Lýsing

Fyrispurningar á tingi

Skrivligur fyrispurningur

, June 7, 2015

Skrivligur fyrispurningur

§ 52a fyrispurningur til  Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um avleiðingarnar fyri Føroyar, tá Danmark flytir banka-lóggávu og fíggjareftirlit til ES   1.      Hvørjar eru niðurstøðurnar hjá arbeiðsbólkinum, ið varð settur at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland av, at Danmark flytir banka-lóggávu og fíggjareftirlitið – heilt ella partvíst – til ES?   2.      Um endaligar niðurstøður framvegis ikki eru gjørdar, hví dregur arbeiðið út?   3.      Um endaligar niðurstøður framvegis ikki er gjørdar, eru nakrar ávegis niðurstøður gjørdar? Um so er, hvørjar eru hesar? 4.      Ætlar landsstýrismaðurin at føroyskir bankar eisini – um møguligt – skulu undir eitt ES-fíggjareftirlit? 5.      Ætlar landsstýrismaðurin at flyta enn meira lóggávuvald úr Løgtinginum, niður til danskan ráðharra og/ella til ES innan fíggjarliga økið framyvir?   6.      Hvussu nógvir løgfrøðingar starvast í Fíggjarmálaráðnum?   7.      Hvat ger landsstýrismaðurin fyri at styrkja fyrisitingina við fólki við løgfrøðiligari servitan innan ES-rætt og fíggjarliga lóggávu?     Viðmerkingar   Danmark flytir nú og komandi tíðina lóggávu fyri bankarnar og fíggjareftirlitið – heillt ella partvíst – til ES. Samstundis eru bankar í Føroyum undir danskari fíggjarligari lóggávu og undir danska fíggjareftirlitinum. Hartil eru Føroyar uttanfyri ES, og fara tí neyvan at gerast partur av ES fíggjareftirliti.   Hetta er eitt av fleiri økjum, har Danmark flytir vald og avgerðar rætt til ES, meðan Føroyar framhaldandi eru hangandi í danskari lóggávu. Hetta ger støðuna sera fløkta, og enn er ógreitt hvørjar avleiðingarnar verða. Arbeiðsbólkur varð tí, fyri langari tíð síðan, settur at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland av, at Danmark væntandi fer at flyta fíggjareftirlit og fíggjarlóggávu til ES í næstum. Enn hevur tó ikki verið nakað at frætta um úrslitið av hesum arbeiði, og ógreitt er, hví so er.   Í verandi støðu sær tað út til, at vit verða slúsað inn í ES umvegis danska bakdyr. Hetta sóðu vit m.a. seinast banka-lóggávan varð broytt í Føroyum. Tí samgongan samtykið at seta í verk umfatandi ES-lóggávu í Føroyum á fíggjarliga økinum í vár. Ein partur av hesum var at geva donskum ráðharra heimild til, við kunngerð at seta ES-reglur í verk í Føroyum. Hetta varð gjørt hóast ovasta løgfrøðiliga ráðgevingin hjá landsstýrinum ávaraði staðiliga ímóti hesum – og hóast víst varð til, at í verandi løtu hevði fyrisitingin ikki neyðugu førleikarnar og ikki fingið neyðugu tíðina til, at meta um avleiðingarnar av umfatandi lóggávuni. Síðan lógarpakkin varð samtyktur, hevur onki verið at frætt frá landsstýrinum.   Fyri at fáa lýst hetta mál, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Á Løgtingi, 8. juni 2015 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri...

Les meira

Mykinesleiðin fyri mismuni

, May 21, 2015

Mykinesleiðin fyri mismuni

Johan Dahl hevur svarað Høgna Hoydal viðvíkjandi mykinessiglingini Her í mai mánað, tá ið mykinessiglingin byrjar,  hevur báturin Jósup, ið varð bygdur til hesa farleið, verið tikin úr siglingini. Ístaðin er Jósup fluttur til at røkja aðra leið fyri Strandferðsluna. Mykinesfólk hava ímeðan havt eitt munandi meira óhøgligt flutningsfar. Høgni spurdi m.a., hvussu tað ber til, at mykinesfólk í tíðarskeið fáa verri tænastu á eini farleið, sum er útboðin til privat at røkja. Tað tykist undrunarvert, um ongar treytir eru settar í sáttmálanum um at halda tænastustøðið við ávísum flutningsfari. Og tað tykist  sum mismunur, at farleiðin til Mykinesar skal fáa verri tænastu, tí egnaði báturin verður bjóðaður fram at  røkja sigling til aðrar oyggjar fyri strandfaraskip, sum skal í dokk. Frammanundan hevur Mykines bert sjóvegis farleið frá mai til august, og at tann  egnaði báturin er tryggjaður til at sigla hetta avmarkaða tíðarskeiðið, átti at verið sjálvsagt. Spurningurin og svarið hjá Johan Dahl kann lesast á hesi leinkju:...

Les meira

Verður tað lagaligari fyri lesandi uttanlands at greiða atkvøðu á løgtingsvali ?

, May 20, 2015

Verður tað lagaligari fyri lesandi uttanlands at greiða atkvøðu á løgtingsvali ?

Grein 52a fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um broytingar í løgtingsvallógini (lagaligari mannagongdir fyri lesandi uttanlands at greiða atkvøðu á løgtingsvali)     1.    Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað fyri at gera mannagongdirnar smidligari hjá lesandi uttanlands at greiða atkvøðu til løgtingsval? 2.    Um ja, hvørjar eru ætlanirnar og verður eitt uppskot, ið skal bøta um hesi viðurskifti, lagt fram á Ólavssøku saman við øðrum broytingum í løgtingsvallógini, sum landsstýriskvinnan hevur boðað frá? 3.    Ætlar Almannamálaráðið at skipa fyri kunning til lesandi uttanlands um hvussu mannagongdin er til at velja til løgtingsval – td gjøgnum samskifti við MFS, kommunur og við kunning og leinkjum á heimasíðu ráðsins? 4.    Er møguligt at tey lesandi kunnu skráseta seg at velja talgilt, td. gjøgnum Studna? 5.    Er møguligt at fáa føroysku sendistovurnar skrásettar sum valstað? 6.    Kann landsstýriskvinnan tryggja, at tað verður lættari hjá útisetum at velja til   komandi løgtingsvali? 7.    Ísv við ætlaðu broytingarnar í løgtingsvallógini um at onki valstað kann hava færri enn 100 veljarar, er møguleikin kannaður í hesum sambandi, at gera tað møguligt at atkøða talgilt á teimum smáu valstøðunum?   Viðmerkingar: Sum er, eru galdandi mannagongdir hjá lesandi uttanlands fyri at greiða atkvøðu til løgtingsval sera tungar og stirvnar og tað heldur teimum lesandi frá at fara á val. MFS gjørdi eitt stórt arbeiði áðrenn valið í 2011 við at eggja til og kunna um val-mannagongdirnar fyri at fáa so nógv lesandi sum gjørligt at fara á val. Hóast hetta vóru tað bert 40% av teimum lesandi í Danmark, ið brúktu sín valrætt. Eingi hagtøl eru um hvussu nógv lesandi uttanfyri Danmark greiddu atkvøðu.   Stórt ynski er frá MFS og millum útisetar at fáa mannagongdirnar í samband við at velja til løgtingsval smidligari, soleiðis at fleiri lesandi fara at brúka sín rætt til at fara á val. Bara í Danmark eru 1400 lesandi, ið hava møguleika at fara á val.   Verandi mannagongd er á leið soleiðis: ●     Fyrst skal ein verða skrásettur í føroyska fólkayvirlitinum, og tað kann ein bert, um ein hevur havt bústað í Føroyum minst 5 ár, áðrenn ein flytur av landinum. ●     Síðani skal ein útfylla eitt umsóknarblað (sum ikki er lætt at finna) fyri at vera skrásettur sum veljari uttanlands, og har skal ein viðleggja eina váttan frá lestrarstaðnum. ●     Tá tað so er komið uppá pláss (hetta kann taka vikur), kann tann lesandi fara inn á eina sendistovu ella kommunukontór at greiða atkvøðu. Men her skal ein tryggja sær, at sendistovan/kommunuskrivstovan hevur tey neyðugu skjølini klár til at greiða atkvøðu. (Valevnir, flokkar – sum tey fáa sent stutt áðrenn valið). ●     Tey, ið búgva uttanfyri Kongaríkið skulu brúka somu mannagongd, men tey skulu inn á føroyska ella danska sendistovu/konsulat fyri at greiða atkvøðu.   Áhugin fyri føroyska samfelagnum millum lesandi er sum heild stórur og føroysk lesandi uttanlands ynskja at brúka sín demokratiska rætt at velja, soleiðis at tey kunnu vera við til at skapa tað samfelag, tey hava hug at koma heim aftur til. At hava lættan møguleika at velja, meðan tú ert lesandi er týðandi liður í at halda fast við tilknýtið til føroyska samfelagið. Tað økir somuleiðis um áhugan fyri at fylgja við í hvat fyriferst í føroyskum politikki og samfelagsviðurskiftum.   Ynskið millum tey lesandi er, at skipanin verður talgild, td gjøgnum Studna,...

Les meira

Eru broytingar í umbúna hjá Landsverki ?

, May 18, 2015

Eru broytingar í umbúna  hjá Landsverki ?

Páll á Reynatúgvu hevur sett Fyrispurning um møguliga einskiljing av virkseminum hjá Landsverki, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í innlendismálum  1. Er ætlanin at umskipa veghaldið og aðrar uppgávur hjá Landsverki í Føroyum? 2. Um so, eftir hvørjum leisti? 3. Er í umbúna at siga fólkunum, sum arbeiða hjá Landsverki í Sandoynni, úr starvi? 4. Er ætlanin at privatisera virksemið hjá Landsverki í Sandoynni? 5. Er ætlanin at útveita uppgávuna? 6. Er ætlanin at bjóða uppgávuna út? Viðmerkingar Í eina tíð hevur ljóðað, at landsstýrismaðurin fyrireikar broytingar hjá Landverki viðvíkjandi veghaldinum. Hettar málið hevur ikki fingið politiska viðgerð yvirhøvur. Tí er ynskiligt, at landsstýrismaðurin váttar, ella avsannar, at broytingar eru í umbúna, og upplýsir Løgtinginum og almenninginum, hvørjar hesar eru, um so er. Á Løgtingi, 15. mai 2015 Páll á...

Les meira

Gunvør spyr um møguligar sparingar í heilsuverkinum av at minka um nýtsluna av heilivági

, May 11, 2015

Gunvør spyr um møguligar sparingar í heilsuverkinum av at minka um nýtsluna av heilivági

Grein 52a fyrispurningur settur Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum um møguligar sparingar í heilsuverkinum av at minka um nýtsluna av heilivági   1.    Hvussu stórar útreiðslur hevði heilsuverkið av heilivági í 2005 – 2010 og 2015? 2.    Hvørji sløg av heilivági standa fyri størsta partinum av útreiðsluvøkstrinum? 3.    Hvussu stórar útreiðslur hevði heilsuverkið av kolestorol-niðursetandi heilivági í 2005, 2010 og 2015? 4.    Hvussu nógvir føroyingar vóru í viðgerð við kolestorol-niðursetandi heilivági í 2005, 2010 og 2015? 5.    Hvussu stórar útreiðslur hevði heilsuverkið av diabetesheilivági í 2005, 2010 og 2015? 6.    Hvussu nógvir føroyingar vóru viðgjørdir fyri diabetes I í 2005, 2010 og 2015? 7.    Hvussu nógvir føroyingar verða viðgjørdir fyri diabetes II í 2005, 2010 og 2015? 8.    Veit Heilsumálaráðið hvat diabetes kostar tí føroyska samfelagnum? 9.    Hvussu stóran part av kolestorol- og diabetesheilivági rinda sjúklingarnir sjálvir og hvussu stóran part rindar heilsuverkið? 10.  Hvussu nógvir kostfrøðingar eru í starvi og hvørjir sjúklingar verða sendir til kostfrøðingar? 11.  Hvussu hevur játtanin til Fólkaheilsuráðið verið síðan tað varð sett á stovn? 12.  Hvussu nógva orku leggur heilsuverkið (læknar og annað heilsustarvsfólk) í at upplýsa og vegleiða sjúklingar um lívsstíl (kost – rørslu o.a.) sum liður í at spara heilsuverkinum fyri stórar heilivágs-útreiðslur?   Viðmerkingar: Nógv umrøða er í hesum døgum av vaksandi útreiðslunum av heilsuverkinum og hvussu samfelagið framhaldandi skal megna at fíggja eitt dygdargott heilsuverk. Landsstýrismaðurin í heilsumálum biðjur í hesum døgum um eykajáttan, m.a. tí heilivágsútreiðslurnar hækkaðu 14% í 2014, og tí roknað verður við, at útreiðslurnar økjast í 2015.   Stórur partur av sjúkunum, ið okkara sjúkrahús viðgera, eru sonevndar lívsstílssjúkur. Diabetes (II), hjarta- karsjúkur, fleiri krabbameins- og giktasjúkur eru dømi um sjúkur sum í stóran mun stava frá tí lívsstíli vit hava vant okkum við seinastu 50-80 árini. Her verður hugsað um industrialiseraðan mat, royking, lítla rørslu og eitt javnt støðið av strongd. Tá ið so nógvar sjúkur stava frá lívsstíli, er tað áhugavert, at heilsuverkið ger so lítið við at vísa á okkara egnu ábyrgd og evni at fyribyrgja og møguliga lekja hesar sjúkur. Heilsuverkið sparir allar flest pengar við at færri gerast sjúk. Men ein fatalistiskur hugburður tykist at ráða, og tikið verður fyri givið, at vit skulu halda fram við sama lívsstíli og so heldur hervið verða bundin at dýrum og skaðiligum hjáárinum av heilivági eitt heilt lív fyr at halda sjúkuni so nøkulunda niðri.   Óheft gransking, sum eingin fyrr virdi, hevur við treiskni og áhaldni nú sannført mong ivandi um, at fólk í stóran mun sjálv kunnu fyribyrgja – og í summum førum lekja – mangar av vælferðarsjúkunum.  Td. verður ofta tjakast um hjáárinini við sonevndum statinum, (eitt slag av kolestorol heilivági.) Eitt annað dømi er (sera dýri) diabetes heilivágurin. Hesin heilivágur (móti høgum kolestoroli og diabetes) verða aloftast útskrivað av vana og uttan at sjúklingurin fær nakra miðvísa upplæring og vegleiðing í hvussu hann kann broyta livihátt, sum í ávísum føri kann føra til lægri kolestorol og steðga byrjandi diabetes sjúku.   Hesir spurningar snúgva seg tí um at fáa staðfest, hvussu nógvar pengar heilsuverkið brúkar uppá heilivágin til tvær sera vanligar lívsstílssjúkur/tilstandir – høgt kolestorol (lutvíst lívsstílssjúka) og diabetes (II). Og um talið er vaksið ella minkað millum 2005 og 2015. Og spurningarnir snúgva seg eisini um hvussu høga raðfesting fyribyrging (fólkaheilsuráðið) og lívsstílsvegleiðing (kostur, rørsla og strongd) hevur...

Les meira

Bjørt hevur fingið svar uppá spurning um vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium

, May 4, 2015

Bjørt hevur fingið svar uppá spurning um vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium

Svar upp á fyrispurning  eftir § 52a í tingskipanini um skjótt vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu   Spurningurin var soljóðandi:   1.      Hvat verður gjørt í Føroyum til tess at fyribyrgja skjótt vaksandi vandanum við bakterium, ið gerast mótstøðuførar og tí ikki longur kunnu viðgerast við antibiotika? 2.      Hvat metir landsstýrismaðurin kann og eigur at verða gjørt til tess at fyribyrgja, at mótstøðuførar bakteriur gerast ein munandi trupulleiki á føroysku sjúkrahúsunum? 3.      Hvussu nógv antibiotika verður nýtt í Føroyum pr. íbúgva í mun til onnur lond, og hvussu nógv er hetta í mun til tey lond, sum brúka minst? 4.      Hvat verður gjørt fyri at fáa vitanina út til fólkið, soleiðis at borgarin hevur røttu vitanina og kann virka eftir hesari? 5.      Luttaka Føroyar í norðurlenskum samstarvi um fyribyrging av antibiotikaresistensi, um ja, á hvønn hátt?   Svar: Til nr. 1. Sjúklingar, ið verða innlagdir á okkurt útlendskt sjúkrahús og sum síðani verða innlagdir á eitt sjúkrahús í Føroyum, verða kannaðir fyri MRSA (Meticillin resistentir Stafylokokkar). Harumframt verða børn, sum eru ættleitt úr londum, har MRSA er meira vanligt enn á okkara leiðum, eisini kannað fyri MRSA.   Um MRSA verður staðfest, verður tann smittaði settur í sonevnda týningarviðgerð. Er talan um persón, ið ikki er innlagdur, verður alt húskið sett í viðgerð. Kontrollkanningar verða gjørdar upp til eitt hálvt ár.   Til nr. 2. Tað er tikin avgerð um, at rutinukanningar fyri øðrum sløgum av mótstøðuførum bakterium verður sett í verk. Hetta arbeiðið byrjar í næstu viku. Í hesum føri verður neyðugt at senda tær flestu kanningarroyndirnar til Statens Serum Institut at verða dyrkaðar. Einstakar kanningarroyndir kunnu dyrkast í Føroyum.   Til nr. 3. Ein máti, sum verður nýttur til at máta nýtsluna av antibiotika, er at máta dosir um døgnið fyri hvørjar túsund íbúgvar. í Kønberg frágreiðingini, sum spyrjarin eisini vísur til í viðmerkingunum, er eitt yvirlit frá 2011 yvir hesa nýtslu í Evropa, har nýtslan á sjúkrahúsunum ikki eru tikin við. Sambært yvirlitinum er Holland tað landið, sum brúkti minst antibiotika við umleið 11 dosir og Turkaland mest við umleið 42 dosir. Av teimum Norðurlendsku londunum nýtti Svøríki minst við umleið 14 dosir og Ísland og Finland mest við umleið 20-21 dosir hvør. Noreg og Danmark nýttu umleið 16-17 dosir hvør. Føroyar er ikki við í yvirlitinum, men sambært Landsapotekaranum nýtti Føroyar 15,8 dosir í 2011 og liggja tí enn rímiliga væl fyri samanborið við okkara grannalond.   Til nr. 4. Tað verða av og á skipað fyri tiltøkum innan økið. Millum annað fyriskipaði Heilsumálaráðið tann 15. apríl 2015 fyri eini MRB ráðstevnu (MRB stendur fyri multiresistentar bakteriur). Ráðstevnan varð løgd til rættis av Smittuverjunevndini á Landssjúkrahúsinum saman við MRB-bólkinum, ið samskipar MRB-virkisætlanina fyri alt landið.   Í kjalarvørrinum av MRB ráðstevnuni, er farið undir at samskipa tey tiltøkini, ið eiga at verða sett í verk, bæði fyri at upplýsa leikum og lærdum. Í hesum sambandi verður undirvísing fyri heilsustarvsfólkini ein týðandi partur umframt upplýsing til borgarar um, hvussu antibiotika eigur at verða brúkt.   Til nr. 5. Føroyar luttaka í norðurlendskum samstarvi sum partur av MR-S, sum er Norðurlendska Ráðharraráðið fyri almanna- og heilsuøkið.   Bo Kønberg handaði MR-S frágreiðingina við 14 tilmælum tann 11. juni 2014.   Á fundi í oktober 2014 viðgjørdu ráðharrarnir á MR-S fundi frágreiðingina og tilmælini hjá...

Les meira

Kristina fingið svar uppá fyrispurning um Bústaðir

, May 3, 2015

Kristina fingið svar uppá fyrispurning um Bústaðir

Svar til fyrispurning frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu um Bústaðir og átøk at fáa til vega bíligar leigubústaðir Øll skulu hava møguleika at útvega sær ein  bústað. Hetta er ein grundleggjandi rættur. Men hetta er ikki ein møguleiki fyri øll í Føroyum, tí útboðið av bíligum leigubústøðum er sera avmarkað. Tað var tí eitt stórt framstig, tá tað í 2011 eydnaðist Tjóðveldi at fáa meiriluta – saman við minnilutasamgonguni – fyri, at broyta lóggávuna fyri Húsalánsgrunnin (nú Bústaðir), soleiðis at hesin fekk heimild til, at víðka virksemi sítt til eitt nú eisini at fevna um leigubústaðir. Vónin var, at nú fór verulig ferð at koma á, at fáa bygt bíligar leigubústaðir, bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum, lestraríbúðir v.m. Endamálið hjá Bústaðir er eisini í lógini: “at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað”. Hesum hava øll ikki møguleika fyri í dag. Síðan lógin fyri Bústaðir varð broytt í 2011, hava ein røð av stórfingnum ætlanum um bústaðarverkætlanir sæð dagsins ljós. Nakrar eru eisini framdar í verki. Tær størru verkætlanirnar eru tó ikki komnar á mál enn, og eru nógvar enn bara á skriviborðinum. Millum nógvu ætlaðu verkætlanirnar eru eisini sokallaðar marglætisíbúðir. Hetta hevur undrað, tí í  politisku skipanini hevur ikki verið hugsanin, at Bústaðir skuldi fara inn á tann partin av bústaðarmarknaðinum, ið tann privati marknaðurin eigur at megna at lyfta sjálvur. Hinvegin er stórur mangul uppá bíligar leigubústaðir til tey, ið ikki hava ráð til, at keypa sær hús og/ella leiga til verandi kostnað. Eisini er tørvur á lestraríbúðum og fleiri bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum. Vónin var, at Bústaðir kundi gerast eitt amboð at røkka hesum málum,men nú frættist, at tað ikki verður møguligt at fremja ætlaðu bústaðarverkætlanirnar við verandi gjaldføri hjá Bústøðum. Neyðugt verður sostatt at heimila Bústaðir at taka lán fyri at økja gjaldførið, um haldast skal áfram við øllum bústaðarætlanunum. Men  hvat ætlar landsstýrismaðurin? Og hví eru ongi stig tikin enn? Kann verandi støða merkja, at Bústaðir als ikki kann arbeiða víðari við teimum bústaðarverkætlanum kring landið, ið hava verið kunngjørdar? Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum: 1. Hvussu nógvar leiguíbúðir kann Bústaðir útvega afturat við verandi gjaldføri? 2. Hvørjar av ætlaðu bústaðarverkætlanunum hjá Bústøðum kunnu gerast veru-leiki við verandi gjaldføri? 3. Hvørjar av ætlaðu bústaðarverkætlanunum hjá Bústøðum gerast væntandi ikki veruleiki, um Bústaðir ikki fær lántøku og meira gjaldføri? 4. Hví hevur landsstýrismaðurin ikki, eitt nú í kunngerð, málrættað verkætlanir-nar hjá Bústøðum til bíligar leigubústaðir, lestraríbúðir og bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum? 5. Fer landsstýrismaðurin at taka stig til, at Bústaðir í størri mun skal leggja seg eftir bíligum leigubústøðum, lestraríbúðum og bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum? 6. Fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at Bústaðir fær møguleika at taka lán og økja gjaldførið fyri at fremja fleiri bústaðarverkætlanir í verki? 7. Um ja, nær? Um nei, hví? 8. Hvussu leingi hevur landsstýrismaðurin vitað, at Bústaðir hevur tørv á meira gjaldføri fyri at fáa framt allar tær ætlaðu bústaðarverkætlanirnar í verki?   Á Løgtingi, 16. apríl 2015 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi   Svar: 1.      Bústaðir hevur 620 mió. kr. í eginpeningi, harav umleið 300 mió. kr. verða brúktar til annað virksemið enn leigubústaðir. Viðvíkjandi leigubústaðar virkseminum hjá Bústaðum, er støðan soleiðis, at 104 leiguíbúðir eru lidnir...

Les meira

Gunvør spyr um gongdina í bygging av Marknagilsdeplinum

, April 30, 2015

Gunvør spyr  um gongdina í bygging av Marknagilsdeplinum

Grein 52a fyrispurningur settur Bjørn Kalsø um gongdina í bygging av Marknagilsdeplinum 1. Kann landsstýrismaðurin framvegis vátta, at Marknagilsdepilin verður klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan 2016? 2. Er gongd í byggingini í løtuni ella er arbeiðið steðgað upp? 3. Hvussu langt aftanfyri tíðarætlanina er byggingin í dag? 4. Hvat snúði roknifeilurin, sum tosað hevur verið um, seg um og hvussu ávirkar hann restina av byggingini? 5. Hvør hevur ábyrgdina av roknifeilinum og hvør ber ábyrgdina og kostnaðin av teimum seinkingum, ið fylgja í kjalarvørrinum av roknifeilinum? 6. Verður verkætlanin dýrari fyri landið og um ja, hvussu nógv? Viðmerkingar: Tíverri gerast leysatíðindini um at ein byggigøla er í væntu av Marknagilsdeplinum alt meira seiglívað. Søgur um, at orsakað av roknifeili, skal trappan og høvuðskonstruktiónin teknast og dimensjonerast av nýggjum og nógv sterkari, og hetta hevur ávirkan á prís- og tíðarætlanina av allari byggiverkætlanini. Søgur um at byggjaríið stendur stilt vegna ósemju millum høvuðsverktakarar um ábyrgd av hægra byggikostnaðinum. Og søgur um at verkætlanin verður nógv seinkað og longu byrjar at líkjast eini gølu. Vónandi kann landsstýrismaðurin avsanna leysasøgurnar og vónandi fáa vit ein Marknagilsdepil til tíðina, sum vit øll í semju kunnu gleðast um. Gunvør Balle 30. Apríl...

Les meira

Hvat hendi við samtyktini at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini

, April 28, 2015

Hvat hendi við samtyktini at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um samtyktina at tryggja føroyska málinum atgongd í sam­skiftistøknina, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum    Kann landssýrismaðurin greiða Løgtinginum frá, júst hvat er hent í málinum? Hvussu hava Mentamálaráðið, Fíggjarmálaðið, Fróðskaparsetrið og KT-felagið raðfest arbeiðið higartil, og hvør stendur fyri arbeiðinum? Hvørjum úrslitum ætlar landsstýrismaðurin at røkka, og hvør er tíðarfreistin?     Viðmerkingar: Fyri tveimum árum síðani samtykti eitt samt Løgting soljóðandi uppskot til samtyktar:   Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at skipa samstarv millum Mentamálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og KT-felagið við tí endamáli at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini, har serligur dentur skal vera á fartelefonir og teldur.   Í fjør spurdi eg landsstýrismannin um, hvat hent er í hesum arbeiði, men tá var einki hent. Nú eru tvey ár liðin, síðan uppskotið varð samtykt, og tí verða spurningarnir settir aftur.     Á Løgtingi,   28. apríl 2015   Gunvør...

Les meira

Oyggjaleikirnar til Føroya

, April 27, 2015

Oyggjaleikirnar til Føroya

§52a spurningur til Løgmann um átøk fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya Hví varð umsóknin um, at Oyggjaleikirnir skuldu vera í Føroyum í ár 2019 tikin aftur? Hvat hevur landsstýrið gjørt fyri, at sleppa undan at umsóknin varð tikin aftur? Hví verður ongin umsókn latin inn, so Oyggjaleikirnir kunnu verða hildnir í Føroyum í 2021? Hvat hevur landsstýrið gjørt fyri, at fáa Oyggjaleikirnar til Føroyar í 2021? Hvørjar møguligar politiskar avtalur og bindingar skulu gerast, fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021? Hvørjar íløgur skulu til fyri, at Oyggjarleikirnir fáast til Føroya í 2021? Hvussu nógv føroysk ítróttarfólk og hjálparfólk høvdu væntandi verið partur av einum Oyggjaleikum í Føroyum? Hvussu nógv fólk væntast til Føroya í sambandi við einar komandi Oyggjaleikir? Hvussu stórt samanlagt virði verður mett, at einar Oyggjaleikir hava fyri Føroyar? Ætlar løgmaður at innkalla politisku flokkarnar fyri at viðgera og gera semju um tey átøk, ið skulu fremjast fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021? Um ja, nær? Viðmerkingar 1989 var árið, tá Oyggjarleikir vóru í Føroyum fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Hetta var eitt stórt og stórfingið tiltak, ið eisini skapti stórar ringar í vatninum bæði ítróttarliga, fíggjarliga og samfelagsliga. 26 ár eru nú farin framvið síðan, og hóast Føroyar hava staðið seg sera væl á nógvum Oyggjaleikum, so eru tíverri enn ikki útlit fyri, at Oyggjaleikirnir koma aftur til Føroya. Tað var annars eitt stórt framstig, tá umsókn varð latin inn um, at Føroyar skuldu hýsa Oyggjaleikunum í 2019. Sum skilst bendið alt á, at hinar oyggjaleika-tjóðirnar vóru til reiðar at stuðla Føroyum í hesum, um fyritreytirnar vórðu tær røttu. Men tíverri mátti ÍSF í seinastu løtu taka umsóknina aftur, um at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019. Fyritreytirnar vórðu ikki fingnar uppá pláss. Hetta var eitt vónbrot fyri nógv. Ein gyltur møguleiki glapp føroyingum av hondum. Nú er so aftur møguleiki at leggja inn umsókn um, at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya – hesuferð í 2021. Freistin at lata umsóknina inn til oyggjaleikafelagsskapin er í september í ár. Men hóast samgongan nú hevur havt um 2 ár, síðan umsóknin um Oyggjaleikir í 2019 varð latin inn og tikin aftur, so eru fyritreytirnar framhaldandi ikki fingnar uppá pláss. ÍSF hevur tí fráboðað alment, at ongin umsókn verður latin inn um at fáa Oyggjarleikirnar til Føroya í 2021 heldur – í verandi støðu. Hetta átti annars verið eitt mál, ið vit øll vóru samd um at standa saman um, og at fremja Føroyum at frama. Ítróttarliga vilja Oyggjarleikir í Føroyum geva ómetaliga jalig ringárin, samfelagsliga vil hetta vera ein spennandi og savnandi avbjóðing fyri allar Føroyar, og fíggjarliga vilja Oyggjaleikirnir – hóast útreiðslur til fyrireiking og fyritreytir – eisini kasta av sær til alt samfelagið. Tað sama er galdandi fyri onnur altjóða ítróttartiltøk eru í Føroyum, so sum HM í fimleiki, Norðurlendska juniormeistarakappingin í svimjing og EM/HM undankappingar í fótbólti. Nú nógv verður gjørt fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum, er eisini fyri ferðavinnuna upplagt, at fáa Oyggjaleikirnar henda vegin. Á komandi Oyggjaleikum í Jersey væntast um 3.000 ítróttarfólk og um 1.000 leiðarar og hjálparfólk. Hetta sigur ikki so lítið um týdningin av Oyggjaleikunum, sum eisini eru millum stórstu ítróttartiltøk í Evropa í 2015. Tá tað eru so sera nógv viðurskifti, ið tala fyri, at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya undrar, at tað...

Les meira