Lýsing

Umráðandi at rinda skuld í góðum tíðum


Fólkaflokkurin ætlar at taka landsbankan av aftur, um tey koma til valdið. Orsøkin er, at landið skal spara pengar. Hvussu tey koma at spara nakað hesaferð, er ivasamt. Seinast Fólkaflokkurin niðurlegði bankan, spardi landið ikki eina krónu. 


Uppgávurnar, sum landsbankin umsat vóru hinvegin fluttar á tríggjar aðrar almennar stovnar: á Gjaldstovuna, á Hagstovuna og á Fróðskaparsetrið. So sparing var og verður ongin! 


Síggi annars, at valevni fólkafloksins eru farin at framleiða egnar heimagjørdar grafar. Tað ber sjálvandi til, men vænti og vóni, at grafarnir hjá myndugleikum okkara eru meira eftirfarandi.

Grafin niðanfyri hevur Landsbanki Føroya framleitt. Hann vísir, nær skuld landsins er vaksin, og nær hon er minkað. 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad