Lýsing

Kristina Háfoss

Vælkomin á mína síðu!

Her finnur tú upplýsingar um meg, og um hví eg havi valt at fara inn í politikk.

Stutt um meg

Fødd
26.06.1975

Familja
Foreldur eru John P. Danielsen úr Klaksvík og Anna Helena Danielsen (fødd Zachariasen) úr Tórshavn. Gift við Ronnie Háfoss. Børnini eru: Hildur (f. 2001), Hákun (f. 2004), Erlendur (f. 2006) og Halla (f. 2009).

Útbúgving
Búskaparfrøði (cand.polit í 2003), Løgfrøði (cand.jur í 2002) og Leiðsla (CBA í 2005)

Politikkur
Ár 2011- í dag:
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.
Næstforkvinna í Fíggjarnevnd Løgtingsins.
Næstforkvinna í § 19 nevnd, ið varð sett at gera frágreiðing um grunnaeftirlit og Eik grunnin.
Næstforkvinna í § 25 nevnd, ið varð sett at endurskoða samsýning og eftirløn hjá landsstýrisfólkum.
Nevndarlimur í Starvsnevnd Tjóðveldis vegna tingmanningina.

2008:
Landsstýriskvinna í útbúgvingar-, granskingar- og mentamálum.

2004-2007:
Á Løgtingi av og á sum varaumboð á Løgtingi fyri Tjóðveldi.
Nevndarlimur í Starvsnevnd Tjóðveldis 2004-2005.

2002-2004:
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.
Nevndarlimur í Fíggjarnevnd Løgtingsins.
Nevndarlimur í Grundlógarnevndini.
Forkvinna í Lokalnevndini.

2001-2002:
Næstforkvinna í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.
Unga Tjóðveldið.

Yrki
2011- í dag: Ráðgevi – Tryggingarfelagið Føroyar.
2007-2011: Deildarstjóri – Tryggingarfelagnum Føroyum, Betri pensjón og TF Holding.
2006: Prosjektleiðari og ráðgevi – Føroya Banki.
2004-2005: Búskaparfrøðingur – Landsbanki Føroya.

Onnur álitisstørv
2011-2013: Nevndarlimur í P/F TF íløgur og nevndarlimur í P/F TF ognir
2011: Nevndarlimur í P/F Smyril Line.
2008-2011: Umsjónarráðslimur í Landsbanka Føroya.
2005-2006: Forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya (BLF).
1998-2000: Ráðslimur og forkvinna í Meginfelag Føroyskra Studenta.

Her kanst tú lesa eitt sindur um, hvør eg eri, hví eg havi valt at fara inn í politikk, og hví eg havi valt at umboða Tjóðveldi.

Í dag eri eg bæði mamma, kona, dóttur, systir, vinkona, starvsfelagi og løgtingskvinna. Men tað havi eg ikki altíð verið …

Barnaárini vaks eg fyri tað mesta upp úti á Argjum, saman við foreldrum og systrum. Fyrsti parturin av lívinum byrjaði tó í Keypmannahavn, tí pápi mín var undir lestri og mamma mín starvaðist í Keypmannahavn, tá eg varð fødd. Sum 4 ára gomul flutti eg heim til Føroya saman við familjuni og búsettu vit okkum fyrst í Kaldbak. Har búðu vit, meðan farið varð undir at byggja hús úti á Argjum. Hetta var í 1979-1981. Onki vegasamband var tá millum Kaldbak og Havnina. So vit sigldu yvir á Sund, tá okkurt ørindi skuldi gerast í Havn. Ein góð og minnilig tíð.

Í 1981 fluttu vit út á Argir, og byrjaði eitt nýtt kapittul í mínum lívi. Fekk heilt nýggjar vinir, og byrjaði í Argja skúla. Hevði eisini hópin av øðrum frítíðarvirksemi, og gekk bæði til skótar, kór, klaver og ítrótt. Heilt tíðliga fór svimjingin at fylla meira og meira av míni frítíð, og sum 11 ára gomul slapp eg at venja saman við teimum bestu í Havnar Svimjifelag, og bert tvey ár seinni varð eg partur av svimjilandsliðnum. Hetta vóru spennandi ár. Luttók millum annað í altjóða kapping í Luxembourg, Reykjavík og Oyggjaleikir í Álandi (1991) og á Isle of Wight (1993). Brendi eisini fyri flogbólti, og fekk m.a. møguleikan at luttaka í norðurlendska juniormeistaraheitinum saman við ungdómslandsliðnum. Eisini luttók eg í nøkrum FM í frælsum ítrótti – við góðum úrslitum. Sum heild vóru ungdómsárini sera virkin, og var – eins og í dag – altíð okkurt á skránni. Umframt frítíðarvirksemi,  brúkti eg eisini ein part av frítíðini til at arbeiða, eitt nú sum lívbjargari í svimjihøllini og sum svimjivenjari hjá børnunum í Havnar Svimjifelag.

Sum 16-ára gomul byrjaði enn eitt nýtt kapittul, tá leiðin lá niðan í Hoydalar har eg byrjaði í Studentaskúlanum. Valdi matematisk-samfelagsligu linjuna, sum tað tá varð kallað, og endaði í góðum og lívligum flokki við avbera fittum floksfeløgum. Ein ómetaliga góð tíð, men eisini ein tíð, ið varð merkt av ógvusligu samfelagskreppuni, ið tók dik á seg í 1992. Hetta kveikti ein stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og politikki. Undraðist stórliga um, hvussu tað kundi ganga so illa fyri eitt samfelag. Undraðist serliga um, hvussu so nógv fólk kundu taka so nógv feil, og reka samfelagið so langt út av kós. Avgjørdi hesi árini, at fara at lesa búskaparfrøði – við serligum denti á tjóðarbúskap – fyri at fáa neyðugu amboðini, at skilja samanhangirnar og at vera við til at fyribyrgja at søgan endurtók seg.

Men fyrst skuldi eitt ár njótast uttan skúlagongd. Arbeiddi nakrar mánaðar fyri at spara pening upp til eina ferð kring heimin, og í januar 1995 lá leiðin á fjakkaraferð kring knøttin við ryggsekki – saman við góðari vinkonu. Hetta var áðrenn 9. september 2001, og tá var ikki vanligt við telduposti ella fartelefon. Samskiftu tí við postkortum, og við at ringja við mynttelefon einaferð um mánaðan. Ein serstøk tíð, og eitt einastandandi upplivilsi fyri lívið. Eftir nakrar mánaðar komu vit aftur við ryggsekkinum fullum av upplivilsum, og ríkari sum menniskju. Nú var eg klár at fara undir víðari lestur.

Á sumri 1995 fór eg, sum 20 ára gomul, undir hægri lestur á universitetinum í Keypmannahavn.Hetta vísti seg at verða byrjanin til enn eina heilt nýggja tíð í lívinum.

 

Fór fyrst undir at lesa búskaparfrøði (Cand.Polit). Hetta var ein krevjandi og áhugaverd útbúgving, ið mær dámdi avbera væl. Kendi á mær, at eg var komin á røttu hyll. Tað gekk skjótt og væl, og eftir at hava lagt fyrstu 3 árini afturum, valdi eg at átaka mær hálvtíðar starv við síðuna av lestnaðinum – eitt sokallað “studenterjob” í Uttanríkismálaráðnum og seinni í Búskaparmálaráðnum í Keypmannahavn.

Hevði tá eisini fingið stóran áhuga fyri løgfrøði, og valdi tí móti endanum av búskaparfrøði útbúgvingini eisini at fara undir at lesa løgfrøði (Cand. Jur).  Sá at nógv viðurskifti kravdu vitan um bæði búskaparfrøði og løgfrøði, og at eg tí fór at hava tørv á – og gleði av – at hava bæði búskaparfrøðiligar og løgfrøðiligar førleikar. Var eisini hugtikin av stóra muninum á, hvussu arbeitt verður við løgfrøði í mun til búskaparfrøði. Tvey rættiliga ymisk fakøki. Eftirtíðin hevur víst, at eg fekk brúk fyri útbúgvingunum, tí tær hava báðar givið mær eina góða fakliga vitan, ið eg havi kunna gagnýtt í politiska arbeiðinum, arbeiðslívinum og lívinum sum heild. Gjørdist liðug sum Cand.Jur í 2002 og Cand.Polit í 2003.

Árini í Keypmannahavn hendi eisini nógv heima í Føroyum. Fullveldissamgongan varð skipað í 1998, og varð verulig ferð komin á ætlanina, at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land. Hvast orðaskifti var í miðlunum og í bløðunum, ið eg fekk sendandi til Keypmannahavnar einaferð um vikuna. Minnist at eg helt at órímiliga harður kritikkur var móti fullveldisætlanini. Eisini helt eg, at grundgevingarnar ímóti hesi ætlan vóru sera grunnar. Saknaði stórliga at ungir føroyingar, bæði í og uttanfyri Føroyar, valdu at luttaka í kjakinum. Eftir drúgva umhugsan valdi eg at taka stigið, og skriva eina greinarøð, har eg vísti á, hví eg metti at tað var rætt at Føroyar skuldu gerast sjálvstøðugt land. Hetta var eitt stórt fet at taka fyri meg tá. Tí hóast eg hevði stóran vinarskarða, og var virkin í nevndini í Meginfelag Føroyskra Studenta, har eg eisini var forkvinna eitt tíðarskeið, so var tað ikki fyrr enn nú, at eg gjørdist ein meira “almennur persónur”.

Visti at hetta eisini fór at hava avleiðingar við sær, men kendi tað nærum sum eina samfelagsskyldu at luttaka í kjakinum. Minnist eisini, at eg hugsaði, at eg kundi ikki mæla øðrum til at luttaka í almenna orðaskiftinum, tá eg ikki sjálv valdi at taka stig til hetta. Kendi eisini á mær, at vit vóru miðskeiðis í einari søguligari tíð, ið kundi broyta ríkisrættarligu støðu Føroya – og harvið framtíðina hjá Føroya fólki. Um eg kundi gera okkurt fyri, at vera við til at røkka málinum um einar sjálvstøðugar Føroyar, so vildi eg gera mítt.

Sumrini 1999 og 2000 valdi eg tí eisini at søkja um og fekk summarfrítíðarstarv á Løgmansskrivstovuni. Har fekk eg møguleika at starvast saman við dugnaligum fólkum, og í ávísan mun at luttaka í fullveldisarbeiðinum. Hetta var ein sera kveikjandi tíð.

Summarið 2000 gjørdist heilt serstakt, tí tá giftust eg og maðurin. Hetta summarið valdi eg eisini, fyri fyrstu ferð, at luttaka á tiltaki hjá Unga Tjóðveldi á Háskúlanum. Eitt ógloymandi summar.

Árið 2001 skuldi avgerðin um framtíðarstøðu Føroya takast. Landsstýrið hevði í november 2000 fráboðað, at fólkaatkvøða skuldi vera í apríl 2001. Hetta var ein søgulig og avgerandi løta fyri føroyingar. Tjóðveldisflokkurin hevði tí eisini fráboðað, at skipað varð fyri fyrireikandi tiltaki í Øravík í januar 2001, har áhugað kundu møta og hjálpa til við fyrireikingunum til fólkaatkvøðuna. Skuldi til Keypmannahavnar eftir nýggjár, men valdi at útseta at fara niður aftur, fyri at kunna luttaka í fyrireikingini. Hugsaði, at hetta var ein møguleiki, ið helst ikki kom aftur í mínari tíð. Kundi eg hjálpa til við at røkka málinum, so vildi eg gera mítt. Minnist tó, at longu í januar vóru fráboðanir komnar frá táverandi løgmanni, ið bendu á, at hann fór at avlýsa fólkaatkvøðuna. Valdi tó at varðveita vónina um, at hetta ikki fór at henda, men kendi samstundis á mær, at Fólkaflokkurin helst fór at bakka fyri trýstinum frá donsku stjórnini í hesum máli. Søguna kenna vit øll, og tíverri gjørdist veruleikin at fólkaatkvøðan varð avlýst.

Vit í Unga Tjóðveldi tóku tá stig til eitt søguliga stórt mótmælistiltak á Vaglinum í Havn, har vit undir heitinum “Nú er nokk!” mótmæltu avlýstu fólkaatkvøðuni. Vaglið fyltist skjótt við fleiri túsind fólkum, , ið møttu at mótmæla á Vaglinum hendan dagin. Stórur partur av hesum skrivaðu undir mótmæli á stóran vegg, ið vit høvdu sett upp á Vaglinum, og sum síðan varð borin niðan í Løgtingið. Men tíverri gjørdist úrslitið, sum kunnugt, at fólkaatkvøðan framhaldandi varð avlýst. Fólkaflokkurin vildi ikki standa við lyftið. Í staðin varð gjørd avtala millum samgonguflokkarnar um minking av ríkisveitingini og heimtøku av ávísum málsøkjum. Hetta tyktist tó at hava lítið virði, í mun til søguliga møguleikan hjá fólkinum at taka støðu á eini fólkaatkvøðu. Tyktist sum virdi politiska skipanin ikki rættin hjá fólkinum í landinum at siga sína hugsan. Virdu ikki fólkaræðið. Helst er hesin dagur tann dagurin í mínum lívi, ið eg havi verið mest vónbrotin.

Men hóast vónbrot var vón. Flutti tí eisini heim til Føroya á sumri 2001. Var tá júst vorðin 26 ár og bert 4 vikur vóru eftir til vit skuldu fáa okkara fyrsta barn.

Enn eitt nýtt kapittul byrjaði. Tí tíðin sum lesandi uttanlands var nú av, og skuldi eg gerast mamma – og vit foreldur.

Varð stutt eftir biðin um, at koma í nevndina í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, har eg gjørdist næstforkvinna, og tá Fólkatingsval varð útskrivað í 2001, varð eg biðin um at stilla upp. Játtaði og gjørdist nr. 3 á listanum hjá Tjóðveldi. Í 2002 var løgtingsval fyri framman, og stillaði eg upp. Varð vald á Løgting. Sum bert 26-ára gomul gjørdist eg harvið yngsta valda kvinna á Løgtingi. Hetta var eitt stórt álit at fáa, og gleddi eg meg til avbjóðingarnar fyri framman. Vónin var, at vit kundu halda áfram við fullveldistilgongdini, og vónandi seta ferð á hesa. Men skjótt byrjaði politiski gerandisdagurin. Fyrsta avbjóðingin vóru sjálvar samgongusamráðingarnar. Um 3 vikur gingu áðrenn greitt varð, um fullveldissamgongan yvirhøvur helt áfram. Tá samgonguskjalið umsíðir varð undirskrivað, var tað ein lætti at so var, hóast tað nú kendist sum at neistin, ið var í 1998 ikki var tann sami nú í 2001.
Tá nevndarsessirnir skuldu býtast gjørdist eg nevndarlimur í Fíggjarnevndini í Løgtinginum. Hetta var eg fegin um. Hetta var nevndin har øll fíggjarmál vórðu viðgjørd, herundir fíggjarlógin, og gav hetta arbeiðið nógvar politiskar royndir.

Tað gjørdist tó tíverri skjótt greitt at samstarvið millum samgonguflokkarnar var sera slitið eftir tíðarskeiðið í fyrru fullveldissamgonguni. Helst varð avlýsta fólkaatkvøðan størsta arrið. Eftir bert smá 2 ár saman í aðru fullveldissamgonguni slitnaði samgongan. Hetta var enn eitt vónbrot. Í januar 2004 varð so løgtingsval aftur. Varð ikki vald á Løgting. Men næsta barnið var nú ávegis. Í mai skuldi eg gerast mamma einaferð enn.

Enn eitt nýtt kapittul í lívinum byrjaði. Fekk starv í Landsbanka Føroya, har eg starvaðist í 2 ár. Hetta var eisini tað staðið, ið eg helst vildi byrja eftir tíðina í Løgtinginum. Tí har fekk eg møguleika at arbeiða við tjóðarbúskapi saman við nógvum royndum fólkum. Í 2006 fekk eg starv á nýstovnaðari menningardeild í Føroya Banka. Gjørdist partur av einum spennandi toymi av starvsfólkum. Fekk hartil triðja barnið, meðan eg starvaðist har.

Eftir eina tíð fekk eg bjóðað starv, sum deildarstjóri á nýstovnaðari deild, við ábyrgd av menning, marknaðarføring og KT, í Tryggingarfelagnum Føroyum. Tað var ógvuliga spennandi at vera við til at byggja hesa deildina upp saman við nógvu dugnaligu starvsfólkunum.

Tá eg varð biðin um at stilla upp til løgtingsvalið 2008 var hetta miðskeiðis í eini sera spennandi menningartilgongd í mínum táverandi starvi. Hóast stóran áhuga fyri politikki, valdi eg tí ikki at stilla upp til løgtingsvalið í januar 2008. Men tað skuldi vísa seg, at eg skjótt fór at gerast virkin partur av politikki hóast hetta. Tí 4. februar, tá samgonguskjalið millum samgonguflokkarnar Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Miðflokkin skuldi undirskrivast, fekk eg bjóðað at gerast landsstýriskvinna fyri Tjóðveldi í Mentamálaráðnum. Hetta var ein løta, tá enn  ein týðandi avgerð skuldi takast. Visti at eg einaferð enn stóð á einum vegamóti. Greitt varð, at talan var um eitt starv, har eg kundi vera við til at menna sera týðandi øki í føroyska samfelagnum – útbúgving, gransking og mentan. Eisini høvdu samgonguflokkarnir sett sær nøkur stór og týðandi mál. Hesi vildi eg fegin gera mítt til, at vit fóru at røkka. Valdi at taka av, og gjørdist landsstýriskvinna á fyrsta sinni.

Samgongan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Miðflokkin, sokallaða CHE-samgongan, hevði sett sær fyri, at fremja eina røð av týðandi nýskipanum – eitt nú innan fiskivinnuna. Tíverri varð tó skjótt greitt, at samgongan hevði sera veikan meiriluta á Løgtingi aftanfyri seg. Bert 17 samgongutinglimir og 16 andstøðutinglimir. Samstundis gjørdist ósemja um leist til undirsjóvartunlar eitt mál, ið fylti ómetaliga nógv. Hetta endaði við, at ein samgongutinglimur hjá Javnaðarflokkinum tók seg úr samgonguni á Ólavsøku 2008. Samgongan hevði harvið ikki meiriluta á Løgtingi longur. Tá fiskidagarnir skuldu ásetast á Løgtingi í august, valdi samgongutinglimur hjá Tjóðveldi at atkvøða øðrvísi enn samgongan, og harvið misti samgongan meirilutan á Løgtingi. CHE-samgongan virkaði nú sum ein minnilutastjórn. Hetta kundi verið áhugavert at roynt eina tíð, men skuldi skjótt vísa seg ikki at vera haldbært. Tað var týðiligt, at niðurteljingin hjá hesari samgonguni var byrjað. Hetta longu frá á Ólavsøku 2008, tá samgongan misti meirilutan. Sjálv hevði eg fingið farloyvi í fáar mánaðar frá starvinum, ið eg fór úr, tá eg fór í landsstýrið. Tá tað var greitt, at samgongan ikki hevði lív lagað, valdi eg, at fara aftur í starvið áðrenn farloyvistíðin var lokin. 17 dagar seinni slitnaði samgongan.

Hóast henda samgongan bert fekk 7 mánaðar at virka í, so vórðu ein røð av málum rokkin og avgreidd hesa stuttu tíð í øllum aðalráðunum. Í Mentamálaráðnum fingu vit, saman við eldhugaðu starvsfólkunum har, og í góðum samstarvi við tingfólk úr bæði samgongu og andstøðu, m.a. lóg um Marknagilsdepilin samtykta. Somuleiðis lóg um Fróðskaparsetur Føroya, og harvið fleiri bachelorútbúgvingar. Fingu uppraðfest lærara- og pedagogútbúgvingina, so vit tóku inn 4 flokkar, heldur enn 2 flokkar. Játtanin til tímar til serligan tørv í fólkaskúlanum varð hækkað munandi, og somuleiðis varð játtan sett av til lesi- og skriviveik. Arbeiðið at umskipa Mentanargrunnin til eitt Lista- og Mentanaráð varð sett í gongd, og somuleiðis arbeiðið at samskipa søvnini til Tjóðsavn Landsins (nú Søvn Landsins), og hildið kundi verið áfram. Hetta var ein avbera hendingarrík og ríkandi tíð.

Eftir hetta komu 3 ár – frá á heysti 2008 til á heysti 2011 – har eg starvaðist aftur fulla tíð í vinnulívinum. Átti eisini fjórða barnið í 2009. Í hesum tíðarskeiði var tað sokallaða ABC samgongan, ið aftur hevði ábyrgd av landinum, eins og í tíðarskeiðnum 2004-2008. Var ómetaliga ónøgd við tann politikk, ella mangul uppá sama, ið førdur varð. Upplivdi eisini at neyðugt var at taka fleiri stig, fyri at vit til fullnar kunnu siga at Føroyar eru fyri øll – eisini tey við serligum avbjóðingum.  Enn einaferð var niðurstøðan, at eg kundi ikki bara standa á síðulinjuni og vera ónøgd. Um eg ynskti okkurt broytt, so mátti eg sjálv gera mítt til at fáa hetta broytt. Valdi tí einaferð enn at stilla upp til løgtingsval. Valið var 29. oktober 2011.
Enn eitt nýtt kapittul í lívinum stóð nú fyri framman.

Á løgtingsvalinum 2011 fekk Tjóðveldi 6 umboð vald á Løgting. Hetta vóru 2 minni enn seinastu valini. Hóast eg var sera fegin um persónliga stuðulin (451 atkvøður), og at gerast næstvald á lista floksins, so var eg samstundis ómetaliga hørm um, at vit mistu 2 umboð á Løgtingi. Hetta var als ikki nøktandi. Men vit høvdu sera góða tingmanning, og vónaðu at fáa Tjóðveldi við í eina góða samgongu. Av tí, at Tjóðveldi og Framsókn høvdu stuðlað minnilutasamgonguni – Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin – í fleiri mánaðar áðrenn valið, lá tað í ávísan mun í kortunum, at Tjóðveldi, Framsókn, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fóru at samstarva um nýskipanir av fiskivinnuni og øðrum pørtum av samfelagnum eftir valið. Har var enntá ein skrivlig semja um nýskipanir, ið partarnir høvdu skrivað undir avtalu um. Men so skuldi ikki verða. Tí tá samráðast skuldi um samgongu, valdi Sambandsflokkurin at halda samstarvsfelagarnar áðrenn valið uttanfyri samráðingarnar. Nú tyktist ongin áhugi vera fyri samstarvinum longur. Sambandsflokkurin vildi hava samgongu við Fólkaflokkin. Kendist sum vóru bæði Javnaðarflokkurin, Framsókn og Tjóðveldi førdir afturum ljósið av Sambandsflokkinum.
Úrslitið síðan kenna vit.

Ongantíð áður hevur ein samgonga framt so stórar flytingar av virðum hjá øllum fólkinum, til tey, ið hava hægru inntøkurnar.
Ongantíð áður hevur ein samgonga víst so lítlan vilja til at samstarva og skapa breiðar semjur.
Og helst ongantíð áður hava so nógvar mótmælisgongur verið og so nógv misálit verið reist á Løgtingi.

Millum alarmerandi málini hjá hesari samgonguni eru: søguliga stóra pensjónsskattahækkingin; CIP Skálafjarðatunnilin; flatskattalættin bert til tann partin av fólkinum, ið hevur hægru inntøkurnar; forskattingin av pensjónum; avtøkan av Landsbanka Føroya; fleiri hækkingar av ríkisveitingini; Búskapargrunnur Føroya tømdur fyri pening; miseydnaða fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging; manglandi fiskivinnunýskipanin o.s.fr.

Síðan november 2011 til í dag havi eg so umboðað Tjóðveldi í andstøðuni. Hetta er fyrstu ferð eg havi verið í andstøðu. Tað kennist grundleggjandi skeivt, at tað skal vera so ómøguligt at fáa samstarv millum samgonguflokkar og andstøðuflokkar. Kennist á ein hátt sum nærum helvtin av fólkinum – ið andstøðan umboðar – als ikki verður tikin við uppá ráð í týðandi málum. Hartil verða nærum øll mál, ið andstøðuumboð leggja fram feld, uttan veruliga viðgerð av samgonguni. Hetta tykist ikki serliga fólkaræðisligt. Tá hevði verið betur við minnilutastjórn, ið mátti finna breiðar semjur í øllum stórmálum, og hevði framt ymisk mál við skiftandi meirilutum. Á henda hátt varð sloppið undan, at ein partur av eini samgongu (og minniluti á Løgtingi) sleppur at forða fyri málum, ið breið semja annars er um á Løgtingi. Hetta hevði verið rættast og best fyri fólkaræðið, og hevði hartil flutt samfelagið munandi skjótari framá. Fleiri fólkaatkvøður um týðandi samfelagsmál høvdu eisini skulda undir eina skjótari menning.

Seinastu árini hava vit í andstøðuni havt gott samstarv, og hava gjørt okkara fyri at fáa ávirkan, og til at royna at fáa samgonguna at samstarva. Eisini eru vit komin við okkara boðum uppá loysnir á flest øllum økjum. Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkurin hava eitt nú saman gjørt egna fíggjarlóg á hvørjum ári, og eisini eru sera nógv lógarmál løgd fram – bæði hvør sær og saman.

Í Tjóðveldi hava vit arbeitt virkið kring allar Føroyar seinastu árini. Hava hildið fundir og skipað fyri skúlingarfundum kring landið, vitjað stovnar og fyritøkur kring landið og dagført orðaða politikkin hjá flokkinum, saman við hópi av tjóðveldisfólkum kring allar Føroyar. Nýggju dagførdu stevnumiðini eru úrslitið av miðvísum arbeiði, at dagføra orðaða politikk okkara á øllum økjum – tó sjálvandi kjølfest í uppruna stevnuni hjá flokkinum frá 1948. Stevnumiðini kunnu tit lesa meira um her.

Nú stendur løgtingsval fyri framman, og tí eisini vónin um, at føroyingar fara at velja nýggjan politikk, nýggjar flokkar og Tjóðveldi í landsins stjórn.

Latið okkum saman gera Føroyar til eitt enn betur land at búgva, liva, virka og skapa í – fyri alt fólkið.
Enn eitt nýtt kapittul stendur fyri framman …