Lýsing

Fullan myndugleika til bæði foreldrini

Børn hava brúk fyri báðum sínum foreldrum. Og tá foreldur koma í støðuna, at tey ikki kunnu liva saman, hava børnini brúk fyri, at foreldrini standa so jøvn sum gjørligt, og í sama mun fáa tikið ábyrgd av børnunum.
Tí eigur felags foreldramyndugleiki sjálvandi at vera útgangsstøðið fyri øll børn og foreldur.

Bert í førum, har annað vaksna fólkið ikki er ført fyri at útinna skyldurnar sum foreldur, eigur hesin rættur at verða skerdur.

Í dag er tað í stóran mun upp til mammuna at gera av, um pápin skal hava foreldramyndugleika. Sigur mamman, at hon vil hava hann einsamøll, ber ikki til at krevja hann deildan. Hugsi ikki, at slíkur mismunur hevði kunnað komið fyri á nøkrum øðrum øki – at ein missir rættin til at taka sær av síni dýrastu ogn, uttan at nøkur grundgeving nýtist! Hetta má broytast, og vit hava tíbetur møguleikan at gera tær lógarbroytingar, sum mugu til.

Familjumál blivu í fjør føroyskt málsøki. Vit hava endiliga møguleikan at innrætta okkum eftir tørvinum hjá okkum sjálvum.

Og hvør er so tørvurin?
Vit vita, at í dagsins Føroyum eru nógv børn, sum hava foreldur, sum ikki liva saman. Men í hesum lítla landi er ofta stutt millum húsini hjá mammu og pápa. Góðar fortreytir skuldu verið fyri samstarvi um børnini, hóast skilnað. Men vit vita, eisini, at ofta er tað torført at finna stevið. Við tørvinum hjá barninum fremst eiga vit at hava felags foreldramyndugleika sum útgangsstøði, og geva Familjufyrisitingini heimildir at tryggja, at foreldrini gera semjur um samveru, skúla og annað grundleggjandi. Tað eigur ikki at vera gjørligt hjá einum foreldri at útihýsa hinum frá týdningarmiklum tættum í lívinum hjá barni teirra.

Eg fari at arbeiða fyri rættinum til tvey foreldur við fullum myndugleika, verði eg valdur á ting.

Heini Hátun

Deil hesa grein umvegis
468 ad