Varandi virðir í sjálvberandi búskapi


Búskapar- og fíggjarpolitikkur  •  Búskapargrunnur Føroya •  Skatta- og avgjaldspolitikkur  •  Tilfeingis-, vinnu- og samferðslugjøld


Høvuðsmálið í búskapar- og fíggjarpolitikkinum hjá Tjóðveldi er sjálvbjargni fyri bæði land og fólk og at fremja javnbjóðis møguleikar hjá øllum fólkinum í landinum at skapa varandi virðir, væl­ferð og trygd undir sínum lívi og dreymum. Sum menn­iskju og sum tjóð skulu vit kunna virka sjálvbjargin og fræls við ábyrgd í sam­fe­lag­num og í heiminum. Í felag hava vit ábyrgdina av at tryggja møgu­leikarnar hjá øll­um – bæði verandi og kom­andi ættarliðum – til at skapa og gagnnýta virðini og tilfeingið í samfelagnum og støðugt lata sam­felagið í betri standi til eftirkomarar okkara.

Tess fleiri fólk kunnu skapa, virka og liva við somu møguleikum og skyldum, tess ríkari og fjølbroyttari verða samfelagið og búskapurin. Bú­skap­ur og bú­skap­ar­vøkstur, sum byggja á stætt­ar­mun, ovurnýtslu, ovurtroyting av tilfeingi, fíggj­arliga spekulasjón, veitingar uttanífrá og á, at virðini verða savnað á fáum hondum, skapar bert ójavna, afturvendandi kreppur og ger øll fátækari.

Búskapurin og búskaparvøkstur skulu grund­ast á varandi virði og veruliga virð­is­skapan, tvs. tilf­eingi, framleiðslu, tænastur, skapan og arbeiði hjá fólkinum í landinum, og búskapurin er óheft­ur av fíggjarligari veiting úr útlondum.

Búskapar- og fíggjarpolitikkur

Búskapar- og fíggjarpolitikkurin skal tryggja ein sjálvberandi búskap, ið byggir á samhaldsfesti, javnbjóðis møguleikar og burðardygga umsiting av tilfeinginum til frama fyri verandi og komandi ættarlið. Búskapar- og fíggjarpolitikkurin skal virka konjunkturjavnandi og stuðla upp undir burðardyggan vøkstur.

Tjóðbanki Føroya, Búskapargrunnur Føroya, arbeiðsloysisskipanin, pensjóns­skipan og aðrar trygdarskipanir skulu saman við einum ábyrgdar­fullum og kon­junk­t­ur­javnandi fíggjarpolitikki virka sum brimgarðar, ið kunnu javna sveiggj í bú­skap­inum og tryggja eina støðuga menning av einum sjálvberandi føroyskum búskapi.

Tjóðveldi vil

  • Verandi ríkisveiting verður miðvíst minkað burtur av fíggjarlóg landsins og tikin úr før­oyska búskapinum. Búskapargrunnur Før­oya kann nýtast sum amboð í eini skiftis­skip­an.
  • Tjóðbanki Føroya verður stovnaður og skal tryggja óhefta umsiting av lands­ins ognum og skuld, gera tjóðarbúskapargreiningar og hava tjóðar­bú­skap­arligt eftirlit.
  • Hagstova Føroya skal tryggja, at øll við­kom­andi hagtøl um samfelagið og búskapin eru tøk.
  • Langtíðarætlan skal gerast fyri bæði rakstur og íløgur landsins.
  • Greitt ábyrgdarbýti og avtalur skulu gerast millum land og kommunur um íløgur og rakstur.
  • Fult gjøgnumskygni skal valda, har allar ogn­ir, inntøkur og útreiðslur eru partar av roknskapi landsins.
  • Framkomið eftirlit skal vera við landsins og kommunalum fíggjar­við­ur­skiftum.
  • Landsgrannskoðanin skal tryggjast fullgóðar umstøður at virka, og tilmæli skulu setast í verk.
  • Fríhandils- og handilssáttmálar skulu trygg­ja føroyingum kappingarføra støðu í alheims høpi.
  • Føroyar skulu vera partur av størri gjald­oya­røki.
  • Grund­leggjandi búskaparstovnar landsins skulu staðfestast í Føroya grund­lóg.

Búskapargrunnur Føroya

Búskapargrunnur Føroya skal nýtast sum amboð at tryggja eina støðuga menning av føroyska búskapinum og at javna serinntøkur, ið ikki eru varandi, tvørtur um ættarlið. Eisini kann grunn­urin nýtast sum amboð til miðvíst at minka ríkis­veitingina burtur úr føroyska búskapinum.

Tjóðveldi vil

  • Allar serinntøkur landsins – eitt nú frá kol­vetni og møguligum einskilj­ing­um – verða settar í grunnin.
  • Ognirnar verða umsitnar soleiðis, at inn­tøk­urnar frá hesum gerast varandi fyri verandi og komandi ættarlið.
  • Realavkastið frá innistandandi í grunninum kann nýtast til átøk, sum eru íløgur í fram­tíð­ina – eitt nú útbúgving, gransking og mentan – umframt nýtast sum konjuktur­javn­andi amboð.
  • Búskapargrunnurin kann nýtast sum amboð til at minka ríkisveitingina burtur av fíggjar­lóg landsins og úr búskapinum.
  • Ein skiftisskipan verður gjørd, har inn­tøku­vøkstur landsins verður tengdur sam­an við minking av ríkisveitingini á fíggjarlógini. So hvørt sum inntøkur landsins vaksa, fara 50% av inntøkuvøkstrinum árliga til at minka ríkis­­veit­ing­ina á fíggjarlógini. 50% av inn­tøku­vøkstrinum verða verandi á fíggjar­lóg­ini.
  • Við hesi skiftisskipan verður landsins fíggjar­lóg óheft av donsku ríkis­veit­ing­ini eftir fáum árum.

Skatta- og avgjaldspolitikkur

Føroyskir skattir og avgjøld eru fíggjarliga grund­arlagið undir føroyska væl­ferð­ar­sam­felagnum og tænastum landsins. Tryggjast skal, at fólkið í Før­oyum fær mestu og bestu vælferð fyri hvørja skatta- og avgjaldskrónu.

Skattaskipanin skal byggja á, at vit lyfta eftir førimuni. Minni skattur verður lagdur á vanliga lønarinntøkur, og ístaðin skal skattagrundarlagið breiðkast.

Tjóðveldi vil

  • Øll skatta- og avgjaldsskipanin verður end­ur­skoð­að og endurnýggjað.
  • Ein stigvaksandi skattaskipan skal galda bæði fyri løn og pensjón, har lyft verður eftir førimuni.
  • Skatturin hjá lág- og maðalløntum skal lækk­ast.
  • Minni skattur skal gjaldast av vanligari løn­ar­inntøku, og fólk skulu altíð hava meira eftir, enn rindað verður í skatti.
  • Skapa eitt breiðari skattagrundarlag, har lut­f­als­liga færri inntøkur koma frá vanligari løn­arinntøku, meðan lutfalsliga fleiri inn­tøk­ur koma frá inntøkum av at gagnnýta felags tilfeingi umframt frá skattum og avgjøldum, sum fyribyrgja dálking, spekulasjón v.m.
  • Fíggjarligar skipanir verða settar í verk, ið eggja til nýggjar vinnur, íverksetan og skapa javn­ar kappingartreytir.
  • Fíggjarligar skipanir verða stovnsettar, sum eggja borgarum og vinnu at leggja um til var­andi orku, til reint umhvørvi og burð­ar­dygga náttúru- og tilfeingisnýtslu.
  • Skatta- og avgjaldsskipanin skal gerast so gjøgnumskygd, rættvís og einføld sum møguligt.
  • Býtið millum inntøkur, ið eru tengdar av virk­semi, t.d. MVG, og meira støð­ug­ar inn­tøkur, t.d. A-skattur, skal vera soleiðis, at tryggjað verður eitt støðugt langtíðar inn­tøku­grundarlag.

Tilfeingis-, vinnu- og samferðslugjøld

Føroyar eru millum ríkastu tjóðir heimsins við nátt­úrutilfeingi. At fáa atgongd til at troyta eitt av­markað tilfeingi, ið alt fólkið eigur, er ein fram­íhjá­rættur, sum eigur at vera atkomiligur eftir jøvn­um kappingartreytum á einum almennum og gjøgn­um­skygd­um marknaði. Hetta tryggjar støð­ug­ar vinnukarmar, og at tilfeingisrentan – tað virðið, sum tilfeingið kastar av sær, tá lønir, fram­leiðslukostnaður, íløgur og vanligur vinningur eru drigin frá – kemur øllum samfelagnum til góðar. Sam­ferðslu­kervið skal fíggjast við sam­halds­føst­um samferðslugjaldi, ið tryggjar munagott við­líka­hald og støðugar útbyggingar.

Tjóðveldi vil, at

  • alment útboð og marknaðargrundað brúks­gjøld skulu tryggja javna kapping, støðugar vinnu­karmar og inntøkur til landið av nátt­úru­tilfeinginum.
  • inntøkur frá brúksgjaldi av ogn Føroya fólks skulu koma øllum fólkinum til góðar – eitt nú við at lætta skatta- og avgjaldstrýstið hjá øllum føroyingum
  • partafelagsskatturin skal eggja til burðar­dygg­ar íløgur, javna kapping og at skapa fleiri størv.
  • skattaskipanin skal sum heild stuðla upp­undir at fáa fólk, fyritøkur og pening at virka í Føroyum heldur enn uttanlands.
  • støðug útbygging og viðlíkahald av sam­ferðslu­kervinum verður fíggjað við rætt­vísum samferðslugjaldi, ið verður grundað á bæði nýtslu og sam­halds­festi.