Altjóða miðdepil í Norðuratlantshavi


Uttanríkispolitikkur og fullveldi  •  Ein grønur miðdepil í Norður­atlants­havi  •  Samgonga í Norðuratlantshavi  •  Norðurlendskt samstarv  •  Evropa­politikkur  •  Altjóða samstarv  •  Menningarsamstarv  •  Trygdar- og verjumál


Uttanríkispolitikkur og fullveldi

Tjóðveldi byggir á altjóða hugsjón og á víðfevnt altjóða samstarv. Ein av fremstu lyklunum til at skapa menning, kappingarføri, inntøkuvøkstur og vælferð er altjóða samstarv, ið vit vinna okkum sum sjálvstøðug tjóð. Fullveldi hjá føroysku tjóðini er fortreytin fyri at vinna Føroyum beinleiðis samband við allan heim og altjóða felagsskapir.

Ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi

Føroyar liggja í miðjum Norðuratlantshavi. Ikki sum ein útjaðari, men sum ein miðdepil í einum øki, ið er millum heimsins ríkastu, tá ræður um náttúrutilfeingi og orku. Vit hava bæði livandi og varandi tilfeingi og haraftrat ráevni, ið ikki endur­nýggja seg.

Stórveldir, lond og altjóða fyritøkur eru farin at geva Norðuratlantshavi og arkt­iska økinum alt størri gætur. Veðurlagsbroytingar, tørvurin á rá­evnum og nýggjar siglingarleiðir norður um Norð­pólin gera hetta stóra økið  á jarðar­knøtt­inum til eitt tað týdningarmesta í heiminum kom­andi árini. Hetta gevur Føroyum nýggjar møgu­leikar, men eisini stórar avbjóðingar, ið krevja miðvíst altjóða samstarv. Tjóðirnar í Norður­atlantshavi og artktiska økinum skulu sjálvar stýra og taka ábyrgd av gongd­ini.

Tjóðveldi vil

  • Føroyar skulu gerast ein grønur tilfeingis­mið­depil í Norðuratlantshavi, sum saman við grannatjóðum okkara megnar at umsita tað ovurstóra nátt­úru­tilfeingið, ið er okkara, burðardygt, og sum megnar at gagnnýta og leggja um til varandi orkukeldur.

Samgonga í Norðuratlantshavi

Fremstu samstarvsfelagar í føroyska uttan­ríkis­polit­ikkinum eru útnorðurlondini Ísland og Grøn­land. Hóast Noreg higartil hevur kastað saman við ES í týdning­ar­miklum málum fyri Norður­atlantshav, eiga vit støðugt at miða ímóti at skipa eina Norðuratlantssamgongu millum Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg.

Skotland tekur í løtuni eisini stig til at gerast sjálvstøðugt land, og tað gevur møguleika fyri, at øll okkara næstu grannalond kunnu gerast partur av eini norður­atlantssamgongu, sum tekur ábyrgd og ræði á øllum Norðuratlantshavi og arktiska økinum.

Henda nýggja Norðuratlantssamgongan skal m.a. samstarva um:

  • Fríhandil
  • Trygdarpolitikk og verjumál
  • Sivila tilbúgving
  • Umhvørvistilbúgving
  • Eftirlit við sjó- og loftøki
  • Skipatrygd
  • Avtalur um tilfeingisumsiting og gransking í okkara tilfeingi
  • Útbúgving og gransking
  • Heilsumál
  • Orkumál
  • Ferðslu
  • Samskiftiskervi og íløgur í sambond við meg­in­londini kring okkum.

Norðurlandasamstarv

Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í øllum norðurlendskum avtalum og í Norð­ur­landa­ráðn­um og skulu ganga undan at styrkja tað felags norðurlendska sam­starvið. Samstarvið skal støð­ugt víðkast til at fevna um:

  • Uttanríkis- og verjupolitikk.
  • Fíggjarmál og eftirlit við fíggjarstovnum.
  • Rættindi hjá norðurlendskum borgarum og vinnu at virka frítt í Norður­londum.

Evropapolitikkur

Tjóðveldi leggur dent á limaskap í felagsskapum og samstørvum, ið tryggja smá­tjóð­um fólka­ræðis­liga ávirkan og rættin at stjórna egnum tilfeingi. Tjóðveldi tekur tí ikki undir við at Føroyar gerast limur í Evropeiska Samveldinum (ES).

Tjóðveldi vil

  • Føroyar gerast limur í EFTA og eini EBS-líkn­andi skipan og á tann hátt fáa skipaða atgongd til ES-marknaðin og til útbúgv­ing­ar-, granskingar, og mentanarsamstarvið í Evropasamveldinum.
  • Føroyar fáa við EFTA-limaskapi atgongd til eina røð av fríhandilssáttmálum millum EFTA og meira enn 50 lond kring heimin.

Altjóða samstarv

Vit gerast sjálvstøðugur limur í Sameindu Tjóðum og tess stovnum og øðrum manna­rætt­inda­felagsskapum og fylgja í okkara egnu lógum og sáttmálum fremstu altjóða krøvum.

Tjóðveldi vil

  • Føroyar gerast limaland í Sameindu Tjóðum, ST, og tess stovnum.
  • Føroyar menna beinleiðis samstarv við so nógvar tjóðir sum gjørligt – mentanarliga, politiskt og búskaparliga.
  • Føroyar skulu leggja dent á at tryggja manna­rættindi og rættindi hjá føroysku tjóð­ini og øðrum tjóðum og samfelags­bólk­um í heiminum.
  • Føroyar virka miðvíst fyri altjóða reglum og sam­starvi um havrætt, havum­hvørvisvernd og burðardygga tilfeingisnýtslu.
  • Føroyar stovna sendistovur í útvaldum lond­um og samstarva annars við Norðurlond um uttanlandsumboðan. Konslar verða settir í øðrum londum.
  • Føroyar taka lut í samstarvi við aðrar smá­tjóð­ir kring allan heim.
  • Føroyar fáa limaskap og virka í altjóða felags­skapum av týdningi fyri vinnu, mentan, útbúgving, gransking og altjóða virkisføri føroyinga.
  • Menningarsamstarv
  • Føroyar skulu stigvíst røkka málunum hjá ST um, at í minsta lagi 1% av brutto­tjóðarúrtøkuni skal nýtast til altjóða menningarsamstarv.

Trygdar- og verjumál

Føroyingar eiga sum sjálvstøðug tjóð at velja og finna sín leiklut í verjuskipanini og valdsjavnvágini í Norðuratlantshavi.

Tjóðveldi vil

  • Føroyar virka fyri friði og hernaðarligari av­dubb­ing í heiminum.
  • Føroyar og Norðuratlantshav skulu vera kjarn­orku­frítt øki og hvørki hava hermegi ella her­støðir.
  • Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi við­víkj­andi sivilari tilbúgving, trygd á sjónum og umhvørvistilbúgving.
  • Føroyar taka upp beinleiðis samband við síni grannalond og við NATO til tess at gera avtalu um skipanina av verjumálum.
  • Møguligar bindingar í verjupolitiskum spurn­ingum skulu gerast av við fólka­at­kvøðu.
(Mynd frá Norðurlandaráðsfundi í Stockhólmi. Myndaeigari: Norðurlendska Ráðharraráðið)