Málini og úrslitini

Hevur tú hugsað um, at tey størstu úrslitini og frambrotini í Føroyum eru framd við tjóðskaparrørsluni og Tjóðveldinum á odda? Tí at vit hava ein flokk og eina rørslu, sum hava bygt á eina greiða hugsjón um einar frælsar Føroyar fyri øll?
– Har vit sjálv taka ábyrgd av okkara landi og okkara samfelag?
– Har vit altíð byggja á tað, sum vit sjálv kunnu skapa úr okkara egna tilfeingi?
– Har vit alla tíðina menna okkara egnu førleikar sum fólk?
– Og har vit hava samband við allan heimin sum fólk millum onnur?
Um tú ivast, kanst tú her lesa um nøkur av úrslitunum, sum Tjóðveldi hevur staðið á odda fyri at fremja. Og sum at enda eru komin í lag við fólksligum trýsti og í samstarvi við aðrar flokkar.

Í nógvum av hesum málum var stór politisk mótstøða. Men í dag taka tey flestu undir við teimum málum, sum Tjóðveldi hevur stríðst fyri – og sum fyrr vórðu skírd “óðamannaverk og órealistisk.”

Nøkur høvuðsmál og úrslit:

 At taka mál undir føroyskt ræði og føroyska ábyrgd. Til dømis: Fiskimark, undirgrund, skúlamál, almannamál, Fólkakirkju, tilbúgving, umhvørvi og havumhvørvi, vinnulóggávu, skipatrygd, útbúgvingarstuðul fyri lesandi í Føroyum o.m.a.
 At vinna rættindi hjá føroysku tjóðini at umboða seg sjálva í altjóða samstarvi.
 At seta í verk minstuløn og sosialar trygdarskipanir hjá fiskimonnum og verkafólki.
 At stovna Húsalánsgrunnin, sum gjørdi tað møguligt hjá vanligum fólki í Føroyum at seta føtur undir egið borð.
 At byggja upp føroyskt skúlaverk, heilsuverk og almannaverk.
 At menna hægri útbúgving og gransking í Føroyum – við miðnámsskúlum, Fróðskaparsetri, granskingargrunni og skúlum kring landið, og at seta í verk útbúgvingarstuðul til lesandi og lærlingar.
 At skipa føroyskan mentanarpolitikk, byggja upp føroyskar mentanarstovnar og stuðla listafólki. Til dømis: Mentanargrunnin, Útvarp, Sjónvarp, søvn, bókasøvn, Tjóðpallurin, stuðul til bókaútgávu, orðabøkur o.m.a.
 At binda landið saman við vegum, tunlum, havnum og framkomnum skipum.
 At flyta føroyska fiskimarkið út – fyrst út á 12 fjórðingar og síðan 200 fjórðingar.
 At taka umsitingina av undirgrundini á føroyskar hendur.
 At mótmæla hernaðarútbyggingini í Føroyum undir kalda krígnum, har avgerðir vórðu tiknar, uttan at Føroya fólk varð kunnað ella eftirspurt.
 At fáa beinleiðis handilssambond millum Føroyar og onnur lond.
 At Føroyar standa uttanfyri ES.
 At fáa umhvørvislóggávu í Føroyum.
 At seta í verk javnstøðulóg í Føroyum.

Fullveldissamgongan 1998-2003:
Fullveldissamgongan fór fyri fyrstu undir samráðingar við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land í einum frælsum felagsskapi við Danmark. Tær samráðingarnar rukku ikki á mál. Men hetta tíðarskeiðið skapti málið um einar frælsar Føroyar eina ørgrynnu av politiskum úrslitum og avrikum á øllum politiskum økjum. Og áhugin fyri at taka lut í politikki og at byggja land var ovurstórur millum fólk.
Fullveldissamgongan framdi m.a. hesi ítøkiligu úrslit:
 Bankamálið varð loyst við stórum endurgjaldi til Føroya.
 Undirgrundarmarkið við bretar varð loyst.
 Skúlamál, almenn forsorg, skipasýn , havumhvørvismál, tílbúgving, og onnur mál vórðu tikin undir føroyskt ræði og føroyska ábyrgd.
 24 mál vórðu liðugt fyrireikað og klár at yvirtaka: Harundir Fólkakirkja, Løgregla, Rættarskipan, Útlendingamál og persónsrættur.
 Vit gjørdu okkum samstundis 366 mió. kr. minni heft av donskum studningi, og fastfrystu veitingina. (Annars hevði hon í dag verið 1,4 mia.kr.). Í roynd og veru ein hálvering av blokkstuðlinum.
 Uppskot til føroyska grundlóg varð gjørt av Grundlógarnevndini.
 Við Hvítubók o.ø var okkara rættarstøða lýst út í æsir, eins og øll krøv til umsiting, lóggávu og búskaparliga tillaging til einar sjálvstøðugar Føroyar.
 Fullfíggjað uppskot varð gjørt til fullveldissáttmála.
 Okkara hermálsliga støða og samstarvsmøguleikar vórðu kannaðir og lýstir við hjálp frá altjóða serfrøðingum.
 Lógarfest varð, at dómarar og dómarafulltrúar við Føroya Rætt skulu duga føroyskt og kenna føroysk viðurskiftir.
 Sendistova í London varð stovnað.

 Lønarniðurskurður og kreppa undanfarnu árini vórðu vend til, at reallønin hjá øllum inntøkubólkum hækkaði munandi.
 Skattalættar vórðu framdir til tey lægstløntu og til fólk við vanligari miðalinntøku.
 Studningskipanir til høvuðsvinnuna vórðu støðgaðar.
 Lóggávu og játtan til 123 nýggj ellis-, røktarheims- og sambýlispláss varð framd.
 Fólkapensjónin varð hækkað við 8.000 kr. fyri hjún og 12.000 kr. fyri støk.
 Nýggj lóg um barnavernd varð gjørd.
 Fyritíðarpensjónin varð hækkað munandi og prístalsviðgjørd .
 Barnafrádrátturin varð tvífaldaður.
 Nýggj dagpeningalóg til tímalønt varð framd, har karensdagar vórðu tiknir av.
 Nýggj arbeiðsumhvørvislóg sett í verk.
 Barsilsskipanin varð sett í verk.
 Nýtt landssjúkrahús varð bygt.
 Sambýlir til eldri og til autistar og minnisveik vórðu stovnað.
 Nýggj lóg um dagsstovnar og dagrøkt varð sett í verk. Kommunurnar tóku ábyrgdina av økinum. Tørvurin á barnaansing varð nøktaður kring landið, og tað gjørdist ein rættur hjá børnum at fáa tilboð um pláss.

 Yvirskot var á fíggjarlógini hvørt ár í 6 ár.
 Skuldin til Danmarkar varð goldin niður úr 5,6 mia. kr. í 2,1 mia. kr.
 Uttanlandsskuldin varð minkað niður í 6,3 mia. niður í 3,7 mia kr.
 Nýtt prístal varð gjørt.
 Tjóðarroknskapur varð gjørdur (sum ikki hevði verið í 10-tals ár).
 Ruddað varð upp í kapitalvinningsskattaskipanini.
 10-ára Langtíðarætlan varð gjørd fyri íløgur, ið varð avtalað og samskipað við kommunurnar

 Lestrarstuðulin varð hækkaður 35%.
 Lesandi uttanfyri Norðurlond vórðu javnsett við onnur og kundu lesa hvar tey vilja, uttan mun til inntøku.
 Altjóða Skrivstovan til lesandi varð sett á stovn.
 Nýggjar útbúgvingar vórðu settar á stovn á Fróðskaparsetri Føroya.
 Nýskipanir fyri gransking vórðu settar í verk við Granskingargrunninum.
 Nýggj lóg um lærara- og pedagogútbúgving varð gjørd.
 Nýggj lóg um útbúgving til sjúkrarøktarfrøði varð framd
 Skúlatilboð til ung við breki varð sett á stovn.
 Almanna- og Heilsuskúli varð settur á stovn.
 Játtanin til fólkaskúlan varð munandi hækkað .
 Eftirskúlalóg varð sett í gildi.
 Játtanin til mentanarøkið varð tvífaldað.
 Tjóðpallur Føroya varð settur á stovn – sum bæði stuðlar yrkissjónleiki og áhugasjónleiki.
 Mentanargrunnur Landsins varð nýskipaður og játtanin hækkað støðugt.
 Nýggj mentanarpolitisk ætlan varð løgd.
 Nýggj lóg um bókasøvn varð sett í verk.
 Byrjað varð at byggja og útbyggja miðnámsskúlar kring alt landið – Tekniska Skúla í Klaksvík, Sjómansskúlan í Tórshavn, Miðnámsskúla í Vági, Fiskivinnuskúla í Vestmanna, og liðugt uppskot um Marknagilsdepilin gjørt.

 Nýggj Sandoyarferja (Teistin) varð bygd og túratalið økt munandi.
 Undirsjóvartunnil varð gjørdur undir Vestmannasund.
 Undirsjóvartunnil til Norðoyggjar samtyktur og liðugt boraður.
 Berghol til Gásadals varð bygt.
 Nýtt Suðuroyarskip (Smyril) varð bygt.
 Ferjulega í Kalsoynni varð gjørd.
 Nýggj ferjulega á Krambatanga .
 Havnaútbygging í Vági.
 Berghol millum Øravík og Hov varð samtykt.
 Nýtt vaktarskip (Brimil) varð bygt.
 Fullfíggjað føroysk tyrluskipan varð sett í verk.
 Nýggjur vegur til Velbastaðar/Gomlurætt.
 Nýggj ellis-/røktarheimspláss og sambýli gjørd.

 Øll galdandi føroysk lóggáva við kunngerðum varð løgd á lógardátubasa á internetinum.
 Krøv til føroyskt lógarsmíð og eftirkanning vórðu sett í verk.
 Løgtingsins Umboðsmaður varð settur á stovn.
CHE-samgongan 2008
Tann sonevnda CHE-samgongan varð skipað í februar 2008 og virkaði fram til september 2008. Hesa tíðina var tingið bert saman í tilsamans í góðar 4 mánaðir. Kortini er neyvan so nógv framt uppá so stutta tíð í føroyskum politikki. M.a. hesi mál:
 Barnsburðarfarloyvið longt við 8 vikum.
 Stakir uppihaldarar fingu barnaískoyti á 6000 kr. eyka árliga fyri hvørt barnið.
 FAS-skipanin varð gjørd kappingarfør.
 Brúkaraumboð sett á stovn.
 Skil fingið á útlendingamálum og Útlendingastova sett á stovn.
 Fróðskaparsetrið varð munandi útbygt við fleiri hægri útbúgvingum.
 Miðnámsskúlin í Marknagili samtyktur.
 Kringvarpið fekk nýtt digitalt sendinet.
 Økt játtan til børn við serligum tørvi.
 Átøk fyri lesiveik í fólkaskúlanum.
 Fleiri pláss til lærara- og pedagogútbúgvingarnar.
 Fleiri nýggj miðnámsskúlapláss í Eysturoynni.
 Vinnulóggávan varð dagførd.
 Víðfevnd tryggingarlóggáva samtykt.
 Loyvi varð givið til tollfría sølu á flogvøllinum.
 Endurgjaldsábyrgdarlógin varð samtykt, ið gevur øllum vanlukkuraktum nýggja rættindi.
 Játtanirnar til Mentanargrunn, tónleik, Tjóðpall og vinnugransking øktar.
 Økisdepil og sambýli til sinnisveik samtykt.
 Nýggjur fiskivinnupolitikkur varð stungin út í kortið.
 Uttanríkisráð sett á stovn.
 Samráðingar vóru um EFTA-limaskap og handilsavtalur.

Semjur við minnilutastjórn 2011
Í mai 2011 og í september 2011 gjørdi Tjóðveldi semjur við minnilutastjórnina, sum tá sat. Hesar tveir mánaðir hendi meira enn alt valskeiðið frammanundan. Og m.a. vórðu hesi úrslit framd:
 Fíggjarkarmar vórðu samtyktir til 2016.
 Búskapargrunnur Føroya varð stovnaður og pengar settir í.
 Loðslógarøkið varð yvirtikið til frama fyri skipatrygd og umhvørvisverju.
 Samtykt varð at áseta fátækramark.
 Langtíðarsemja varð gjørd um umlegging í fiskivinnupolitikkinum.
 Ferðaráð Føroya varð sett á stovn aftur.
 Samtykt varð at byggja nýtt Havrannsóknarskip og peningur settur av.
 Samtykt varð at byggja íbúðir til fólk við serligum tørvi kring landið.
 Húsalánsgrunnurin varð umskipaður og fekk nýggjar heimildir.
 Lutaíbúðarlógin varð samtykt.
 Langtíðar íløguætlan varð gjørd.
 Pensjónsbroytingar samtyktar.
 Tjóðpallur Føroya fekk íløgujáttan.
 Møguleiki til at bryggja sterkt í Føroyum settur í verk.
 Samtykt varð at seta Rættarskipanarnevnd at gera uppskot til føroyska rættarskipan.
 Tingskipanin varð broytt, soleiðis at danska grundlógin og heimastýrislógin ikki kunnu forða uppskotum at verða løgd fram á ting.