Lýsing

Á Løgtingi

Tjóðveldi fekk 6.691 atkvøður á løgtingsvalinum hin 1. september 2015, og hetta gav 7 tinglimir.

Hesi manna tingbólkin hjá Tjóðveldi:

Annita á Fríðriksmørk
Bjørt Samuelsen
Katrin Kallsberg
Magni Arge
Óluvá Klettskarð
Páll á Reynatúgvu
Pauli Trond Petersen

Tingmanning okkara hevur skrivstovu á Gamla apoteki, Áarvegi 2, Tórshavn, har hon fyrireikar seg til tingarbeiðið og hevur viðkomandi felagsfundir.

Samband fæst við manningina við at venda sær til skrivara okkara á Áarvegnum, Fríðbjørg Andreasen.

Ringið 224698 ella 312495 ella sendið eitt teldubræv til fa@logting.fo

Skrivstovutíðin er frá 09.00 til 16.00.