Lýsing

Fyrispurningar á tingi

Sirið svarar Óluvu Klettskarð uppá spurning, um grøna orku úr Haraldssundi

, April 12, 2016

Sirið svarar Óluvu Klettskarð uppá spurning, um grøna orku úr Haraldssundi

skrivligan fyrispurning frá Óluvu Klettskarð, løgtingskvinnu í løgtingsmáli nr. S-12/2015: Viðvíkjandi grønari orku úr Haraldssundi   Fyrispurningurin var soljóðandi:   1.      Hevur landsstýriskvinnan yvirlit yvir, hvørjar royndir eru gjørdar við sjóvarfallsorku í Føroyum, almennar, privatar ella hjá SEV? 2.      Eru kanningar gjørdar av streymviðurskiftum í Haraldssundi í mun til spurningin um sjóvarfalls­orku? 3.      Heldur landsstýriskvinnan, at tað hevði verið vert at latið Haraldssund upp aftur til tess at fingið sjóvarfallsorku til vega?   Svar:   1.      Hevur landsstýriskvinnan yvirlit yvir, hvørjar royndir eru gjørdar við sjóvarfallsorku í Føroyum, almennar, privatar ella hjá SEV?   Okkum kunnugt er einasta praktiska royndin við at gagnnýta sjóvarfallsorku tann í Vestmannasundi, sum felagið Sp/F Atlantsmyllan hevur staðið fyri.   Myllan er gjørd á Nomatek í Tórshavn og sett út í Vestmannasund. Tað vísti seg, at  náttúrukreftirnar vóru nógv størri enn roknað varð við, og hetta gekk útyvir sjálva mylluna og festini.   Royndin varð gjørd millum annað við fíggjarligum stuðli og útlendskum íleggjara og við hjálp frá Sev, Fróðskaparsetrinum og Jarðfeingi.   SEV hevur eisini samstarvað við kendu fyritøkuna VOITH, sum framleiðir vatnorkuturbinur. Ein avtala er gjørd, sum miðar eftir at royndarkoyra eina sjóvarfalsturbinu í Føroyum, men enn er hetta lítið ítøkiligt.   Fróðskaparsetrið hevur eisini gjørt ymsar mátingar av sjóvarfallsorkuni á ymsum støðum. Hesar vísa, at týðandi orkunøgdir eru í sjóvarfallinum. Væntast kann tí, at hetta við tíðini verður eitt íkast til elframleiðsluna.   2.      Eru kanningar gjørdar av streymviðurskiftum í Haraldssundi í mun til spurningin um sjóvarfalls­orku?   Fróðskaparsetrið gjørdi í 1988 eina frágreiðing um rákið í Haraldssundi. Brúktur varð ein myndil, ið DHI (Dansk Hydraulisk Institut) hevði gjørt. Millum annað varð mett um, hvussu tað fór at reka í einum opi uppá 100 m í sundinum, sum í vídd var 1250 m2. Frammanundan hevði landsverkfrøðingurin gjørt uppmátingar og streymmátingar í sundinum, til dømis vórðu útrokningarnar gjørdar fyri eitt tíðarskeið uppá 12 tímar seinast í mei 1986, tá rákið var uppá tað harðasta. Tvey modell vórðu roynd, eitt grovmeskað og eitt fínmeskað. Hesi vístu, at streymferðin í opinum kom uppá  ávikavist 205 cm/s og 270 cm/s.   3.      Heldur landsstýriskvinnan, at tað hevði verið vert at latið Haraldssund upp aftur til tess at fingið sjóvarfallsorku til vega?   Út frá mátingum, sum vórðu gjørdar, áðrenn sundið varð tipt og teimum modellútrokningum, sum fyriliggja, er rákið í minna lagi til, at tað verður fíggjarliga burðardygt at lata Haraldssund upp við orkuframleiðslu fyri eyga.   Men mest av øllum verður mett, at tøknin ikki er til staðar, og tað fara at ganga ár, áðrenn til ber at fáa til vega turbinur, ið tola og halda til baldruta umhvørvið, og sum kunnu framleiða el til kappingarførar prísir.   Felags fyri verkætlanir innan sjóvarfallsorku er, at tær enn eru á royndarstigi við nógvum fíggjarligum stuðli og eru ikki fíggjarliga burðardyggar.   Í løtuni er tað neyvan skilagott hjá SEV ella tí almenna at fara undir orkuframleiðslu í Haraldssundi. Men um fyritøkur ella granskingarstovnar hava áhuga at gera og rinda fyri slíkar royndir, er støðan ein onnur.     Tórshavn, 30. mars 2016 Sirið Stenberg...

Les meira

Ingolf spyr um Smyril Line

, March 17, 2016

Ingolf spyr um Smyril Line

Skrivligur fyrispurningur til landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen viðvíkjandi Smyril Line   1.      Hvussu stóran part fær almenni eigarin (Føroya landsstýrið og Framtak) burturav vinningsbýtum, sum Smyril Line letur partaeigarunum?   2.      Hvussu nógv hava almennu eigararnir ár fyri ár fingið í vinningsbýti frá Smyril Line síðani 2007?   3.      Hvussu nógvan pening hevur almenni eigarin (Føroya landsstýri og Framtak) sett í Smyril Line síðani 2007, og hvussu stórur ognarlutur er fingin fyri hesi innskot, herundir stødd á innskoti og ognarluti tilsamans og útgreinað ár fyri ár?   4.      Í sambandi við, at Smyril Line aftur varð viðgjørt í Løgtinginum í 2011 hoyrdist, at ein partaeigaraavtala varð gjørd. Varð nøkur partaeigaraavtala  gjørd, og varð hon latin Løgtinginum ella Vinnunevndini?   5.      Er tað rætt, at ein partur av almenna ognarlutinum (Føroya landsstýri og Framtak) er seldur nýliga ella er í umbúna at verða seldur?   6.      Um so er, hvussu stórur partur varð/verður seldur, hvør er søluprísurin, og eftir hvørjum leisti er hann ásettur? Viðmerkingar: 21. november 2008 bjargaði føroyski skattgjaldarin Smyril Line frá húsagangi, tá ein meiri­luti í Løgtinginum – eftir at hava víkt frá øllum tíðarfreistum – samtykti at seta 30 milliónir krónur í reiðaríið. Grundgevingin fyri at bjarga privatu fyritøkuni var, at høvuðsaktivið hjá reiðarínum, ferða­mannskipið Norrøna, fór at verða mist, og tískil metti meirilutin í Løgtinginum, at stór samfelagslig virði vóru í vanda fyri at fara fyri skeyti. Samstundis, sum Løgtingið samtykti at seta 30 milliónir krónur í reiðaríið, setti almenni grunnurin Framtak 10 milliónir krónur í afturat teimum út við 70 milliónum krónunum, sum grunnurin frammanundan hevði sett í felagið. Í somu atløgu varð eisini eitt ábyrgdarlán á 15 milliónir krónur, sum Framtak hevði veitt Smyril Line, lagt um til partapening. Sostatt var samlaða upphæddin 55 milliónir krónur, sum tað almenna (tað er skattgjaldarin, annaðhvørt beinleiðis ella umvegis Framtak) í november 2008 í bráðskundi sprændi inn í reiðaríið í partapeningi.  Og við teimum 70 milliónum krónunum, sum Framtak hevði sett í framman­undan, var samlaða almenna engagementið í felagnum 125 milliónir krónur.   Tá roykurin hevði lagt seg, umsat Vinnumálaráðið umleið 58 prosent av partapeninginum í Smyril Line – 25 prosent av tí, sum Løgtingið setti í beinleiðis vegna føroyska skattgjaldaran, og 33 prosent, sum ognarluturin hjá almenna íløgugrunninum Framtak var gjørdur upp til. Skipað varð soleiðis fyri, at Vinnumálaráðið fekk avgerðarrættin í mun til nevndarval, eisini vegna Framtak, og kundi soleiðis einsamalt velja meirilutan í nevndini.   Bjargingarátakið hevði eisini við sær, at reiðaríið varð skuldarsanerað við umleið 200 milliónum krónum, og tískil kundi Norrøna aftur loysa frá landi á einum heilt nýggjum og munandi liviligari rakstrargrundarlagi. Tað gav skjótt at býta, og undantikið 2010 hevur Smyril Line síðani bjargingina í 2008 havt støðugt vaksandi roknskaparlig avlop. Í 2013 var avlopið góðar 32 milliónir krónur áðrenn skatt, og í 2014 var tað góðar 36 milliónir krónur áðrenn skatt – hetta árið samtykti aðalfundurin hjá reiðarínum at lata 30 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar.   Kortini var landsstýrismaðurin í vinnumálum í 2011 aftur í Løgtinginum og bað um hjálp til í bráðskundi at styrkja gjaldførið hjá Smyril Line. Framtak skuldi aftur traðka til við 15 milli­ón­­um krónum, og privatir íleggjarar koma við øðrum 25 milliónum krónum. Men afturfyri kravdu privatu íleggjararnir, at landið slepti øllum valdinum í felagnum. Eisini til hesa viðgerðina varð víkt...

Les meira

Skula vit hava ein bátaportal?

, February 10, 2016

Skula vit hava ein bátaportal?

Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum viðvíkjandi einum bátaportali 1.      Hvat heldur landsstýriskvinnan um hugskotið at gera ein bátaportal? 2.      Hvørja ávirkan heldur landsstýriskvinnan, at ein bátaportalur hevði havt á føroyska samfelagið? Viðmerkingar: Tað ber til at menna og varðveita tilvitanina um føroyska bátin og ta søgu og tað samfelag, hann umboðar. Hugskotið, sum hevur verið frammi alment, er at byggja ein sokallaðan bátaportal. Bátaportalurin kann savna og seta upp ta vitan, sum er um føroyska bátin, og um tað samfelag og tær broytingar, sum hann hevur fjálgað og tænt í øldir. Bátaportalurin átti at kunnað skipað fyri framsýningum um føroyskt bátasmíð og um søguliga týdningin, báturin hevur havt gjøgnum øldirnar. Eisini er hugsandi, at bátaportalurin er eitt livandi stað, har man kann koma og síggja handverkið í verki. Síggja fólk smíða bátin. Tað er komið at teimum døgum, at fá enn minnast bátin sum amboð teirra í bygdini fyri at yvirliva. Tí kundi bátaportalurin eisini verið høvi hjá teimum eldru fólkum, sum enn minnast tíðina, og latið hesi greitt frá týdninginum, báturin hevði fyri at yvirliva, og eisini, hvør hóttan lá í bátinum, tá hann í øllum veðri baldist á sjónum. Hugsandi er eisini, at bátaportalurin rúmar tjóðarítrótti okkara – kappróðrinum – og latið henda verið ein virknan part av húsinum. Hetta kundi man gjørt við at latið kappróðrarfeløg húsast á niðastu hædd. Niðasta hædd átti eisini at rúmað møguleikanum hjá fólki at roynt bátin og farið ein túr við honum. Tí er umráðandi, at hann liggur við sjógvin, so at børn, ferðafólk og onnur kunnu sleppa at flota og kenna sambandið millum sjógv og bát. Slíkir bátaportalar eru við góðum úrsliti gjørdir aðrastaðni, eitt nú í Hetlandi, Danmark og Noregi. Hugskotið fremur eisini tey ynski, ið hava verið frammi í politisku skipanini um at varðveita føroyska bátin og føroyskt bátasmíð, og tað gongur fleiri av teimum tilmælum á møti, sum vórðu sett fram í álitinum um at skapa føroyskum bátasmíði livilíkindi. Álitið varð latið Føroya landsstýri í 2012. Hvar bátaportalurin skal vera, og hvussu hann skal byggjast, eiga serkøn fólk at taka støðu til. Umráðandi er bara, at hann er bygdur soleiðis, at hann kann rúma tí virksemi, sum visjónin fyri portalin hevur, og at hann er lætt atkomuligur hjá flestu føroyingum og hjá ferðafólki. Á Løgtingi, 8. februar 2016 Annita á Fríðriksmørk – at vit gerast limur í IMO, WTO, UNECO osfr krevur fólk við hægri útbúgvingum – at tær royndir man har kemur at vinna sær, koma at menna okkara samfelag og seta fólk við hægri útbúgvingum í...

Les meira

Hava fólkapensjonistar meira ella minni um hendi nú eftir umleggingina?

,

Hava fólkapensjonistar meira ella minni um hendi nú eftir umleggingina?

Tað vil Annita á Fríðriksmørk hava at vita frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, tí setir hon munnligan fyrispurning um tað á tingfundinum í morgun Munnligur fyrispurningur til Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi fólkapensjónistum 1.      Hava fólkapensjónistar meira ella minni um hendi nú eftir umleggingina?   2.      Á leið hvussu stórur er munurin?   Viðmerkingar Ónøgdin við umleggingina av pensjónini, tá grundarupphæddin lækkaði og útgjaldið úr samhaldsfasta hækkaði, var rímiliga sjónlig áðrenn ársskiftið. Kortini helt samgongan fast, tí vit sóu, at tølini vístu, at serliga teir fólkapensjónistar, sum onga aðra pensjón høvdu, fóru at fáa meira útgoldið eftir umleggingina.   Nú er so umleggingin komin á skinnararnar, og fyrsta mánaðargjaldið er farið afturum. Sjálv havi eg fingið rættiliga postivar afturmeldingar frá fólkapensjónistum, sum siga seg hava fingið meira um hendi nú enn áðrenn umleggingina. Men eitt er, hvat man hoyrir, annað er, hvørji tølini eru, sum myndugleikarnir sita við. Tí er hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni.   Á Løgtingi, 9. februar 2016   Annita á Fríðriksmørk...

Les meira

Kristina fingið svar uppá fyrispurning

, January 11, 2016

Kristina fingið svar uppá fyrispurning

Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 16/2015 frá Kristinu Heðinsdóttir Clementsen, løgtingskvinnu, Fyrispurningur um fíggjarstøðuna hjá lesandi og lærlingum, settur Rigmor Dam, landsstýriskvinnu.   Fyrispurningurin er soljóðandi:   1.      Eru nakrar ítøkiligar ætlanir um at betra um fíggjarstøðuna hjá lesandi og lærlingum? 2.      Er ætlan at hækka studningin hjá fólki undir hægri lesnaði? 3.      Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at tryggja sær, at lestrar- og lærlingaíbúðir verða bygdar komandi árini?   Svar til 1: Samgongan hevur sett sær fyri at betra um fíggjastøðuna hjá lesandi. M.a. er orðað í fylgiskjal til samgonguskjalið, at fíggjarligu korini hjá lesandi skulu líðandi gerast betur, og bíligir leigubústaðir til ung og barnafamiljur verða bygdir.   Lærlingar fáa ikki studning, men løn, sum verður ásett av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og tískil hevur landsstýriskvinnan ikki beinleiðis ávirkan á fíggjarstøðuna hjá lærlingum. Skoytast kann uppí, at samgongan hevur sett sær fyri, at ætlan verður løgd fyri lærlingaøkið, og at nýútbúgvin skulu hava rætt til arbeiðsloysistuðul.   Svar til 2: Í tráð við samgonguskjalið, so ætlar sitandi samgonga at hækka studningin hjá fólki undir lesnaði í hesum valskeiði. Ætlanin er at hækka studningin í 2017. Arbeiðið at leggja neyva ætlan fyri, hvussu ætlaða økta játtanin til lesandi skal raðfestast, byrjar í ár.   Svar til 3: Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur júst sett arbeiðsbólk at fyrireika eina ætlan, hvussu Fróðskaparsetrið kann útbyggjast og mennast við atliti at lestrarbýlingi (kampus), bústøðum og kørmum annars. 8 mió. kr. eru settar av í fíggjarlógini 2016 til hetta arbeiðið. Innanfyri hesar karmar er eisini hædd tikið fyri fyrireiking av næmingabústøðum. Fyrireikað verður samstarv við Bústaðir um yvirtøku av verandi næmingabústøðum og víðkan av tilboðum av lestrar- og læringaíbúðum.   Vinarliga   Rigmor Dam...

Les meira

Bjørt spyr um ílegukanningar av nýføðingum

, December 8, 2015

Bjørt spyr um  ílegukanningar av nýføðingum

Munnligur fyrispurningur um ílegukanningar av nýføðingum fyri CTD og aðrar arvaligar sjúkur. Settur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í Heilsumálum   -Hevur landsstýriskvinnan umhugsað at lata ílegukanningarnar av nýføðingum gera í Føroyum? -Hvør er orsøkin til, at heilsumyndugleikin ætlar, at ílegukanningar av føroyskum nýføðingum skulu gerast á Serumsinstituttinum í Keypmannahavn? -Er landsstýriskvinnan samd í, at fakligir førleikar og tøkniligur útbúnaður at gera slíkar kanningar eru í Føroyum? -Metir landsstýriskvinnan, at tað hevur týdning, at slíkar kanningar verða gjørdar her fyri at strykja førleikamenning, vitanarsavning, gransingarumhvørvið, skapa vitanartung arbeiðspláss og so frameftir? -Umhugsar landsstýriskvinnan at taka stig til, at hetta arbeiði kann gerast her heima?   Viðmerkingar Ætlanin er at fara undir at ílegukanna allar føroyskar nýføðingar, fyri sjúkuna CTD og møguliga aðrar arvaligar sjúkur. Sambært tí, sum kom fram í sendingini Radarin, eru samráðingar um at gera avtalu við danska Serumsinstituttet, at gera hesar kanningar. Í Føroyum eru bæði fólk og útbúnaður til at gera ílegukanningar. Eitt nú kann nevnast granskingarsetrið iNova við nýtímans kanningarstovum og við útbúnaði at gera ílegukanningar. Bæði almennir stovnar og privatar fyritøkur við ílegufakligum førleikunum eru knýtt at iNova. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur somuleiðis útgerð, fakligar førleikar og drúgvar royndir at gera ílegukanningar. Landssjúkrahúsið eigur eisini at vera sentralur partur av arbeiðinum. Nógvir fyrimunir eru við at gera kanningarnar av CTD og øðrum arvaligum sjúkum í Føroyum. Eitt nú førleikamenning, vitanarsavning, styrking av gransingarumhvørvinum, skapan av vitanartungum arbeiðsplássum og so frameftir.   Á Løgtingi 8 desember 2015 Bjørt Samuelsen...

Les meira

Verður íløga gjørd í grøna hitaskipan til Marknagilsdepilin?

, November 10, 2015

Verður íløga gjørd í grøna hitaskipan til Marknagilsdepilin?

Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í skúlamálum viðvíkjandi upphiting av Marknagilsdeplinum við grønari orku   1.      Hvør hitaskipan er vald fyri Marknagilsdepilin, og er ætlanin, at skúlin heilt ella lutvíst verður hitaður við grønari orku?   2.      Hvussu nógv fer tað at kosta eyka, um íløga verður gjørd í hitaskipan, so Marknagilsdepilin burturav verður hitaður við orku frá hitapumpu og/ella aðrari grønari hitaskipan?   3.      Yvir hvussu nógv ár kann ein slík íløga sparast innaftur?   4.      Metir landsstýriskvinnan, at hetta eigur at verða raðfest á fíggjarlógini?   Viðmerkingar Miðnámsskúlan í Marknagili er størsti skúlabygningur nakrantíð í Føroyum. Tað er Landsverk, sum er stovnur undir Samferðslumálaráðnum, ið er byggiharri, ímeðan tað er Mentamálaráðið, ið er arbeiðsánari. Samstundis er tað Heilsu- og Innlendismálaráðið, ið umsitur orkupolitikk landsins.   Seinastu árini hava skiftandi landsstýrisfólk givið ymisk svar upp á spurningin, hvørt  Marknagilsdepilin fór at verða hitaður við varandi orku. Eitt útspæl frá undanfarna landsstýri var, at privat felag skuldi gera eykaíløguna í grøna hitaskipan, og síðan skuldu felagið og landið býta tað, sum fór at vera spart við hesi skipan, í mun til um skúlin varð hitaður við olju. Ikki stendur greitt, hvørt endalig avgerð er tikin um grøna hitaskipan til Marknagilsdepilin. Hinvegin stendur greitt, at landið kann spara fitt av pengum við at gera íløguna í røttu hitaskipanina frá fyrsta degi.   Allir nýggir almennir bygningar eiga at verða bygdir soleiðis, at teir nýta sum minst av orku, og at ljós og hiti í so stóran mun, sum til ber, kunnu koma frá varandi orku. Hetta er ein ábyrgd, sum landsstýrið hevur. Bæði í mun til gjørdar politiskar avtalur um at minka útlátið av CO2 og harvið olju munandi, og í mun til ábyrgdina av at gera Føroyar minni tengdar at oljuni – til gangs fyri verandi og komandi ættarlið.   Hetta er eisini staðfest í samgonguskjalinum har tað stendur at: “Allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku, …”   Á Løgtingi 9. november 2015   Bjørt Samuelsen...

Les meira

Verða greiðari reglur og javnseting av stuðli til landbúnaðin?

, October 13, 2015

Verða greiðari reglur og javnseting av stuðli til landbúnaðin?

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a   Fyrispurningur um greiðari reglur og javnseting av stuðli til landbúnaðin, settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni í búnaðarmálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)   1.      Metir landsstýrismaðurin, at § 4 í kunngerð um stuðul til landbúnaðin, ið snýr seg um mvg-afturbering fyri vinnuliga framleiðslu av seyðakjøti, er nóg greitt orðað? 2.      Hvussu stórur kann munurin vera ímillum ár, har stórur partur av mvg-num verður afturborðin, og har lítil partur verður afturborðin? 3.      Metir landsstýrismaðurin tað vera nøktandi, at bøndur, sum liva – ella royna at liva – av framleiðslu av seyðakjøti, ikki greitt vita, hvat teir kunnu rokna við í mun til stuðul? 4.      Metir landsstýrismaðurin, at stuðulin til vinnuliga framleiðslu av ymiskum búnaðar­vørum – til dømis framleiðsla av mjólk og seyðakjøti – í størri mun átti at verið javnsett? 5.      Metir landsstýrismaðurin, at stuðulin, í hesum føri afturbering av  mvg, eisini eigur at fevna um aðra landbúnaðarframleiðslu, so sum grønmeti?   Viðmerkingar: Samgongan hevur sett sær fyri at orða ein framskygnan landbúnaðarpolitikk, at stimbra størri og fjølbroyttari framleiðslu av føroyskum matvørum og at dagføra verandi landbúnaðarlóggávu. Eitt amboð at røkka hesum er at tryggja, at tann stuðul, sum verður latin landbúnaðinum, í størstan mun stuðlar undir tey mál, ætlanin er at seta.   Stuðul til landbúnaðin er ásettur í lóg um landbúnaðarstuðul og í kunngerð. Í kunn­gerðini er millum annað ásett, at stuðul kann veitast til vinnuliga framleiðslu av mjólk, neytakjøti og seyðakjøti. Men, ásetingarnar fyri ymiskar framleiðslur eru ikki eins. Fyri seyðakjøt stendur í § 4 m.a, at: “Studningur til seyðakjøt er ein heilt ella lutvís afturbering av goldnum MVG fyri selt seyðakjøt. (….)  Búnaðarstovan ger eina meting av játtanini í mun til væntaðar umsóknir í árinum. Endalig uppgerð verður gjørd, tá seinasti ársfjórðingur er uppgjørdur. (….) “.   Við hesi orðing er ógjørligt hjá einum seyðabónda at vita, í hvønn mun roknast kann við afturbering av mvg. Í einihvørjari vinnu er umráðandi at kenna fíggjarliga grund­arlagið, sum roknast kann við.   Stórur áhugi er fyri at framleiða grønmeti í Føroyum. Men henda framleiðsla er ikki fevnd av omanfyrinevndu lógarásetingum um stuðul til landbúnaðin.     Á Løgtingi,  13. oktober 2015   Bjørt...

Les meira

Jørgen svarar Kristinu um ES bankalóggávu

, June 21, 2015

Jørgen svarar Kristinu um ES bankalóggávu

8. juni spurdi Kristina Háfoss fyri Tjóðveldi Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharra, um avleiðingarnar fyri Føroyar, tá Danmark flytir bankalóggávu og fíggjareftirlit til ES, at svara skrivliga sambært § 52a. 19. juni svaraði Jørgen Niclasen landsstýrismaður. Her kanst tú lesa spurningarnar frá Kristinu og svar landsstýrismansins (reyður tekstur) 1. Hvørjar eru niðurstøðurnar hjá arbeiðsbólkinum, ið varð settur at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland, av, at Danmark flytir bankalóggávu og fíggjareftirlitið – heilt ella partvíst – til ES? Svar: Endaligu niðurstøðurnar eru ikki tøkar, tá arbeiðsbólkurin enn ikki er liðugur við frágreiðingina. 2. Um endaligar niðurstøður framvegis ikki eru gjørdar, hví dregur arbeiðið út? Svar: Umboðini fyri Danmark, Føroyar og Grønland, sum mynda arbeiðsbólkin, arbeiða framvegis við at greina nakrar av torgreiddu spurningunum, ið hava stungið seg upp, nú Danmark umhugsar at luttaka í styrkta evropeiska bankasamstarvinum. Óvist er framvegis nær endaliga frágreiðingin verður liðug. 3. Um endaligar niðurstøður framvegis ikki er gjørdar, eru nakrar ávegis niðurstøður gjørdar? Um so er, hvørjar eru hesar? Svar: Danska Vinnu- og vakstrarmálaráðið almannakunngjørdi í apríl 2015 frágreiðingina, “Rapport om mulig dansk deltagelse i det styrkede banksamarbejde”. Í kapittul 16 í hesi frágreiðing eru hesar ávegis niðurstøður gjørdar: ES-rætturin loyvir ikki, at Føroyar og Grønland luttaka beinleiðs í styrkta bankasamstarvinum, tá styrkta bankasamstarvið er partur av ES-bygnaðinum, har einans ES-limalond kunnu luttaka. Mett verður, at Føroysku bankarnir heldur ikki kunnu blíva umfataðir av styrkta bankasamstarvinum, við at flyta høvuðssæti til Danmarkar. 4. Ætlar landsstýrismaðurin, at føroyskir bankar eisini – um møguligt – skulu undir eitt ES-fíggjareftirlit? Svar: Nei, tað ætlar landsstýrismaðurin ikki. Og sum svarið uppá spurning 3 vísur, so ber tað heldur ikki til, um onkur vildi tað. 5. Ætlar landsstýrismaðurin at flyta enn meira lóggávuvald úr Løgtinginum, niður til danskan ráðharra og/ella til ES innan fíggjarliga økið frameftir? Svar: Landsstýrismaðurin hevur ikki flutt lóggávuvald úr Løgtinginum. Eg havi gjørt mær ómak fyri at tryggja, at øll lóggáva á bankaøkinum, ið verður sett í gildi í Føroyum, skal ígjøgnum Føroya Løgting og allar kunngerðir, ið lýstar verða fyri Føroyar, skulu góðkennast av Føroya Landsstýrið, áðrenn tær verða settar í gildi. Soleiðis hevur arbeiðsgongdin verið og soleiðis er arbeiðsgongdin framhaldandi. 6. Hvussu nógvir løgfrøðingar starvast í Fíggjarmálaráðnum? Svar: Tá Fíggjarmálaráðið arbeiðir við bankalóggávu, er tað í tøttum samstarvið við løgfrøðingar, bæði í føroysku umsitingini og í danska fíggjareftirlitinum. Hesin leistur hevur riggað væl og eru arbeiðsgongdirnar við tíðini vorðnar alt meira kjølfestar. 7. Hvat ger landsstýrismaðurin fyri at styrkja fyrisitingina við fólki við løgfrøðiligari servitan innan ES-rætt og fíggjarliga lóggávu? Svar: Bankamál er framvegis danskt málsøkið. Um føroyingar ynskja at yvirtaka málsøkið, tá er tíðin at seta føroyskt Fíggjareftirlit á stovn, stovna føroyskan innskjótaragarantifond og gera samstarvsavtalur við ES á bankaøkinum og tá verður tørvur á nógvum fólki við servitan innan ES-rætt og fíggjarliga lóggávu. Viðmerkingarnar, ið fylgdu við upprunaligu spurningunum hjá Kristinu Háfoss Danmark flytir nú og komandi tíðina lóggávu fyri bankarnar og fíggjareftirlitið – heillt ella partvíst – til ES. Samstundis eru bankar í Føroyum undir danskari fíggjarligari lóggávu og undir danska fíggjareftirlitinum. Hartil eru Føroyar uttanfyri ES, og fara tí neyvan at gerast partur av ES fíggjareftirliti. Hetta er eitt av fleiri økjum, har Danmark flytir vald og avgerðar rætt til ES, meðan Føroyar framhaldandi eru hangandi í danskari lóggávu. Hetta ger støðuna sera fløkta, og enn er ógreitt hvørjar avleiðingarnar verða....

Les meira

Ung á Rásini uttan bústað – einaferð enn!

, June 9, 2015

Ung á Rásini uttan bústað – einaferð enn!

§ 52a fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um manglandi bústað v.m. til ung á Rásini – einaferð enn! 1.       Er tað rætt, at avgerð er tikin um, ikki at taka nýggjar næmingar inn á Rásina komandi ár, tí møguligt er ikki at bjóða verandi næmingum hóskandi bústað v.m.? 2.       Hava verandi næmingar á Rásini enn ikki fingið bústað v.m. bjóðaðan eftir, at tíðin á Rásini er liðug nú seinast í juni? 3.       Um ikki, hví er hetta ikki komið í rættlag eftir 3 árum? 4.       Um ikki, er hetta í samsvari við §6, stk. 4, í lóg um skúlatilboð til ung við breki? 5.       Um ikki, er hetta ikki brot á ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu? 6.       Er tað rætt, at ætlanin er, at leingja tíðarskeiðið hjá verandi næmingum á Rásini, eins og gjørt varð fyri 3-4 árum síðan? 7.       Hvat ger Almannamálaráðið ítøkiliga fyri at tryggja, at verandi næmingar fáa bústað v.m. í øki eftir egnum vali í summar, og at nýggir næmingar harvið kunnu koma inn á Rásina komandi ár? 8.       Nær er varandi bústaðarloysn funnin til øll tey ungu frá Rásini, sum fingu eina fyribils bústaðarloysn fyri 3-4 árum síðan? 9.       Heldur landsstýriskvinnan at Almannamálaráðið og Mentamálaráðið hava røkt sína uppgávu í hesum málinum? Viðmerkingar 7 ung fólk við menningartarni eru liðug við 3-ára útbúgving teirra á Rásini nú seinast í juni.  Hóast hetta, so er enn ongin loysn fingin á, hvar tey ungu skulu búgva og virka eftir lokið skúlaskeið. Tíverri sær tað út til, at søgan er við at endurtaka seg. Tí fyri 3-4 árum síðan var neyðugt at leingja tíðarskeiðið hjá táverandi næmingum við ½ ári, tí ongin bústaður v.m. var klárur til tey, tá tey vóru liðug við skúlan. Eftir ½ árið fingu tey eina fyribils bústaðarloysn. Tað var tá ein gøla myndugleikarnir ikki høvdu tosað saman og tryggja teimum ungu nøktandi bústaðar- og virksemisloysn eftir lokna skúlagongd. Hetta hóast myndugleikarnir høvdu havt 3 ár at fyrireika hetta. Almannamálaráðið og Mentamálaráðið lovaðu tá, at hetta skuldi ikki endurtaka seg. Nú eru 3-4 ár aftur farin framvið, og 7 næmingar eru nú aftur til reiðar at flyta í egnan bústað og fara undir vart starv ella annað hóskandi virksemi. Men sum skilst er heldur ikki hesuferð nakað klárt til tey ungu frá Rásini. Hetta hendir enntá hóast tað í lóg um skúlatilboð til ung við breki í §6, stk. 4 verður ásett: “Ráðgevandi bólkurin skal saman við foreldrum og øðrum myndugleikum fyrireika bústaðar-, frítíðar- og arbeiðstilboð til tey ungu eftir lokið skúlaskeið”.  Eisini hava Føroyar samtykt og sett í verk ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu. Men einaferð enn standa foreldur, lærarar og tey ungu í eini ótolandi støðu, ið undir ongum umstøðum kann góðtakast. Ein støða sum er óskiljandi, tá myndugleikarnir hava havt meira enn 3 ár at fyrireika eina góða loysn. Fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag sum skjótast, verður hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni á almannamálum. Á Løgtingi, 10. juni 2015 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri...

Les meira