Lýsing

Arbeiðspláss um landið alt

Øll nýggj almenn størv, har tað yvirhøvur ber til, eiga at verða sett soleiðis, at møguleiki er fyri at arbeiða í heimbygdini ella í oynni, tá høvuðssætið hjá stovninum er á meginlandinum.

Tað gongur við rúkandi ferð í Føroyum, og ongantíð áður hava so nógv fólk verið í arbeiði. Í stórum parti av landinum er tørvur á arbeiðsmegi. Og bjartskygnið er stórt í vinnuni. Men, tað er eisini partur av landinum, sum ikki fær sín lutfalsliga part av framgongdini, og har tað er átrokandi neyðugt at skapa fleiri arbeiðspláss, ikki minst til fólk við útbúgving. Hetta er ein fyritreyt, skal yngra ættaliðið, sum fer av oynni í útbúgvingarørinum, hava møguleika og hug at venda aftur.

Føroyar vaksa men øki minka

Nærum 28 000 fólk eru í arbeiði. Og har, sum nógv arbeiði er, er lætt at fáa fólk til. Tí veksur fólkatalið í Eysturoynni, Streymoynni, Vágum og Norðoyggjum. Men suðurøkið dragnar, saman við smærru oyggjunum – Nólsoyggin undantikin. Í Sandoynni stendur fólkatalið í stað, og í Suðuroynni nærum tað sama. Tað krevur greiðar ætlanir og avgerðir at tryggja, at øll øki í landinum eru við. Hetta er sagt so mangan fyrr, eg veit.

Men, tað  ber til at leggja eina miðvísa ætlan fyri at skapa fleri bæði almenn og privat størv í hesum parti av landinum. Vit hava hetta samgonguskeiðið útbygt millum annað skúla-, heilsu- og almannatilboð og gjørt ymisk vinnulig átøk fyri at skapa fleiri arbeiðspláss úti kring landið. Tað er bara ikki nóg mikið.

Miðvíst mál fyri fjarsettum størvum

Øll almenn nýggj størv, har tað yvirhøvur ber til, eiga at verða sett soleiðis, at møguleiki er fyri at arbeiða í heimbygdini ella í oynni, og samstundis vera knýtt at høvuðssæti aðrastaðni. Fyri flestu almennu- og kommunalu stovnarnar ber tað væl til at hava ávíst tal av starvsfólki sett lokalt.

Hetta kann gerast í samstarvi millum land og kommunur, har kommunurnar útvega hóskandi arbeiðshøli, har starvsfólk hoyrandi til ymiskar almennar stovnar, sum hava høvuðssæti aðrastaðni, kunnu húsast. Ella til bæði privat og almenn arbeiðspláss saman.

Ikki fyri tað, at fjarsettar starvsetanir ikki longu finnast. Tað ger tað sjálvandi, bæði hjá tí almenna og privata. Men vit skulu seta okkum eitt miðvíst mál fyri, hvussu nógv almenn starvspláss við fyrimuni kunnu setast úti kring landið.

Ikki við at ríva upp stovnar úr miðstaðarøkinum og flyta teir í út á bygd, men við sakliga at gjøgnumganga øll almenn størv og sløg av størvum, og meta um, hvørji eru væl egnaði til lutvíst at verða staðsett ymsastaðni í Føroyum. Og gera hetta til ein møguleika, so hvørt, sum nýggj størv verða lýst leys.

Leysu oyggjarnar serliga útsettar

Hagtølini fyri minkandi tal at børnum og vaksandi tal av eldri í suðurøkinum tala sína egnu álvarsomu talu. Sleppur gongdin at halda fram, verða munandi færri størv til lærarar, námsfrøðingar og onnur lørd størv. Hóast jalig tekin seinastu tíðina, so er ein haldfør gongd ikki tryggjað enn. Ein hin fremsta uppgávan hjá politikarum er at fáa øll við.

Nú fleiri enn 85% av fólkinum hava fast vegasamband, er tað vorið lætt at flyta seg til arbeiði í aðrari bygd ella býi. Skotið er fyri, og Sandoyggin fær um heilt fá ár ein tunnil, sum knýtir oynna beint í meginøkið, og teir møguleikar, tað ber við sær fyri fólk og vinnu í oynni.

Men hóast farið er í gongd við ætlanini um Suðuroyartunnilin, so fara at ganga nógv ár, áðrenn hesin er liðugt borðaður. Suðuroyggin er tí í einari serstøðu, eins og leysu smáu oyggjarnar. Her er neyðugt at hugsa arbeiðspláss, sum kunnu vera við til at tryggja, at fólkatalið ikki aftur fer at minka í stórum.

Møguleiki fyri góðum størvum og smidligum sambandi er altavgerandi, um vit meina nakað við orðini um at tryggja búseting og trivna kring alt landið.

Størv skulu skapast um alt landið. Øll mugu fáa sín lut í framgongdi! Hesum arbeiða E og eg fyri

Bjørt Samuelsen
Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad