Lýsing

Eldralag – eldri í tryggum umhvørvi

Eg hitti eina skilakvinnu á Leynasandi í gjár. Hon greiddi frá um mammu sína, ið hóast búnan aldur er fullfør, og býr einsamøll í øðrum staði enn familjan.

Í gerandisdegnum klárar hon seg væl, men dótturin var kedd um, at mamman so ofta er einsamøll, og hon kundi hugsað sær, at onkur var, ið hevur eitt vakið eygað við henni.

Eg havi sum fyrrverandi landsstýrismaður á eldraøkinum, í samstarvi við kommunurnar, staðið fyri at byggja 123 røktarheims- og sambýlispláss. Men júst hesin málbólkur, sum kvinnan á Leynasandi umrøddi, eru ikki partur av býlisloysnini á eldraárum.

Nógv finna onkra loysn á støðuni, men spurningurin er hvussu nógv finna eina góða loysn. Eina loysn, sum tryggjar at eldra kvinnan ella maðurin, hevur ein góðan og vælskipaðan dag, samstundis, sum tey avvarðandi kenna seg trygg í sínum virkna lívi.

Sum sagt, er avbjóðingin at skapa eitt heimligt umhvørvi, sum tekur hædd fyri kropsliga førleikanum, sosiala tørvinum, og tryggleikanum.

Loysnin er uttan iva at byggja eitt vart bygdalag. Hugsanin er ikki nýggj, men sum verkætlan lítið ella onki brúkt í Føroyum.

Ofta endar hetta í keglið millum land og kommunu, tí hvør eigur uppgávuna. Tíðin er búgvin, at tílíkt kegl verður lagt til viks, og land og kommuna samstarva um veruliga loysnir fyri okkara eldru borgarar, fegin í samstarvi við privatfólk og vinnulívið .

Tað er sjálvandi viðkomandi, hvør eigur uppgávuna, men hesi eldru gerast ein kommunal uppgáva, um tey missa førleikan tey hava, tí hava eisini kommunur áhuga í at okkara eldru vera verandi sjálvhjálpin so leingi sum gjørligt.

Skipa vit hesi privatu bygdaløg við stuðli frá kommunum, og við umsorganartænastu frá heimarøktini ella privatum veitarum, so hava vit skapt eina tænastu, sum tekur hædd fyri støðuni hjá sjálvhjálpnum eldri fólkum, og teirra avarðandi.

Bygdarlagið, við smærri íbúðum, kann verða skipað bæði sum ognar- og leigubústaður. Lítið er at ivast í, at okkara eldru, teirra avvarðandi og kommunur, høvdu vunnið í verkætlanini.

Og so høvdu vit uttan iva eisini fingið frígivið nakrar bústaðir, til størri familjur at keypt, so hvørt sum okkara eldru fluttu inn í varda bygdalagið.

Eg ætli mær at gera mítt fyri at fáa hetta í lag.

Páll á Reynatúgvu,
Løgtingsformaður og valevni fyri Tjóðveldi

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad