Lýsing

Fyrispurningar á tingi

Hvat hendir við NemID og Mínboks hjá peningastovnunum?

, April 21, 2015

Hvat hendir við NemID og Mínboks hjá peningastovnunum?

§52a-fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum um avtalu við Felagið føroyskir peningastovnar um KT-skipanir, NemID, Mínboks o.a. Hvat er ítøkiliga hent síðani fráboðaðu avtaluna við Felagið føroyskir peningastovnar um KT-skipanir í Føroyum frameftir og talgilda undirskrift, og hvussu verður avtalan útint í verki? Hvat er avtalan viðvíkjandi NemID, ið fólk enn verða beinleiðis biðin at tekna seg til á netbankanum – og hvussu nógv hava skrásett seg í NemID ávikavist fyri og eftir fráboðanina? Hví velja peningastovnarnir nú at vraka ta føroysku skipanina Mínboks til talgilt samskifti við føroyskar brúkarar? Hvussu samsvarar hendan avgerðin við fráboðanina um, at “Felagið Føroyskir Peningastovnar taka lut í arbeiðinum hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar. Talgildingin hevur til endamáls at nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum og skal viðvirka til at skapa kappingarføri, vøkstur og framleidni.” Hvussu skapar avgerðin hjá peningastovnunum um framvegis at biðja fólk brúka NemID og at taka burtur møguleikan at brúka føroysku skipanina Mínboks “kappingarføri, vøkstur og framleidni” fyri føroyska samfelagið? Hvørjar avleiðingar fær hetta fyri P/F Elektron og fyri møguleikarnar at menna føroyskar KT-loysnir til talgilt samskifti hjá føroyskum brúkarum frameftir? Hvat ger landsstýrið ítøkiliga til tess at tryggja, at føroyskar KT-skipanir kunnu mennast í Føroyum, og at gjørligt verður at taka tær skipanir heimaftur, sum eru fluttar av landinum? Hvørji eru sett at gera ta óheftu kanningina, ið nevnd verður í fráboðanini, har lýsast skulu viðurskifti í sambandi við møguliga heimtøku av KT-skipanunum  – og hvør setur og velur fólk til kanningina? Viðmerkingar Eftir nógva almenna og politiska viðgerð og eitt fólksligt trýst, sendu landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, landsstýrismaðurin í vinnumálum og formaðurin í Felagnum føroyskir peningastovnar hesa felags fráboðan út 25. mars 2015: “Felags fráboðan frá Fíggjarmálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Felagnum Føroyskir Peningastovnar Seinastu tíðina hevur nógv umrøða verið av málinum um NemId og KT hjá føroysku peningastovninum. Hendan fráboðan skal síggjast í ljósinum av hesum. Ein óheft kanning verður sett í verk at lýsa kostnað, fyrimunir og vansar við eini møguligari heimtøku av KT skipanum hjá føroysku peningastovnunum úr útlondum. Innritan til netbankan verður óbroytt. Tað merkir, at kravið um NemID verður slept, og brúkarar kunnu halda fram at brúka netbankan sum áður. Tey sum ynskja tað, kunnu sjálvboðin velja NemId ístaðin fyri verandi innritan. Tá ið Føroyar hava valt eina felags føroyska talgilda undirskrift í sambandi við arbeiðið hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar, verður hendan eisini brúkt av peningastovnunum. Ein føroysk talgild undirskrift væntast liðug um 2 ár. Felagið Føroyskir Peningastovnar taka lut í arbeiðinum hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar.  Talgildingin hevur til endamáls at nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum og skal viðvirka til at skapa kappingarføri, vøkstur og framleidni.” Nú ein knappur mánaður er liðin síðani fráboðanin varð send út, verða føroyskir brúkarar framvegis bidnir um at skráseta seg í NemID skipanina, tá ið teir skulu rita inn í netbankan. Og nú hava peningastovnarnir eisini boðað alment frá, at teir vilja ikki brúka ta føroysku skipanina Mínboks til at samskifta við sínar kundar um skjøl, kontuyvirlit, brøv o.a. Hetta tykist at vera í beinleiðis andsøgn við fráboðanina frá landsstýrinum og peningastovnunum. Tí verður spurt, hvat ítøkiliga innihaldið í fráboðaðu avtaluni er,og hvussu landsstýrið tryggjar sær, at avtalan verður útint í verki. Eisini verður spurt, hvørji eru sett at gera ta óheftu kanningina um at fáa KT-skipanirnar tiknar heim aftur til Føroya, og hvussu tey...

Les meira

Kristina spyr um Bústaðir og átøk at fáa til vega bíligar leigubústaðir

, April 17, 2015

Kristina spyr um Bústaðir og átøk at fáa til vega bíligar leigubústaðir

§52a spurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um Bústaðir og átøk at fáa til vega bíligar leigubústaðir Hvussu nógvar leiguíbúðir kann Bústaðir útvega afturat við verandi gjaldføri? Hvørjar av ætlaðu bústaðarverkætlanunum hjá Bústaðir kunnu gerast veruleiki við verandi gjaldføri? Hvørjar av ætlaðu bústaðarverkætlanunum hjá Bústaðir gerast væntandi ikki veruleiki, um Bústaðir ikki fær lántøku og meira gjaldføri? Hví hevur landsstýrismaðurin ikki, eitt nú í kunngerð, málrættað verkætlanirnar hjá Bústøðum til bíligar leigubústaðir, lestraríbúðir og bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum? Fer landsstýrismaðurin at taka stig til, at Bústaðir í størri mun skal leggja seg eftir bíligum leigubústøðum, lestraríbúðum og bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum? Fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at Bústaðir fær møguleika at taka lán og økja gjaldførið, fyri at fremja fleiri bústaðarverkætlanir í verki? Um ja, nær? Um nei, hví? Hvussu leingi hevur landsstýrismaðurin vitað, at Bústaðir hevur tørv á meira gjaldføri fyri, at fáa framt allar tær ætlaðu bústaðarverktætlanirnar í verki? Viðmerkingar Øll skulu hava møguleika at útvega sær ein bústað. Hetta er ein grundleggjandi rættur. Men hetta er ikki ein møguleiki fyri øll í Føroyum, tí útboðið av bíligum leigubústøðum er sera avmarkað. Tað var tí eitt stórt framstig, tá tað í 2011 eydnaðist Tjóðveldi at fáa meiriluta – saman við minnilutasamgonguni – fyri, at broyta lóggávuna fyri Húsalánsgrunnin (nú Bústaðir), soleiðis at hesin fekk heimild til, at víðka virksemi sítt til eitt nú eisini at fevna um leigubústaðir. Vónin var, at nú fór verulig ferð at koma á, at fáa bygt bíligar leigubústaðir, bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum, lestraríbúðir v.m. Endamálið hjá Bústaðir er eisini í lógini: “at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað”. Hesum hava øll ikki møguleika fyri í dag. Síðan lógin fyri Bústaðir varð broytt í 2011, hava ein røð av stórfingnum ætlanum um bústaðarverkætlanir sæð dagsins ljós. Nakrar eru eisini framdar í verki. Tær størru verkætlanirnar eru tó ikki komnar á mál enn, og eru nógvar enn bara á skriviborðinum. Millum nógvu ætlaðu verkætlanirnar eru eisini sokallaðar marglætisíbúðir. Hetta hevur undrað, tí í politisku skipanini hevur ikki verið hugsanin, at Bústaðir skuldi fara inn á tann partin av bústaðarmarknaðinum, ið tann privati marknaðurin eigur at megna at lyfta sjálvur. Hinvegin er stórur mangul uppá bíligar leigubústaðir til tey, ið ikki hava ráð til, at keypa sær hús og/ella leiga til verandi kostnað. Eisini er tørvur á lestraríbúðum og fleiri bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum. Vónin var, at Bústaðir kundi gerast eitt amboð at røkka hesum málum,men nú frættist, at tað ikki verður møguligt at fremja ætlaðu bústaðarverkætlanirnar við verandi gjaldføri hjá Bústøðum. Neyðugt verður sostatt at heimila Bústaðir at taka lán fyri at økja gjaldførið, um haldast skal áfram við øllum bústaðarætlanunum. Men hvat ætlar landsstýrismaðurin? Og hví eru ongi stig tikin enn? Kann verandi støða merkja, at Bústaðir als ikki kann arbeiða víðari við teimum bústaðarverkætlanum kring landið, ið hava verið kunngjørdar? Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Á Løgtingi, 16. apríl 2015 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri...

Les meira

Svar uppá fyrispurning um Teistan

, April 15, 2015

Svar uppá fyrispurning um Teistan

Svar uppá fyrispurning frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 74/2014, viðvíkjandi vikuskiftisferðaætlanina hjá Teistanum Spurningurin var soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at betra um vikuskiftisferðaætlanina hjá Teistanum aftur, og nær? 2. Er tað rímiligt, at Teistin leggur stilt stóran part mitt á degi, leygardag og sunnudag? 3. Ber tað til at loysa spurningin um hvílitíð á annan hátt, enn at leggja Teistan mitt á degi, og hvussu? 4. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at loysa (megin) siglingina út í Hest á annan hátt, og hvørjir møguleikar eru til tess? Viðmerkingar Samgongan gjørdi fyri nøkrum mánaðum síðani av at broyta ferðaætlanina hjá Teistanum. Úrslitið gjørdist ein bati fyri tey ferðandi í Sandoynni (og Hestoy) mitt í viku, samstundis sum ferðaætlanin versnaði munandi leygardag og sunnudag. Serliga er tað tað nógva frítíðarvirksemið, ítrótta- og mentanarlívið, sum hevur fingið stóra ampan av broytingunum í ferðaætlanini. Ongan túr at sigla suðurgangandi millum klokkan 11.15 og klokkan 15.45, og norðurgangandi millum 9.30 og 14.15 er ógvuliga darvandi, tí vikuskiftini, serliga summarhálvárið, eru háárstíð fyri ítrótt og ferðavinnuvirksemi. M.a. eru nógvir húsvagnar við Teistanum hesar dagar, og nøgdin av møguligum ferðafólki avmarkast nógv, av tí at túratalið er so lítið. Eisini gerst bíðitíðin í Skopun og á Gomlu Rætt ótolandi í mun til dagsins tørv. Nøgdsemi hjá okkara ferðandi verður hareftir, havandi í huga hvussu leikandi lætt tað er at flyta seg millum búsetingar í meginøkinum. Undirritaði ávarar ímóti at seta setanarviðurskiftini hjá manningini á Teistanum upp ímóti greiða ynskinum hjá sandoyingum (og hestfólki) at fáa eina rímiliga og vælvirkandi farleið um Skopunarfjørð. Tað er somuleiðis týdningarmikið, at atlitini til eina nøktandi og møguliga nýhugsaða Hestleið verða tikin við í metingina. Nú ferðaætlanin hevur staðið sína roynd eina tíð, er rætt at eftirmeta støðuna. Svar Spr. 1: Sum eg áður havi boðað frá, so er tað ein avbjóðing at tillaga ferðaætlanina á Sandoyarleiðini, eftirsum Teistin siglir við nærum fullum orkuføri (kapasiteti). Eitt økt túratal í vikuskiftinum fyrrapart merkir sum útgangsstøði, at tað er neyðugt at skerja túratalið aðrar tíðir á degnum, um viðlíkahaldsarbeiði, hvílitíðarreglur, trygdarkrøv v.m. skulu haldast, t.e. við verandi vaktarskipan. Sum útgangsstøði meti eg, at Teistin, við sínum 122 túrum um vikuna, veitir sandoyingum eina sera góða tænastu við regluligum flutningi. Um mett verður, at tørvur er á at flyta túrar, soleiðis at Teistin siglir fleiri túrar um vikuskiftið og færri gerandisdagar, so haldi eg, at ein slík tillaging ljóðar skilagóð. Eg havi biðið Strandferðsluna enn eina ferð kanna, hvørjir møguleikar eru fyri slíkum tillagingum, soleiðis at tað í minst møguligan mun ávirkar siglingina gerandisdagar og sum samstundis leggur upp fyri, at lógarásettu krøvini verða hildin. Enn ein tillaging hevur við sær, at verandi vaktarskipan má broytast. Spr. 2: Verður hugt at ferðafólkahagtølunum saman við tøkum orkuføri fyri Sandoyarleiðina, síggja vit, at einans 8-10 % av orkuførinum verður nýtt í dag. Sagt á annan hátt, so eru “bara” 180.000 ferðandi til gott 2.000.000 pláss við núverandi sigling. Vikuliga orkuførið á Teistanum er um veturin 21.000 ferðandi og um summarið 31.000 ferðandi. Til hetta orkuføri er nýtslan á vetri 1350 – 2750 ferðandi og um summarið 1800- 4600 ferðandi. Víst verður í hesum sambandi til hjálagda skjal, sum vísir ferðaætlanina hjá Teistanum og hagtøl yvir ferðandi á leiðini. Hyggja vit nærri at leygar- og sunnudegnum, so hevur Sandoyarleiðin 14 túrar aftur og fram: 4 túrar aftur og...

Les meira

Hvørjar verða avleiðingarnar fyri Føroyar, nú Danmark flytur fíggjarliga lóggávu og fíggjareftirlit til ES

, April 14, 2015

Hvørjar verða avleiðingarnar fyri Føroyar, nú Danmark flytur fíggjarliga lóggávu og fíggjareftirlit til ES

Kristina Háfoss setur á tingfundinum í morgin, munnligan fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi avleiðingunum fyri Føroyar, nú Danmark flytur fíggjarliga lóggávu og fíggjareftirlit til ES   1.      Hvørjar avleiðingar væntar landsstýrismaðurin tað fær fyri Føroyar, nú Danmark flytur lóggávuvald og eftirlit viðvíkjandi bankum til ES, meðan Føroyar framhaldandi eru fevndar av danskari lóg og donskum eftirliti fyri bankarnar? 2.      Er nevndin, ið varð sett at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland av, at Danmark flytur fíggjarliga lóggávu og fíggjareftirlit til ES, liðug við sítt arbeiði? 3.      Um nei, nær væntast hon at vera liðug? 4.      Um ja, hvør er niðurstøðan?   Viðmerkingar Danmark flytur nú og í næstum sítt lóggávuvald og fíggjareftirlit – heilt ella partvíst – fyri peningastovnar til ES, meðan Føroyar, ið sum kunnugt eru uttan fyri ES, í verandi støðu eru undir danskari fíggjarligari lóggávu og danska fíggjareftirlitinum. Hetta ger støðuna sera fløkta, og enn er ógreitt hvørjar avleiðingarnar verða. Nevnd er fyri langari tíð síðan sett at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland. Enn hevur tó ikki verið nakað at frætt um úrslitið av hesum arbeiði. Fyri at fáa lýst hetta mál, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 14. apríl 2015 Kristina...

Les meira

Gunvør spyr um útbúgving í sjúkrarøktarfrøði

,

Gunvør spyr um útbúgving í sjúkrarøktarfrøði

Á tingfundinum í morgin, setur Gunvør Balle munnligan fyrispurning til Karsten Hansen um praktikkpláss á heilsuøkinum til sjúkrarøktarfrøðilesandi, og ein spurning til Bjørn Kalsø um upptøku til útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði   Munnligur fyrispurningur settur Bjørn Kalsø um upptøku til útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði: 1. Hvussu nógvar lesandi tekur Setrið upp til sjúkrarøktarfrøði á hvøjum ári? 2. Hvussu nógvir umsøkjarar fáa avslag, hóast tey eru skikkað? 3. Hvat er orsøkin til at fleiri skikkaðir umsøkjarar ikki sleppa inn? 4. Hvat ger landsstýrismaðurin fyri at tryggja at tey, ið ynskja og eru skikkað at lesa sjúkrarøktarfrøði, sleppa inn? Viðmerkingar: Heildarætlanin um fólkavøkstur vísir á, at ein hornasteinur í arbeiðinum at skapa fólkavøkstur er at styrkja verandi útbúgvingar og vaksa um útbúgvingartilboðini. Eisini verður sagt, at tað hevur týdning at taka støði í teimum útbúgvingum, vit hava tørv á. Samfelagið hevur eitt kvinnuundirskot og serliga vantar okkum kvinnur undir 40 ár. Tað er eisini ein sannroynd, at nógv fleiri kvinnur enn menn starvast í heilsuverkinum og ynskja at nema sær útbúgving innan hetta øki. Í 2009 staðfesti Nærverkið, at tørvur fór at vera á fleiri hundrað nýggjum heilsustarvsfólkum komandi árini. Hóast tørvurin er stórur og nógv ynskja at gerast sjúkrarøktarfrøðingar, so merkja sparingar innan heilsuøkið, at avmarkað orka er til at taka sjúkrarøktarlesandi inn í praktikk. Og sum skilst er hetta høvuðsorsøkin til at Setrið ikki tekur fleiri lesandi inn. Tí er spurningurin um landsstýrismennirnir í heilsumálum og mentamálum eru farnir undir eitt miðvist arbeiði at loysa henda knútin, so fleiri, ið ynskja tað og eru skikkaði, kunnu sleppa inn at lesa sjúkrarøktarfrøði. 14. apríl 2015 Gunvør Balle Tjóðveldi Munnligur fyrispurningur settur Karsten Hansen um praktikkpláss á heilsuøkinum til sjúkrarøktarfrøðilesandi: 1. Hvussu nógvar sjúkrarøktarfrøði lesandi tekur heilsuverkið inn í praktikk á hvøjum ári? 2. Hvussu virkar skipanin við praktikkplássum (tvs hvørjir stovnar taka ímóti praktikantum, hvussu er við vegleiðarum o. ø) til sjúkrarøktarfrøði lesandi? 3. Hvat ger landsstýrismaðurin fyri at tryggja, at fleiri sjúkrarøktarfrøðilesandi sleppa í praktikk í heilsuverkinum og harvið tryggjar fleiri,sum ynskja tað, hesa útbúgving? Viðmerkingar: Heildarætlanin um fólkavøkstur vísir á, at ein hornasteinur í arbeiðinum at skapa fólkavøkstur er at styrkja verandi útbúgvingar og vaksa um útbúgvingartilboðini. Eisini verður sagt, at tað hevur týdning at taka støði í teimum útbúgvingum, vit hava tørv á. Samfelagið hevur eitt kvinnuundirskot og serliga vantar okkum kvinnur undir 40 ár. Tað er eisini ein sannroynd, at nógv fleiri kvinnur enn menn starvast í heilsuverkinum og ynskja at nema sær útbúgving innan hetta øki. Í 2009 staðfesti Nærverkið, at tørvur fór at vera á fleiri hundrað nýggjum heilsustarvsfólkum komandi árini. Hóast tørvurin er stórur og nógv ynskja at gerast sjúkrarøktarfrøðingar, so merkja sparingar innan heilsuøkið, at avmarkað orka er til at taka sjúkrarøktarlesandi inn í praktikk. Og sum skilst er hetta høvuðsorsøkin til at Setrið ikki tekur fleiri lesandi inn. Tí er spurningurin um landsstýrismennirnir í heilsumálum og mentamálum eru farnir undir eitt miðvist arbeiði at loysa henda knútin, so fleiri, ið ynskja tað og eru skikkaði, kunnu sleppa inn at lesa sjúkrarøktarfrøði. 14. apríl 2015 Gunvør Balle Tjóðveldi...

Les meira

Sirið spyr um barsilsskipanina og um eldraøkið

,

Sirið spyr um barsilsskipanina og um eldraøkið

Á tingfundinum í morgin, setir Sirið Stenberg Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, fyrispurning um barsilsskipanina, og Anniku Olsen landsstýriskvinnunu  í almannamálum,  um markamótsarbeiði fyri eldraøkið Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, um barsilsskipanina 1 Ætlar landsstýrismaðurin at gera broytingar í barsislakipanin so skipanin verður meira fleksibul ? 2 Er ætlanin er leingja barnsburðarfarloyvi, nú barsilsgrunnur er samtyktur ? 3 Er ætlanin er leggja upp fyri, at tvungna eftirlønargjaldið ikki fer at gera at barsilsgjaldi minkar hvørt ár komandi árini ? Viðmerkingar Barnnsburðarfarloyvi er tíbetur longt fyri stuttum. Øll tykjast tó samd um at tað framhaldandi er neyðugt at arbeiða við batum, og at málið eigur at vera eitt ára barnsburðarfarloyvi, og at gera skipanina meira fleksibla. Til dømis ber ikki til at fáa barsilsgjaldið drýggja yvir longri tíð. Ei heldur ber til hjá pápum at velja at vera heima uppundir føðing. Hetta rakar serliga pápar, sum arbeiða burtur frá heiminum, og kann gera at teir ikki fáa verið heima tá ið føðingin fer fram, tí teir ikki hava rætt til farloyvi fyrr enn eftir at barnið er føtt. Somuleiðis er nyggj eftirløniarlóg samtykt, har hvør einstakur skal spara eitt % upp árliga komandi árini, upp til 15 %. Hetta merkir at kravda uppsparingin fer beinleiðis av útgjaldinum, og útgjaldið sostatt minkar munandi yvir komandi árini, samsvarandi at árliga eftirlønargjaldið hækkar. Føroya løgting hevur samtykt at skipa barsilsgrunn. Harvið verður barsilspeningurin oyramerktur til familjurnar. Yvirskot hevur verið fleiri tey seinastu árini, og spurningurin er tískil um ætlanin er at hesin peningur verður settur til at leingja um barnsburðarfarloyvistíðina og til at gjalda kravda eftirlønarglaldið við. Sirið Stenberg Tjóðveldi Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í almannamálum, Anniku Olsen, um markamótsarbeiði fyri eldraøkið 1 Nær kann væntast at arbeiði við at greina markamót á eldraøkinum er liðugt ? Viðmerkingar Nú gongur á 4. mánað síðan eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar at umsita. Hóast hetta so er markamótsarbeiði ikki komið á mál enn. Hetta merkir í roynd og veru, at kommunurnar enn ikki vita heilt ítøkiliga hvørjir borgarir eru kommununar ábyrgd at veita tænastu til, hvør er ábyrgdin hjá landinum. Fyri borgaran er støðan tí heldur ikki nóg greið og spurningur kann óiva setast við rættartrygdina. Tað eru eisini í skrivandi løtu uppskot í løgtinginum, sum eru ógreið, júst av somu orsøk. Nevnast kann uppskot um endurmenning og uppskot um at taka gjald frá kommununum fyri liðugtviðgjørdar sjúklingar. Tað er tí alneyðugt at fáa markamótsarbeiði liðugt skjótast gjørligt. Um ikki er vandi fyri at borg arir kunnu detta niður millum. Sirið Stenberg...

Les meira

Nær fáa lág og miðallønt møguleika at leiga íbúðir frá Bústøðum ?

,

Nær fáa lág og miðallønt møguleika at leiga íbúðir frá Bústøðum ?

Sirið Stenberg vil hava at vita frá Jørgen Niclasen,  Hvussu gongst við ætlanini hjá Bústøðum, at byggja íbúðir, sum lág og miðallønt hava ráð at gjalda, tí hevur hon sett honum munnligan fyrispurning ið skal svarast á tingfundinum í morgin Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen um Bústaðir 1 Hvussu gongst við ætlanini hjá Bústøðum um at byggja íbúðir, sum lág og miðallønt hava ráð at gjalda ? Viðmerkingar Broytingin í grundarlagnum undir gamla Húsalásgrunninum til Bústaðir letur upp fyri nýggjum møguleikum. Ætlanin við Bústøðum er at útvega leigubústaðir til føroyingar kring landið, og betri bústaðir til allar samfelagsbólkar. Fleiri áhugaverd arbeiði eru í gongd. Millum annað er samstarv millum Bústaðir og Almannaverkið um at útvega fólki við serligum avbjóðingum bústað. Somuleiðis eru aðrar verkætlanir í gongd. Havandi í huga stóra tørvin á leiguíbúðun til fólk, við miðal og láginntøku, sóknast spyrjarin eftir nær hesin samfelagsbólkur kann vænta sær at fáa í boði eina leiguíbúð- fyri ein kostnað, sum er fyri hesar inntøkur at gjalda. Tað verið seg m.a stakir uppihaldarar, familjur við lágari inntøku, fólkapensjónistar, ungar barnafamiljur o.s.fr Sirið Stenberg...

Les meira

Fyrispurningur um skjótt vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium

, April 13, 2015

Fyrispurningur um skjótt vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium

Settur Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, sum §52 fyrispurning.   –          Hvat gjørt verður gjørt í Føroyum til tess at fyribyrgja skjótt vaksandi vandan við bakterium, ið gerast mótstøðuførar, og tí ikki longur kunnu viðgerast við antibiotika? –          Hvat metir landsstýrismaðurin kann og eigur at verða gjørt, til tess at fyribyrjga, at mótstøðuførar bakteriur gerast ein munandi trupulleiki á føroysku sjúkrahúsunum? –          Hvussu nógv antibiotika verður nýtt í Føroyum pr íbúgva í mun til onnur lond, og hvussu nógv er hetta í mun til tey lond, sum brúka minst? –          Hvat verður gjørt fyri at fáa vitanina út til fólkið, soleiðis, at borgarin hevur røttu vitanina og kann virka eftir hesari? –          Luttaka Føroyar í norðurlenskum samstarvi um fyribyrging av antibiotikaresistensi, um ja, á hvønn hátt? Viðmerkingar Tað hendir longu hvønn einasta dag, at fólk doyggja kring um í heiminum av bakterium, sum annars hava verið mettar meinaleysar, men nú eru vorðnar mótstøðuførar ímóti antibiotika (bakteriutýnarum). Antibiotika, sum hevur verið ein av hornasteinunum undir nútímans sjúkuviðgerð, er komið undir álvarsamt trýst, og stór átøk verða nú gjørd í fleiri londum til tess at fyribyrgja, at alsamt fleiri bakteriur gerast mótstøðuførar ímóti øllum sløgum av antibiotika. Kring um í heiminum stríðast nógv sjúkrahús við hendan trupulleika, eisini í grannalondum okkara. Ein av fleiri orsøkum til skjótt vaksandi trupulleikan við mótstøðuførum bakterium, er ovurnýtsla av antibiotika. Í fjør summar lat norðurlendska ráðharraráðið úr hondum sonevndu Kønbergfrágreiðingina um norðurlendskt heilsusamstarv. Fremsta tilmælið er eitt felags átak ímóti vaksandi antibiotikamótstøðuførinum. Mælt verður m.a. til víðfevnda avmarking av nýtsluni av antibiotika, at stórar upphæddir verða settar á fíggjarlógirnar til fyribyrging og til menning av nýggjum antibiotika. Bo Kønberg vísir í frágreiðingini á, at vit í framtíðini fara at síggja alsamt fleiri doyggja av ígerðum, sum vit í dag meta vandaleysar, og hetta fer at leggja stórt trýst á heilsu- og sjúkrahúsverk. Í 2013 doyðu í minsta lagið 25 000 fólk, bara í Evropu, orsakað av mótstøðuførum bakterium – eins mong og tey, sum doyðu í ferðsluni. Støðan er enn verri, í fleiri londum uttanfyri Evropa. Ein onnur avbjóðing er, at nærum eingi nýggj sløg av antibiotika verða ment. Fram til 1970 komu eini tjúgutals nýggj sløg av antibiotika á marknaðin, soleiðis, at virkaði eitt ikki, kundi eitt annað í flestu førum nýtast. Síðani eru einans tvey nýggj sløg komin, av hesum einki síðani 1987! Heimsheilsustovnurin WTO hevur í áravís rópt varskó, og heitt á heimsins stjórnir um at taka trupulleikan í størri álvara. Í fjør kom WTO við enn einari frágreiðing, har m.a. verður sagt:”An increasing number of governments around the world are devoting efforts to a problem so serious that it threatens the achievements of modern medicine. A post-antibiotic era – in which common infections and minor injuries can kill – far from being an apocalyptic fantasy, is instead a very real possibility for the 21st Century.” Frágreiðingin kann lesast her: http://www.who.int/drugresistance/documents/surveillancereport/en/#.VSpTBqrrz24.facebook. Spyrjarin fegnast um, at tað í hesi vikuni verður skipað fyri ráðstevnu um vandan við vaksandi antibiotikamótstøðuføri, og vónar at hetta fer at seta neyðugt fokus á evnið.   Á Løgtingi 13. apríl 2015   Bjørt Samuelsen tingkvinna...

Les meira

Spurningur um at máa grundarlagið undan fíggjarlóg, játtanarlóg og stýrisskipanarlóg

, March 27, 2015

Spurningur um at máa grundarlagið undan fíggjarlóg, játtanarlóg og stýrisskipanarlóg

Kristina Háfoss hevur sett Jørgen Niclasen ein §52a fyrispurning,um at máa grundarlagið undan fíggjarlóg, játtanarlóg og stýrisskipanarlóg 1. Hví kom landsstýrismaðurin í figgjarmálum ikki beinanvegin í Løgtingið við eykajáttan til Heilsumálaráðið, tá tað gjørdist greitt, at neyðugt verður við 10,3 mió. kr. eyka til at rinda rokning, ið Heilsumálaráðið skal rinda sambært dómsúrskurði? 2. Heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tað vera í lagi, at landsstýrismaðurin í heilsumálum rindar hesar 10,3 mió. kr. av játtanini til serviðgerð uttanlands, hóast landsstýrismaðurin hevur upplýst, at játtanin á fíggjarlógini ikki røkkur til hesa serstøku rokning, umframt vanliga virksemið til serviðgerð uttanlands? 3. Er hesin framferðarháttur ikki við til at máa grundarlagið undan fíggjarlóg, játtanarlóg og stýrisskipanarlóg? 4. Er hetta í samsvari við játtanarlóg og stýrisskipanarlóg? 5. Hví umhugsar landsstýrið at fáa eykajáttan við fíggjarnevndarskjali, tá Løgtingið er saman og hevur fleiri tingfundir í vikuni? 6. Nær kann væntast at landsstýrið kemur við umbøn um eykajáttan til serviðgerð uttanlands, og hvussu stór væntast henda eykajáttan at verða? Viðmerkingar Tað undrar stórliga, at landsstýrið ikki er komið í Løgtingið við umbøn um eykajáttan til at rinda rokning á 10,3 mió. kr., ið eru álagdar Heilsumálaráðnum at rinda í rættinum herfyri. Løgtingið hevur 4 tingfundir hesa vikuna, og tí hevur verið rúm tíð at viðgera eina eykajáttan frá Landsstýrinum. Í staðin hevur í fjølmiðlunum verið at frætt, at landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlaði at koma í Løgtingsins Fíggjarnevnd við umbøn um fíggjarnevndarskjal. Hetta undrar eisini stórliga. Tí Fíggjarnevndin játtar bert átroðkandi eykajáttanir umvegis fíggjarnevndarskjal, tá Løgtingið ikki er saman, og tá Løgtingið ikki hevur møguleika fyri skjótt at avgreiða eina átroðkandi eykajáttan. Hetta er ikki støðan í løtuni. Nú frættist so, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur noktað landsstýrismanninum í heilsumálum at koma í Fíggjarnevndina við fíggjarnevndarskjali. Í staðin skal landsstýrismaðurin rinda peningin av eini játtan til serviðgerð uttanlands, hóast landsstýrið veit, at játtanin harvið ikki fer at røkka til endamál sítt samsvarandi fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin í heilsumálum upplýsir enntá sjálvur alment, at hann rindar av eini játtan á fíggjarlógini, har tað als ikki er nóg mikið av peningi á til bæði verandi virksemi og til hesa rokning á 10,3 mió. kr. Um landsstýrið velur henda leistin, fyri síðan einaferð seinni í ár at koma við umbøn um eykajáttan – leingi eftir at peningurin er nýttur – gerst Løgtingið til eitt “stempulkontór”, ið onga veruliga ávirkan fær á játtanina. Henda framferð setir tí eisini av álvara spurnartekin við, hvørt landsstýrið í hesum føri arbeiðir í samsvari við Játtanarlógina og Stýrisskipanarlógina, ið báðar áseta, at ongin útreiðsla má rindast uttan at játtan er til hesa áðrenn. Í Stýrisskipanarlógini verður í § 43, stk. 2 ásett: “Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.” Og í Játtanarlógini verður í §1 ásett: “Eingin útreiðsla má verða rindað og ikki má verða tikið ímóti inntøku, er játtan ikki útvegað frammanundan”. Í hesum førinum verður ein útreiðsla rindað, hóast landsstýrið veit, at játtanin ikki gevur rúm fyri hesum, og hóast góðir møguleikar eru fyri, at Løgtingið kann veita eina eykajáttan beinanvegin. Hetta kann ikki vera rætt. Tí hesin framferðarháttur er við til at máa grundarlagið undan bæði fíggjarlóg, játtanarlóg og stýrisskipanarlóg. Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Á Løgtingi, 27. mars 2015...

Les meira

Svar uppá fyrispurning um urologi

,

Svar uppá fyrispurning um urologi

Sirið Stenberg og Kristin Michelsen hava í dag fingið svar uppá fyrispurning um urologi Spyrjari: Sirið Stenberg og Kristin Michelsen Svarari: Karsten Hansen Spurningur: Á tingfundi 18. februar 2015 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: 1. Hvørjar grundgevingar eru fyri at seta konsulent, sum starvast uttanlands, sum ábyrgdarhavara av urologi í Føroyum, samstundis sum serlækni í urologi frammanundan longu er settur í føroyska heilsuverkinum? 2. Hvussu nógvar vikur kann væntast, at serlæknin, sum arbeiðir sum konsulentur, verður árliga í Føroyum? 3. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at vit kunnu liva upp til tilmælini um tíðarásetingar fyri diagnostisering og viðgerðarætlan í krabbameinsætlanini, tá ið serlæknatænastan í urologi ikki stendur borgarum í boði stóran part av árinum? 4. Hvørja ávirkan kann tað hava á sjúklingatrygdina, tá ið urologi í Føroyum skal skipast við konsulenti sum ábyrgdarhavara? 5. Kann væntast, at fleiri sjúklingar fara at verða sendir av landinum til urologiska viðgerð? 6. Hvørji atlit verða tikin, tá ið heilsuverkið skal velja viðgerðarstað uttanlands til okkara sjúklingar. Eru tað atlit til bíðitíð, góð úrslit/hagtøl fyri heilsubót ella onnur atlit? 7. Hvør fakkunnleiki hevur verið við í arbeiðinum og verið hoyrdur í sambandi við nýggju royndarskipanina av urologi, og hevur semja verið um nýggju royndarskipanina? 8. Hvussu nógv er nýggja royndarskipanin mett at kosta, og hvussu nógv verður goldið í konsulenttænastu í dag innan urologiska økið? 9. Verður tað eingin annar enn ábyrgdarhavandi serlækni av royndarverkætlanini, sum kann ávísa sjúklingar til viðgerð uttanlands? Viðmerkingar Fyri stuttum kunngjørdi landsstýrismaðurin í heilsumálum eina nýggja tvørgangandi 2-ára royndarskipan fyri urologi í Føroyum. Í stuttum skal tað, sambært kunningarskrivi frá landsstýris­manninum í heilsumálum, komandi tvey árini gerast ein tvørgangandi skipan millum sjúkrahúsini um urologi. Ábyrgdarhavandi fyri hesa skipan er konsulentur, sum skal vera í landinum nakrar vikur árliga. Konsulenturin er kendur í heilsuverkinum, tá ið hesin sami hevur verið konsulentur í Føroyum í nógv ár. Sambært kunningini frá landsstýrismanninum í heilsumálum skal ein partur av skurðviðgerðunum nú fara fram á Suðuroyar Sjúkrahúsið, undankanningar og ávísar viðgerðir skulu fremjast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi,, og Landssjúkrahúsið skal taka sær av visitatión og størru skurðvið­gerðunum. Føroyska heilsuverkið hevur útbúnan serlækna í urologi í føstum starvi. Hesin starvast á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tí undrar tað spyrjararnar, at man leitar sær uttanlands eftir serfrøði at vera ábyrgdar­havandi av nýggju royndarskipanini, tá ið vit hava sakkunnleikan frammanundan. Tískil sóknast undirritaðu eftir, hvørjar grundgevingar liggja til grund fyri hesum. Tað tykist sum orðaskiftið, sum hevur verið seinastu tíðina um nýggju royndarskipanina á urologiska økinum, viðger urologi og krabbamein sum eitt. Partur av urologisku sjúklingunum hava krabbamein, men okkum kunnugt, so hevur størsti parturin ikki krabbamein, men aðrar urologiskar sjúkur. Spyrjararnir kenna tørv á at vísa á hesa samanblanding, tí tað kann gera, at orðaskiftið og viðgerðin av hesum álvarsøki annars byggir á skeivar fortreytir. Tá ið tað kemur til krabbamein, so hava vit eitt dygdararbeiði liggjandi at taka støði í í Krabba­meins­ætlanini frá 2009. Millum annað stendur í Krabbameinsætlanini soleiðis: “Krabbameinsskurðviðgerðir eiga bara at verða gjørdar í Føroyum, um tær fylgja góðkendum vegleiðingum og prinsippum hjá Heilsustýrinum og/ella altjóða tilmælum. Ber ikki til at lúka hesar treytir, eiga krabbameinsskurðviðgerðir ikki at verða gjørdar í Føroyum. Fyri tey einstøku krabbameinssløgini eiga at verða gjørdar niðurskrivaðar heildartilgongdir, sum líkjast donsku sonevndu ”pakkaforløbunum”, men sum tó taka hædd fyri serligum føroyskum viðurskiftum. Heildartilgongdirnar skulu neyvt lýsa tey ymisku stigini...

Les meira