Forsídubreddi

Frælsar Føroyar – frælst fólk


Okkara rættindi sum tjóð  •  Altjóða fólkarættur  •  Skipað loysing  •  Sjálv­berandi búskapur  •  Grundlóg Føroya  •  Rættartrygd, lógir og almenn fyrisiting  •  Dómstólar  •  Kommunur


Okkara rættindi sum tjóð

Føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti, og vit lúka allar tær søguligu, politisku, mentanarligu og búskaparligu fortreytirnar fyri at skipa okkum sum sjálvstøðugt land og frælsa tjóð í heiminum. Føroyska tjóðin hevur ongantíð givið sín sjálvs­av­gerð­arrætt frá sær ella samtykt at lata vald ella ogn­arrætt til nakra aðra tjóð ella vald. Tvørt­ur­ímóti. Bara einaferð er føroyska tjóðin spurd á fólkaatkvøðu – 14. september í 1946 – har roynt varð at trýsta fólkið til at geva frá sær okkara rættindi. Men føroyingar valdu loysing og frælsi.

Tær lógir og tær skipanir, ið hava verið settar í verk í Føroyum um okkara ríkisrættarligu støðu, okkara tjóðarrættindi og sjálvsavgerðarrætt, hevur fólkið ikki samtykt, og tær hava tí onki fólka­ræðis­ligt gildi.

Altjóða fólkarættur
Í grundarlagnum at skipa Føroyar frælsar byggir Tjóðveldi á stovningarsáttmálan hjá Sameindu Tjóðum (ST) og á ST-sáttmálarnar um borgarlig og stjórnmálalig rættindi og um búskapar-, sam­felags- og mentanarrættindi. Har verður m.a. staðfest, at:

  • Allar tjóðir hava sjálvsavgerðarrætt. Við heim­ild í hesum rætti hava tær frítt at taka avgerð um stjórnarrættarligu støðu sína og frælst at fremja bú­skap­ar-, samfelags- og mentanarmenning sína.
  • Allar tjóðir kunnu til sítt egið gagn frælst ráða yvir náttúruríkidømi sínum og tilfeingi, skerjir tað ikki skyldur bundnar í millum­tjóða bú­skap­ar­sam­vinnu. Á ongum sinni kunnu verða tikin frá eini tjóð ráðini at bjarga sær sjálvari.
  • Tey ríki, sum eiga lut í hesum semingi, teirra millum tey, sum hava ábyrgd av at sita fyri umveldum, ið ikki ráða sær sjálvum, og til­sjónarumveldum, skulu stuðla til at fremja sjálvsavgerðarrættin.

Øll Norðurlond hava undirritað hesar sáttmálar. Tjóðveldi virkar í norðurlendskum sam­starvi fyri, at Norðurlond viðurkenna og stuðla frælsis­rætt­ind­unum hjá før­oy­ing­um og øllum teimum norð­ur­lendsku tjóðunum, ið ikki hava útint sín sjálvs­avgerðarrætt.

Skipað loysing og tjóðfundarleiðin
Tjóðveldi leggur dent á eina skipaða loysing. Allar fyrireikingar og samráðingar um ítøkilig mál eru framdar til tess at fremja eina væl skipaða loysing í Føroyum, sum verður kjølfest í fólkaatkvøðum um tilgongdina og leiðina.

Tjóðveldi vil skipa tilgongdina soleiðis

1. Grundlóg Føroya verður løgd til almenna viðgerð og til fólkaatvøðu. Hetta verður gjørt eftir tjóðfundarleiðini:

Tjóðfundarleiðin

  • Eitt ávíst tal av fólki (30-50 tilsamans) úr øllum økjum í landinum verða vald á beinleiðis vali til at vera umboð á tjóð­fundinum fyri ymsu økini.
  • Tjóðfundurin hevur almennar fundir í øll­um pørtum av landinum, har øll kunnu siga sína hugsan og fáa ávirkan.
  • Tjóð­fundurin ger endaligt uppskot til grund­lóg, sum síðan verður lagt til bind­andi fólkaatkvøðu.

2. Heildarveitingin úr Danmark verður sett í Búskapargrunn Føroya, og umvegis grunn­in verður hon stigvíst minkað burtur.
3. Uttanríkismál, verjumál, útlendingamál, loft­ferðslumál, persóns- og familjur­ætt­ar­mál verða skipað undir føroyskum ræði, og føroysk lestrarstuðulsskipan til øll føroysk lesandi verður sett í verk.
4. Løgregla, rættarskipan, gjaldoyramál, pen­inga­mál, fíggingarvirksemi og ríkisborg­ara­rættindi verða skipað undir føroyskum ræði.
5. Samráðingar verða framdar við donsku stjórn­ina um framtíðar samstarv millum tvær javnsettar tjóðir sambært altjóða fólka­rætti. Fráboðan til altjóða samfelagið um, at Føroyar verða skipaðar sum sjálvstøðug tjóð, verður løgd til fólkaatkvøðu í Føroyum.

Sjálvberandi búskapur
Tjóðveldi hevur lagt fram væl grundað og fíggj­arliga kjølfest uppskot til miðvíst at gera okkum leys av veitingunum uttanífrá og at skipa ein sjálvberandi búskap.

Hetta kann fremjast við eini skiftisskipan, har inntøkuvøkstur landsins og minkingin av donsku ríkisveitingini verða knýtt saman. So hvørt inn­tøkur landsins vaksa, fara 50% av inn­tøku­vøkstr­inum til at minka ríkisveitingina á fíggjarlógini, meðan 50% av inntøkuvøkstrinum fara inn á fíggjarlógina. Hetta verður gjørt umvegis Búskap­ar­grunn Føroya. Við hesum leisti verður landsins fíggjarlóg óheft av donsku ríkisveitingini eftir 6-8 árum.

Grundlóg Føroya
Føroyska fólkið hevur evsta valdið í Føroyum. Grundarlagið undir fólkaræðinum verður skjalfest í egnari grundlóg. Í Grundlógini verða frælsis­rættindini, manna­rætt­indini og javnrættindini hjá tjóðini og hjá hvørjum einstøkum samfelags­borg­ara lógarfest.

Grundlógin skal m.a.:

  • Tryggja øllum íbúgvum landsins javnbjóðis rættindi og skyldur, persónligt frælsi, sosial rætt­indi, rætt til útbúgving, arbeiði og rætt­ar­trygd.
  • Tryggja eitt greitt valdsbýti, og at allir valds­stovnar landsins verða lagdir undir fólksins ræði og ábyrgd.
  • Áseta minnilutaverju í bæði parlamentarisku skipanini og fyri sam­felags­bólk­ar.
  • Áseta reglur og skyldur um vernd av lands­ins tilfeingi, og at tilfeingið er fólks­ins ogn, áseta rættindi til innløgu, umhvørvisvernd og verju fyri, at fólkaræðið ikki kann missast, og áseta kommunalt sjálvræði, alment gjøgn­­umskygni og verju av fíggjarliga fæi landsins.
  • Tryggja, at øll fólksins umboð hava rættarliga ábyrgd og standa til svars fyri sín­um av­gerð­um.
  • Áseta, at fólksins vald verður styrkt við bein­leiðis fólkaræði, har ávist tal av velj­arum við undirskriftum kann krevja mál viðgjørt og gjørt av á tingi. Ella kann krevja mál lagt beinleiðis til fólkaatkvøðu.

Rættartrygd, lógir og almenn fyrisiting
Til tess at skipa eitt livandi fólkaræði við frælsi og rættindum hjá øllum krevst av før­oyskum mynd­ug­leikum, at teir standa til svars mótvegis fólk­inum og føroysku grundlógini og útinna fólka­ræði í verki í øllum sínum avgerðum.

Tjóðveldi vil

  • Færri lógir, har dentur verður lagdur á yvir­skip­aðar lógir um rættindi og skyld­ur á ymsu samfelagssøkjunum og ikki á smá­luta­stýring.
  • Lógarverkið skal endurskoðast til tess at skapa føroyskan lóggávusið, ið legg­ur dent á endamálsorðingar í lógunum, at tær verða gjørdar til tørvin og fortreytirnar í føroyska sam­felagnum, at tær verða einfaldar at um­sita, og at tær verða orðaðar til almenningin.
  • Mótvegis fyrisitingini skal ein grann­skoð­ara­skipan setast í verk, ið skal tryggja, at lógir, sáttmálar og uppskot veruliga verða framd og útint sambært samtyktum.
  • Opinleiki og víðfevnt alment innlit skal tryggj­ast í fyrisitingini og avgerðir hjá dóms­valdi.
  • Almenni bygnaðurin skal endurskoðast, ger­ast einfaldur og lagast til før­oysk­ar fortreytir og viðurskifti.
  • Sakkunnleiki og tænastur skulu savnast og virka saman í tvørgangandi upp­gáv­um – eitt nú fíggjar- og roknskaparstýring, løgfrøði­tænasta, journal­skipanir, kæruviðgerð o.a.
  • Rætturin og skyldan hjá starvsfólki at gera vart við óreglusemi í fyrisitingini verður ásett­ur við lóg.
  • Føroysk løgfrøði- og fyrisitingarútbúgving verður skipað á hægsta stigi.
  • Allar avgerðir í umsitingini og øll umsiting av almennum peningi skal verða lætt at­komu­lig hjá almenninginum at kunna seg við. Skylda er hjá myndug­leikunum at kunna um avgerðargrundarlag, kærumøguleikar o.a.
  • Hoyringsrættur og alment orðaskifti um lóg­­gávu og rættarskapandi avgerðir skulu vera regla.
  • Løgtingsins umboðsmaður verður grund­lóg­arfestur sum fólksins umboðs­mað­ur og fær neyðugar umstøður at útinna sín leiklut.

Dómstólar
Føroyar verða skipaðar við dømandi valdi, sum minst er í tveimum stigum. Sambært altjóða sátt­mála­bindingum hava íbúgvar landsins eisini atgongd til altjóða dómstólar og kærumøguleikar.

Føroyska rættarskipanin verður javnan eftir­mett, har heitt verður á altjóða stovnar um at meta um rættartrygd og mannagongdir.

Kommunur
Tjóðveldi leggur dent á kommunala sjálvræðið sum týðandi tátt í fólkaræðinum. Landið skal skip­ast í størri kommunalar eindir ella samstørv, sum hava møguleika at mennast í rímiligari javnvág og kunnu bjóða tænastur á sama stigi til borgararnar.

Skattaskipanin verður endurskoðað soleiðis, at ein stigvaksandi skattaskipan og útjavning­ar­skip­an kann galda fyri allar borgarar ­og geva møgu­leika hjá komm­un­um at átaka sær størri upp­gávur.

Eftir somu treytum sum til løgtingsval skulu lesandi útisetar hava atkvøðurætt til kommunuval.