Lýsing

Ongan nýggjan skatt á flogferðir


Rákið kann venda so skjótt í politikki og samfelagskjakinum. Tað er ikki langt síðan, at krav um bíligari flogferðaseðlar var ovast á breddanum, og nú veksur fram ampin um, at vit ikki leggja nóg stór avgjøld á somu flogferðir – so ferðaseðlarnir gerast dýrari!

Hugsi, tað er rætt at anda tvær ferðir, áðrenn lopið verður framav. Vit búgva á nøkrum fjarskotnum klettum og hava fyri neyðini góð og effektiv sambond við umheimin, skulu vit gera okkum vónir um góð livilíkindi í framíðini.

Bara flogfør og skip
Vit hava ikki somu alternativ sum tey, ið búleikast á meginlandinum, og mugu seta okkara álit á sjóvegis og loftvegis samband við umheimin. Tí kunnu vit heldur ikki bara kopiera avmarkingar og avgjøld, sum onnur lond seta á flogferðslu, fyri at eggja til eina burðardyggari tokferðslu til dømis.

Snýr tað seg um at minka um CO2-útlátið fyri hvønn ferðandi, gongur tað rætta vegin í løtuni. Síðan Atlantic Airways flutti frá BAE-flogførum til Airbus, er útlátið minkað munandi fyri hvønn ferðandi, og við NEO-flogførunum minkar tað uppaftur meira, tí tey brenna minni og flyta fleiri fólk.

Menna tøkni og flutningsmynstur
Ivaleyst kann snildari flutningsmynstur og framhaldandi menning av tøkni umborð á skipum og flogførum við effektivari motorum og reinari brennievni framhaldandi minka útlátið. Tað er leiðin at ganga. At leggja avgjøld á ferðsluna er ein skattur á tey ferðandi, sum rakar teir føroyingar harðast, sum hava minstu ráðini.

At landið so krevur inn eitt ávist gjald frá ferðafólki, sum kann brúkast til at skipa og viðlíkahalda ferðslu í eitt nú bø og haga, er ein gongd leið fyri at skipa viðurskifti á tí økinum. Men legg tað ikki á billettina hjá Palleba og Marsannu, men heldur á Miguel og Manuelu, sum koma sjóvegis ella loftvegis á vitjan í Føroyum.

Magni Arge, løgtingsmaður

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad