Lýsing

Dánjal Jákup Jakobsen stillar upp fyri Tjóðveldi

– Eg vil vera ein rødd, sum tosar fyri miðal- og arbeiðaraklassanum. Eg vil tosa við tykkum í eygnahædd og á einum máli, sum er til at skilja, sigur Dánial Jákup Jakobsen av Argjum.

– Eitt landsstýri skal arbeiða fyri teimum veiku; tey sterku skulu nokk klára seg. Tað sigur Dánial Jákup Jakobsen, sum stillar upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið komandi.

– Eg vil arbeiða fyri, at tey, sum hava eina inntøku undir 500 túsund krónur um árið, ikki skulu gjalda 40% í skatti av pensjónunum, eins og tað er í dag. Heldur skulu vit fáa hetta niður á 30%. Hjá teimum, sum hava eina inntøku undir 300 túsund krónur um árið, skal skatturin av pensjónum ikki verða hægri enn 25%. Eg vil arbeiða fyri, at forskattingin av pensiónini fellur líðandi burtur.

Tað er miðalklassin, sum fíggjar vælferðina í samfelagnum og tí skulu vit eisini hava sømulig kor, sigur Dánial Jákup Jakobsen. Og tí heldur hann eisini, at tað er neyðugt at fáa arbeiðsvikuna stytta, og tað uttan lønarmiss.

Hann vísir á, at tað verður tosa nógv um bústaðarneyðina í samfelagnum, serliga hjá teimum lágløntu og teimum, sum ikki hava ráð at gjalda tað høgu húsaleiguna, sum er í dag.

– Bústaðir kunnu ikki byggja bíligari enn teir gera í dag, tí er trupult at fáa húsaleiguna longur niður. Her haldi eg, at tað almenna eigur at fíggja ein part, sum so vil hava við sær, at man kann leiga bíligari, sigur Dánial Jákup Jakobsen.

Dánial Jákup er loysingarmaður og vil tí eisini virka fyri, at vit koma longur fram á fullveldisleið. Vit skulu hava eina stjórnarskipan, sum samstundis er ein leiðregla fyri, hvussu farast skal fram, tá vit loysa.

– Frælsi er ikki bara ein dreymur fyri politikarar, men ein dreymur fyri fólkið. Latið ikki trælabandið vera tað sterka bandið; ikki sterkari enn tjóðskapur og trúgv, sigur Dánial Jákup Jakobsen.

Dánial Jákup Jakobsen er 55 ár, býr á Argjum og starvast til dagligt sum handverkari á vatnverkinum hjá Tórshavnar Kommunu.

Deil hesa grein umvegis
468 ad