Lýsing

Fakfelagsgjaldið skal kunna trekkjast frá

Løntakarar skulu kunnu draga limagjald til fakfelag frá á sjálvuppgávuni, og harvið sleppa bíligari í skatti.

Tað verður eitt av málunum, sum eg ætli at leggja stóran dent á, vinni eg sess í Løgtinginum á valinum komandi.

Ógvuliga stórur partur av føroysku løntakarafjøldini er skipaður í fakfelag, um vit samanbera við onnur lond. Tað er sera gott, men nú sæst ein vaksandi tendensur til, at fólk velja fakfelagsgjaldið frá, fyri tann vegin at betra um persónliga fíggjarliga rásarúmið.

Um tað rákið verður ráðandi, so verður tað ein stórur smeitur fyri føroyska arbeiðsmarknaðin, sum orsakað av síni lítlu stødd er ríkiliga viðkvæmur frammanundan.

Eisini er tað so, at føroyskir arbeiðsgevarar kunnu draga øll síni limagjøld frá í skattinum. Við at loyva løntakarunum at gera tað sama, verða partarnir javnsettir.

Sonja Jógvansdóttir legði eitt uppskot um skattafrádrátt fyri fakfelagslimagjald fram á heysti 2017. Málið fekk fulla undirtøku í Tjóðveldi og – hildu vit – í restini av samgonguni, men kortini fall tað við aðruviðgerð 11. desember 2017, tí Javnaðarflokkurin var ikki fullmannaður.

Talan var um at loyva skattafrádrátt fyri fakfelagsgjald, tó við einum hámarki, soleiðis at frádrátturin skuldi svara til tvey prosent av eini vanligari arbeiðaraløn.

Eg ímyndi mær, at innihaldið í einum nýggjum uppskoti um limagjaldsfrádrátt at leggja fyri Løgtingið verður nakað tað sama.

Tjóðveldi ætlar at lætta um fíggjarliga hjá lág- og miðalinntøkunum. Tað gjørdi floksformaðurin greitt, tá flokkurin legði valskránna fram í seinastu viku. Ein túsundkrónuseðil eyka skal liggja eftir hjá løntakarum í hesum lønarbólkum um mánaðin.

Ein skattafrádráttur fyri fakfelagsgjaldið kundi hóskandi verið partur av hesum lætta.

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad