Lýsing

TIT GJØRDU TAÐ ÓMØGULIGA MØGULIGT

Hjartaliga vælkomin tit øll – her í Tinganes!

Tað er ein stórur heiður at kunna bjóða tykkum til móttøku her í dag, vegna Føroya landsstýri. Nú meðan løgmaður og varaløgmaður eru uttanlands, eri eg ”virkandi løgmaður” her heima, og bjóði tykkum tí til móttøku her í Tinganesi dag, vegna landsstýrið.

Tit gjørdu tað betur

Tit – U17 hondbóltslandsliðið hjá Føroyum – gjørdu tað ómøguliga møguligt!
Ella rættari sagt, tit gjørdu tað møguligt, sum tey flestu hildu var ómøguligt.
Tí sjálvandi kunnu vit standa okkum á javnbjóðis føti við allar tjóðir kring heimin!
Tað hava tit á hondbóltslandsliðnum prógvað – einaferð enn.
Hetta hendið, nú tit vunnu á mætastu hondbóltstjóðum, og vunnu European Open.
Á pappírinum skuldi tað annars ikki borið til! Fremstir av 24 landsliðum. Hugsið tykkum eitt nú dystin ímóti Spania við nærum 50 milliónum fólkum. Vit við góðum 50.000 fólkum. Tvs. um 1000 ferðir fleiri fólk. Men á vøllinum 7 ímóti 7. Og at enda stóðu tit eisini stinnir í finaluni ímóti Svøríki, ið er ein av heimsins bestu hondbóltstjóðum.
Tit gjørdu tað betur. Ikki bert betur. Munandi betur!

Hetta er ikki uttan orsøk

Hondbóltur er ein týðandi partur av okkara samfelag. Føroyar hava helst lutfalsliga flest hondbóltsspælarar í heiminum. Hetta er eitt úrslit av, at feløg kring allar Føroyar leggja sera stóra orku í, at geva hondbóltsspæli góðar umstøður. HSF fráboðaði enntá, at undanfarna kappingarár setti met við luttakandi børnum. Fleiri børn nú enn nakrantíð, spæla nú hondbólt. 152 ungdómslið og um 1900 børn og ung.
Hondbóltur røkkur út í stóran part av føroysku heimunum. Havi sjálv 4 børn, og av hesum spæla 3 hondbólt. Hetta gevur givið teimum og okkum ómetaliga nógv.

Miðvíst uppbyggingararbeiði

Tit gjørdu tað betur. Hetta er ikki uttan orsøk. Talan hevur verið um eitt miðvíst uppbyggingararbeiði yvir fleiri ár. Tykkara feløg, venjarar, foreldur og hjálparfólk hava øll lagt ómetaliga stóra orku í, at gera hetta møguligt. Heldur ikki hetta er uttan orsøk. Hetta er tí, at tey hava vilja stuðlað tykkum í at røkka tykkara málum, og tey eru nú væl ávegis at verða rokkin.
Heldur ikki hetta er uttan orsøk. Tí mest av øllum, so gjørdu tit tað betur, tí tit sjálvir, hvønn dag, ár eftir ár, hava havt viljan, dirvið og hava brúkt tíð og orku, til at fyrireika tykkum til stóru uppgávuna fyri framman. Hetta krevur ómetaliga nógva venjing. Og úrslitið sigur alt. Tit eru í heimsflokki. Enntá fremstir í heiminum í tykkara árgangi.
Hetta er eitt ófatiliga flott avrik! Vit eru øll framúr errin av tykkum. Tit eru fyrimyndarligir.
Men tað endar ikki her. Heldur er hetta byrjanin til, at røkka enn størri málum – og eru tit við til at skriva føroyska ítróttarsøgu.

Ítróttur ómetaliga stóran týdning

Ítróttur hevur ómetaliga stóran týdning fyri tykkum og fyri okkum øll. Havi sjálv so sera góð minnir frá mínum barna- og ungdómsárum, tá serliga svimjing, men eisini flogbóltur og renning, vóru mínar ítróttargreinir. Hetta gav so sera nógv, og havi eg tikið allar upplivingarnar – bæði tær góðu og minni góðu – við á víðari lívsleiðini. Tí hóast gleðin er allarstórst, tá tað gongur væl – og tað er ein av hesum løtum vit heiðra í dag – so lærir tú eisini nógv, tá tað gongur minni væl. Tú lærir, at tað er neyðugt at stríðast fyri, at røkka stórum málum – og tú lærir, at tað er ferðin fram móti málinum, sum er tann, ið hevur allarstórst týdning, tá alt kemur til alt.
Jú, sanniliga gevur ítróttur okkum øllum, og okkum sum land og fólk, so sera nógv. Samanhald, trivna, heilsu, vinarbond og samleika.

Oyggjaleikirnar til Føroyar

Nógv er broytt, síðan eg var ung í 1990’unum. Tá vóru Oyggjaleikirnir tað størsta ítróttartiltakið vit øll fóru til. Í dag hava føroysk ítróttarfólk flutt seg nógv víðari, og til enn størri altjóða kappingar – men framhaldandi hava Oyggjaleikir sera stóran týdning. Oyggjaleikirnir eru eisini vaksnir nógv í vavi, og eru í dag millum størstu ítróttartiltøk í heiminum. Tað er tí eisini ómetaliga spennandi at fylgja við, nú føroysku ítróttarfólkini kappast á Oyggjaleikunum í Gibraltar. Eisini har gongur tað strúkandi hjá føroyingum.
Nú kunnu vit gleða okkum til, at Oyggjaleikirnir koma til Føroyar í nærmastu framtíð. Tí ÍSF hevur latið inn umsókn, og havi eg, vegna landsstýrið, lagt lógaruppskot fyri Løgtingið, ið gevur fíggjarliga trygd fyri, at Oyggjaleikirnir kunnu haldast í Føroyum. Eitt samt Løgting samtyktið lógina, og stendur aftanfyri málið. Úrslitið er, at vit saman tryggja, at Oyggjaleikirnir koma aftur til Føroya um nøkur ár.

Tit í OL finalu vegna Føroyar

Men vit vilja eisini víðari og meira enn hetta. Tí Føroyar skulu sjálvandi hava fullan Olympiskan limaskap, soleiðis at okkara ítróttarfólk – hondbóltsspælarar, svimjarar, rógvarar o.o. – skulu kunna luttaka vegna Føroyar – og undir føroyska Merkinum.
Tað er mín og okkara vón og dreymur, at tit koma at luttaka vegna Føroyar, og undir føroyska Merkinum, í Olympisku Leikunum um fá ár – og hví ikki í eini OL finalu?
Tí tit hava jú longu prógvað, at tað sum kann tykjast ómøguligt, er møguligt!

Hjartaliga tillukku vegna Føroya fólk

Vegna løgmann, okkum øll í Føroya landsstýri, og vegna Føroya fólk, hjartaliga tillukku til tykkum allar á U17 hondbóltslandsliðnum. Tillukku til venjarar, hondbóltsfeløg kring landið, Hondbóltssamband Føroya, ÍSF, hjálparfólk og foreldur. Tit hava øll verið við til at gera hetta møguligt. Vil ynskja tykkum alt tað besta, og blíðan byr, við framhaldandi arbeiðinum fram móti enn størri málum.

Altjóða góðkend høll og størri stuðul

Vit vilja stuðla tykkum tað vit kunnu, bæði við støðugt hækkandi játtan á fíggjarlógini til ítrótt og hondbólt – og við, at ein altjóða góðkend ítróttarhøll nú má og skal verða bygd í Føroyum. Tað er ikki rætt, og heldur ikki virðiligt, at okkara landslið mugu uttanlands at spæla landsdystir vegna Føroyar og okkum øll. Ein nýggj høll eigur at verða bygd í samstarvi millum land, kommunur og stuðlar. Hetta skal bera til.

Tað verður spennandi at fylgja tykkum víðari fram á leið.
Takk fyri tykkara megnar avrik!
Føroyar framá!

Tinganes, 10. juli 2019.

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Deil hesa grein umvegis
468 ad