Lýsing

Aftursvar til Sambandsflokkin!

Vit kunnu vera samd um, at vit eru ikki eitt sjálvbjargið land, sum er, og eg virði støðu sambandsfloksins til ríkisfelagsskapin.

Men er tað veruliga so galið, at sambandsfólk, á Facebooksíðuni “Føroyar framá við Sambandsflokkinum” halda seg til at happa og niðurgera okkum, sum ynskja at skipa okkara land fyri egna fíggjarorku, og við egnari uppdrift.

Málið hjá einari framkomnari tjóð má vera búskaparligt sjálvbjargni. Tað ikki at liggja øðrum til byrðu. Um vit við øllum okkara ríkidømi, ikki hava sum mál at klára okkum, so eru vit at samanbera við spiltar tannáringar, sum flýggja undan lívsins ábyrgd.

Skilji væl at freistingin at niðurgera onnur er stór, tá man so opinlýst velur at liva av annans náði, heldur enn av egnari megi.

Hyggið rundanum tykkum, og tit skulu síggja.

Páll á Reynatúgvu
Valevni fyri Tjóðveldi

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad