Lýsing

Ronnie Thomassen

Eg havi verið virkin í nógv ár í Tjóðveldisflokkinum og í øðrum sjálvbodnum felagsarbeiði.

Eg búgvi á Argjum og havi kandidatútbúgving í samfelagsplanlegging. Eg starvist í løtuni sum ráðgevi á Umhvørvisstovuni, har eg m.a. fáist við kærumálsviðgerð av ymiskum slag og planlegging av KT-trygd. Harafturat havi eg eitt hjástarv sum skrivari hjá Bóndafelagnum.

 

Í frítíðini havi eg verið aktivur í B36 í ymsum leiklutum, eins og eg í eitt longri áramál havi verið formaður í áhugafelagnum EinMalt. Somuleiðis fáíst eg nógv við trygdararbeiðið á Tòrsvølli tá altjóða dystir verða leiktir har.

 

Eg leggi orku og sál í samfelagsviðurskifti og felagsmál í bæði tí stóra og tí smáa. Tí havi eg játtað at stilla upp til løgtingsvalið fyri fyrstu ferð.

 

Nøkur av teimum ítøkiligu málunum, ið eg brenni fyri at fremja, eru hesi:

 

  • Ein dagføring av kørmunum kring landbúnaðarvinnuna skal gerast har dentur verður lagdur á, at landbúnaðurin verður javnsettur við aðra vinnu. Betri karmar skulu skapast fyri seyðabóndur (bæði festarar og óðalsbóndur), eins og lagalig fígging skal kunna veitast til vakstrarhús og grønmedisdyrkan. Búnaðargrunnurin skal dagførast soleiðis, at hann virkar sum ein fíggingarstovnur, og festarar skulu hava full ræðisrættindini á festikontoini. Endamálið við broytingunum er, at vit skulu framleiða mest møguligt av matvørum í Føroyum á burðardyggum grundarlagi.
    • Spekulantarnar skulu ikki eiga búðstaðarmarknaðin. Lóggáva um almentgagnligir búðstaðarfeløg skal gerast, og hesi feløgini skulu eisini hava heimild til at byggja ungdómsbústaðir til ungfólk sum ikki eru lesandi. Lutaíbúðir skulu byggjast, og lutaíbúðarlóggávan skal víðkast soleiðis, at hon eisini fevnir um vardar bústaðir og eldrabústaðir.
    • Landsstýrið skal ikki sleppa at ognartaka netið hjá SEV, so streymurin til vanligu húsarhaldini sum frálíður blívur dýrari.
    • Gamla handverkið føroyskt bátasmíð skal bjargast, og karmarnar kring viðlíkahald av føroyskum bátum skulu gerast betri.
    • Barnaverndartænastan skal eftirhyggjast og tilboðini til familjur skulu gerast betri.
    • Heilsuverkið skal styrkjast kring alt landið. Verandi trupulleikar í kommunulæknaskipanini skulu loysast sum skjótast.

Umframt málini sum eru nevnd á hesum lista, havi eg ein breiðan áhuga í nærum øllum samfelagsviðurskiftum.