Ein lærandi og vitandi tjóð


Útbúgving fyri øll og lívlong læra  •  Barnagarður og forskúli  •  Fólkaskúli  •  Eftirskúli og háskúlar  •  Miðnámsskúlar  •  Musikkskúli  •  Altjóða lær­dómssetur  •  Gransking og altjóða samstarv


Útbúgving fyri øll og lívlong læra

Hugurin, førleikin og vitanin hjá einstaka menn­iskj­anum eru grundvøllurin í einum og hvørjum samfelag. Útbúgving er ikki longur eitt avmarkað tíðarskeið á lívs­leiðini, men fevnir um alt lívið – í arbeiði sum í frítíð. Umráðandi er, at vit síggja før­leikamenning og útbúgving sum ein sam­an­runn­an part av arbeiðslívinum.

Vit seta okkum sum mál at bjóða fólki okkara fremstu møguleikar at menna og útbúgva seg á fjølbroyttan hátt – uttan mun til fortreytir og lívs­val. Øll eiga rætt til ókeypis útbúgving í Før­oy­um frá fólkaskúla um miðnám til hægri skúlar.

Allar okkara útbúgvingarskipanir frá barna­gørð­um til fólkaskúla, miðnáms­skúlar og fram­halds­útbúgvingar eiga at byggja á fólkaræðisligan grundvøll, har børn, ung og vaksin fáa høvi at vera virknir luttakarar, bæði við at skapa sítt egna lív og at skapa samfelagið, og verða eggjað til luttøku, sam­starv og medvit um burð­ardygd og altjóða ábyrgd.

Barnagarðurin og skúlin skulu geva børnum og ungum møguleikar at menna síni skapandi evni, sum styrkir teirra samleika, sjálvsvirðing og sjálvs­kenslu. Teir eiga at birta upp undir evnini hjá børnunum og teimum ungu at taka sær av egn­um viðurskiftum á virðiligan og samstarvandi hátt.

Undirstøði skúlans eigur at hvíla á upplýsing, fólkaræði og siðsemi og skal kjølfesta ungdómin til landið. Ein sterkur samleiki er fortreyt fyri at skilja og virða seg sjálvan og onnur fólkasløg og at mennast saman við teimum. Medvit um tjóð­arbygging, samfelagsmenning og fólkaræði, og um at Føroyar eru lutur av heims­samfelagnum, eigur at síggjast aftur ígjøgnum alt skúlaverkið.

Útbúgvingarskipanin skal hava sterkar røtur í føroyska samfelagnum, í vinnuni, al­mennu stovnunum og mentanarliga um­hvørv­inum, og samstarva neyvt við hesi.

Undirvísingar- og frálærutilfar á føroyskum skulu miðvíst mennast á øllum undirvísingar- og skúlastigum, og fremstu amboð skulu útvegast og samskipast gjøgnum stovnin NÁM.

Tjóðveldi vil

  • Barnagarðar og skúlar skulu skapa rúmd og lærumøguleikar fyri øll børn og ung.
  • Børn og ung við serligum avbjóðingum fáa fjølbroyttar møguleikar at mennast.
  • Øll útbúgvingarskipanin skal hanga saman, so tað ber til at byggja víðari á øll útbúgv­ing­arstig.
  • Umfatandi íløgur verða gjørdar í hægri út­búgv­ing og gransking saman við miðvísari endur­skoð­an og samskipan av undir­vís­ing­ar- og gransk­ing­ar­økinum.
  • Skipað samstarv skal vera millum skúla og samfelag í undirvísing, verk­ætlanum og veg­leið­ing.
  • Frálærutilfar á føroyskum verður miðvíst ment og samskipað á øllum skúla­stigum.
  • NÁM – sum hevur verið fyri munandi niður­skurði í fleiri ár – skal hava nógv hægri játtan og umstøður at útvega føroyskt undir­vís­ing­ar­tilfar við fjøl­broyttum amboðum og miðl­um.

Barnagarðar og forskúli

Barnagarðar eru mentanarstovnar á sama hátt sum fólkaskúlar, har børnini skulu fáa fjølbroyttar menningar- og mentanarligar avbjóðingar og møgu­leikar. Øll børn eiga at fáa møguleika at koma í barnagarð fram til skúlaaldur. Ein partur av barnagarðsuppihaldinum eigur at vera ókeypis eins og onnur skúlagongd.

Barnagarðar skulu menna og menta børnini, og innihaldið í barnagørðunum skal byggja á eina heildarfatan av barninum, har umsorgan, spæl og læra eru týdningarmiklir tættir, sum byggja á rættindi hjá børnum at hava medávirkan á egið lív.

Tjóðveldi vil

  • Virksemið í barnagørðum byggir á virðis­grundar­lag, sum er ásett í við­kom­andi lóg­gávu og við atliti at altjóða Barna­rættinda­sátt­mál­an­um.
  • Virksemið hjá barnagørðum skal hava eyð­kenn­ini: Virðing og ábyrgd fyri okkara felags tilfeingi, umhvørvi, náttúru, mentan, lívi og heilsu.
  • Børnini skulu hava rætt og møguleika at menna síni skapandi evni.
  • Javnstøða í mun til kyn, aldur, minnilutar o.s.fr  eigur at síggjast aftur í øllum virksemi í barna­gørð­um.
  • Kommunur skulu veita øllum børnum frá eitt til tvey ára aldri til skúlaaldur møguleika at ganga í barnagarði.
  • Kommunur kunnu bjóða eitt forskúlatilboð.
  • Námsfrøðiliga støðið á dagstovnum verður ment, m.a. við at skipa serstaka útbúgving og eftirútbúgving fyri dagstovna­náms­frøð­ingar.

Fólkaskúlin

Fólkaskúlin skal støðugt nútímansgerast og menn­ast. Hugburðurin skal broytast, og heldur enn at børn skulu vera ”skúlaklár,” eigur skúlin at vera til reiðar at taka ímóti øllum børnum. Hug­takið “skúlin fyri øll” skal koma inn í øll skúlalið, so børn og ung við serligum avbjóðingum fáa eins góðar møguleikar fyri dygdargóðari skúlagongd.

Fyri at tryggja samanhangandi útbúgvingar­gongd og dygdargott útbúgv­ing­arstøði skal verða miðað ímóti einum alsamt tættari samstarvi mill­um stigini í skúlaskipanini og fakfólk teirra – t.e. barnagarðar, fólkaskúlar, miðnámsskúlar og hægri skúlar.

Læraraútbúgvingin og eftirútbúgving skulu eftirmetast og mennast við serligum atliti til at styrkja fjølbroyttar sergreinir og vallærugreinir og møguleikarnar hjá lærarum at útinna sínar fak­ligu, pedagogisku og sosialu uppgávur.

Tjóðveldi vil

  • Fólkaskúlalógin skal endurskoðast og seta meira yvirskipað mál. Heldur enn sterka mið­stýring skulu skúlar, skúlaleiðarar og lærarar hava størri frælsi og ábyrgd at menna skúlarnar og útinna høvuðsmálini í fólka­skúlalógini á fjølbroyttan hátt.
  • Hægri útbúgving sum skúlaleiðari verður skip­að.
  • Spurningastýrd undirvísing, evnislæra og verk­ætlanararbeiði, har næm­ing­ar­nir sjálvir leita sær vitan og amboð, verður fram­hald­andi styrkt.
  • Sernámsfrøðilig ráðgeving og skúlatilboð til børn við ymsum avbjóðingum skulu styrkj­ast.
  • Alt undirvísingartilfar í fólkaskúlanum skal vera á føroyskum.
  • Málsligir førleikar eru avgerandi hjá fólki í smátjóðum. Fjølbroyttari tilboð um undir­vís­ing í heimsmálum í framhaldsdeildini skulu skipast, og av­gerð­irnar um eitt nú at strika týskt sum lærugrein skal endurmetast.
  • List, kreativitetur og rørsla fáa stóra rúmd sum serstakar lærugreinir og sum partur av undir­vísingini í øllum lærugreinum, so krea­tivu evn­ini og hugurin til skúlan verða ment.
  • Greitt ábyrgdarbýti skal vera millum land og kommunur viðvíkjandi fólka­skúlanum. Land­­ið skal tryggja, at fólkaskúlalógin verður yvirhildin, og at øll børn í landinum fáa javn­bjóðis tilboð.
  • Landið skal skapa politikk á økinum, kveikja og geva skúlunum íblástur, meðan skúlarnir hava frælsi at útinna lógina og málini á sín egna hátt.
  • Fólkaskúlin verður skipaður í størri sam­starvs­eindir, so allir næmingar kring landið fáa tilboð um fjølbroytta undirvísing og ágóð­an av størri sosialum samspæli.

Eftirskúli og háskúlar

Vaksandi tal av ungum leitar sær uttanlands til eftirskúlatilboð og háskúlatilboð. Tað hevur skund at fáa sett á stovn eftirskúla og útbyggja háskúlar í Føroyum, bæði til føroysk ung og til ungdóm uttanlands, sum kann hugsast at koma higar á eftir­skúla ella háskúla, eitt nú børn hjá før­oy­ing­um uttanlands. Eins og í fólka­skúlanum er grund­ar­lag eftirskúlans upplýsing, fólkaræði, siðsemi og at kjølfesta ungdómin í landinum.

Tjóðveldi vil

  • At eftirskúli sum skjótast verður settur á stovn.
  • At eftirskúlatilboð eisini verða gjørd, sum eru miðað til næmingar úr útnorður­lond­un­um Grønlandi og Íslandi og úr Norð­ur­lond­um.
  • Umframt kravdar lærugreinir skal møguleiki vera fyri at velja seg inn á ymsar breytir, eitt nú ítrótt, list, tónleik, tilfeingi, náttúru o.s.fr.
  • Íverksetan eigur at verða felagsfak á eftir­skúl­um og háskúlum, so hugurin at nýta skapandi evnini verður styrktur.
  • Land, kommunur og skúlagjøld fíggja eftir­skúlan.
  • Føroya Fólkaháskúli verður styrktur, og háskúlavirksemi kann skipast kring landið – innan list, ítrótt, handverk o.a.

Miðnámsskúlar

Samfeløg kring heimin og altjóða treytir seta al­samt størri krøv til dygdargott útbúgvingarstøði. Hugtøk sum lívlong læra og førleikamenning eru avgerandi hjá hvørjum einstøkum til tess at gagnnýta síni evnir og hava frælsi at velja sína lívsleið.
Miðnámsskúlar eru útbúgvingarnar eftir fólka­skúlan fyri tey 16-19 ára gomlu og fyri onnur, ið vilja taka førleikagevandi eftirútbúgving. Mið­námsútbúgvingarnar eru bæði yrkisrættaðar og próv­gevandi og alment fyrireikandi og førleika­gevandi til víðari lestur. Allar útbúgvingar, bæði yrkisrættaðar og alment fyrireikandi, skulu hava grundleggjandi, kravdar lærugreinir á ymsum støði og stigum og síni serfak og vallærugreinir. Og allar útbúgvingar skulu geva førleika til at fara undir víðari útbúgving og leggja afturat við alment førleikagevandi fakum á ymsu stigunum.

Miðnámsskúlaskipanin skal geva øllum næm­ing­um møguleikan at velja fjøl­broyttar breytir og seta sína útbúgving saman eftir tørvi og ynski.

Tjóðveldi vil

  • Seta málið, at í Føroyum skulu í framtíðini øll ung í einum árgangi hava eina mið­náms­útbúgving.
  • Miðnámsøkið verður skipað í deplar kring landið, har gjørligt verður at bjóða tær ymsu útbúgvingarnar og breytirnar út eftir tørvi.
  • Fleiri fjølbroyttar breytir verða mentar og styrktar.
  • Skipaðar verða fleiri styttri yrkisrættaðar út­búgvingar, sum geva atgongd til hægri út­búgvingar í eitt nú matvøru, matgerð, heilsu­frøði, búskap, sølu, handil, sniðgeving og innan byggi- og tekniska økið.

Musikkskúli

Tjóðveldi vil styrkja Musikkskúlan, so hesin hevur møguleikar at bjóða børnum og ungum dygdar­góða frálæru í tónleiki frá barnagarði til miðnám.

Tjóðveldi vil

  • Musikkskúla-Miðnám skal mennast og mið­víst styrkjast sum grundar­stein­urin í fyri­reik­ingini til víðari lestur í tónleiki.
  • Tað skal bera til hjá næmingum at sameina lestur á Musikkskúla-Miðnámi við annan miðnámslestur.
  • Skipast skal fyri lestri á bachelor-stigi í tón­leiki í samstarvi millum Musikk­skúlan og Fróðskaparsetrið.
  • Stuðul verður latin, so Musikkskúlin í mest­an mun kann brúka føroyskt tilfar til undir­vísing í tónleiki.

Hægri skúlar og altjóða lærdómssetur

Nógv orka skal leggjast í at styrkja og økja um útbúgvingartilboðini á hægri læru­stovnum okk­ara, so nógv fleiri fara undir lestur í Føroyum. Tað skal vera ein veru­ligur valmøguleiki hjá føroyskum ungdómi at taka partar av ella heilar út­búgvingar í Føroyum. Talan kann vera um stakgreinir, bachel­or, master og Ph.D-útbúgvingar.

Fróðskaparsetrið skal støðugt menna gransk­ingargrundaðar útbúgvingar, so tær lúka altjóða ásetingar og kunnu setast saman við útbúgv­ing­um á øðrum uni­versi­tet­um. Tað skal vera møgu­ligt og áhugavert hjá útlendingum at útbúgva seg á Fróð­skaparsetri Føroya.

Eitt veruligt lestrarumhvørvi við lestraríbúðum og fjølbroyttum virksemi kring okkara altjóða lærdómssetur skal miðvíst útbyggjast.

Tann fakligi førleikin á søvnum og stovnum og í privatum fyritøkum skal gerast inngrógvin partur av undirvísing og gransking á hægru læru­stovn­unum.

Tjóðveldi vil

Høg mál verða sett um at útbyggja hægri útbúgvingar, har okkara altjóða lær­dóms­setur í Føroyum kann gerast ein høvuðs­drív­megi í sam­felags­menn­ing­ini, og vit sam­stund­is kunnu skipa eina veruliga útbúgv­ing­arvinnu.

Fróðskaparsetur Føroya skal fáa høvi at menna serlig høvuðsmál innan al­tjóða út­búgving og gransking. Eitt nú kann til­feingi í breiðari merking gerast eitt høv­uðs­øki, sum tvørturum nógv fak og gransk­ing kann viðgera burð­ar­dygga tilfeingis­um­siting og nýtslu, tilfeingisrætt, tilfeingis­bú­skap, var­andi orku, sosialar og mentan­ar­ligar spurn­ingar í tilfeingisnýtslu o.s.fr.

  • Skipaður verður ein altjóða maritimur út­búgv­ingardepil.
  • Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum verða fluttar upp á bachelor-stig. Møgu­leiki skal eisini vera at taka eina vinnuútbúgving eftir verandi skipan.
  • Fróðskaparsetrið skal menna eina lista­út­búgving, og byrjað verður við støðis­ári í list.
  • Møguleikar fyri fjarlestri skulu økjast.
  • Fjarlesturslesandi skulu hava møguleika at fáa lestrarstuðul.
  • Lestrarstuðul skal framhaldandi veitast at eggja ungum at útbúgva seg alla­staðni í heimi.
  • Lestrarvegleiðingin og Altjóða Skrivstovan skal støðugt styrkjast, so lestrar­hugað fáa holla vegleiðing um útbúgvingar- og stuð­uls­møguleikar í Føroyum og uttanlands.
  • Tryggjast skal, at føroyska útbúgv­ing­ar­skip­anin er á altjóða stigi.
  • Beinleiðis avtalur skulu gerast við onnur lond og útbúgvingarstovnar um hægri út­búgv­ingar.

Gransking og altjóða samstarv

Gransking og menning geva samfelagsmenning og búskaparvøkstur. Gransking er fortreytin fyri hægri útbúgving, og vit eiga at raðfesta ta gransk­ing, sum hevur týdn­ing fyri samfelagið. Gransk­ing, menning og vitanarstørv eru altavgerandi tættir í at venda gongdini við fólkaminking. Nakr­ar av teimum vinnum, ið eru í framgongd – og har serliga kvinnur dragast at – eru tær listarligu og kreativu vinnurnar innan sniðgeving, biotøkni, heilsufrøði og kunningartøkni. Tí eigur serlig áherðsla at verða løgd á hesi øki, tá um stuðul til gransking og menning ræður.

Tjóðveldi vil

  • Tað almenna skal tryggja støðuga fígging til gransk­ing og menning, sum fylgir áset­ingunum hjá OECD um býti millum alment og privat fíggjaða gransking.
  • Hægru lærustovnarnir, saman við øðrum gransk­ingarstovnum og vinnulívi, skulu skapa eitt sterkt umhvørvi fyri gransking innan nøkur kjarnuøki, eitt nú náttúru, til­feingi og tøkni; føroyskt mál, søgu og ment­an; heilsu; list og nýmenning; burðardygga samfelagsmenning; orku.
  • Granskarar hjá Søvnum Landsins og øðrum almennum granskingarstovnum eiga at hava undirvísingarskyldu á Setrinum.
  • Hagstovan skal fáa til vega regluliga dagførd tøl fyri, hvussu nógvan pening samfelagið brúkar til gransking og menning.
  • Føroyar skulu framhaldandi verða partur av evropeiskum granskingar­sam­starvi.
  • Gjørdar verða norðurlendskar og aðrar al­tjóða avtalur at góðkenna føroyskar útbúgv­ingarmyndugleikar sum próvmyndugleika til starvs- og útbúgving­ar­førleika um allan heim.
  • Samstarvið skal styrkjast við aðrar smátjóðir um gransking og at menna útbúgvingar, ið hava serligt atlit at smátjóðum.