børn, Róa, Poul Hallur og Silju.

Eisini eiga vit ein puddilhund, sum eitur Tobbi.