Tað verður bygt land – kring alt landið

Svar upp á fyrispurning 82/2018 eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, settur Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, um skattainntøkur og løguútreiðslur

Hvussu nógv hava borgarar og fyritøkur, búsett í hesum økjum:

Norðoyggjum
Eysturoynni
Norðstreymoy
Suðurstreymoy
Vágunum
Sandoynni
Suðuroynni

goldið íalt í skatti og avgjøldum til landskassan í krónum og í lutfalli av heildini (%) fyri árini 2016, 2017 og 2018?

Hvussu nógv hevur landskassin gjørt løgur fyri í somu økjum í krónum og í lutfalli av heildini (%) í árunum 2016, 2017 og 2018?


Til spurning 1

Talvan niðanfyri vísur, hvussu nógv persónar og fyritøkur í ymisku økjunum samanlagt hava rindað í inntøkuskatti til landskassan. Endalig uppgerð fyri 2018 er ikki tøk enn, so talan er um tøl fyri 2016 og 2017. 

2016 2017 2016 2017
Suðuroy 110 111 6% 6%
Eysturoy 503 535 29% 29%
Vágar 79 86 5% 5%
Suðurstreymoy 715 743 41% 41%
Norðurstreymoy 105 112 6% 6%
Sandoy 24 25 1% 1%
Norðoyggjar 201 212 12% 12%
Alt landið (mió. kr.) 1.738 1.824 100% 100%

Til spurning 2

Flestu íløgur koma øllum samfelagnum til góðar, uttan mun til, hvar í landinum tær verða framdar. Eitt nú eru íløgur í samferðslukervið, útbúgvingar- og heilsuverk til frama fyri alt landið.

Spyrjarin spyr um íløgur býttar á landafrøðilig øki í Føroyum í eitt 3 ára tíðarskeið. Her skal gerast vart við, at tá stórar íløgur verða gjørdar – so sum undirsjóvartunlar og størri bygningar – so fylla hesar lutfalsliga nógv í teimum øki tey verða bygd. Her ganga økini uppá skift, alt eftir, hvørji ár t.d. skúlar og tunlar verða bygdir júst í tí økinum.

Talva 1 niðanfyri vísur útreiðslurnar hjá Landsverk í nevndu økjum. Talan er um útreiðslur til nýgerð og viðlíkahald í sambandi við bygningar, vegir, havnir, flogferðslu og tunlar.

Gjørt verður vart við, at her er einans talan um tey arbeiðir, sum Landsverk hevur havt ábyrgd av. Undirsjóvartunlarnir til Eysturoynna og Sandoynna og játtanir til bygningar, sum Landsverk ikki hevur ræðisrættin á, eru ikki við í niðanfyristandandi talvu 1. Útreiðslur, sum mugu sigast at verða felags fyri øll økini, og tí ikki kunnu býtast út á økir, eru heldur ikki við.

Uppgerðin frá Landsverk er soleiðis, at tað ber ikki til at býta upp í Norður- og Suðurstreymoy. Uppgerðin er tí fyri Streymoynna samanlagt.

Talva 1. Býti av útreiðslum hjá Landsverki býtt á øki, í 1000 kr.

 1000 kr. 2016 2017 2018
Suðuroy 21.764 7.837 17.745
Sandoy 12.444 6.114 3.146
Vágar 3.085 2.587 2.807
Streymoy 159.450 234.647 301.936
    Av hesum til Glasir og Landssjúkrahúsið 121.526 193.637 249.751
Eysturoy 21.100 7.588 14.027
Norðoyggjar 68.052 18.014 11.426
Tilsamans 285.895 276.787 351.087

Talva 2. Býti av útreiðslum í talvu 1 í %

  2016 2017 2018
Suðuroy 8% 3% 5%
Sandoy 4% 2% 1%
Vágar 1% 1% 1%
Streymoy 56% 85% 86%
    Av hesum til Glasir og Landssjúkrahúsið 43% 70% 71%
Eysturoy 7% 3% 4%
Norðoyggjar 24% 7% 3%
Tilsamans 100% 100% 100%

Hartil kemur størsta íløgan í Føroya søgu. Íløgan í Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar.
Har hava løgu útreiðslurnar verið fylgjandi 2016-2018:

Talva 4. Eysturoyar- og Sandoyartunlar

2016 2017 2018
Eysturoyar- og Sandoyartunlar (1000 kr) 296.000 277.000 508.000

Bústaðir byggir hartil bústaðir kring landið, og bygt er fyri fylgjandi útreiðslur 2016-2018:

Talva 3. Bústaðir

2016 2017 2018
Bústaðabygging hjá Bústaðir (1000 kr.) 79.009 150.906 68.810

Íløgan í Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin er sostatt nógv tann størsta íløgan hjá landinum árini 2016-2018.

Eftir hesar koma íløgur í Landssjúkrahúsið og Glasir, umframt eitt nú liðugtgerð av Viðarreiðistunlinum, og íløgur í bústaðir kring landið.

Landssjúkrahúsið er sum kunnugt ein íløga, ið allir borgarar landsins eiga lut í, og kann sjálvandi ikki metast sum ein íløga, bert fyri eitt øki. Tað sama er galdandi fyri flestu aðrar íløgur, eitt nú í samferðslukervið, ið koma øllum landinum til góðar.

Glasir er ein bygningur, ið hýsir 3 miðnámsskúlum. Undanfarin ár eru miðnámsskúlar bygdir og endurnýggjaðir í Suðuroy, Vestmanna, Kambsdali og Klaksvík. Miðnámsskúlarnir í Suðurstreymoy, hava staðið aftast í bíðirøðini til endurnýggjan, men skulu síggjast sum partur av eini heildarætlan, har allir miðnámsskúlar kring landið eru endurnýggjaðir – nakrir heilt og aðrir partvíst – seinastu árini.

Fleiri íløgur eru farnar í gongd í 2019, og fyri framman standa eisini fleiri íløgur. Her ímillum tveir nýggir tunlar, Hvalbiartunnilin og Dalstunnilin, ið báðir eru farnir í gongd í 2019, og Tunlarnir norður um Fjall, ið fara í gongd eftir, at Hvalbiartunnilin er skotin ígjøgnum.

Nýtt skip verður í løtuni bygt til Strandfaraskip Landsins, so betri og tryggari samband fæst til útoyggjarnar.

200 mió. kr. eru hartil settar av til bygging av nýggjum bústovnum til fólk við serligum avbjóðingum, eins og játtan eisini er sett av til tjóðleikhús, hølir til Sjóvinnustýrið vesturi í Vágunum, umframt skúlabygging í Kambsdali, Klaksvík, Sandoy og Suðuroy.

Harumframt eru eisini aðrar íløgur á skrá kring landið komandi árini, eitt nú er meira sett av til viðlíkahald av vegum og brúgvum kring alt landi.

Sostatt verður bygt land – kring alt landið.

í Tinganesi, 7. juli 2019

Kristina Háfoss

Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Deil hesa grein umvegis
468 ad