Somu rættindi – somu møguleikar


Vælferðarpolitikkur  •  Almenn forsorg  •  Almanna- og heilsupolitikkur  •  Fólkaheilsa  •  Eitt samstarvandi og samanknýtt heilsuverk  •  Inklusjóns­politikkur  •  Barnavernd  •  Eldrapolitikkur  •  Pensjónsskipan •  Arbeiðs­marknaður og trivnaður  •  Íbúðarpolitikkur


Vælferðarpolitikkur

Tjóðveldi byggir sín trivnaðarpolitikk á, at vælferð er at hava grundleggjandi rætt­indi til at liva eitt gott lív við sjálvbjargni og sjálvsvirðing, har øll hava mest møguliga ávirkan á egnar lívs­um­støður. Vit skulu skipa okkara egnu væl­ferð­ar­skipan og byggja hana á samhaldsfesti og royndir okkara sum tjóð.

Heilsuligir og sosialir trupulleikar eru í stóran mun tengdir at ójavna og sosial­um fortreytum, og tí er arbeiðið at bøta um livikorini besta íløgan í fram­tíðar almanna- og heilsupolitikk.

Tjóðveldi vil

  • Lógarverkið á almanna- og heilsuøkinum skal regluliga endurskoðast at tryggja gjøgn­ums­kygdar skipanir og samsvar millum lóggávu og umsiting.
  • Fátækramarkið skal tryggja, at ongin borgari í landinum livir undir ósømi­ligum korum.
  • Serlig átøk skulu gerast fyri samfelagsbólkar, sum eru í fátækraváða – eitt nú stakar uppi­hald­arar og pensjónistar, sum bert hava fólkapensjón og Samhalds­fasta at dúva uppá.
  • Lógarverkið skal tryggja borgarum minsta mark fyri tænastu og áseta faklig krøv til tann, sum veitir tænastuna.
  • Góðskutryggja tænastuna til borgaran og tryggja, at borgarin veit, hvørja tæn­astu hann hevur rætt til.
  • Teir altjóða sáttmálar, vit hava bundið okkum til viðvíkjandi borgaratrygd og rætt­ind­um, verða miðvíst fylgdir upp við ítøkiligum átøkum, eitt nú manna­rættindasáttmálin, barnarættindasáttmálin og ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum, sum bera brek.

Almenn forsorg

Endamálið við øllum fyriskipanum og hjálpar­ráð­um er at stuðla upp undir ein virknan gerandis­dag, sum kann hjálpa, stuðla og menna til sjálv­bjargni. Almennu fyriskipanirnar skulu virka við virð­ing fyri støðu hins einstaka og hava sum aðalmál at varðveita integritet og sjálvs­av­gerðar­rætt. Fólki, sum tørvar hjálp vegna sjúku, brek, vanlukku, arbeiðsloysi, elli ella aðrar umstøður, verð­ur tryggjað grund­leggj­andi rættindi til full­góða hjálp.

Tjóðveldi vil

  • Bøta um møguleikarnar fyri endurbúgving, vardum størvum o.s.fr. til tess at fyri­byrgja, at fólk verða sett til varandi pensjóns­veit­ingar av orsøkum, sum kunnu fyribyrgjast.
  • Fátækramarkið verður brúkt sum grundarlag fyri útrokningum av almanna­veit­ingum.
  • Allir borgarar fáa ein møguleika á arbeiðs­markn­aðinum.
  • Nýggj forsorgarlóg og lógarverk á forsorgar­økinum verða gjørd sum skjótast.
  • Frá dagsstovni í skúla og víðari á miðnám ella aðra framhaldsútbúgving verður veitt eitt samanhangandi dygdargott tilboð við støði í evnum og tilfeingi hjá hvørjum ein­støk­um. Har tað er neyðugt, er sernáms­frøðiligt tilboð ein sjálv­sagd­ur partur av skúla og útbúgvingartilgongdini, og hesi tilboð eru skipað í økjum kring landið.
  • Sjálvsavgerðarrætturin hjá borgarunum skal virðast. Rætturin at búgva heima sum longst við rættari hjálp ella á stovni, um heilsan bilar, er ein grund­leggjandi rættur. Ongin skal vera tvungin at flyta vegna vánaliga heilsustøðu ella vantandi hjálp.
  • Í almannaverkinum skulu savnað tilboð veitast í Føroyum – og ongin skal verða send­ur av landinum orsakað av vantandi skipanum í Føroyum.

Almanna- og heilsupolitikkur

Tjóðveldi vil, at støði altíð verður tikið í samlaðu lívsstøðu hins einstaka. Tí skulu fyri­byrgjandi og heilsufremjandi tænastur á almannaøkinum altíð grundast á eina heildarmeting av tørvi hins einstaka við sosialum, likamligum og sálarligum atlitum.

Avvarðandi, sosiala trygdarnetið og arbeiðs­pláss eru týðandi lutir í tí hjálp, sum verður veitt. Málið er altíð at tryggja, at fólk ikki detta niður ímillum ráð og stovnar, men fáa hjálp eftir eini heild­armeting. Tað almenna hevur skyldu at ráð­geva og vegleiða borgarum og tryggja, at rætt­ar­trygdin verður vard. Tjóðveldi heldur, at ein virkin økismenningarpolitikkur kann fyribyrgja sosialan ójavna millum økir í landinum.

Tjóðveldi vil

  • Skjót og røtt hjálp skal veitast grundað á nýggj­astu fakligu metingar og á altjóða til­mæli.
  • Borgarin er kunnaður um síni rættindi og skyldur, og at alt samskiftið við tað almenna er einfalt fyri borgaran.
  • Endurvenjingar- og rehabiliteringsskipanir verða styrktar.

Fólkaheilsa

Fólkaheilsan og átøk henni at frama verða framd við heilsufremjandi upplýsing og ítøkiligum átøk­um. Fólksliga upplýsingin um heilsu tekur støði í at fremja heilsuna og fyribyrgja teimum heilsu­vandum, sum eru mest aktuellir, og endamálið er at røkka út til alt fólkið. Somuleiðis verða ítøkilig átøk, málrættað ímóti ávísum heilsuvandum og sjúkum, fyriskipað kring landið.

Tað stóra arbeiðið, sum áhugafeløg á heilsu­økinum fremja, verður virt og er týðandi partur av øllum heilsupolitikkinum í Føroyum. Borgarin eigur at uppliva, at heilsuverkið veitir eina dygdar­góða og samanhangandi tænastu.

Tjóðveldi vil

  • Psykiatriska økið skal lyftast miðvíst. Málini í ætlanini fyri heildarpsykiatri skulu fremjast – og heruppií skulu barna- og ungdóms­psykiatriin og økispsykiatriin styrkjast bein­an­vegin.
  • Átøk í kommunulæknaáliti, krabbameins­ætl­an, demensætlan, diabetesætlan og aðrar ætlanir verða miðvíst sett í verk.
  • Kommunulæknaskipanin skal styrkjast.
  • Hava betri tvørfakligt samstarv í heilsu­hús­um at fremja bestu heilsutænastu til borg­aran.
  • Talgilda heilsuskipanin THS verður úbygd til allar stovnar og deildir undir Heilsu­mála­ráð­n­um.
  • Heilsutænasturnar verða útbygdar at náa øllum borgarum, so eitt nú økis­psykiatri, heima­tænasta og endurvenjing v.m. eru í øllum økjum.
  • At heilsuverkið er virkin partur í heilsu­gransk­ing, sum serliga leggur dent á ser­før­oysk heilsuviðurskifti.

Eitt samstarvandi og samanknýtt heilsuverk

Allir borgarar í Føroyum skulu ókeypis hava í boði og trygd fyri fremstu fyri­byrgj­andi heilsu­skip­an­um og fremstu viðgerðum – antin í Føroyum, í okkara granna­lond­um ella aðrastaðni í heiminum.

Føroyska heilsuverkið og sjúkrahúsverkið skulu støðugt vera samstarvandi og samanknýttar eindir og toymir – bæði innanhýsis í Føroyum og í samstarvi við heilsuverk, sjúkrahús og gransk­ingarstovnar í okkara grannalondum og øðrum londum, har fremsti førleikin og sakkunnleikin eru.

Starvsfólkunum í heilsuverkinum skulu útveg­ast betri umstøður til fakliga at samstarva, út­búgva seg, endurútbúgva seg, nýta og menna tøkni og at granska í samstarvi við fakfólk í øðrum sjúkrahúsverkum og fakligum umhvørvum. Á henda hátt kunnu fakfólkini í Føroyum virka í toymum og netverkum í øðrum heilsu- og sjúkra­hús­verkum, eins og fakfólk uttanífrá virka í Føroyum.

Tjóðveldi vil

  • Samstarvsavtalur, sum seinastu árini t.d. eru gjørdar við heilsuverk og sjúkrahús í Út­norði, skulu støðugt útbyggjast við onnur lond.
  • Føroyar skulu ganga undan at gera felags norðurlendskar avtalur.
  • Føroyska heilsuverkið kann menna ávísar sergreinir og gransking og kann bjóða fram tænastur mótvegis útlondum.
  • Sjúkraviðgerðir skulu takast heim, og tryggjast skal, at førleiki og umstøður eru til tess.
  • Samskipan millum tey trý sjúkrahúsini og kommunulæknaskipanina skal tryggja, at bíðitíðin til viðgerðir er so stutt og nøktandi sum til ber.
  • Ymisku førleikarnar í heilsuverkinum skulu verða gagnnýttir til fulnar.
  • Har samferðsluviðurskiftini loyva tí, eiga funktiónir í heilsuverkinum at vera savnaðar soleiðis, at ávísar uppgávur verða loystar á einum stað, har tað við fyrimuni ber til.
  • Íløgur í fremstu fjarskiftistøkni og medico­tekn­isk tól verða raðfestar eftir fastari fíggj­arætlan.
  • Møguleikarnir at fara undir læknalestur og taka partar av læknaútbúgving í Føroyum skulu mennast.
  • Ílegusavnið og FarGen-verkætlanin skulu tryggja, at rættindini hjá hvørjum einstøkum verða vard í sambandi við skráseting og gransk­ing, at føroyskir myndugleikar hava ræðið á og ábyrgdina fyri, hvussu ílegu­gransking fer fram, og at vit byggja upp føroyskar førleikar og draga granskarar og fakfólk úr útlondum til Føroya.

Inklusjónspolitikkur

Øllum børnum, ungum, vaksnum og eldri verður tryggjað nøktandi undirvísingar- og virknistilboð í nærumhvørvinum alt eftir tørvi. Føroyar skulu ganga undan at halda altjóða Barna­rætt­inda­sátt­málan og ST-sáttmálan um rættindi teirra, ið bera brek.

Tann hjálp og stuðul, sum tørvur er á, skal tí vera lógartryggjaður rættur, og familjan skal verða snúningsásin í arbeiðinum at tryggja, at børn og familjur ikki detta niður ímillum stovnar og ráð, land og kommunur.

Tjóðveldi vil

  • Endurskoða alt økið børn og ung, so betri samskipan fæst millum tænastur.
  • Nøktandi íbúðartilboð til fólk við serligum avbjóðingum.
  • Sernámsfrøðin, skúlin, almannaverkið, heilsu­verkið, barnagarðsøkið, barna­vernd­artænasturnar, stuðulsfólkaskipanir, sosialu deildirnar og aðrir fakligir samstarvsbólkar samstarva.
  • Tryggjast skal, at fakfólk eru um okkara veik­astu, sum ikki sjálv megna at gera vart við støðu sína.
  • Tað almenna skal við lóg binda seg til at taka fólk í vard størv og arbeiðs­búgving.
  • Hægri raðfesting av skúla og útbúgv­ing­ar­tilboðum til fólk við serligum avbjóðingum og styrkja tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.
  • Útbúgvingar og eftirskúlatilboð skulu vera tøk á hvørjum ári til fólk við serligum avbjóð­ingum.

Barnavernd

Ein hin fremsta uppgávan fyri eitt framkomið land er at tryggja, at øll børn hava møguleika at vaksa upp undir tryggjum umstøðum. Tí eiga barna­vernd­arøkið og onnur fyrbyrging og vernd av børnum áhaldandi at verða styrkt.

Tjóðveldi vil

  • Barnaverndarlógin verður eftirmett áleið fimta hvørt ár.
  • Barnaverndartænasturnar eru framhaldandi staðsettar í økjum kring landið.
  • Barnaverndarumsitingar, Barna­vernd­ar­stov­an, fosturforeldraskipanin og barna­vernd­ar­nevnd­irnar verða skipaðar við fólki við dygd­ar­góðum fakligum før­leik­um.
  • Fosturforeldrum verða veittar betri um­støð­ur og karmar.
  • Familjum við serstøkum avbjóðingum verða veitt munadyggur stuðul og hjálp.
  • At miðvís orka verður løgd í at fyrbyrgja kyns­­liga misnýtslu og annan harð­skap móti børnum.

Eldrapolitikkur

Frælsi at velja, virka og verða vird er grund­leggj­andi rættur hjá øllum. Tjóðveldi vil tryggja hesi rættindi við samhaldsføstum skipanum. Spurn­ing­urin um ábyrgd­ar­býtið millum land og komm­unur er ein spurningur um, hvussu allir føroy­ing­ar fáa somu rættindi og tilboð í eldrapolitikkinum.

Endamál við eldrapolitikkinum er, at fólk skulu hava góða lívsgóðsku alt lívið, og Tjóðveldi byggir á hugsjónina hjá Heimsheilsustovninum WHO um at ”leggja ár til lívið og at leggja lív til árini.”

Sjálvsavgerðarrætturin hjá borgarunum skal virðast. Rætturin at búgva heima sum longst við rættari hjálp ella á stovni, um heilsan bilar, er ein grundleggjandi rættur. Ongin skal vera tvungin at flyta vegna vánaliga heilsustøðu ella vantandi hjálp. Eldrarøktin eigur tí at verða veitt sum eitt fjøltáttað tilboð við tænastum, sum eru saman­settar eftir tørvinum hjá einstaka borgaranum.

Tjóðveldi vil

  • Bøta munandi um fyribyrgjandi tænastur, sum stuðla uppundir, at fólk kunnu vera sum longst í egnum heimi.
  • Raðfesta munandi hægri at útbyggja heima­hjálp, endurmenning, kost­ráð­gev­ing, fjøl­táttaðar eldrabústaðir, dagtilboð o.s.fr.
  • At allar fyribyrgjandi tænastur, t.d. røktar­heimsøkið, verða samskipaðar við primeru heilsu­tænastuna og kommunu- og lands­mynd­ugleikarnar í øllum økjum í landinum.
  • At munandi fleiri eldraíbúðir, røktaríbúðir og vardar íbúðir verða bygdar.
  • At heimahjálpin og heimatænastan fáa betri játtan til at fremja grundleggjandi røktar­upp­gávur umframt fyribyrgjandi heima­vitj­anir.
  • Gerandisrehabiliteringin skal fáast at virka, eins og økispsykiatriin má út­byggj­ast til at fevna øll økir í landinum.
  • Seta tilmælini í Demensálitinum í verk.
  • Raðfesta dagtilboð líka frá dagheimi og dagmiðstøð til dagtilhald.
  • Raðfesta heilsufremjandi og upplýsandi átøk.

Pensjónsskipan

Tess minni stættarmunurin er, tess sterkari er sam­felagið. Umráðandi er tí at tryggja øllum borg­arum sømilig livikor í ellisárum. Allir føroy­ingar skulu hava grund­lóg­arfestan rætt til góða og trygga pensjón, ið verður grundað á eina sam­haldsfasta og framtíðartryggjaða skipan.

Tjóðveldi vil

  • Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin verður bulurin í nýggju samhaldsføstu fólka­pen­sjón­ini.
  • Samhaldsfasta fólkapensjónin verður óheft av fíggjarlógini og løgd í skipan, ið er einføld at umsita.
  • Øllum verður tryggjað ein minsta pensjóns­upphædd, sum er sømilig.
  • Tey, ið ikki hava aðra pensjón, fáa hægstu pensjón.
  • Pensjónsskipanin skal eggja teimum, ið ynskja at arbeiða eftir pensjónsaldur, at halda fram við hesum.
  • Pensjónsaldurin skal varðveitast sum ein rættur hjá øllum. Tó skal vera møguligt hjá fólki at velja ein liðiligan pensjónsaldur: Fólk og sam­felags­bólkar, ið eru niðurslitin á arbeiðsmarknaðinum, eiga at kunna velja pensjón frammanundan, meðan onnur kunnu velja seinni pensjónsaldur.
  • Egnar pensjónsuppsparingar verða grund­að­ar á avtalur, ið partarnir á arbeiðs­markn­að­inum samráða seg til.
  • Forskattingin og ógvusliga skattingin av pen­sjónsinngjøldum hjá teimum lág- og mið­aløntu verður broytt.
  • Viðbótin til fólk, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, verður hækkað.

Arbeiðsmarknaður og trivnaður

Tjóðveldi ynskir ein virknan og smidligan arbeiðs­marknaðarpolitikk, sum rúmar øllum borgarum, við teirri styrki og tí ríkidømi, tað gevur sam­felag­n­um. Arbeiðs­marknaðurin skal átaka sær grund­leggj­andi sosialar skyldur, og almennu skip­an­irnar veita grundleggjandi sosiala trygd.

Tjóðveldi vil

  • Frælsar sáttmálasamráðingar skulu tryggja kollektiv rættindi hjá løntakarum.
  • At samráðingar verða tiknar upp við fakfeløg og vinnufeløg um eitt greitt býti millum upp­gávur hjá arbeiðsmarknaðinum og hjá almennu skipanunum.
  • Starvsfólki verður tryggjað rættindi til ávirkan á egið arbeiðspláss.
  • Rættvísa løn fyri starv, førleikar og royndir.
  • Arbeiðsmarknaðurin átekur sær skyldur mót­vegis umhvørvi, arbeiðs­um­hvørvi, van­lukkutrygging, trivnaði og eftirútbúgving hjá starvsfólkum.
  • Arbeiðsmarknaðurin skapar møguleikar fyri parttíðarstørvum og niðursettari arbeiðstíð og tryggjar samstundis rættin til full­tíð­ar­starv.
  • Arbeiðsmarknaðurin skapar møguleikar fyri vardum størvum til fólk við menningartarni ella øðrum serligum avbjóðingum.
  • Ein skipaðan seniorpolitikk, har pen­sjóns­ald­ur og fráfaringaraldur verða greinað.
  • Arbeiðsumhvørvislógin skal fevna um allar borgarar – bæði børn og vaksin.
  • Størri atlit skulu takast til sálarliga og lik­am­liga arbeiðsumhvørvið.
  • Javnstøða millum kynini er ein sjálvsagdur rættur í øllum viðurskiftum á arbeiðs­markn­að­inum.
  • Barsilsskipan skal fevna um allar kvinnur og menn á arbeiðsmarknaðinum og skal dag­før­ast, so at sjálvt tíðarskeiðið verður longt, og farloyvistíðin verður meira liðilig.
  • At tað almenna setir fleiri lærlingar og í stórum byggiverkætlanum tryggjar sær, at fleiri lærlingar verða settir.

Bústaðar- og íbúðarpolitikkur

Rætturin til at seta føtur undir egið borð er manna­rættur. Tjóðveldi virkar fyri, at allir føroy­ing­ar hava rætt til egnan bústað ella býli.

Møguleiki skal vera fyri eini ringrás í íbúða­mynstr­inum, so eldri, ung, barna­familjur, ein­stak­lingar, stakir uppihaldarar, rørslutarnað o.o. hava møguleika at fáa tann bústað, sum teimum hósk­ar, antin tað er til leigu ella til ognar.

Íbúðartørvin hjá fólki við serligum avbjóð­ing­um skulu kommunu- og lands­myndugleikarnir loysa í samráð við áhugafeløg, avvarðandi og við tann einstaka, sum hevur íbúðartørvin. Rætturin at verða hoyrdur og hava ávirkan á egnar lívs­um­støður og egnan bústað skal virðast.

Tjóðveldi vil

  • Húsalánsgrunnurin/Bústaðir verður høv­uðs­amboð í bústaðarpolitikkinum og skal taka stig til, fíggja og reka saman við komm­un­um, áhugafeløgum og øðrum: Leigu­íbúðir, lutaíbúðir, lestrar- og lærlingaíbúðir og aðrar fjølbroyttar bústaðarmøguleikar. Har­umframt skal grunnurin veita real­kreditt­lán fyri at minka um kostnaðin á bú­stað­arrentuni.
  • Almennar leiguíbúðir og lestraríbúðir skulu byggjast kring landið sum skjótast.
  • Eitt fjølltáttað íbúðartilboð skal tryggja øllum borgarum tann bústað, ið hóskar til ta aktuellu lívsstøðu og fíggjarliga rásarúm, tann einstaki hevur.
  • Íbúðarbygging, sum gevur rúm til allar borg­arar, so tað skal geva eitt nú ungum lesandi, barnafamiljum, eldri og fólki við serligum avbjóðingum møguleika at búgva í somu býlingum.
  • Eins góður møguleiki skal vera at búsetast á bygd og í bý.
  • At kommunumyndugleikin hevur ábyrgdina av teimum, sum eru heimleys.