Lýsing

Søga floksins í stuttum

Í hesum breddanum ber til at lesa sær til søguna hjá Tjóðveldinum – í stuttum. Hetta er ein løtt gjøgnumgongd, men kortini veðrur komi inn á ymisk tíðarskeið, sum hava merkt søguna hjá flokkinum.

Fólkaatkvøðan í 1946

Tá ið fólkaatkvøða varð útskrivað í 1946, var eingin politiskur flokkur serliga fegin um hetta. Fólkaflokkurin, sum tá vildi hava føroyskt fullveldi, vildi ikki hava ein fólkaatkvøðu um antin loysing ella heimastýrisskipan. Hann vildi hava fleiri valmøguleikar – har ein møguleiki var ein skipan, har Føroyar høvdu fullveldi, men vóru í kongsfelagsskapi við Danmark.

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vildu tó saman við donsku stjórnini hava fólkaatkvøðuna at snúgva seg um eitt danskt stjórnaruppskot (sum líktist heimastýrisskipanini) ella loysing. Teir roknaðu við, at hetta fór at ræða føroyingar til at velja tað danska stjórnaruppskotið.

Sostatt var eingin politiskur flokkur, sum beinleiðis arbeiddi fyri, at føroyingar skuldu velja loysing á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. Javnaðartingmaðurin Jákup í Jákupsstovu var tó fyri loysing. Tí atkvøddi hann fyri øllum uppskotum í tinginum, sum miðaðu eftir at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land.

Føroyingafelag

Upp undir fólkaatkvøðuna varð eitt felag skipað – Føroyingafelag – sum arbeiddi fyri at fáa fólk at velja loysing á fólkaatkvøðuni. Fleiri av oddafólkunum her vóru ungir føroyingar, ið høvdu lisið í Danmark, tá ið 2. heimsbardagi brast á, umframt onnur oddafólk, ið stríddust fyri betri korum til verkafólkið í Føroyum – teirra millum var eisini javnaðartingmaðurin Jákup í Jákupsstovu.

Hesi ferðaðust kring landið og agiteraðu fyri loysing. Tey løgdu fram tilfar, sum vísti, hvussu Føroyar kundu klára seg fíggjarliga, og tey høvdu eisini eitt fullfíggjað uppskot til eina føroyska stjórnarskrá (grundlóg). Eingin ivi er um, at arbeiðið hjá hesum fólkum var ein høvuðsorsøk til, at ein meiriluti valdi loysing í 1946 – hóast eingin hevði roknað við tí, og hóast eingin politiskur flokkur stuðlaði tí fult og heilt.

Og hevði ikki ein meiriluti atkvøtt fyri loysing í staðin fyri tí danska stjórnaruppskotinum, høvdu Føroyar einaferð med alla limað seg inn í Danmark. So høvdu føroyingar einki krav havt í dag um at skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð.

Tá kongur sendi Løgtingið til hús, áðrenn samtyktin frá fólkaatkvøðuni varð sett í verk, møtti bert ein tingmaður á tingfundi. Tað var Jákup í Jákupsstovu, sum seinni varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum.

Aftan á gleðina um sigurin á fólkaatkvøðuni vóru sjálvsagt nógv fólk vónbrotin av, at samtyktin ikki varð sett í verk. Ikki minst tey, sum høvdu arbeitt fyri at fáa meiriluta fyri loysing.

Flokkurin stovnaður

Tá ið heimastýrislógin varð trýst ígjøgnum í 1948, uttan at fólkið varð spurt, høvdu loysingarsinnað tikið seg saman at stovna ein nýggjan flokk.

Flokkurin skuldi hava sum endamál at fremja úrslitið av fólkaatkvøðuni í 1946 og virka fyri, at veruligt fólkaræði kom at galda í Føroyum í einum sosialt rættvísum samfelag. Teirra hugsjón var, at eingin stætt skuldi hava nakran framíhjárætt. Tey vildu stovnseta føroyska tjóðveldið, so at farast kundi undir at endurreisa og menna samfelagið á egnum grundarlagi, við javnbjóðis samstarvi við aðrar tjóðir.

Tey kallaðu til fundar og stovnaðu Tjóðveldisflokkin á fundi tann 22. og 23. mai 1948. Navnið Tjóðveldisflokkurin merkir í orðsins týdningi, at fólkið – tjóðin – skal hava valdið í egnum landi. Ì floksins stevnu varð gjørt greitt, at tjóðarfrælsið er amboðið til at skipa eitt samhaldsfast samfelag, har korini hjá verkafólki og fiskimonnum skuldu betrast.

Á ting í 1950

Við hesi stevnu varð farið til verka. Tjóðveldisflokkurin bjóðaði seg fram á løgtingsvali fyrstu ferð í 1950 og fekk tvey umboð vald í Løgtingið. Flokkurin vaks á valinum í 1954 og fekk seks umboð á ting. Í 1958 vann Tjóðveldisflokkurin sjey umboð.

Fyrstu umboð floksins á tingi vóru Hanus við Høgadalsá og D.P. Danielsen

Samstundis vóru oddafólk í flokkinum sera virkin í fakfelagsarbeiði, mentanararbeiði og vinnulívsmenning. Nevnast kunnu fólk sum D.P. Danielsen, Frederik Hansen, Erlendur Patursson, Jákup í Jákupsstovu, Andrea Árting, Andreas Ziska, Hanus við Høgadalsá, Hans Debes Joensen, Jóhan Simonsen, Karsten Hoydal, Sigurð Joensen og mong, mong onnur.

Síðan fimmtiárini hevur flokkurin støðugt verið millum teir fýra teir stóru flokkarnar í Føroyum og hevur oftast fingið millum 20 og 24% av atkvøðunum til løgtingsval.

Høvuðsmál floksins

Høvuðsmál í politikki floksins á tingi hava millum mong onnur verið:

  • At skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð og at tryggja øll rættindi hjá føroysku tjóðini.
  • At arbeiða fyri minstuløn og sosialum trygdarskipanum hjá fiskimonnum og verkafólki.
  • At byggja upp føroyskt skúlaverk, heilsuverk og almannaverk.
  • At føroyska fiskimarkið varð flutt út – fyrst út á 12 fjórðingar og síðan 200 fjórðingar.
  • At tryggja ognarrættin hjá føroyingum til undirgrundina.
  • At menna hægri útbúgving og gransking í Føroyum.
  • At byggja upp føroyskar mentanarstovnar og stuðla listafólki.
  • At mótmæla hernaðarútbyggingini í Føroyum undir kalda krígnum, har avgerðir vórðu tiknar, uttan at Føroya fólk varð kunnað ella eftirspurt.
  • At betra um handilssambond Føroya um allan heim.
  • At fáa Føroyum sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum.
  • At Føroyar eru uttan fyri ES.

Mong av hesum málum eru rokkin í dag, hóast stór politisk mótstøða var í Føroyum og uttanífrá – eitt nú um fiskimark, undirgrund, ES-politikkin o.s.fr.

Í dag taka flestu føroyingar og flestu politisku flokkar í Føroyum undir við teimum málum, sum Tjóðveldi hevur stríðst fyri – og sum fyrr vórðu skírd “óðamannaverk og órealistisk.”

Flokkurin í samgongu

Fyrstu 12 árini var Tjóðveldisflokkurin ikki í samgongu um at skipa landsstýri, men eftir valið í 1962 skipaði flokkurin samgongu saman við Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.

Hetta landsstýrið varð nevnt “sjálvstýrislandsstýrið” og setti sær fyri at taka yvir fleiri mál frá Danmark. Kortini var, tá samanum kom, ikki semja í samgonguni til at fremja ætlaðu yvirtøkurnar.

Síðan hevur flokkurin verið í samgongu fleiri ferðir saman við skiftandi flokkum.

Samgongur, sum Tjóðveldisflokkurin hevur verið við í:

  • 1963: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Framburðsflokkurin.
    Umboðini hjá Tjóðveldinum: Erlendur Patursson og Karsten Hoydal
  • 1975: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin.
    Umboðini hjá Tjóðvledinum: Finnbogi Isaksen og Petur Reinert
  • 1979: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin.
    Umboðini hjá Tjóðveldinum: Heðin M. Klein og Hergeir Nielsen
  • 1985: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi fólkaflokkurin, Føroya framburðs- og fiskivinnuflokkur (KrFFF).
    Umboðini hjá Tjóðveldinum: Jógvan Durhuus og Jóngerð Purkhús
  • 1988: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi fólkaflokkurin, Framsóknarflokkurin.
    Umboðini hjá Tjóðveldinum: Jógvan Durhuus og Jóngerð Purkhús
  • 1989: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin. Sjálvsýrisflokkurin og KrFFF
    Umboðini hjá Tjóðveldinum: Signar á Brúnni og Finnbogi Ísakson
  • 1989: Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin
    Umboðini hjá Tjóðveldinum: Signar á Brúnni ogJóngerð Purkhús
  • 1993: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.
    Umboðini hjá Tjóðveldinum: Finnbogi Ísakson og Signar á Brúnni
  • 1998: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.
    Umboðini já Tjóðveldinum: Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Signar á Brúnni, Tórbjørn Jacobsen (frá 21. juli 2000), Óli Holm (frá 14. juni 2001) Karsten Hansen
  • 2002: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin.
    Umboðini hjá Tjóðveldinum: Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen, Annlis Bjarkhamar, Annita á Fríðriksmørk (frá 17. september 2003)
  • 2008: Javnaðarflokkurin, Tjoðveldi og Miðflokkurin
    Umboðini hjá Tjoðveldinum: Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Bjørt Samuelsen, Kristina Háfoss, Óluvá Klettsgarð (frá 30. august 2008)

Altjóða samstarv

Tjóðveldisflokkurin hevur leingi verið sera virkin í norðurlendskum politiskum samstarvi og arbeiðir saman við brøðraflokkum í Íslandi, Grønlandi, Finnlandi, Danmark, Svøríki og Noregi.

Tað var eisini eftir uppskoti frá Tjóðveldisflokkinum (Erlendi Paturssyni), at Føroyar fingu umboðan í Norðurlandaráðnum, og at Norðurlandahúsið varð bygt í Føroyum. Harafturat tók hann stig til, at Tingmannaráð Útnorðurs varð stovnað, har tingfólk í Grønlandi, Íslandi og Føroyum samstarva.