Føroyar í hjørtunum og framtíðin í hondunum
"Vit fara ikki at sita og bíða til samgonguskeiðið endar, men brúka hvørja løtu og hvønn dag at fyrireika okkum at koma aftur til valdið. Vit ætla okkum at vinna komandi val - og her er ongin dagur at spilla."

Hetta er gjørt
Her er eitt yvirlit yvir tey mongu mál, sum Tjóðveldi saman við fyrrverandi samgongu fekk avgreitt.

Hesar Føroyar ynskja vit
Hetta er nakað av tí, sum vit í Tjóðveldi brenna fyri.
At skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð
Føroyar umboða seg sjálvar í øllum heimsins viðurskiftum
Føroyska málið skal verjast og virðast
Vit eiga øll landið og tilfeingið
Eitt samfelag við javnrættindum í øllum lutum
Ein lærandi og vitandi tjóð
At verja og endurbyggja náttúruna, vit varða av
At vera millum fremstu vælferðarsamfeløg
Persónligt frælsi at skapa, tala og liva sambært egnari sannføring
Tjóðveldisstevnan
- Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins.
- Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946.
- Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir.
- Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.
Tiltøk
Mánadagin 14. september eru 80 ár síðan fólkaatkvøðuna í 1946, har føroyingar valdu loysing. Hetta er, um nakað, vert at koma saman um og hátíðarhalda. Tí skipar Vága tjóðveldisfelag, við stuttum skotbrái, fyri einum haldi í Beitinum í Miðvági, mánadagin 14. september frá kl. 19 til 21.
Stuðla flokkinum
Sum limur í Tjóðveldi fært tú tíðindi, innbjóðingar umframt at tú hevur møguleika at stuðla flokkinum fíggarliga






.jpg)




.jpg)












.jpg)