Hvør skal stýra fólkinum?

Aftursvar til Bergunn Kass, Framsókn!

Bergunn Kass sigur í greinini, at bankarnir lána í fyrsta lagi út til kundar, sum megna at afturgjalda sína skuld, og í seinra lagi er tað trygdin sum er galdandi.

Skal tað skiljast so? Hvar kemur hesin pástandurin frá? Skal hetta skiljast soleiðis, at fólk sum búgva á bygd eru verri fyri at gjalda sína skuld aftur, enn fólk í miðstaðarøkinum? Soleiðis er tað í veruleikanum als ikki! Hyggja vit at kreppuni í 90´num, so mistu bankarnir nógv fleiri pengar í mun til fólkatal í miðstaðarøkinum enn teir gjørdu úti á bygd.

Sjálvandi eigur Føroyar at verða viðgjørt sum eitt økið tá tað snýr seg um bústaðarfígging. Vit hava bara beint omanfyri 1. tíma at koyra frá t.d. Tórshavn til Norðoyggjar í verandi stund, men tá Eysturoyartunnilin er liðugur, fer hesin tímin niður í hálvan tíma og er hetta væl stytri enn at koyra frá einum staðið í Keypmannahavn til eitt annað stað í Keypmannahavn.

Tað er sera umráðandi fyri okkum sum land, at taka hædd fyri øllum økjum og øllum fólkum í Føroyum og ikki bara teimum útvaldu. Skulu vit um nøkur fá ár siga, at bankarnir høvdu eina ”forrætningsstrategi” sum førdi við sær, at eingin skuldi búgva uttanfyri miðstaðin og bara góðtaka tað? Hetta so at meginparturin av okkara samleika og mentan o.a. fór í vaskið, tí hetta var tað bankarnar hildu í 2019? Noy, vit skulu geva fólkunum sum búleikast í Føroyum javnbjóðis møguleikar at búgva har tey vilja, við somu treytum, um alt landið.

At seta á stovn ein almennan banka, sum er við til at fíggja bústaðir runt alt landið og eisini í Tórshavn er als ikki nøkur studningsskipan til bygdirnar, men ein nýggjur møguleiki, at geva Føroya fólki møguleikan at búsetast har man ynskir og ikki hvar man noyðist vegna ”bankatrygd” At hava almennar bankar til sethúsafígging er ikki nakað ókent í londum rundanum okkum, vit kunna hyggja at Noreg, har hava teir ein almennan banka at fíggja sethús nevnliga ”Húsbankin” og hyggja vit eitt sindur longur burtur til Gibraltar har oyggjaleikirnir verða hildnir, so hava tey eisini ein almennan banka til hetta endamál.

Nakrar viðmerkingar vóru eisini í greinini um rakstrarfyrimunir hjá kommunum at arbeiða betur saman og má eg líka viðmerkja tað eisini. Eg vildi eisini ynskt, at kommunurnar arbeiddu betur saman í nógvum førum. Tað nýggjasta dømi um, at arbeiða saman er, at IRF og KB hava leingi havt ætlanir um at leggja saman, so raksturin hjá tí nýggja felagnum kann geva øllum føroyingum peningaligar sparingar, men hetta hevur verið sera torført at fingið ígjøgnum orsaka av eini kommunu, nevnliga Tórshavnar kommunu. Hví so er, hava vit einki fingið at vita um, men tað sigst at Framsókn er meinbogin fyri at hetta skal henda. Men tað er nú ikki so løgið tá man hevur lisið greinina hjá Bergunn Kass! Jú, Framsókn er ein miðstaðar flokkur burturav, har einki atlit verður tikið til tær samlaðu Føroyar og fólki ið her býr.

Pauli Trond Petersen, løgtingslimur

Pauli Trond Petersen

Deil hesa grein umvegis
468 ad