Lýsing

Kristina Háfoss svarar Bill Justinussen um samanberingargrundarlag

Svar upp á fyrispurning nr. 73/2018 eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, settur Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, um samanbering millum valskeiðini

  1. Hvussu stórt var hallið á fíggjarlógini, tá undanfarna samgonga tók við í 2011?
  2. Hvussu stórt var úrslit landskassans, tá undanfarna samgonguskeið var lokið í 2015?
  3. Hvussu nógv vaks úrslit landskassans í krónum og prosentum í undanfarna valskeiði frá 2011 til 2015?
  4. Hvussu stórt var landskassans úrslit í 2018?
  5. Hvussu nógv vaks úrslit landskassans í krónum og prosentum frá primo 2016 til ultimo 2018?
  6. Hvussu stórt var arbeiðsloysið, tá undanfarna samgonga tók við?
  7. Hvussu stórt var arbeiðsloysið, tá undanfarna samgonga legði frá sær?
  8. Hvussu nógv minkaði arbeiðsloysið í prosentstigum undir undanfarnu samgongu?
  9. Hvussu nógv er arbeiðsloysið minkað í prosentstigum undir verandi samgongu?
  10. Nær vendi gongdin í fólkatalinum, eftir at minking í fólkatalinum hevði verið í mong ár?

Til spurning 1-3

Hall landskassans vóru stór eftir fíggjarkreppuna. Men, tá undanfarna samgonga kom til, við ársenda í 2011, var hallið longu lækkað munandi. Úr 688 mió. kr. í 2009 og niður í 322 mió. kr. í 2011.

Hóast undanfarna samgonga setti sær sum høvuðsmál at fáa yvirskot á fíggjarlógina, so vaks undirskotið bæði fyrsta og annað árið í samgonguskeiðinum. Í 2012 var hallið 335 mió. kr., og í  2013 var hallið komið upp í heilar 413 mió. kr.

Og tá má eisini havast í huga, at undanfarna samgonga, frá 1. januar 2012, fór undir at forskatta pensjónir. Tí kunnu kunnu árini 2011 og 2012 als ikki samanberast. Fyri at fáa røttu roknskaparligu myndina av gongdini, mugu inntøkurnar frá forskattingini trekkjast frá úrslitinum. Verður tað gjørt, sæst at tað veruliga, ella sambærliga, undirskotið í 2013 kom upp í heilar 660 mió. kr. – næstan ájavnt við risastóra hallið í 2009.

2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015
Úrslit landskassans -688 -567 -322 -335 -413 -254 -83
Inntøkur frá forskatting av pensjónum 0 0 0 -213 -247 -266 -277
Tilsamans við forskatting (mió. kr.) -688 -567 -322 -548 -660 -521 -360

Í 2015 var hallið komið niður á 83 mió. kr. Men verður forskattingin tikin við, so var hallið í veruleikanum 360 mió. kr.

Sostatt var undirskotið í landskassanum – um hædd verður tikin fyri, at tað í 2012 varð farið undir at brúka av framtíðarinntøkunum, t.v.s. forskatta pensjónsinntøkur – næstan 40 mió. kr. hægri tá samgongan legði frá sær, enn tá hon tók við.

Til spurning 4 og 5

Tá sitandi samgonga tók við, á heysti 2015, var hallið 83 mió. kr. Nú seinasta árið í valskeiðinum, vísir samtykta fíggjarlógin fyri 2019 eitt avlop á 377 mió. kr. Sostatt er úrslitið batnað við 460 mió. kr. frá 2015 til 2019.

Her kann leggjast afturat, at inntøkur landskassans higartil í ár eru vaksnar munandi meira enn roknað varð við, tá fíggjarlógin varð samtykt. Tí er væl hugsandi, at yvirskotið hjá landskassanum í 2019 gerst munandi størri enn 377 mió. kr.

Til spurning 6-8

Árstíðarjavnaða arbeiðsloysið var 6,9% í november 2011, tá undanfarna samgonga tók við. Tá undanfarna samgonga legði frá sær í august 2015 var talið komið niður í 2,8%. Sostatt minkaði arbeiðsloysi 4,1 prosentstig undanfarna samgonguskeið. Ein minking á 59%.

Tað var sostatt ikki vegna versnandi búskaparstøðu, at hallið vaks við næstan 40 mió. kr. í samgonguskeiðinum, tí búskaparliga var stórt viðrák, og ein so stór lækking í arbeiðsloysinum eigur av sær sjálvum at betra úrslit landskassans.  

Orsøkin var ein skeivur fíggjarpolitikkur, ið bygdi á ta fortreyt, at danska ríkisveitingin skuldi “dagførast til dagsvirði”, sum tað var sagt í samgonguskjalinum. Tá samráðingarnar við donsku stjórnina miseydnaðust, og nógvu hundrað milliónirnar úr danska statskassanum ikki komu, so hekk fíggjarpolitikkurin ikki saman longur, og hallið tók at vaksa.


Samstundis varð valt at brúka av framtíðar pensjónsskattainntøkum til skattalætta til hægstlønt, meðan láglønt fingu eina skattarokning umvegis munandi hækking av pensjónsskattinum, ið eitt nú fór úr 35% upp í 40% fyri kapitalpensjón. Hetta betraði ikki fíggjarstøðu teirra, ið høvdu størst tørv á størri fíggjarligum rásarúmi.

Til spurning 9

Seinasta uppgerð av árstíðarjavnaða arbeiðsloysinum er fyri apríl 2019, tá var talið 1,2%. Hetta er søguliga lágt arbeiðsloysi. Í veruleikanum er trupult at tosa um arbeiðsloysi, tá hetta er lægri enn 2%, tí vanliga er mangul uppá arbeiðsmegi á fleiri økjum, tá arbeiðsloysið fer undir 2%.

Tá samgongan tók við í september 2015 var arbeiðsloysið 2,6%. Sostatt er arbeiðsloysið lækkað 1,4% prosentstig í valskeiðinum. Ein minking á 46%.

Til spurning 10

Sum víst í talvuni niðanfyri, so byrjaði fólkatalið spakuliga at vaksa aftur í 2013, og síðan hevur vøksturin rættiliga tikið dik á seg, og sambært Hagstovu Føroya heldur vøksturin fram í 2019.


Árini 2012-2015 gjørdust vit samanlagt 917 fleiri fólk í Føroyum. Ein vøkstur á 1,9% í tíðarskeiðinum frá 1. jan. 2012 til 31. des. 2015.

2012 2013 2014 2015 2012-2015
Vøkstur í fólkatalinum -142 91 464 504 917
Vøkstur í fólkatalinum -0,29% 0,19% 0,96% 1,04% 1,9%

Síðan 1. januar 2016 eru vit vorðin 2.584 fleiri fólk í Føroyum. Ein vøkstur á 5,3% í tíðarskeiðnum frá 1. jan. 2016 til 1. mai 2019.

2016 2017 2018 jan-mai 2019 2016 – mai 2019
Vøkstur í fólkatalinum 689 670 853 372 2.584
Vøkstur í fólkatalinum 1,40% 1,35% 1,69% 0,72% 5,3%
Deil hesa grein umvegis
468 ad