Tjóðveldishugsjónin


Tjóðveldi merkir fólkaræði  •  Veruligt frælsi og ábyrgd  •  Frælsi, fólkaræði, javnrættindi, samhaldsfesti og burðar­dygd  •  Hugsjónarliga vágskálin


Tjóðveldi er ein hugsjón, ein rørsla og ein polit­isk­ur flokkur, sum stríðist fyri at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt og frælst land í heiminum við fólkaræði og javn­rættindum fyri alt fólkið í land­in­um. Í Tjóðveldi savnast fjølbroytt og ymisk fólk um eina hugsjón og um grundleggjandi virðir, mannarættindi og mál, sum skulu fremj­ast.

Tjóðveldi merkir fólkaræði
Í stevnu floksins verður sagt í fyrstu grein: “Før­oyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins. Einki út­lendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum før­oyska tjóðin avgjørdi á fólka­at­kvøð­uni 14. sep­tem­ber 1946. Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu sam­felags­rætt­indi og hava somu samfelagsskyldur.”

Tjóðveldi merkir sostatt fólkaræði. At tjóðin – fólkið – hevur valdið. Og at fólka­ræði og javn­rættindi eru galdandi í øllum samfelagsins lutum.

Javnrættindi skulu vera millum tjóðir til at taka egnar avgerðir og at stjórna egnari framtíð og egn­um tilfeingi. Og hetta er óloysiliga saman­tengt við, at somu javnrættindi skulu galda mill­um fólkið, ið er tjóðin: Frælst fólk í frælsum landi, har øll eiga rættin at liva og virka við sømd og javnbjóðis treytum.

Grundvirðið hjá Tjóðveldi er, at øll eiga sama rætt og sama frælsi at velja, virka og mennast, tað veri seg í politikki, í sínum lívsvalum, í vinnu, í út­búgving, í mentan og í sosialum viðurskiftum, sama um vit eru kvinnur ella menn, ung ella eldri, rík ella fátøk, bera brek ella sjúku, búgva ymsa­staðni í landinum, hava ymsan húðarlit, upp­runa, trúgv og áskoðan, og sama hvussu vit eru fødd í hendan heim og hava valt at liva okkara lív.

Veruligt frælsi og ábyrgd
Tjóðveldi byggir á eina fevnandi frælsishugsjón. Mótsett útihýsandi frælsisfatanum, har frælsi verður fatað sum frælsi FRÁ at taka ábyrgd og á, at frælsi hjá einum er bygt á mist frælsi hjá øðrum, byggir Tjóðveldi á, at frælsi er ábyrgd og verður vunnið í felagsskapi, og at okkara frælsi er treytað av frælsinum hjá næstanum.

Hetta frælsið er frælsi TIL at taka egnar av­gerð­ir, at standa við tær og til svars fyri tær. Tað er frælsi til at virka saman við øðrum á jøvnum føti. Hend­an fevnandi frælsishugsjónin, har fólk í felag taka ábyrgd av at skapa felags kor, rættindi og møgu­leik­ar, hevur skapt øll verulig framstig í heim­in­um, og hendan frælsis­hug­sjónin hevur skapt alt tað, sum er okkum dýrabart: Mentan, mál og virði, vinnu­­møguleikar, rættin til okkara tilfeingi, javn­rætt­indi, vælferð og trivnað, skúla og útbúgv­ing, vegir og samferðslu – umframt hug, dirvi og sømd í okkara egna landi.

Tjóðveldishugsjónin byggir sostatt á

Tjóðskaparligt og politiskt frælsi: Føroyingar eiga sama rætt og frælsi sum aðrar tjóðir at velja, virka og mennast í heiminum. Vit skulu samstarva við hvønn, vit vilja, og taka somu ábyrgd í heiminum sum onnur. Okkara mál, mentan og samleiki skulu virðast og mennast á jøvnum føti við onnur. Øll eiga rættin at taka avgerðir og at skipa seg í felag og soleiðis hava ávirkan á samfelagið og egið lív.

Persónligt frælsi: Hvør einstakur eigur sama rætt og frælsi til at velja, virka og mennast, um vit taka við somu skyldum og ikki gera okkum inn á frælsið hjá øðrum.

Sosialt frælsi: Frælsi og samhaldsfesti eru sam­­an­tvunnin. Vit hava felags ábyrgd at tryggja øðrum somu rættindi, frælsi og møgu­­leikar og rættin at skipa okkum í felag.

Vinnuligt og fíggjarligt frælsi: Ongin stætt ella einstaklingur eigur fram­íhjá­­rætt­indi í sam­fe­lagn­um. Øll eiga rætt at taka lut og at bjóða seg fram eftir somu treytum til at vinna og skapa úr samfelagsins tilfeingi og møgu­leik­um.

Fyri Tjóðveldi er tjóðskaparligt, politiskt, persónligt og sosialt frælsi sostatt for­treytin fyri fíggjarligum og búskaparligum frælsi. Tá vit taka ábyrgdina og vinna okk­um somu rættindi og møguleikar at taka egnar avgerðir, kunnu vit skapa veruligt fíggjarligt og búskaparligt frælsi. Henda hugsjónin ger upp við hugsanina um, at fyrst skal fíggjarligt frælsi vera, og síðan kunnu vit taka ábyrgd og fáa somu rættindi og møguleikar. Var tann hugsanin gald­andi allastaðni, hevði ongin tjóð, ongin persónur ella nakar samfelagsbólkur vunnið sær sjálvstøðu og rættindi.

Søguliga byggir Tjóðveldi hinvegin á ta sann­roynd, at tá tjóðir hava vunnið sær frælsi og javn­rættindi, hava tær ment sítt fíggjarliga og bú­skap­ar­liga frælsi. Tá samfelagsstættir hava vunnið sær politiskt frælsi og rættindi, hava tær broytt sínar umstøður og vunnið sær fíggjarligan framburð, og tá einstaklingar og samfelags­bólkar hava vunnið sær myndugleika og somu rættindi, hava teir ment sínar fíggj­arligu møguleikar.

Frælsi, fólkaræði, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd

At fremja tjóðveldishugsjónina, virðini og málini er ongantíð eitt liðugt ella av­mark­að verk. Frælsi skal skapast, tryggjast og endurskapast hvønn dag, um tað skal hava veruligt og varandi virði.

Í stevnu floksins og í stevnumiðunum ganga hesi hugsjónarligu virði – sum hava alheims gildi – aftur í øllum teimum politisku hjartamálunum og ítøkiliga politikkinum:

  • Frælsi
  • Fólkaræði
  • Javnrættindi
  • Samhaldsfesti
  • Burðardygd

Harumframt liggur málið um at menna føroyskar førleikar í einum nútímans, altjóða heimi sum ein áhaldandi drívmegi undir øllum tí politiska arb­eið­inum.

Hesi grundvirði og mál binda politikkin hjá Tjóðveldi saman á øllum økjum: Í tjóð­skap­ar­mál­um, í altjóða samstarvsmálum, í rættindamálum, í búskaparpolitikki, í vinnumálum, í sosial- og heilsupolitikki, í mentanarmálum, í útbúgvingar- og granskingarmálum, í umhvørvis- og orku­mál­um, í økismenning, í ungdómspolitikki o.s.fr.

Hugsjónarliga vágskálin
Tjóðveldi vigar støðugt síni politisku mál og sínar ítøkiligu avgerðir á hesi hugsjónarligu vágskál:

  • Fremur tað fullveldi fyri tjóðina?
  • Fremur tað frælsi fyri øll?
  • Fremur tað fólkaræði?
  • Fremur tað javnrættindi hjá øllum?
  • Fremur tað samhaldsfesti?
  • Fremur tað burðardygd?
  • Fremur tað føroyskar førleikar í einum nútímans heimi?