Lýsing

Føroysk-undirvísing til útlendingar

Gunvør Balle hevur sett Bjørn Kalsø skrivligan fyrispurning um føroysk-undirvísing til útlendingar, ið koma til Føroyar

Skrivligur fyrispurningur settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í skúlamálum um føroysk-undirvísing til útlendingar:

  1. Hvørji tilboð um føroysk-undirvísing eru í løtuni í boði til útlendingar, ið koma til Føroya at búgva?
  2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja útlendingum nøktandi undirvísing í føroyskum máli, mentan, samfelagsviðurskiftum umframt kunning um teirra rættindi og skyldur?
  3. Hvørji tilboð um føroysk-undirvísing fáa børn hjá útlendingum í føroysku fólkaskúlunum í dag?
  4. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at hetta tilboð verður enn betri?
  5. Hvussu er hetta øki skipað millum land og kommunur og tann einstaka, tvs.hvør hevur ábyrgd av hvørjum, hvør rindar og umsitur hvat?
  6. Eru 20 ókeypis undirvísingartímar í føroyskum í boði óansæð hvar í Føroyum útlendingarnir búgva, ella eru tað bara ávísir kvøldskúlar, ið bjóða hetta fram í løtuni?

Viðmerkingar:

Seinnu árini hevur eitt vaksandi tal av útlendingum sett búgv í Føroyum. Fyri mong er talan um eitt tíðarskeið í arbeiðs- ella ítróttarørindum, men alt fleiri eru gift til Føroya og gerast harvið fastbúgvandi borgarar í landinum. Í 2004 viðgjørdi Útlendingastovan 20 umsóknir frá makum, ið ynsktu familjusameining og í 2014 var hetta tal 75. Av hesum er lutfallið, at uml. 70% av umsøkjarum eru kvinnur og 30% menn. Talan er sostatt um nærum fýrafalding av umsóknum uppá 10 ár. Leggjast kann aftrat, at tað er ikki óvanligt, at kvinnurnar hava eitt ella tvey børn við sær, so veruliga talið av teimum, ið fáa familjusameining er nakað hægri.

1.januar 2014 vóru 1.234 fólk í Føroyum, sum eru fødd uttan fyri norðurlond og smbrt. Manntali vóru í 2011 2.464 fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Útlendingar eru í dag ein nátúrligur partur av okkara samfelag og eitt ríkt tilfeingi, ið rúmkar okkara vitan og kunnleika á so mangan hátt. Vit eru fáment og okkum tørvar menniskjaligt tilfeingi.

Eingin ivi er tó um, at vit geva ikki hesum nýggju borgarum nóg góðar møguleikar at trívast og virka í landinum. Størsti trupulleikin er vantandi føroyskt-undirvísing, og mong búgva í landinum í fleiri ár uttan at læra málið. At læra málið væl er lykilin til væleydnaða integrasjón. Lykilin til at kunnu brúka sínar førleikar og lykilin til fult at kunna virka og taka lut í fólkaræðinum. Umframt dygga mál-undirvísing er eisini tørvur á frálæru um mentan, samfelag, arbeiðsmarknað og teirra rættindur og skyldur.

Integrasjónsálitið frá 2011 mælti til 6 átøk, ið eru neyðug fyri at integrasjón skal rigga:

  1. Smíða integrasjónslóg
  2. Seta ein samskipara at arbeiða við integrasjón
  3. Kravt byrjanarskeið
  4. Eyka undirvísing í fólkaskúlanum
  5. Átøk til børn undir skúlaaldur og
  6. Tulkatænasta

Løgtingið hevur tikið undir við hesum áliti, og harvið eisini at seta í verk tey tiltøk, ið eru neyðug fyri at hjálpa tilfluttum fólki at fáa eina so góða byrjan og eina so góða tilveru í Føroyum sum gjørligt. Men sera fá av hesum átøkum eru sett í verk, og skjøtul eigur at vera settur á hesi átøk sum skjótast. Integrasjónsálitið staðfestir, at í samband við útlendingaøkið hevur Mentamálaráðið ábyrgd av undirvísingartilboðum í føroyskum máli og mentan,

Sum er, fáa útlendingar 20 undirvísingartímar í føroyskum í boði ókeypis og kunnu so fáa eitt 20tíma skeið aftrat, sum tey sjálvi rinda undir Kvøldskúlanum. Sum royndarætlan bjóða Mentamálaráðið, ALS og Tórshavnar Kommuna í løtuni eitt 20 vikurs skeið í heyst og eitt nýtt byrjar aftur nú í januar og tað er eitt stórt stig rætta vegin. Men umframt at pláss ikki er fyri øllum á skeiðunum, so er tað framvegis alt ov lítið og harumframt vantar stórliga undirvísing í føroyskari mentan og samfelagsviðurskiftum. Nógv hava góðar útbúgvingar og tað, teimum tørvar, er fyrst og fremst eina málsliga innføring í tað virkisøki, tey eru útbúgvin til, soleiðis at tey kunnu brúka sína útbúgving.

Í grannalondunum verða treytir settar umsøkjarum, soleiðis at tey skulu hava verið ígjøgnum ávíst tal av mál-undirvísingartímum fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi. Slíka treyt kunnu vit ikki seta fyrr enn vit hava givið fólki møguleika at taka slík skeið, sum tey í øðrum londum lutvíst skulu rinda fyri sjálvi.

9. januar 2015

Gunvør Balle

Gunvør Balle

Gunvør Balle er løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad