Lýsing

Tað er nú vit liva

Alt ov nógv fólk fáa ov lítið burtur úr peningaliga at vera til arbeiðis. Tey arbeiða fulla tíð, men hava kortini ikki ráð at seta pening til viks. Tað kann ikki vera rætt.

Ja, vit skulu føra ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, men hvat nyttar tað, at landið eigur nógvar pengar, tá vanlig fólk ikki hava ráð at seta nakrar eyka krónur til viks um mánaðin fyri at tryggja seg og síni.

Ja, landið skal leggja pening til viks til framtíðina, men vit kunnu ikki bara hugsa um framtíðina, vit mugu eisini hugsa um gerandisdagin.

Vit mugu fáa meira burturúr fíggjarliga av at verða á arbeiðsmarknaðinum. Tað er nú vit liva.

Vinaliga

Beinta Løwe

valevni

Tjóðveldi, listi E

Deil hesa grein umvegis
468 ad