Lýsing

Aliframtíðin er ábyrgdin hjá okkum øllum

Sjógvurin kring Føroyar er eitt aliparadís. Hitin er júst tann rætti. Streymviðurskiftini júst tey røttu. Og mangir aðrir smálutir gera, at vit eiga eitt satt feitilendi fyri fisk. Vit hava dugað væl at útnytta hesar nátúrligu fyrimunirnar. Men kanska kann tað gerast enn betur. Við gransking, við lóggávu, sum stimbrar nýggjum vinnuætlanum og fyritøkum, og við eftirliti, sum við fastari hond tryggjar, at feitilendið verður væl hildið og varðveitt langt inn í framtíðina.

 

Alingin gongur væl og tað er at fegnast um

Ymsar orsøkir eru til tess. Fyriskipanin og lóggávan er sterkari og fyritøkurnar eru vorðnar dugnaligari.  Fortreytirnar hava eisini verið betri. Kappingarlandið Kili hevur ikki staðið seg væl, prísirnir hava verið óvanliga góðir seinastu árini. Og ikki minst náttúrugivnu umstøðurnar eru til fyrimun fyri føroysku fyritøkurnar.

Men alivinnan er viðbrekin. Vit hava tvær ferðir – fyrst í 1990-unum og í 2002-04 – upplivað ikki bara bakkøst, men skrædl í alivinnuni. Sjúkur og trýst á aliøkini eru vandar at vara seg fyri.

Fyritøkurnar leggja sínar ætlanir, men vit mugu sum land eisini hava eina aliætlan, sum tryggjar okkum hesa vinnu langt inn í framtíðina. Vit mugu fáa tað allarbesta burturúr laksaalingini og samstundis hava rúm fyri øðrum aliframleiðslum. Tað hava vit ikki, sum nú er.

Hóast tað hevur gingið væl, eru viðurskifti, sum ikki eru heilt nøktandi

Vit hava ikki megnað at staðið saman um tað at tryggja eina føroysku lívfiska- og rognaframleiðslu. Vit hava heldur ikki megnað at fingið glið á føroyska rognkelsiframleiðslu.  Í t.d. Íslandi er framleiðsla av báðum hesum alivendu hjávørum, og tær verða útfluttar millum annað til okkara.

Vit áttu at havt heimsins bestu vitan um alla virðisketuna, frá lívfiski og eygarognum til vøruna á borðinum hjá kundanum. Men tað hava vit ikki. Vit granska alt ov lítið í aling.

 

Spurningurin er, um vinnubygnaðurin er heppin. Ognarskapurin er savnaður á fáum hondum, og vit síggja monopol-eyðkenni, so sum vantandi vitanardeiling í vinnuni, t.d.  um avlúsing. Hetta er eitt kent fyribrigdi innan vinnu sum heild. Tá valdsjavnvágin verður skeiv, og ein ella fáir aktørar fáa stórt vald, fáa hesir ov stóran møguleika at fylgja egnum áhugamálum heldur enn at tæna áhugamálunum hjá heildini.

Serliga týdningarmikið er at ansa eftir valdsbýtinum í eini vinnu, sum stendur fyri helminginum av okkara útflutningsvirði! Vóru t.d. fýra ella fimm stórar fyritøkur, var helst betri javnvág í valdi og harvið betri samstarvshugur umframt at fleiri sluppu framat hesum stóra tilfeingi.

 

Okkum tørvar ein vakthund, sum hevur vakið eyga vid vinnuni – heilsustøðuni, men eisini vitanardeiling, menning og framtíðartrygging. Sum torir at bjóða av, tá tað er neyðugt. Hetta kundi verid Fiskaaling, men tann stovnurin hevur ikki tað sum uppgávu í  løtuni. Tískil er eingin almenn ”vakthunda”- funktión.

 

Politiska skipanin má tora at hava mál og meiningar um aliskipanina

Hvussu skal føroyska alivinnan síggja út um 10 ár? Um 50? Hvat skal samfelagið hava fingið burtur úr henni? Og í hvørjum umhvørvisligum standi vilja vit, at aliøkini eru tá?  Hetta eru spurningar, sum ikki alivinnan, men vit, sum varða av sjónum, náttúruni, samfelagnum, eiga at svara.

 

Politisku og fyrisitingarligu karmarnir hava ikki fylgt við menningini. Alistjórar mynda ”sannleikarnar” um aling. Gjøgnumskygnið er avmarkað og politiska skipanin tykist vera illa upplýst um viðurskiftini.

Tað almenna, umboðandi fólkið, sum jú eigur aliøkið Føroyar, má vera ført fyri at eftirmeta aliskipanina, tá tað kemur til eitt nú effektivitet, umhvørvisstøðu, granskingarstøðu, samstarv og  menningarpotentiali.

 

Sterkasta kortið eiga vit í felag

Neyðugt er at hava stovnar, sum jú umboða fólkið, sum fylgja við  aliskipanini sum heild, eftirmeta og ráðgeva.  Ein eftirmeting av avrikunum hjá almenna myndugleikanum og mátanum hesin fremur samfelagstænasturnar – t.d. heilsuligt og umhvørvisligt eftirlit –  eigur at vera partur av hesum.

Ein sterk og savnandi fyrisiting av alivinnuni er neyðug, so vit kappast um bestu úrslitini innanhýsis, men duga at standa saman sum land at verja og menna føroyska brandið úteftir.

Neyðugt er at granska og at satsa upp á royndarvirksemi, sum kann vísa seg at geva úrslit, sum framtíðartryggja alivinnuna. Okkum tørvar eina heildarliga aligranskingarætlan, ið er grundað á serføroysk viðurskifti.

Eisini vinnufyritøkurnar mugu standa saman, deila vitan, draga eina línu. Tí sterkasta kortið tær hava, er kortið tær hava í felag – at vøra teirra kemur úr føroyska sjónum.

Alingin er avgerandi fyri búskapin og so ólukksáliga sárbær.  Tað ræður um at standa saman um hana.

Heini Hátun

Deil hesa grein umvegis
468 ad