Lýsing

Fyrispurningar á tingi

Bjørt spyr um lógarheimild hjá Búnaðargrunninum

, December 17, 2014

Bjørt spyr  um lógarheimild hjá Búnaðargrunninum

Bjørt Samuelsen hevur sett Jacobi Vestergaard fyrispurning um lógarheimild hjá Búnaðargrunninum at fíggja festibrøv og mjólkarkvotu Fyri hálvum øðrum ári síðani kom fram, at ósemja er um lógarheimildina hjá Búnaðargrunninum at fíggja festibrøv í sambandi viðfestaraskifti og fíggja keyp av mjólkarkvotum. Hetta er ein sera grundleggjandi spurningar í mun til virksemið hjá Búnaðargrunninum og í landbúnaðinum. Og tað er sjálvsagt uppgáva hjá landsstýrismanninum at tryggja, at lóggávan er púra greið. Fyri einum ári síðani setti tingkvinnan spurning um málið og segði landsstýrismaðurin tá, at avgerð skuldi takast í januar 2014. Men, sum skilst er málið enn ikki loyst. Viðfest eru spurningar við viðmerkingum, sum eru send Landsstýrismanninum í dag Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um heimild hjá Búnaðargrunninum at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hevur Búnaðargrunnurin lógarheimild at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur – hvørja niðurstøðu er Fiskimálaráðið komið til hesum viðvíkjandi? 2. Um heimild ikki er, hvussu leingi hevur Búnaðargrunnurin so veitt fígging til omanfyrinevndu endamál á ivasomum lógargrundarlagi? 3. Nær gjørdist landsstýrismaðurin og Fiskimálaráðið varug við ógreiða lógar-grundarlagið, og hvørji stig hevur landsstýrismaðurin tikið fyri at fáa viðurskiftini í rættlag? 4. Hvussu nógvar umsóknir um fígging av festibrøvum og mjólkarkvotum hevur Búnaðargrunnurin fingið, og hvussu nógvar av hesum eru avgreiddar í tíðarskeiðinum, tá ógreiða hevur verið um tulkingina av lógini? 5. Í hvønn mun hevur ivamálið um lógarheimildina ávirkað avgreiðsluna av hesum umsóknum? 6. Metir landsstýrismaðurin sjálvur, at Búnaðargrunnurin eigur at hava heimild at fíggja keyp av festibrøvum og mjólkarkvotum, og hvørji stig fer landsstýris-maðurin at taka? Viðmerkingar: Undirritaða setti fyri einum ári síðani spurningar um sama mál, tí ivi hevði tikið seg upp um, hvørt lógin fyri Búnaðargrunnin heimilaði verandi mannagongd í sambandi við lán til festiskifti/festibrøv og mjólkarkvotur. Landsstýrismaðurin svaraði tá m.a.: “Fiskimálaráðið hevur viðgjørt spurningin, um Búnaðargrunnurin hevur lógarheimild at veita lán til keyp av festibrøvum og mjólkarkvotum. Viðgerðin er um at vera liðug, og ætlandi verður endalig niðurstøða tikin í januar 2014.” Landsstýrismaðurin tykist tá ikki sjálvur hava nakra støðu til, hvørt Búnaðargrunninum skal kunna veita festiskiftislán og mjólkarkvotulán. Hetta er sostatt nærum eitt ár síðani, men framvegis tykist ógreiða valda. Umsetiligheitin av festibrøvum og mjólkarkvotum skapar stóran tørv á fígging í sam-bandi við festaraskifti. Búnaðargrunnurin er settur á stovn “við tí endamáli at veita lán til landbúnaðin og fíggja kostnaðin av at reka jarðarumsitingina”, sum § 1 í lógini um Búnaðargrunn ásetir. Sera trupult er at fáa bankar at fíggja landbúnaðarvirksemi – eisini hóast bæði mjólkarkvotur og festibrøv kunnu setast í veð. Tí er neyðugt at hava eitt slag av landbúnaðarbanka, sum setir krøv til skilvísar íløgur, men samstundis kann veita lagaligari fígging enn bankarnir. Sum skilst, eru fleiri, sum hava søkt Búnaðargrunnin um fígging til omanfyrinevndu endamál, men ikki fáa svar, orsakað av ivamálinum um lógarheimildina. Spurningurin, hvørt Búnaðargrunnurin kann fíggja festibrøv í sambandi við festara-skifti og fíggja keyp av mjólkarkvotum, er ein sera grundleggjandi spurningar í mun til virksemið í landbúnaðinum og hjá Búnaðargrunninum. Og tað er uppgáva hjá landsstýrismanninum at tryggja, at lóggávan er púra greið. Á Løgtingi, 17. desember 2014 Bjørt...

Les meira

Páll spyr um Skiparaútbúgvingina

, December 16, 2014

Páll spyr um Skiparaútbúgvingina

Páll á reynatúgvu vil hava at vita frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, hvat hann ætlar at gera við lítlu undirtøkuna á skiparaútbúgvingini. Spurningurin er settur sum ein § 52a spurningur, og skal svarast skrivliga   Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur um ov lítla luttøku á Skiparaútbúgvingini, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni(at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við lítlu undirtøkuna á skiparaútbúgvingini? 2. Er møguleiki fyri at broyta kravið um siglingstíð, so fleiri næmingar sleppa á skiparaskúla? 3. Í hvønn mun ávirkar tað Vinnuháskúlan, at eingin skiparaflokkur verður eftir nýggjár? Viðmerkingar Tað frættist í miðlunum, at tilgongdin av næmingum til skipara er ógvuliga lítil, og at vandi er fyri, at eingin skiparaflokkur verður á Vinnuháskúlanum eftir nýggjár. Hjá eini siglandi tjóð er hettar einki minni enn álvarsligt. Sum skilst, eru herdu krøvini til siglingstíð ein av orsøkunum til lága talið av umsóknum. Av tí at málið hevur skund verður heitt á landsstýrismannin at svara skjótast gjørligt. Á Løgtingi, 16. desember 2014 Páll á...

Les meira

Páll spyr um nýggj uppisjóvarskip í føroyska fiskiflotanum

, December 12, 2014

Páll spyr um nýggj uppisjóvarskip í føroyska fiskiflotanum

Páll á Reynatúgvu hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismann ein § 52a fyrispurning um nýggj uppisjóvarskip í føroyska fiskiflotanum 1. Hvørjar fortreytir skulu lúkast fyri at fáa loyvi at fiska uppisjóvarfisk í Føroyum og sambært millumtjóða sáttmálum? 2. Kunnu verandi uppisjóvarskip verða skift út við onnur størri skip og undir hvørjum treytum? 3. Í hvørjum plássum í landinum eru verandi føroysku uppisjóvarskip heima¬hoyrandi? 4. Er nøkur umsókn komin úr Sandoynni um loyvi til uppisjóvarfiskiskap? 5. Er tað rímiligt, at Sandoyggin ikki fær tillutað uppisjóvarloyvi, tá onnur øki fáa tað? Viðmerkingar Tað kann fyri vanliga føroyingin tykjast sum um, at mismunur verður gjørdur á teimum, sum ynskja at sleppa fram at í fiskivinnuni, serliga uppisjóvarvinnuni í Føroyum. Meðan summi í áravís stríðast fyri at sleppa fram at vinnuliga dreyminum, so sigla onnur í eini handavending, ein knørrur fyri og annar eftir, inn á føroysku grunnarnar. Á Løgtingi, 12. desember 2014 Páll á...

Les meira

Nær fáa vit ein yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur

, December 9, 2014

Nær fáa vit ein yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur

Á tingfundinum í morgin við Gunvør Balle m.a hava at vita frá johan Dahl, hvussu langt arbeiðið at orða yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur er komið   Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landstýrismann í vinnumálum viðvíkjandi kreativum vinnum 1. Hvussu langt er arbeiðið at orða yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur komið? 2. Hvørjar kreativar vinnugreinar verða fevndar í politikkinum? Viðmerkingar: Í byrjanini av 2014 samtykti Løgtingið, at “heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja frágreiðing fyri Løgtingið um uppskot til heildarætlan um yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur, herundir film.” Nú er skjótt eitt ár liðið og viðkomandi at spyrja, hvussu langt hetta arbeiðið er komið áleiðis. Á Løgtingi, 9. desember 2014 Gunvør...

Les meira

Gunvør spyr um Marknagilsdepilin

,

Gunvør spyr um Marknagilsdepilin

Á tingfundinum í morgin setur Gunvør Balle munnligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, viðvíkjandi byggiverkætlanini Marknagilsdepilin 1. Fylgir byggingin av Marknagilsdeplinum tíðar- og kostnaðarætlanini? 2. Kemur samlaða játtanina upp á 515 mió. kr. at halda? 3. Er tilgongdin at selja bygningarnar í Smiðjugerði og Handilsskúlabygningin byrjað? 4. Verður skúladepilin klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016? Viðmerkingar: Sambært fyriliggjandi fíggjarlógaruppskoti eru 85 mió. kr. settar av til byggiverkætlanina í ár, 155 mió. kr. fyri 2015 og 108,5 mió. kr. í 2016. Sum skilst, hevur játtanin higartil ikki verið nýtt til fulnar, og tí hevur peningur verið støðlaður á hvørjum ári. Men í vár frættist, at neyðugt verður við størri játtan í 2015 enn tað, ið er sett av, tí hetta árið fara flestu útreiðslur at fella. Tí ynskti Landsverk at flyta játtan fram frá 2016 til 2015. um tíðarætlanin skuldi halda. Talan er um Føroya størstu byggiverkætlan, tí hevur tað stóran almennan áhuga, um og hvussu avsetti peningurin samsvarar við faktiska tørvin, so hvørt byggingin fer fram, og hvussu samlaða kostnaðarmetingin fer at samsvara veruleikanum. Á Løgtingi, 9. desember...

Les meira

Bjørt setur spurning um merking av føroyskum matvørum

,

Bjørt setur spurning um merking av føroyskum matvørum

Á tingfundinum í morgin, vil Bjørt Samuelsen hava at vita frá Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum  um merking av føroyskum matvørum, so fólk við ovurviðkvæmi kunnu kenna seg trygg Munnligur fyrispurningur til  Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum viðvíkjandi tryggari merking av matvørum 1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at fáa nútíðarhóskandi merking av matvørum, sum seldar verða á heimamarknaðinum, so fólk við ovurviðkvæmi kunnu kenna seg trygg? 2. Hvussu langt er komið ávegis við at dagføra føroysku kunngerðina um merking av matvørum, so brúkarin kann vita, hvat innihaldið er í einari samansettari matvøru? Viðmerkingar Tey eru mong, sum hava ovurviðkvæmi av ymiskum slagi, og fyri hesar borgarar hevur tað serliga stóran týdning, at merkingin av matvørum er í lagi. Hetta tí tað kann fáa álvarsamar avleiðing at eta mat, tey ikki tola. Tað kann vera ovurviðkvæmi fyri mjólk, gluten, nøtum, eggum ella øðrum evnum, sum eru vanligt innihald í samansettum matvørum. Men í mun til hetta er føroyski brúkarin í stóran mun sleptur uppá fjall. Kunngerðin, sum ásetir krøv til merking av matvørum til føroyska heimamarknaðin, er gomul. Tað er avmarkað, hvørji krøv hon setir til, hvussu matur skal merkjast, og ein røð av undantøkum eru. Stórur partur av matvørunum á føroyska marknaðinum eru lítið ella als ikki merktar. Nøkur jalig undantøk eru tó, tíbetur. Eitt nú fevnir kunngerðin ikki um merking av teimum mongu íblandingarevnunum, sum eru í matinum. Heldur ikki er krav um at merkja soleiðis, at brúkarin beinanvegin sær, hvørt matvøran inniheldur sonevnd allergenir (andelvi), sum elva til ovurviðkvæmi. Hinvegin fylgja føroyskar matvørur til útflutnings munandi strangari krøvum. Eisini er sera trupult hjá brúkarum at fáa neyðuga kunning um innihaldið í breyði, øðrum bakaravørum, lidnum døgurðarættum, viðskera v.m., sum verða seld umvegis disk, og ikki eru merktar. Í svari uppá fyrispurning frá spyrjaranum um sama evnið í apríl 2013 lovaði landsstýrismaðurin, at gera nakað við støðuna. Á Løgtingi, tann 8. desember 2014 Bjørt Samuelsen...

Les meira

Ferðasambandið til Mykines vetrarhálvuna

,

Ferðasambandið til Mykines vetrarhálvuna

Høgni Hoydal vil hava at vita frá Johan Dahl, landsstýrismann í samferðslumálum, hvat hendur við ferðasambandinum til Mykines vetrarhálvuna Munnligur fyrispurningur Til Johan Dahl, landsstýrismann í samferðslumálum viðvíkjandi ferðasambandinum til Mykines vetrarhálvuna Hvussu vil landsstýrið lýsa ferða- og flutningssambandið til Mykines vetrarhálvuna – og hví er tað skipað so? Hví er ferðasambandið og flutningssambandið til Mykines vetrarhálvuna – bæði sjóvegis og við tyrlu – munin verri enn til aðrar oyggjar vetrarhálvuna? Heldur landsstýrið, at tað kann góðtakast, at Mykinesfólk ikki hava sama grundleggjandi ferða- og flutningssamband sum onnur pláss í landinum? Hvat ætlar landsstýrið at gera til tess at tryggja eitt javnsett og dagført ferða- og flutnings-samband til Mykines vetrarhálvuna? Viðmerkingar Mykines er eitt tað størsta ferðamálið hjá vitjandi summarhálvuna. Og tá er dúglig ferðsla sjóvegis við fleiri dagligum fráferðum í ferðaætlanini. Men vetrarhálvuna vendist álvarsliga í holuni hjá mykinesfólki. Tá er tað eins og Mykines gerst “tann gloymda oyggin”. Og fyri mykinesfólk og tey, ið hava tilknýti til oynna ella vilja vitja, er ferða- og flutningssambandið vetrarhálvuna munandi verri enn til allar aðrar oyggjar í landinum: Einki sjóvegis samband er um veturin, uttan nakrir túrar í heystfrítíðini (um viðrar). Einasta farleið er tyrlusambandið, men sum einasta oyggj er einki beinleiðis tyrlusamband til høvuðsstaðin, men flúgvast má til og frá flogvøllinum í Vágum. Talan er sostatt um munandi vanbýti fyri mykinesfólk, tá tað snýr seg um eina so grund-leggjandi tænastu sum ferða- og flutningssamband. Ikki bert í mun til størru plássini í landinum, men eisini í mun til aðrar útoyggjar. Tað tykist sum samferðslan til Mykines er bert løgd til rættis fyri útlendsk ferðafólk og vitjandi á sumri, men als ikki fyri fólkið í oynni. Tí verður spurt, hvat landsstýrið ætlar at gera til tess at rætta hendan ójavna og at tryggja eitt dagført ferða- og flutningssamband til Mykines. Á Løgtingi, 9. desember 2014 Høgni...

Les meira

Spurningur um kostfakligu útbúgvingarnar

,

Spurningur um kostfakligu útbúgvingarnar

Sirið Stenberg setur Bjørn Kalsø munnligan fyrispurning viðvíkjandi næmingum til kostfakligu útbúgvingarnar. Spurningurin skal svarast á tingfundinum í morgin   1. Hvussu nógvir næmingar eru í gongd við útbúgving sum kost og føðsluatstøðingar? 2. Er nøkur miðvís ætlan løgd fyri at tryggja, at vit hava nokk av útbúnum starvsfólkum innan kostfakliga økið? Viðmerkingar Kostfakligur førleiki er neyðugur fyri at geva dygdargóða tænastu til fólk, sum eru innløgd, búgva á eldrabústovnum, í mun til serligar sjúkur og í veruleikanum til flest øll fyri at tryggja og menna fólkaheilsuna. Sum skilst er ikki altíð lætt at fáa útbúgvið fólk til ymisku køkarnar. Samstundis sum tørvurin er vaksandi á fólki við kostfakligum førleikum, og nógv hoyrist um vaksandi tal á fólki við sjúkum, knýttar at kostinum, so hoyrist ikki so nógv um, hvussu hesir útbúgvingarmøguleikar verða troyttir her á landi. Vit eru serliga seinastu tíðina gjørd varug við, at føðslutrot er ein vaksandi heilsuligur trupulleiki, og at neyðugt er at raðfesta økið frá politskari síðu. Sostatt eigur her at vera nógv at vinna bæði í mun til økt útbúgvingarpláss og betri heilsu, um kostfakligu útbúgvingarnar verða raðfestar Á Løgtingi, 9. desember 2014 Sirið...

Les meira

Sirið spyr um trygd og tilbúgving í tunlum

,

Sirið spyr um trygd og tilbúgving í tunlum

Á tingfundinum í morgin, skal Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, svara Sirið Stenberg uppá fyrispurning viðvíkjandi trygd og tilbúgving í tunlum 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um trygdin er nøktandi í øllum landsins tunlum? 2. Eru góðkendar tilbúgvingarætlanir og neyðug útgerð knýttar til allar tunlar? 3. Hvussu ber til at bøta um trygdina í gomlu tunlunum? Viðmerkingar Spurningurin um trygd og tilbúgving er javnan frammi í mun til landsins tunlar. Tunlarnar eru sera ymiskir í góðsku og í aldri. Meðan nakrir tunlar hava ljós, telefonsamband og trygdarútgerð, eru aðrir myrkir og uttan telefonsamband og harafturat smalir og einsporaðir. So støðan er ymisk. Tó má tað altíð vera so, at trygdin er í hásæti uttan mun til, um tunnilin er nýggjur ella gamal. Javnan eru røddir frammi, sum gera vart við trygdina í tunlunum. Ivamál verða sett við trygdina og um tilbúgvingin er nøktandi, serliga í gomlu tunlunum. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum umsitur málsøkið. Á Løgtingi, 9. desember 2014 Sirið Stenberg...

Les meira

Svar uppá fyrispurning um dagstovna- og fólkaskúlaráðið

,

Svar uppá fyrispurning um dagstovna- og fólkaskúlaráðið

Gunvør Balle hevur fingið svar frá Bjørn Kalsø uppá § 52a fyrispurning sín um dagstovna- og fólkaskúlaráðið   Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at seta fólkaskúlaráðið? 2. Hví er drálað so leingi við at seta ráðið? 3. Nær verður dagstovnaráð sett? 4. Hvønn leiklut skulu kommunurnar hava í dagstovnaráðnum ? Svar Til 1: Ætlanin er, at fólkaskúlaráðið verður sett fyrst í nýggja árinum. Til 2: Tað hevur tikið heldur longur tíð enn upprunaliga ætlað at seta fólkaskúlaráðið. Til 3: Undanfarna landsstýrið setti dagstovnaráð í juli 2011, og hevði tað nakrar fundir. Dagstovnaráðið virkaði tó ikki eftir ætlan, m.a. tí at kommunurnar, sum varða av økinum, vóru ikki nøgdar við leistin, ráðið tá varð skipað eftir. Landsstýrismaðurin hevur m.a. ‘yvirskipaða eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir’. Út frá hesum varð dagstovnaráðið í sínari tíð skipað, tí tað skuldi geva landsstýrismanninum ráð og tilráðingar í málum um dagstovnaøkið. Roynt hevur verið at fingið málið á beint við fundum við umboðum fyri kommunurnar og Pedagogfelagið. Og málið er, at nýtt dagstovnaráð verður sett í nýggja árinum. Til 4: Kommunurnar varða av dagstovnaøkinum, og er tað tí natúrligt, at tær eru við í hesum arbeiði. Hetta verður eisini havt í huga, tá ið nýtt dagstovnaráð skal setast. Vinarliga Bjørn Kalsø...

Les meira