Lýsing

Nei til ognarskatt

At seta føtur undir egið borð, er dreymurin hjá flestu okkara, og løtan tá tú fært títt egna heim, er ein av teimum heilt stóru og minniligu á lívsleiðini.

Hesum, og rættinum at ogna sær jørð, eiga vit at sleppa uttan at bera skattabyrðar av.

Við at skeita til eitt nú Danmarkar, hevur serfrøðin í Skattanevndini víst á, at ognarskattur er eitt hent amboð at breiðka skattagrundarlagið við. Men hetta er í roynd og veru at niðurbinda fólk.

Frammanundan eru flestu okkara ríkiliga niðurbundin av skuldarbyrðum, so lítil fíggjarlig orka er eftir, til íverksetan og kreativar ætlanir.

Ognarskattur er eisini steinur omaná byrðu hjá okkara eldru, ið kunnu enda við, ikki at hava ráð at búgva í egnum heimi á eldraárum.

Tað verður ikki við mínari atkvøðu, at vit fáa ognarskatt í Føroyum.

Páll á Reynatúgvu
Valevni fyri Tjóðveldi

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad